leygardagur 19. oktober 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
H
|
}
|
Sida 2
sosialurin
| hr
Ú ts ry P
OVE i Á í I í í
Bluðstjórn: VÆ Johun? 1. teleton 55873 (við ábvred)
/ telefon 132 42
Prentsmiod Dimnmalættingar
6
Alment ella privat
TAÐ ER ROYNDUR lutur, at teir flestu av
landsins politisku flokkum eru ímóti al-
mennum, kommunalum og felagskommunalum
tiltøkum, eins og teir eru ímóti samvinnu-
rørslum og ímóti ti, at tað almenna skal hava
ávirkan á bankarnar og vinnulívsútbygg-
ingina.
TÁ SLÍKT ER upp á tal, fáa veljararnir at
hoyra hina gomlu og nógv slitnu plátuna, har
sagt verður, at alt tað, sum landið nemur við,
gevur undirskot, men sjálvandi hoyrir tú onki
orð um, hvussu nógv tað privata fyritaksemið
kostar skattaborgarunum.
EITT ER AT strandferðsla landsins gevur
undirskot. Eitt annað er, hví hon gevur undir-
skot. Tað má standa ellum greitt, at ein stórur
partur av strandferðsluni varð ikki rikin av
privatum felogum í dag, uttan so at prísurin á
ferðaseðlum var munandi hægri, enn hann er.
Heldur ikki vildi siglingin upp á útoyggjarnar
og tær smærru bygdirnar, sum av góðum
grundum eru »undirskotsrutur«, verið røktar,
um strandferðslan var á privatum hondum.
ELLA TA TALAN er um telefonverk landsins,
er tað so nakar, sum trýr, at eitt privat felag á
hesum eki vildi útbygt til allar småbygdirnar,
har als ongin møguleiki er fyri vinningi? Og um
felagskommunala felagið SEV var á privatum
hondum, vildi ravmagnsútbyggingin tá rokkið
so langt, at fólkið úti á smábygdunum eisini
kundi notið hendan hentleika? Vildu privatar
fyritøkur í hesum báðum førum ikki einans
hugsað um útbygging á teimum tætt bygdu
økjunum, har meguleiki er fyri profitti?
OG TÅ TALAN er um bankavirksemi, so hava
vit ein almennan lånistovn — Húsaláns-
grunnin. Hesin hevur landsins lægstu rentu,
longstu avdráttartíðina og hina bíligastu um-
sitingina. Eisini kann nevnast, at telefonverkið
á hverjum ári gevur rakstraryvirskot.
ALT SAMANTIKIÐ má sigast, at pástandur-
in um, at alt tað, sum tað almenna rekur, skal
geva undirskot, bert er ein pástandur, sum
onki hald er í. Hetta er villeiðandi tala. Tómir
pástandir, ið verða slongdir út fyri at rættvis-
gera hitt nú deydadømda privata fyritaksemið,
sum als ikki maktar at greiða allar hesar upp-
gávur, men sum bert hugsar um ríkiligan
profitt og annars leggur lítið í, um fólkið á
smábygdunum hevur tíðarhóskandi ferða-
samband ella ikki, um teir hentleikar, sum
finnast í landinum røkka til øll, um arbeiðs-
skapandi virkir eru til allar íbúgvar landsins o.
s. fr.
OG TI TØRVAR okkum ein annan politikk —
javnadarpolitikkin, sum sigur, at samfelagið
skal ganga á odda, bæði hvat útbygging og
rakstri viðvíkir.
OG HENDAN velja vit 7. november.
dagbókin
Føroya
forngripafelag
hevur limafund i býarbóka-
savninum i Havn månakvøld-
ið kl. 20.00. Sverri Dahl
heldur fyrilestur við ljós-
myndum um fornan grevstur
í Feroyum. Nýggir limir
kunnu tekna seg á telefon
14163 ella telefon 12259.
KFUM & KFUK
í Tórshavn
Sunnukveldið kl. 20.30 verð-
ur felagsfundur í KFUK við
lærarafólkunum Honnu og
Petur Danielsen: Heidninga-
missiónin og filmfyrivísan.
Aftaná fer fram sela av
desertum o. a.
