leygardagur 12. oktober 1974síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 12. oktober 1974
Tey gomlu
knepini
Tey gomlu knepini verða mang-
an nýtt, tá ið farið verður til val
— og verða tey, siggi eg, eisini
nýtt hesaferð. Móti teimum
frægu konufólkunum, ið hætta
sær út í politikk, verður mangan
tikið nakað soleiðis til: >Tá ið tit
nú endiliga skulu hava konufólk
á listanum, so máttu tit funnið
okkurt frægari«. Og móti verka-
manninum ljóðar eitt av knepun-
um: »Væl skrivar hann, men
hvør man rætti greinskrivarin
vera?« Og móti unglingunum
verða hesi bæði og mong onnur
knep nýtt.
Sambandslistin í Suður-
streym, ið hverki hevur ungling
og eiheldur nakra kvinnu, er nú
farin at nýta hesi bíligu og
pínligu knepini móti unga val-
evni javnaðarfloksins, Kristjan
á Neystabe.
Tað er syndarligt, at sam-
gonguflokkurin hjá javnaðar-
flokkinum er so afturhaldin og
so illa fyri, at hann noyðist at
tríva í slík argument. Vónandi
hevur javnaðarflokkurin nú
funnið útav, at allar aðrar sam-
gongur mugu roynast. Og sum
<QE
Kristijan so mangan hevur sagt:
Javnaðarflokkurin er flokkur
teirra minni mentu, og kann
hann ikki, hvussu fegin hann vil,
reka ein veruligan ungdóms-
politikk saman við sambandin-
um, tí javnaðarflokkurin er ein
arbeiðaraflokkur, styðjaður av
ungdóminum. Sambandið har-
ímóti er ein afturhaldandi flokk-
ur, styðjaður av kapitalistum og
eldri fólki.
Hetta rann mær í hug, nú
sambandið er farið at nýta tey
gomlu knepini. Men ein áheitan
til tin, Neystabø, og til oll
onnur, ið hava verið úti fyri ti
sama sum hann: Leggið ikki ár-
arnar inn, men haldið á við at
rógva.
Neystabe! Tú hevur fyrr víst
tíni góðu evni og tín sterka vilja,
og eftir hvat eg frætti dag og
dagliga, verður tú ein sterkur
maður 7. november.
Javnaðarmaður
í Suðurstreym
KKK
Til bóndan í Dagblað
num seinasta mikudag
Tað er logið, at Dagblaðsmonn-
um skuldi dáma so illa tað, eg
skrivaði um landbúnaðin, tí eg
meinti tað væl. Fyrst leggur
D. H. eftir javnaðarflokkinum,
og nú leggur tú eftir míni lon.
Munnu tit hava misskilt meg?
Góði bóndi! Er tað veruliga
so, at ársinntekan hjá tær er
lítið meira enn månadarlønin hjá
mær, so haldi eg, at tú skuldi
latið onkran annan fingið garðin,
tí hatta er ov lítið at fáa burtur-
úr. Hevði tú samanborið árs-
inntekuna hjá einum bónda við
månadarinntøkuna hjá nøkrum
av valevnum fólkaflokksins,
hevði ikki staðið heilt so illa til.
Fá tær heldur eitt annað
arbeiði, tað er betur fyri bæði
teg og garðin.
Vinarliga
Kári D. Petersen
***
Svíkur hann
javnaðarhugsjónina
Eftur at hava lisið greinina
»Loysing yvirtøka« eftir J.
Lindenskov, kann ein ikki lata
vera vid at gera nakrar vid-
merkingar.
J. Lindenskov nevnir í grein-
ini at javnaðarflokkurin onki
målsøki ætlar at yvirtaka, uttan
so at flokkurin heldur hetta
verða hitt einasta rætta.
Meinar J. Lindenskov við
hesum at javnaðarflokkurin ætl-
ar at fremja yvirtokur sum neyð-
loysnir??
Síðan nemur hann við sam-
arbeiðið millum Javnaðarflokkin
og sambandsflokkin. Sum gott
samarbeiði tekur hann m. a. fri-
merkini. Men hvar var so sam-
arbeiðið í yvirtokuni av sosialu
umsitingini, har sambandsflokk-
urin allur var ímóti???
Um samgongu imillum javn-
aðarflokkin og sambandsflokkin
sigur hann, at um bert »Dimma«
gevst við síni anti-javnaðar-
skriving, so skuldu møguleikar
verið til staðar fyri víðari sam-
arbeiði. Merkir hetta at javnað-
arflokkurin hevur í kvittanum at
halda fram í samgongu við sam-
bandsflokkinum í enn 4 ár???
Samanlagt ljóðar greinin hjá
J. Lindenskov anti-socialistisk
og hartil sum ein frigging til
sambandsflokkin!!!
