Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 1974síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 12. oktober 1974 sosialurin Lítla vón fólkafloksins talar Hann tolir ikki kritikk, vita vit. Tað var jú ikki lukkuligt, sum hann tók Hanusi tað illa upp, at vidgjørd varð demagogiska rød- an. Og tá Ása dittaði sær at leggja uppí, mundi ein av flokks- feløgum hansara gjørt av við hana. Hann hevði so lítla tíð tá, men nú stendur betur til, tí nú skrivar hann framhaldssøgur. Í seinasta Dagblað verður skrivað um millum annað, hvussu illa javnaðarflokkurin hevur røkt áhugamálini hjá verkamanninum, og hvussu flokkurin í staðin hevur nørt um lenirnar hjá teimum fastløntu, og hvussu teir fastlentu stýra flokkinum. Sjálvt um tað er vandamikið, fari eg at gera nakrar viðmerkingar. Tað er rætt, at tað altíð hava verið fastlentir at finna ímillum teir, sum hava viljað virkað fyri javnaðarhugsjónini. At hesir líkafram hava stýrt flokkinum, er nakað nógv avgjørt. Men at teir fastlentu javnaðarmenninir hava nýtt javnaðarflokkin til egið gagn er ein pástandur, sum verður ringur at prógva. Teir fastløntu, sum bert vilja sítt egna besta, eru ikki í javnaðar- flokkinum, tí tað eru aðrir flokkar, sum eru betur egnaðir til hetta. Men pástandurin er ikki nýggjur, hetta hava borgar- ligir flokkar, arbeiðsgevarar og pengamenn altíð brúkt. Tað er gamalt at siga við tann illa lenta og kanska arbeiðsleysa verka- mannin: >vit eru jú í sama báti, lærararnir, prestarnir, embætis- menninir fara avstað við ágóð- anum, tí er so lítið eftir hjá okkum at bíta.< Skrivað verður um borgir hjá teimum fastløntu, men tøgn er um borgirnar hjá vinnulivsstjórunum. Skrivað verður um fastløntar og avskriv- ingar, men um sambandið imill- um vinnulivsstjørarnar og av- skrivingar er tøgn. Hvi leggja tit eftir ti fastlønta? Ju, ti hann er ein vandi, hann hevur trygg kor og torir at visa á, at samfelagið ikki er, sum tað átti at verið, hann torir at vísa á, at verka- maðurin ikki bert eigur at vera eitt amboð hjá stórmanninum. Sum sagt, tað eru ikki allir fastlontir, sum eru at finna í javnaðarflokkinum, lang frá, tí tann broytingin í samfelagnum, sum javnaðarflokkurin virkar fyri, er ikki bert til frama fyri tey vællentu. Men teir sokallaðu væl- og fastløntu javnaðar- menninir meta eitt rættvist sam- felag hægri enn egnan ágóða. Fólkaflokkurin vil arbeiðs- manninum tað væl, siga tit, men kortini dámar tykkum ikki, at nóg mikið er av arbeiði. Tykkum dámar ikki, at arbeiðsmaðurin fær ráð til eitt sindur av luksus (eg hugsi at tað er ógvuliga smáligt við tí) munurin verður ov lítil. Tit eru ímóti ov nógvari útbúgving, tí hver skal manna skipini og hver skal arbeiða. Nei, siga tit, skúlin skal hava til endamáls at tæna vinnulivinum. Vit skilja. Aðra útbúgving kunnu tey fáa, sum eiga pengar. Ver heldur erligur, sig sum er. Tit ynskja eitt samfelag, har hin sterkasti ræður, har peningur er grundarlagið undir persónligari framgongd. Verkamaðurin má ikki fáa ov nógva trygd, hann kann verða ein hóttan. Hann er lættari at hava við at gera, tá hann ikki er vissur í, at hann fær arbeiði, hann er betur at fáast við, tá hann stúrir fyri sjúku og elli. Lat vera við at billa okkum nakað annað inn. Lat vera við at billa okkum inn, at tit vilia hava sterri skatt lagdan á tær sterru inntøkurnar, tí tað vilja tit ikki. Billa okkum ikki inn, at tit vilja avskrivingarhurluvasanum til livs, tað kunnu tit ikki, tí tá mugu tit slakta heilagu kúnna, privata initiativið. Tit ræða fólk við, at javnað- arflokkurin vil taka persónliga frælsið frá ti einstaka, men tað frælsi, tit tala um, er bert fyri tann sterka. Síða 11 Javnaðarflokkurin vil við at tryggja øllum rætt til arbeiði, við at veita teimum óarbeiðsforu trygd, við at veita ellum eina út- búgving, sum skal tæna fyrst og fremst ti einstaka menniskjan- um, virka fyri at allir íbúgvar landsins kunnu liva eitt frælst liv uttan mun til styrki og riki- domi. Kári D. Petersen ————————Á— Framhald frá síðu 8 Eg eri fullgreiður yvir, at tað er ikki slíkar hugsannir sum hes- ar, sum eru ráðandi í einum val- stríði. Í einum valstríði eigur ein at tosa mest