leygardagur 12. oktober 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UT É||————
Nr. 55 — 12. oktober 1974
sosialurin
Sjúkratrygd
verka- og fiskimanna
Tíbetur eru rættuliga nógv tiltøk gjørd, sum
tryggja lønartakaran, tá hann gerst óarbeiðs-
forur vegna sjúku ella vanlukku. Um
mynstraður fiskimaður verður sjúkur um-
borð, fær hann minstuløn upp til triggjar
mánaðar. Verkamaður og fiskimaður, sum er
undir vanlukkutrygging, fær nú kr. 78 um
dagin frá 15. degi aftaná, at vanlukkan er
hend. Fyri starvsmenn og tænastumenn er
so væl skipað fyri, at hesir als ikki fara niður
í løn, um teir verða sjúkir.
Hetta eru øll frálík tiltøk, sum koma væl
við fyri tey, sum koma undir hesar skipanir.
Men um ein verkamaður, fiskimaður ella út-
róðrarmaður gerst sjúkur, og hann ikki
kemur inn undir onkra av omannevndu
reglum, so er straks verri. Tá kann bert
stuðul fáast frå ti almennu forsorgini, og tá
eru reglurnar tær, at um tú einki oyra eigur,
so kann tú fáa eina peningaupphædd, sum er
Óli Jacobsen.
soleiðis útroknað, at tú akkurát kann ana
Hetta er sostatt ein rættuliga olmussukend
ur stuðul, og hann verður eisini minkaður við
ti stuðli, tú fær aðrastaðni frá
Men umframt hesi almennu tiltøk hava tey
ymsu verkamannafeløgini og fiskimannafel
igið sjúkratrygdarskipanir, sum taka vid, tå
tað er fyri neyðini
hvussu hesir grunnar arbeiða. T. d. arbeiðir
Pad er eitt sindur Ojavnt
trygdargrunnur Feroya Fiskimannafelags á
På |
tann hátt, at hann tryggjar limunum upp
} mánaða minstulen, meðan sjúkragrunnur
FISKIMENN !
Foroya Arbeiðarafelags tryggjar limum, sum
verða sjúkir 70 kr. um dagin upp til 10 vikur.
Hesi tiltøk hjá feløgunum eru ell neyðug og
góð, men peningaorkan hjá hesum feløgum
setur mark fyri, hvussu nógvan stuðul tey
kunnu lata, og í flestum forum verður bert
ein partur av inntøkumissinum samsýndur.
Hóast øll hesi tiltøk, so kunnu vit sláa
fast, at omannevndu stættir eru ikki nóg væl
tryggjaðir móti inntøkumissi, um okkurt
skuldi borist á, og eru teir samstundis verri
fyri enn t. d. starvs- og tænastufólk, sum fult
út eru tryggjað. Hesin spurningurin er
vorðin loystur fyri tveimum árum síðan í
Danmar, tá teir framdu ta sokallaðu
dagpengaskipanina. Hon gongur út uppá, at
tá verkafólk leggjast sjúk ella koma til skaða
og tá kvinnur skulu eiga, verða tey frá fyrsta
degi tryggjad 90% av teirra løn, tó við einum
lofti uppeftir, sum í 1972 var kr. 698 um vik
una. Hendan trygdin er ikki tidaravmarkad,
so viðkomandi er tryggjaður inntil hann
verður arbeidsførur aftur. Skipanin verður
figgjad á tann hátt, at arbeiðsgevarin rindar
dagpening fyri 5 tær fyrstu vikurnar. Aftaná
tekur dagpengagrunnurin yvir, og hesin
verður figgjadur á tann hátt, at oll gjalda 1%
av teirra skattainntøku til grunnin. Um ein
arbeiðari hevur arbeitt hjá einum arbeiðs
gevara 40 tímar seinastu 4 vikurnar, er tað
arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av
manninum. Annars er tað grunnurin, sum
skal gjalda manninum
Hetta er bert í stuttum, hvussu hendan
skipan virkar, og tað er heilt greitt, at tað er
neyðugt hjá okkum, at fáa eina slíka skipan
at arbeiða her, og tað skuldi eisini verið ein
sjálvsagdur rættur hjá hvørjum lønartakara
at verða tryggjaður móti inntøkumissi undir
sjúku. Landsstýrismaðurin, sum hevur sosi
al mál undir sær, hevur eisini longu boðað
frá, at eitt sum kemur at liggja fremst hjá
javnaðarflokkinum aftan á valið, er at fáa í
lag eina slíka skipan
Tað vil so vera, at sjálvt um hetta arbeiðið
verður sett í gongd beinanvegin, so kemur
tað at taka eina tið,áðrenn skipanin kann
setast í verk. Inntil tá má verða bett um tær
skipanir, sum eru. Hetta kann t. d. verða
gjørt við at økja um almenna studulin til
sjúkragrunnarnar hjá vinnufelogunum. Eis
ini eigur at verða bøtt um sjúkratrygdina hjá
útróðrarmonnum, ti teir eru tann stættur
sum er ringast fyri, tá nakað berst á. Her
eigur at verða strembað imóti eini skipan
im tryggjar útróðrarmonnum somu sjúkra
ð mynstraðir fiskimenn longu fáa
Óli Jacobsen
Minnist til at greiða atkvødu
fyri javnaðarflokkinum
áðrenn farið verður
Síða 5
Stubbar uttaneftir
Datt niður í hús
Fyra fólk lótu liv, tá eitt
Fantom-jagaraflogfar hjá
amerikanska flogvápninum
datt niður í eini hús í út
jaðaranum av vesturtýska
býnum, Biefeld, seinasta
mánadag.