Unggentudeildin hjá
KFUK hevur fund måna-
kveldið kl. 20.00.
Spælistovan verður mána-
dagin í KFUK frá kl. 16—17.
Møtir á Toftum
Í kvold kl. 20.00 og í annad-
kveld kl. 18.00 verða meti i
Tofta missiónshúsi vid Mart-
in Hammer trúboðara o. ø.
Streingjakórið á Toftum lut-
tekur.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin er á telefon
12266.
Filadelfia
Telefonandaktin er alt sam-
døgrid á telefon 14880.
Gudstænastur
Í morgin verða hesar guds-
tænastur: J. Follend, prest-
ur, hevur gudstænastur við
altargongd í Nes kirkju kl.
12.00 og í Glyvra kirkju kl.
18. A Tvøroyri hevur K. O.
Viderø, prestur, gudstænast-
ur vid altargongd kl. 18.
Høgni Poulsen, prestur, hev-
ur gudstænastu vid altar
gangi i Sandavågi. I Vågi kl
12 og i Porkeri kl. 18 hevur
Johan Weihe, prestur, guds
tænastu vid altangangi.
Fødingardagur
Í dag verður Sanna Hansen,
Saltnes, 80 ár
Brúdleyp
Í dag giftast í Camberly Julie
Hutchings og Eden Andrews
(sonur Dagmar Olsen úr
Hósvik). Adr.: Andrews,
Cambridge Hotel, London
rd., Camberly.
Altargongd í Havnar
kirkju mánadagin
Komandi månakvøld (i ovur
morgin) kl. 19 verður altar
gangur í Havnar kirkju við
Ejvind Vilhelm, varabispi
Lítil kavbatur
bjargaður
Ein líti kavbátur, ið ger
kanningar á oljuleiðunum,
sakk seinasta mánadag 180
fjórðingar uttan fyri Dundee í
Skoð'>ndi Seinni = mána-
cvøld.” adist tad tveim-
um kavarun at bjarga kav-
båtinum. Teir bådir menninir
sum vóru i båtinum, livdu
væl, tå teir komu upp av
havsins botni.
Turkaland ynskir
limaskap i EF
Turkaland ynskir fullan lima-
skap i EF, men vil ikki
skunda undir tidarfreistinam,
sum er sett til 1986, søgdu
talsmenn i associeringsrådn-
um seinasta månadag.
Podgorny
á Finlandsferð
Våpnahvildaravtalan, sum
varð undirskrivað millum
Finland og Sovjetsamveldið
fyri 30 árum síðani og viður-
skiftini millum londini bæði,
vóru hevisevni, tá sovjetiski
forsetin Nikolaj Podgorny
mánadagin byrjaði almennu
vitjan sína í Finlandi.
X við lista C
Chile hevur fingið
atomreaktor
Chile hevur sett sín fyrsta
atomreaktor í gongd, verður
alment boðað frá. Bygningur-
in av reaktorinum, sum er
uppsettur í útjaðaranum av
Santiago, byrjaði í 1964. Tá
frákoyrdi forsetin Salvador
Allende gjerdist forseti í
1971, stødgadi hann hesum
arbeiði, men arbeiðið varð
uppafturtikið eftir stats-
kvettið í fjør.
Avlýsir 200 flogferðir
Bretska flogfelagið British
Airways avlýsti seinasta
mánadag 200 flogferðir bæði
innan og uttanlanda til og frá
Heathrow floghavnini Í
London orsakað av eini fýra
daga langari arbeiðsósemju
millum starvsfólkini í flog-
havnini.
Vápnahjálpin
til Turkalands
Amerikanski forsetin Gerald
Ford nýtti seinasta mánadag
vetorætt sín mótvegis einum
lógaruppskoti um at skerja
vápnahjálpina til Turka-
lands. Ford sigur, at orsøkin
til at hann nýtti vetorætt sín
er, at samstarvið í NATO
kann gerast torførari.
ella eitt av valevnum
— eg havi
lisið tað
l
hansara
sosialinum
sjålvandi!! |
Spinnid i Gøtu
tygum fáa gott togv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
føroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu
Nr. 57 — 19. oktober 1974
Í
I
Í
Í
|
|
i
i
|
|
;