um, asfalt, vegir brýr og lendingar krónur og oyru. Jú gamani, vit skulu ikki undirmeta alt hetta, tað hevur alt sín týdning, og skal eg eisini viðgerða hetta, bert í eðrum sambandi. Tað at ein er javnaðarmaður, ein er sambandsmaður og tann triðji er fólkaflokksmaður, hevur neyvan sín uppruna í at lend- ingin skal verða 5 m longri ella havnin 2 m breiðari, heldur hevur hetta sín uppruna í eini persónligari lívsáskoðan, ið er sett upp í móti ella samanfall- andi við pol. hugsjón. Eingin eigur tí í vónloysi og døpurhuga, at halda seg frå at stuðla tað hann heldur vera rætt. Við at gera so, kennir ein vitandi ella óavitandi at stuðla sínar veruligu móthugsjónir, sínar veruligu mótstoðumenn. Umráðandi er ti, at hvor tann, sum metir sosialismuna, javnað- arhugsjónina beina at vera, ikki i vonloysi, døpurhuga og óvirkni seinkar sigursgongd hennara, men ístaðin av fullum huga virkar fyri at javnaðarflokkurin verður enn sterkari, og málið: eitt rættvist samfelag, har øll hava eins mannavirði verður enn nærri Axel Skoubo Kriminelli foroyingurin Tað er ikki altið líka lætt og einfalt at vera ein lóglýðin og góður samfelagsstuðul í demo- kratiinum Føroyar. Satt at siga skal tað ikki nógv til, áðrenn tú er komin á ta skeivu síðuna av lógini. Tú hevur fingið ein nýggjan bil. Kanska bæði stóran, dýran, arligur og sodnar í tarmunum og tú koyrir frá ollum lívslygnum og hvønndagsligum strevi. Inntil, hin rodni. Inntil tú knappliga verður stødgadur, tá tú minst væntar. Langi, rádni armur lógarinnar krekir í teg, og tú fær bót fyri at hava koyrt ov skjótt. flottan og fullan av rossa- kreftum. Tú fer niðan á Oyggjarvegin sunnudag seinnapart. Setur teg væltil rættis, bandspælaran fyri fulla megi, fótin á speedaran og so Wrumm, wrumm. Og lívið er ófort og tað er sunnudagur og tú hevur frí og sólin skínur og fuglarnir láta og ein góður dogurði liggur so frið- Tað er av góðvilja. at mynd ugleikarnir hava fastsett há- mark fyri bilferðina. Hámarkið er ætlað tær til tað besta og kanska einahelst at tryggja liv og heilsu medborgaranna. Eftir minum tykki er tó ov lágt sett, og lógin er for ein- oygd. ! Vanligt er, at man verjir um vælferd borgaranna. Tað verður forðað fyri, at tú verður skaddur av ferðslu. Tó er tað tær frítt fyri at roykja teg til lungnakrabba- mein av teirri stóru negd av tubbaksvørum, sum floymir inn í landið. Tær verða enntá upp- reklameraðar í blødunum. Tú kann eisini oyðileggja tær heils- una undir ringum umsteðum á verkaplássum 0. s. fr. Ella tú fer út í fjørdin og fær tær eitt kók av fugli. Og tú kemur aftur og langi, rádni armur lógarinnar bíðar, og tú fær stóra bót fyri åvist slag av byrsum, tí onkur løgtingsmadur hevur funnið útav, at tú oyðir fuglin. Tó kunna nógvir bátar heila summarið igjøgnum liggja undir bjørgunum og pumpa blýggj upp í lomvigarnar uttan nakar forðar teimum. Hesir nýta kanska einkulta og dublett,-so tað man ikki bila! Og eitt sindur av oljudálkan bilar heldur ikki. Fuglar í olju er jú ein luksusvera summastaðni. Og tú hevur arbeitt og er móður, skitin og troyttur. Tú lænir ein hof, gronan, og er tú tá tungliga kriminellur, ti ein må ikki læna rúsandi løg i Føroyum. Og vit høvdu eina folkaat- kvødu i Føroyum um linna í rús- drekkalógini. Sum kunnugt blivu fólk forskrekt til at at- kvoða ímóti, og vit vilja tey næstu 70 árini framvegis hava ólógligar ølklubbar, svartabørs- sølu, ovurdrekking, Olukkur av rúsdrekka, deydadrukkin små- børn og livrar, sum fara av pump, barberspritti og vaski- evnum. Sum teir gomlu rómverj arnir tóku til: Vox popoli vox dei. Fólkið hevur talað og ein talar ikki fólkinum ímóti, um ein framvegis vil hava ein tryggan, heitan og vælløntan sess á tingi Johan Hot Mortensen: — Nógvar lógir verða gjerdar bert fyri at gera føroyingin til lógbrótara Eg kundi hildið á við at tikið fram demi upp á fyriskipanir, sum ikki eru so væleydnaðar, sum tær vórðu ætlaðar Tað sýnist sum nógvar lógir verða gjørdar fyri at gera før oyingin til lógbrótara. Slíkt ger, at virðingin fyri demokratiinum minkar og verð ur til ein táta, sum fjórða hvort ár verður tikin fram og sett í munn veljarans. Johan Hot Mortensen