Ungur javnaðarveljari
sosialurin
Síða 13
Centralisering —
decentralisering
Allir foroyingar sanna, at síðan javnaðar-
menn veruliga fóru at hava ávirkan í foroysk-
um politikki, eru stig tikin á leiðini fram móti
aðalendamálinum, sum Javnaðarflokkurin
setti sær: VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ
FOLKAHEIMID FØROYAR
Tad er at gledast um, at Javnadarflokkurin
hevur átt so góðar ålitismenn á tingi og í
landsstyri, at so frægt er komið av skafti.
Vit fara til valborðið aftur hesaferð í ti von,
at flokkurin fer at vaksa enn meira, so vit enn
skjótari nærkast málinum
Sjálvt um stuðul í ein vissan mun fæst frá
oðrum flokkum, tá tað ræður um útbygging
av samfelag okkara, so sýnist tað at vera tor-
ført at fáa føtur undir eina miðvísa heildarut-
bygging her á landi, so leingi Javnaðarflokk-
urin noyðist at hava kapitalistiskar boðfretar
hangandi sum'rasshaft um afturbeinini
Tann útbygging, sum er farin fram her í
oyggjum okkara, er i mongum førum bert
løtuvinningur hjá einum parti av fólki okk-
ara. Ofta kemur tað fyri, at vinnuligar og
almennar útbyggingar fara fram í senn á
sama stað, meðan onnur pláss liggja í arb
eiðsloysi. Hesin politikkur forir rímiliga tað
við sær, at ein óhugnalig fólkaflyting verður
úr heimbygdini til stórstaðin, har fólk
væntaðu sær gull og grønar skógir. Hvar
hetta gull og hesar gronu skógir vóru, veit
hann best, ið flutti. Urslitið var oftast
rótloysi og slum. Fyri at fáa endarnar at
rokka, fóru pápi og mamma út at arbeiða,
meðan bernini vóru sett út til onnur at ala og
rekja. Hvussu henda røkt og aling verður
røkt í mun til ta í heimbygdini, er óneyðugt
at geva nakra frágreiðing um her, tí tað duga
oll at hugsa sær. Foreldrini síggja børnini, tá
tey móð og troytt koma heim til dýru
íbúðina, har børnini sum skjótast verða rend
í song. Aðrenn farið verður til arbeiðis morg-
unin eftir, ræður um at bera skjótt at fyri at
fáa børnini av húsunum.
Henda sega kundi verið minni syrgilig, um
ein miðvísur útbyggingarpolitikkur var ford-
ur. Henda soga hevði verið ósonn, um út-
byggingarpolitikkurin var stýrdur til at
gagna fólkinum í hesum oyggjum, og minni
var hugsað um at fylla i pjøkan hjá náðileysu
boðfretum kapitalsins (peningavaldsins).
Hjá honum (kapitalinum) verður ikki spurt,
um tú ert maskina, dýr ella menniskja. Ein-
asta áhugamál hansara er: framleiðsla og
meir framleiðsla. Sama ger, hver ið framleið-
ur og hvussu framleiðarin (arbeiðsmaðurin)
hevur tað, bara posi hansara fyllist.
Tað er eisini her, at javnaðarmenn skilja
seg frá hinum í føroyskum politikki.
Javnaðarflokkinum er alt um at gera, at í
FØROYUM SKULU FØROYINGAR LIVA.
Her tydir ordid »liva« meira enn tann løtu-
vinningur, sendisveinar kapitalsins kunnu
bjóða.
Javnaðarflokkurin setir menniskja í
søsilalurin
telf. 11820
Í Føroyum skulu føroyingar liva 50.00
og liva væl— X vid javnadarflokkin Navn
Bústaður
SOS
Hans Jergensen
centrum, og við ti sum aðalkjarnu, vil hann
fora sín politikk. Vit síggja í mestu virðing
tað, sum lagt verður í barnið í heiminum, í
bygdarskúlanum og í tí felagsskapi, sum
bygdin ella býurin í sær sjálvum er. Tí verður
politikkur okkara, at steðga centralisering-
ini, sum bert tænir kapitalinum og ger menn-
iskjad rótleyst. Ístaðin leggja vit árar út fyri
at fremja eina miðvísa og effektiva
útbygging, har sum menniskjað hevur sítt
natúrliga heim. Har skal tað fáa loyvi at
mennast og nerast, sum ein sunn og glað
menniskja.
Latið okkum fara fjølment til valborðið
tann 7. november, við ti stavnhaldi fyri eyga,
at virksemið skal flytast hartil, sum fólkið
natúrliga býr og ikki fólkið har, sum kapital-
urin heldur tað lena seg best.
X við lista C
Hans Jørgensen
|
Post-
Bókaforlagið GRØNALID | gjald |
Tórshavn
Undirritaði bileggi hervið .....eint. av Matur og Matgerð á kr.
#1