Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 1974síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 19. oktober 1974 Um snýting av verkamonnum Umframt persónligt briksl er tað ikki nógv, sum 14. september hevur kunnað ført fram ímóti míni ávísing av, at uppskot tjóð- veldisflokksins um hækkan av dýrtíðarviðbót verkamanna bert varð sett fram upp á kvamsvis, og at tað einki hevði við alsk til verkamenn at gera. Men í blaðnum týsdagin halda teir seg tó hava funnið nakað, sum teir halda, at teir kunnu hanga seg í. Tað, at eg havi víst á, at uppskot tjóðveldisflokks- ins, um tað hevði verið samtykt, hevði fort til eitt endurgjald upp á 70 mill. kr., verður nú gjørt til eina óbeinleiðis ásannan av, at verkamenn av landsins stýri eru snýttir fyri somu 70 mill. kr. Hetta er ein áhugaverdur pá- standur, men hann progvar eisini, at blaðstjórnin á 14. ikki veit rættuliga nógv um, hvussu lønir verkamanna verða ásettar. Prinsipiella mannagongdin við hesi lenarásetan er tann, at annað hvert ár verða lenirnar ásettar við sáttmála millum verkamannafeløgini og arbeiðs- gevarafeløgini. Millum tvær sáttmálasamráðingar hevur so farið fram ein ávís innanholing av hesum lønum, við tað at dýr- tíðarviðbótin ikki gevur fult endurgjald fyri dyrtidina. Tá so samráðingar eru, vilja verka- mannafeløgini altid hava endur- gjald fyri hesa innanholing aft- urat einum verunligum lønar- bata, soleidis at sæd yvir eitt longri åramål eru timalønirnar hækkaðar meira enn pristalid. Såttmålarnir hjå flestu verka- mannafeløgum stava frå 1. maj 1973, og tad sum er hent frå tå av og til nu, er, at prisvøksturin hevur verið nógv størri enn van- ligt, og tí hava lenirnar verið skjótari innanholaðar. So tað er sjálvsagt nakað um tað, at verkamenn hava verið »snyttir« fyri at nýta orðalagið hjá 14. Men tað er hóast alt ikki fyri tær 70 mill., sum her eru umtalaðar. Hetta tal kom jú fram, tí upp- skot tjóðveldisflokksins skuldi afturvirkandi gildi til næstseinastu sáttmálasmaráð- ingar, meðan ein má prinsippielt rokna við, at tað, sum verka menn hav list millum seinastu og næstseinastu sáttmálasam- hava ráðingar, hava teir >hálað inn« við sáttmálanum frá 1. maj 1973 Tað var eisini fyri, 1 ein vissan mun í hvussu er, at end- urgjalda verkamonnum tað, sum teir høvdu list tann serliga stóra prisvøksturin, at uppskot varð lagt fram á ting um at hækka dyrtidarvidbotina frá 1,15 til 1,30 oyru pr. tíma pr. gjørdi vegna prístalsstig. Tað, sum hetta uppskotið til ein bata, var ikki so nógv tað, at viðbótin hækkådi við hesum 0,15 oyru. Tað, sum munaði her, var, at hendan hækkan skuldi verða galdandi fyri øll prístalsstig oman fyri 100. Prístalið er í dag 921, so hækkanin kemur at um fata 821 stig. Hetta kemur at merkja ein tímalenarbata upp á 1,20 kr., og eftir útrokningum arbeiðsgevarafelagsins = kemur hetta at merkja minst 5 mill. kr upp á ársbasis. Og hetta skuldi í minsta lagi í ein vissan mun samsýnt verkamonnum tað, sum teir eru »snyttir« vegna hesi viðurskifti. Um nakar í hesum máli kann sigast at hava snýtt verkamenn, so má tað vera tjóðveldisflokk urin. Eftir at samtykt varð við 2. viðgerð, at hesin batin fyri verkamenn skuldi koma í gildi 1 desember, atkveddi tjóðveldis- flokkurin við 3. viðgerð fyri ein um broytingaruppskoti um at útseta hendan batan frá 1 desember til 1. Hetta uppskotið varð eisini samtykt, og átti tjóðveldisflokkurin her atkveðurnar. januar tær avgerandi Hendan samtyktin gjørdi tað, at verkamenn vórðu >snýttir< fyri 200 kr. hver, ella fyri umleið 0,5 mill. kr. tilsamans, og hesa snýting eigur javnaðarflokkurin í hvussu er als ongan lut í. Hetta tegir 14. burtur, men hann kundi passiliga greitt lesarum sínum frá, hvussu hendan atkvødu greiðslan samsvarar við teirra mikla prát um áhugamál verka- manna Tað er so lætt at sleingja um seg við briksli og skuldset- ingum, tá ein einki annað veit at fora fram. Tað, sum eg havi skrivað um hetta mál, ger 14. til, at eg skrivi >algoystur móti kravi verkamanna um rættvisa pristalsviðgerð < Tá eitt orðaskifti skal enda á einum slíkum jerðildi, so er so lítið meira at tosa um, men fyri at eingin misskiljing skal vera, so vil eg stutt endurtaka tað, sum eg havi ført fram um hendan spurning: Og niðurstaðan må vera tann, at hóast hækkanina til 1,3 oyru var ein beinleiðis bati, ti hetta gevur eina rættuliga fitta lønar- hækkan i fyrsta umtari loystur vid so er spurningurin ikki tað. Samtykta hækkanin munar ov lítið sum frá líður, og tí má hetta mál takast til eina sakliga viðgerð beinanvegin, nýggja tingið fer til verka, soleiðis at verkamenn altid kunnu verða tryggjaðir eitt rættvíst endur gjald fyri dyrtidina Framhald á síðu I 9 sosialurin Síða 11 Enn haga tygum høvi at keypa ein av teimum stakvæl umtóktu og bíligu og týsksamlaðu Prísur: Escort 1100, 4 hurðar ..... . 28. Escort 1300, 4 hurðar ..... kr. 29. — Escort 1300 Turnier ...... kr. 29.900, — Ford Taunus 4 hurðar FORD TAUNUS 4 HURDAR Prisur: Taunus 1600, 4 hurdar .... kr. 36.800, — md FORD CONSUL 4 HURDAR Ford Consul 4 hurðar Prisur: Consul 1700, 4 hurðar .... kr. 41.200, — Consul 1700, Taxi, 4 hurdar kr. 45.500, — Consul 2000, 4 hurðar .... kr. 43.800, — Consul 2000, Taxi, 4 hurdar kr. 46.500, — Hesar hava vit á goymslu, komið og tosið við okkum og fáið ein royndartúr. P/F WENZEL PETERSEN BILSØLAN - 3800 TORSHAVN telf. 13873