Fólkini, sum lótu liv av
vanlukkuni, vóru ein kvinna
og eitt barn og tveir av mann-
ingini umborð á flogfarinum
Leggja hond
á vápnagoymslu
Fyrr í vikuni legði vestur-
týska logreglan hond á eina
vapnagoymslu hjá tí so-
Meinhof
Logreglan kom
fram á våpnini, tå ein dunkur
nevnda Baader
bólkinum
við bensini sprongdist í
goymsluni
Toppfundur
í desember
Franski forsetin, Valery
Giscard d'Estaing, og amer
ikanski starvsbróður hans
ara, Gerald Ford, fara at
halda toppfund sum ætlað á
fronsku oynni Martinique
Fundurin verdur i døgunum
14..!. desember, varð sagt
alment í Paris mánadagin
Samkensla neyðug
Hevuðsuppgávan hjá fólk
inum í Chile er at berja niður
hermannastyrid og fáa demo
kratiið aftur á føtur har í
landinum. Hetta er ikki nóg
mikið. Samkensla uttaneftir
er avgjørt neyðug, og hon
eigur at koma skjótt, segði
formaðurin fyri forbodna
landsfelagsskapin í Chile
CUT, Luis Figuera, tá ráð
stevnan hjá hesum felags
skapi varð sett í Oslo fyrr
vikuni. Umleið 70 umboðs
menn fyri europeiskar og
latinamerikanskar landsfel
agsskapir tóku lut á ráð
stevnunil
Skattalætti i Noreg
Norðmenn kunnu vænta
skattalættar upp á tvær
milliardir norskar krónur
umleið 2,2 milliardir danskar
kr., um fíggjarlógin fyri
næsta ár verður samtykt,
segði Per Kleppe figgjarmála
ráðharri, undir framløguni av
figgjarlógini fyri 1975/76
Eftir uppskotinum fáa allar
inntøkur undir 200.000 n. kr
skattalætta
Í mun til inniverandi figg)
arår verdur talan um ein
skattalætta upp å imillum
sjey og niggju prosent fyri
medalinntøkur
Stjórnin hevur eisini skotið
upp, at grundpensjónin verð
ur hækkað úr 9.700 n. kr. til
10.400 n. kr. frå i. januår
komandi år og til 11.000 n
kr. fra 1. mai
Bresjnev
til Paris
floksleidarin
Leonid Bresjnev skal til Paris
Sovjettiski
i december mánað á eina so
kallaða arbeiðsvitjan var
upplýst úr franska hevuðs
staðnum seinasta friggjadag
Dómari stongir
fongsul
Ein dómari í statinum Miss
ouri gav seinasta mikudag
boð ti myndugleikarnar í St
Louis um at stongja fongslið í
býnum um ikki åvisir batar
vera framdir innan em
mánað
Hægri prísir á ráolju
Seinasta hækkingin av olju
prisunum kemur at dýrka
oljuna til innflytaralondini
við fimm milliardum dollar
um (30 milliardum kr.) un
árið, um ein nýtir núverand
framleiðsluna in rundar
las upply ir oljufelagid Rox
Dutch Shell
Hátíðarhald í Eysturtýsklandi
Eysturtyskland hátíðarhelt mánadagin 25 ára
dagin fyri stovnani av sosialismuni har í land-
inum við einari stórari
hermannasýning, sum
myndin vísir. Heiðursgestur í sambandi við
hátíðarhaldið var sovjettiski floksskrivarin,
Leonid Bresjnev.