leygardagur 12. oktober 1974síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Um at tiga og tala og
Bygd contra bý
Eg havi fyrr her í blaðnum víst
á, at samfelag okkara, hóast
framalaga á mongum ekjum,
enn restar nógv, hvat sosialum
javna og tryggleika viðvíkir.
Enn eru byrðurnar ójavnt býttar
og enn verður ágóðin ójavnt
býttur. Summir samfelagsbólk-
ar fáa 5 ferðir so hega len sum
aðrir. Stjóra- og akadamikason-
urin í Havn byrja lívsgongd sína
mong fet framman fyri fiski-
mannasonin á bygd. Verka-
mannastættin er nærum einasta
stætt, ið kann missa arbeiði sítt
frá degi til dags uttan endur-
gjald av nekrum slag.
Stundum tá eg havi víst á hes-
ar og aðrar ójavnar í samfelagi
okkara, hava politisku mót-
stødumenn javnadarfloksins
stillad seg i filabeinstorn sitt og
røtt so: Tu skuldi tagt, flokkur
tin hevur havt buktina og bådar
endarnar nu í 2 valskeið -
stríðið um buktina og endarnar
og annað slíkt fjas lati eg lýs-
ingarsmiðjurnar á Dimmu og P.
C. um — rætt skal vera rætt.
Javnaðarflokkurin hevur havt
tak um endan, og hann hevur
drigið so tað sanniliga hevur
munað. Eitt taki fyri og annað
eftir. Tær Føroyar sum í 50nu:
vóru merktar av vinnu- og
mótloysi eru í dag eitt samfelag
merkt av áræði og sjálvsáliti.
Otryggleikin og vónloysi er
burtur, og mennandi framstig
eru gjørd á ollum økjum: sosialt,
mentunnarligt, politiskt og bú-
skaparligt, framstig sum neyvan
enn vóru nádd uttan luttøku
javna-armannå. Enn er endin
langur, tøkini mong og Ojavnin
ov stórur. Men soleingi sum so
er, verður javnaðarflokkurin at
røda um hetta og virka fyri
broytan, og tala mótsteðu-
manna um at vit heldur skuldi
tagt, verður bert at stimbra
virkishugin og vilja okkara.
Bygd — Bý
Ein hin sjónligasti og mest
skaðiligi ójavni í dagsins sam-
felag er ójavnin millum bygd og
bý. Allir politiskir flokkar
ásanna og játta, at tað hevur
sosialurin
alstóran figgjarligan, mentunn-
arligan og menniskjansligan
týdning, at allir partar av
landinum vera eins væl útbygd-
ur, so at fólk ikki vegna ringar
arbeidsumstødur og vinnuloysi
verda noydd at ryma ur ti bygd,
sum tey hava fest rót i og sum
tey hava ætt, kenningar og vin-
fólk i, noyðast at rýma úr ti
bygd, sum tey eru vorðin góð
við. Hóast ell góð ynskir og
lyftir er veruleikin ein heilt ann-
ar. Bygdir minka og bygdir av-
toftast. Ungfólkið noyðist at
leita burtur í vinnu. Noyðist at
keypa sær dýrt innivist í einum
ella eðrum kjallara, meðan vónin
um egnan bústað verður minni
og minni. Hjá teimum, ið eftir
eru á bygd tyngjast byrðurnar
alt meir og meir. Tey verða færri
og inntøkumøguleikarnir eru ov
ringir. Men skúlar, havnir, vegir
og lendingar eru eins kostnaðar-
mikil á bygd sum aðrastaðni.
Skal tað eydnast okkum at
varðveita og menna bygdirnar í
Føroyum er alsamt neyðugt at
taka annað skinn um bak. Lyftir
og vónir, hvussu væl meintar
tær enn eru, skapa eingi úrslit.
Fyrst av ellum verður neyð-
ugt at hækka jåttaninar til
havnir, lendingar og vegir hjå
teimum bygdum, sum hava
fingið slíkar, men enn ikki hava
kunnað byrjað hesi arbeiði,
regulera hesar játtanir so, at tær
samsvara dagsins kostnað og
ikki kostnaðin tá tær vóru
játtaðar.
Eisini mugu stig takast til at
skipa so fyri, at eingin bygd
noyðist at lata verða við at gera
neyðugar íleggingar vegna ov
vánaligar inntøkumøguleikar.
Men hetta er tað ikki óhugs-
andi, at eitt ella annað slag av
politiskari semju fæst, men hvat
so. Vegir, havnir og lendingar
eru neyðugar, men ikki nóg
mikið, tí enn restar tað týdn-
ingarmiklasta, vinnumøguleik-
ar. Nú hugsi eg ikki tann polit-
iska semjan rekkur longur. Tí
skulu vit skapa nóg góðar
vinnumeguleikar úti á bygd,
verða vit noyddir at nerta við
eina av okkara heilagu kúm:
privata initiativið. Av royndum
vita vit at kapitalurin er mið-
savnandi og mótarbeiðir eini
decentralisering av vinnumegu-
leikunum. Skulu vit ti gera okk-
um minstu vonir um, at stýra í
løgunum so at småbygdirnar
eisini fáa nóg góðar vinnu-
meguleikar, verður neyðugt at
tað almenna í samband við eina
Blaðið við hinum fjølbroytta tilfarinum
og sum hvgnn mánaða kemur í minst 44 síðum.
Nr. 55 — 12. oktober 1974
skilagóða heildarloysn, meira
beinleiðis luttøku í vinnulívinum
og samstundis fær meguleikar
at stýra kapitalinum so, at hann
kemur ollum samfelagnum til-
góðar, og ikki sum nú, einamest
summum pertum.
Hjá bygdafólki eigur eingin
ivi at vera, tí einasti flokkur,
sum virkar fyri at fremja henda
bygdamenningarpolitikk er
javnaðarflokkurin.
Axel Skoubo
Ger sum
grannin —
send
filmin til
framkall-
ingar í
Foto-
budini
Blaðið, sum er vorðið størsta månadarblad i Føroyum.
Blaðið, sum hvønn
mánaða verður.
prentað í 7.000
eintøkum.
Blaðið, sum bert
kostar 18 kr. um
fjórðingsárið.
Gerist haldarar av
myndablaðnum NÚ!
Myndablaðið NÚ!
Hoyvíksvegur
3800 Tórshavn
Bústaður: