leygardagur 12. oktober 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Hin gloymdi
vinnuvegurin Il
Enn, sum áður, er fiskivinnan avgjørt
høvudsvinna okkara, og vónandi verður hon
tað framvegis. Men í løtuni er nógv, sum
bendir á, at vit koma at fáa skerdan lut, í
hvussu er, hvat fiskileiðini viðvíkir.
So statt má arbeiði og idnadur takast við,
sum ein munandi táttur í framtíðini.
Hetta hava framskygdir menn sæð, og vit
kunnu siga, at vit longu hava ein idnad, sum
telur væl við í húsarhaldinum.
Men, sum orðatakið sigur, >vandi er í all-
ári vælferða.
Í hesum sambandi eru so tvey vandamál,
og tey eru lønarlagid og skúlin.
Hyggja vit at samfelagsskipanini í dag,
leggja vit til merkis, at umsitingin er Ogvu-
liga stór og er í stødugum vøkstri.
Skrivstovur vaksa upp sum hundaland, og
har sita fólk, sum eftir umsteðunum eru væl
lent. Síðan koma bankar og aðrar fyritøkur,
har arbeiðsumsteðurnar eru sera góðar,
handilsfyritøkur og -einstaklingar, sum virka
mestsum óheftir (tó eru tekin til vend har, tá
fólkafloksmaður, J. Sundstein, mælir til
priseftiransan).
Vit kunnu rokna fleiri, men lat tað fara.
Eftir stendur so arbeiðara- og handverk-
arastætturin, sum í mun til hinar, er illa
viðfarin. Her má vend koma í, so tann stóri
lønar0javni, sum er, og sum eftir eini
Ohepnari loggåvu, veksur við pristalinum,
verdur fyribeindur. Tad må verda ein upp-
gåva hjå komandi løgtingi, at skera igjøgn-
um å hesum øki.
So er tað skulin! Alt gott at siga um góðan
skulaskap, hann skal til, men spurningurin
er, um vit ikki her eru å heilt skeivari leid.
Orsakad av teimum skeivu lønar- og
arbeiðsumsteðunum og ti lagaligu skúla-
skipan, vit hava i dag, verda ungfolk okkara
villleidd, soleiðis, at tað verður hin góða og
lagaliga arbeiðsumsteðan, ið verður málið,
og alls ikki, hvar evni og arbeiðsorka tæna tí
einstaka og samfelagnum best.
Unga ættarlið okkara er við at fáa somu
sjúku, sum gullgravarar hava fingið av og á.
Teir hildu avstað, hagar ríkidomi var, men
bara einstakir høvdu eydnuna við sær. Teir
flestu komu fátækir aftur fleiri umkomust av
armóð.
Tað er hetta sum vit uppliva nú, kannska í
mildari umstødum.
Sjálvandi ynskja tey ungu at koma sær
fram, og tað hava tey fullan rætt til. Men
lønarlag okkara ger, at hesi ynski verða
ógvuliga einstáttað, og ynski um at koma í
produktiva vinnu, minkar burtur í einki.
Skúlin fer við børnum okkara, tá tey eru 7
ára gomul, og tað er rætt og rimuligt. Men
sum nú er, verður alt lagt á tann bógvin, at
tey skulu verða har minst 10 ár. Skúlaráð-
gevarar og skulastjørnir leggja framvegis
ætlanir um ekta lærutið, og sum oftast
verður stuðlað frá almennari síðu.
Í fleiri forum er hetta óivað neyðugt, men
neyvan sum heildarloysn.
»At draga ein fisk frá grunni og seta ein
haka í mold<, sum onkur hevur málborið seg,
og flestu av handaligum arbeiði krevja ikki,
at ein skal sita á skúlabeinki til hann er
18—20 ár. Har skuldi upplæringin byrjað
fyrr á heilt eðrum stað. Har skuldi verið brúk
fyri lærdu monnum okkara, at víst á, 'hvar
tervur er á arbeiðsmegi og her skuldi verið
uppgáva hjá teim ráðandi, at lagt soleiðis til
rættis, at tann stættur, sum arbeiðir í
produktivari vinnu, ikki verður við skerdan
lut.
Hetta er og verður mál Javnaðarfloksins.
