mikudagur 23. oktober 1974síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eee
Nýggj ljóstól verða roynd í Sjónleikarahúsinum
Í samband við sjónleikin Woyzeck skulu nýggj
ljóstól roynast — uttan hesi ljóstól hevði tað verið
ógjørligt at framført leikin, sigur Eyðun Johanne-
sen í viðtal! við SOSIALIN.
Komandi leygardag verður
frumframførsla av sjónleikinum
Woyzeck í Sjónleikarhúsinum í
Havn. Hetta verður ivaleyst ein
sera forvitnislig framsýning, av
ti at nýggja ljósútgerðin hjá
Sjónleikarhúsinum verður tikin í
Nytslu. Eyðun Johannesen,
stjóri hjá Sjónleikarafelagnum,
sigur í viðtalu við SOSIALIN,
at uttan hesi nýggju ljóstól
hevði ikki verið gjørligt at fram-
fort leikin. Ljóstólini verða stýrd
frá einum rúmi í sunnara enda av
húsunum, soleiðis at teir, sum
ansa eftir tólunum, kunnu síggja
inn á pallin. Ljósrúmið er út-
gjørt við samtalutóli, soleiðis at
samband kann fáast við leik-
pallin. Ljósútgerðin, sum eisini
kann takast við, um farið verður
á bygd, kostar umleið 35 tús. kr
Fyrrverandi næmingur
hjá Eyðun Johannesen
leikstjóri
Leikstjóri til sjónleikin Woyzeck
er danin Caspar Koch, sum
hevur verið næmingur hjá
Eyðun Johannesen á Teater-
skúla í Danmørk. Caspar Koch
hevur m. a. verið við til at spælt
og instruerað sjónleikir við
Arhus teater. Leikurin er skriv-
aður av týska skaldinum Georg
Biichner og er umsettur til før-
oyskt av Elin Súsonnu Jacobsen
ur Klaksvik. Tad eru 18 leiklutir,
sum verða leiktir út í eitt — leik-
tíðin er hálvurannar tími.
Høvudsleiklutin hava Albert
Joensen, Rosa å Rogvi Joensen
og Oli Kurt Hansen. Tad eru
fimtan folk, sum luttaka i sjon-
leikinum Woyzeck. Eyðun Jo-
hannesen upplýsir annars fyri
SOSIALINUM, at sjónleikurin
kemur at kosta um 15 tús. kr.
Hin søguligi Woyzeck
Hin seguligi Woyzeck varð
føddur í 17.. og verður avrætt-
aður í 18.. eftir at hann ólukku-
ligur og frá sær sjálvum hevur
myrt hana, hann var góður við.
Skaldsliga endurgeving Georg
Biichners leggur dent á nakað
annað enn seguligu sannroynd-
irnar. Sum lækni var hann vanur
við at sundurgreina og avgera
sjúku, og við sama gloggskygni
metir hann W. í mun til
umhverv og tey, W. hevur sam-
band við. Tidliga gjordist
Bøchner politiskt aktivur, og
sum blaðstjóri á >Der Hessische
Landbote« varð hann eftirlýstur
av stjórnini í Darmstadt. Tí
flýddi hann til Schweiz. Her
doyði hann í 1837, knappt 24 ára
gamal undir eini umfarssótt, har
hann virkaði sum lækni. Hann
hevði tá fingið frá hondini hóp
av umsetingum, verið blaðstjóri
og skrivað tveir sjónleikir:
Leonce og Lena og Deyði
Dantons Harumframt varð
funnið millum tað, ið lá eftir
hann, mongd av handritabrotum
til ein sjónleik: Woyzeck, og
aftur mong ár seinni komu menn
fram á uppaftur meira tilfar til
henda sama leik
Alla hesa politisku-sosialu
diagnosuna nýtur hann til tess
at avdúka henda W, sum í veru-
leikanum og í sjónleikinum er
hin juridiskt seki, men har hin
moralska ábyrgdin verður løgd á
heilt aðrar persónar. Ein menn-
iskja er úrdráttur av umhvørv-
inum.
Tú kannst annaðhvort geva
eftir ella gera uppreistur, og ert
tú so veikur sum W og umhvørv-
ið so sterkt sum læknin, kap-
teynurin, tamburmajorurin osv.,
so gevur tu eftir. W er tann til
eina og hverja tid minni menti,
og hann kennir seg til passar í
hesum leikparti. Ti hann er væl
ikki frægari verdur, tað er jú
tað, hann frá øllum fær at vita
Hann letur sær henda leiklut
lynda, tí hann finnur sær tignið í
heimi sínum sum forsyrgjari.
Maria er grundarlag hansara
Og tá hetta grundarlag verður
tikið frá honum, tá brestur hjá
honum og hann noyðist at
reagera. Hann drepur hana, og í
somu letu verður alt skilaleyst
fyri hann, hann veit ikki so
frægt sum, hví hann hevur sligið
hana íhel. Sum ein fylgja av tí
tekur Biichner ikki avrættingina
av W við i leikinum. DOmur nýt
ist ikki at vera feldur yvir W, tad
skilaleysa i hendingini fær hann
at vada longur og longur ut å
vatnið til hann druknar
Dómurin, ið fellast skal, letur
hann okkum um.
Men umhvervið og verðin, ið
skapti W, er framvegis hitt
sama.
Frá venjingunum í sjónleikarhúsinum nú um dagarnar
Oli í Åarstovu
Kåri Wang nei eg m«
Zacharias Kjelnæs.
(0)
Aftaná uppstilling tjóðveld
floksins til býráðsvalið
Klaksvík tók getuófriður
upp. Legreglan nýtti Kára
gass
o
x
Fiskimálaráðharrin bið
meg rætta og siga frå, at ti
var ikki seinasta friggjada
at hann gjørdi tveir brolar
upp á ein dag