Jóhs. Olsen
Bert ein sosialistiskur flokkur:
JAVNAÐARFLOKKURIN
Nr. 55 — 12. oktober 1974
Hví er skatta-
lagið órættvist ?
Eitt av høvudsevnunum til hetta
logtingsvalið tykist at vera
skattalóggávan. Allir flokkar
siga seg vilja virka fyri einari
rættvisari skattalóggávu. Hetta
skuldi verið gott agn, tí tey
flestu skilja hetta so, at tey
skulu sleppa lættari, fáa minni
skatt.
Men skattabyrða og skatta-
rættvísi er hvort sítt. Tað er fyri
so vitt ógvuliga lætt at minka
um skattabyrðuna í heila tikið,
tað ræður bert um at tað al-
menna bjóðar borgarunum minni
service. Men tað, sum polittik-
arar bæði á legtingi og í komm-
unustýrunum gera, er eftir fori-
muni at veita borgarunum tann
service, sum hesir ynskja. Við
ødrum orðum, skattabyrðuna
hava vit sjálvi ynskt.
Spurningurin um eina rætt-
vísa skatting er ein annar. Tað
kann vera nakað ymiskt, hvat
meinast við rættvísi á hesum,
sum eðrum økjum, men flest
okkara skilja vid eina rættvisa
skattaskipan, at skatturin verð-
ur lagdur å tær inntøkurnar,
sum hava størstu orkuna. So-
leiðis sum skattalóggávan sjálv
er skipað, verður ein sterri
prosentpartur latin í skatt, jú
sterri inntøkan er. Í eini komm-
unu við skattaprosenti 15 verður
lands og kommunuskattur til
samans av eini skattskyldugari
inntøku upp á 20.000 kr. o. u.
23%, meðan ein skattskyldug
innteka upp á kr. 100.000 letur
0. u. 70%. Men minnast vit til,
at ådrenn tu kemur til skatt-
skylduga inntøku upp å 20.000
skalt tú hava eina inntøku upp á
slakar 25.000 kr., meðan ein
skattskyldug innteka upp á
100.000 kr. svarar til eina veru-
liga inntøku upp á 170.000.
Roknar tu nu eftir, so rindar
hann vid inntøkuni upp å 25.000
50% av inntøkuni. Hann, id
hevur inntøkuna upp å 25.000
kr. hevur, tå skatturin er goldin,
20.000 kr. eftir, medan hann,
sum hevur 170.000 kr. i inntøku,
hevur 100.000 kr. eftir, tá
skatturin er goldin. Hann sum
hevur 350.000 kr. í innteku,
hevur 200.000 kr. eftir, tá
skatturin er goldin. Tosað
verður so nógv um lenarójavn-
að, og tað er rætt, at hann er
stórur, men tað átti at borið til
at javnað út við skattingini. Av
frammanfyri standandi síggja
vit tó, at tað er so sum so við
javningini, so leingi vit varð-
veita skattafrádráttin.
Hetta var skattafrádrátturin,
hann hava øll rætt til, og hóast
alt er tað ikki hann, sum skapar
tað stersta órættviísið. Mein-
bogin er allir hinir frádráttar-
meguleikarnir, serliga avskriv-
ingarnar hjá vinnulivinum. Tað
er avskrivingarskipanin, sum
ger, at stórar inntekur verða
smáar, tá skattast skal. Tað er
avskrivingarskipanin, sum ger,
at hann, sum skuldi havt eina
skattskylduga inntøku upp á
kanska 400.000 kr. og rindað
kanska upp ímóti 300.000 kr. í
skatti, kann sleppa næstan
undan skatti.
So kann verða spurt, hvi
verður hetta lagið ikki broytt,
hví hevur javnaðarflokkurin,
sum hevur verið við til at stíla
fyri nú í 8 ár, ikki broytt hetta
lagið? Jú, orsekin er fyrst og
fremst, at heilaga kugvin,
privata initiativið, hevur ein
stóran meirluta á tingi sum
verja. Tað eru teir privatu
pengamenninir og partafeløgini,
sum skulu gera tær neyðugu
ílogurnar í vinnulívið, tað al-
menna má ikki, ti tað luktar av
sosialismu. Og fyri at tað skal
løna seg hjá pengaeigaranum at
Fólkaflokkurin er sum tíðin er
liðin vorðin meira og meira
afturhaldin, og eru mong komin
til ta nidurstødu, at høvuds-
endamålid hjå honum, at vera
ein tjóðskaparflokkur, er mest
sum horvið, og hóast hetta fer
hann aftur hesaferð til val við
viðgongdum tjóðskaparmálum á
skránni, hetta er eftir mínum
tykki sera óklókt av teimum, tí
munnu vit ikki oll hava ásannað,
at hann fyri mongum árum
síðani hevur komið sær upp í
rasshaft hesum viðvíkjandi.
Tað man ikki vera gjort ov
nógv av, um sagt verður, at
fólkaflokkurin stendur sum í
berginum áfastur við sambands-
flokkin. Attu ikki hesir báðir at
givist við at munnhøggast hver
ímóti ødrum, men ístaðin háls-
fevnst og í felag og ikki sum nú
hvor í sínum lagi sungið teirra
svanasong, ið nú man líða móti
endanum. Vit kunnu í dag við
gleði ásanna, at hesir báðir
flokkar so við og við fána burtur.
Oll vita jú, at afturgongdin hjá
hesum báðum flokkum seinasta
val var stór, og eingin ivi er um
at afturgongdin verður munandi
sterri hesaferð.
Tað hevur mangan verið
spáðað, at um nekur ár verða tað
bert tveir stórir flokkar í for-
oyskum politikki — Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldisflokkurin
- og so verður.
Hetta sigst at vera báðir teir
sosialistisku flokkarnir, og átti
ein samgonga ikki at veri óhugs-
andi. Hugstoytt hevur tað tó
verið at hoyrt tjóðveldisflokkin
siga seg vilja berjast fyri sosial-
ismuni. Higartil hevur hetta víst
seg at vera ein beinleiðis ósann-
heit — tað gongur sjón fyri sogn
og dømini tala. — Flest oll
munnu vita, at Tjóðveldisflokk-
urin á sinni var ein av teimum
afturhaldsfloxkum, ið gekk heit-
ast inn fyri at avtaka Lands-
handilin til tess at loyva øllum
bæði føroyskum og útlendskum
spekulantum frítt spæl.
Tær ovurhondsstóru avskriv-
ingar, ið hava verið havdar so
nógv á munni í seinastuni, stava
eisini frá tjóðveldinum, ella
beinari tjóðveldið loyvdi reiðara-
valdinum at avskriva umframt
vanliga avskriving upp til 70%
eykaavskriving. — Hetta var
tjóðveldispolitikkur tá — Nú
ætla teir at broyta hesar av-
skrivingarlóggávu til beinleiðis
at geva reiðaravaldinum tann
pening, teir hava fyri neyðini
bæði til bygging og rakstur, og
um so er, at raksturin miseydn-
ast, ja so skuli teir hava meiri
pening, og alt í form av studn-
ingi. Hetta ljóðar sera væl,
hevur bert tann stóra feilin, at
peningurin skal fáast til vega, og
til tess er bert ein máti. — Meira
skatt frá hinum vanliga skatta-
borgaranum. — Hetta er tjóð-
veldispolitikkur. — Teir sum
hava nógv, skulu hava meir, og
teir, sum hava lítið, skulu hava
minni. — Hesi dømir stríða eftir
mínum tykki øll harðliga móti
allari sosialismu.
Harímóti hava vit javnaðar-
menn altid virkað fyri, at
ávoksturin ikki må koma nøkr-
um fáum einstaklingum til
góðar, men ellum forbrúkarum,
allari teirri luttakandi arbeiðandi
fjøldini eins og teimum vegna
sjúku, avlemi og á annan hátt
evnaligu skerdu í samfelagnum.
Kristjan á Neystabe
19% í skatti, meðan inn- gera ílogur, krevur hann skatta-
tøkan upp á 170.000 kr. rindar = lættar. Lenmóttakarin fær at
41%. Skattafrádrátturin ger, at vita, at um teir,
tú ongatíð skattar meira enn
X við lista C
ella eitt av valevnum
hansara
sum hava
pengar, ikki fáa skattalættar,