leygardagur 26. oktober 1974síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
Fjølment á val 7. november! Kross við lista C!
javnaður
brødralag
Nr. 59 — Leygardagin 26. oktober 1974 — 47. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
|
|
|
Í
Fimmflokkasamgongur
Í 14. SEPTEMBER verður dúgliga skrivað um
fimmflokkasamgongur. Hetta er heldur ikki so
logið, ti ofta hevur tjóðveldisflokkurin verið
uppi í fimmflokkasamgongum, og eisini hevur
flokkurin av og á gjørt miseyðnaðar royndir at
skipa fimmflokkasamgongur móti javnaðar-
flokkinum.
FYRI AT TAKA tað sidsta fyrst, so kunnu vit
nevna dyrtidarvidgerdina av arbeidsløn, sum í
Olavsøkutingsetuni varð broytt úr 1,15 til 1,30
oyru fyri hvørt pristalsstig oman fyri 100.
SAMBÆRT UPPSKOT landsstyrisins skuldi
hendan broyting fåa gildi frå 1. december i år.
Men fyri at sleppa tænastumonnum landsins
undan einum eykaarbeidi 1. december, sam-
tyktu menn úr ollum flokkum, uttan iavnaðar-
flokkinum, at broytingin skuldi ikki fáa gildi
fyrr enn 1. januar. Hendan fimmflokkasam-
gonga tjóðveldisfloksins kostaði føroysku
verkamannafjøldini samanlagt 0,5 mill. kr. og
hverjum einstøkum arbeiðara kostaði hetta 200
kr.
ONNUR DØMIR ERU royndir tjóðveldisfloks-
ins i 1962 og 66 at skipa fimmflokkasamgongur
móti javnadarflokkinum, og í onkrum føri
treytad av, at sambandsmadur gjørdist løg-
maður.
OG TIL SEINAST, men ikki minst, minnast
oll, hvussu tjodveldisflokkurin saman við øllum
hinum afturhaldsflokkunum avtók landshand-
ilin, meðan javnaðarflokkurin einsamallur
bardist sum úlvur á skóg móti hesi avtøku.
JÚ SANNILIGA HEVUR tjóðveldisflokkurin
roynt seg í fimmflokkasamgongum og prísin
fyri hesar hevur verkamannafjøldin goldið.
X við lista C
Fjúrtandi
fremur
málkúgan
Undir heitinum >Lyklarholið<
skrivar ha í nýútkomnum
Oyggjarskeggja um málkúgan.
M. a. verður tikið soleiðis til:
„Næstu ferð næmingar i
Hoydelum ætlaðus sær í hernað
imoti málkúgingini, áttu teir at
skipa fyri mótmælisgongu oman
á Bryggjubakka við bøn um, at
pf Blaðstarv alt fyri eitt steðgaði
tí freka yvirgangi móti máli okk-
ara og kravi um, at blaðið (14.
september) hereftir kom út tvær
reisur um vikuna — á føroyskum
- og ikki sum nú fimm ferðir
um vikuna á einum bastardmåli,
har orðini vóru meiri íslendsk
enn feroysk og tann syntaktiska
menan meiri donsk enn før-
oysk.«
Vegna plåsstrot i bladnum i
dag, fåa vit tiverri ikki tikid meir
úr hesi áhugaverdu grein, men
fara vit at royna aftur komandi
mikudag og komandi leygardag.
* X
Atli Dam: — Galdandi havnaætlan vil grundbeta
havnaviðurskiftini
Inni í blaðnum hava vit í dag viðtal við Atla
Dam,
løgmann um havna- og
lendinga-
gerðirnar og um strandferðsluútbyggingar.
Síða 7
Klovningur sum farsótt
Núverandi býráðslimur tjóðveldisfloksins í Klaks-
vík, Kári Kjelnæs, ikki stilladur uppaftur!
Tað tykist, sum klovningurin í
tjóðveldisflokkinum nú er farin
at raka alt landið.
Sunnukveldið hevdi Norðoya
Tjóðveidisíelag triðja og sein-
asta uppstillingarfund til by-
ráðsvalið í Klaksvík, sum verður
5. desember. Har hendi tað
logna, at núverandi býráðslimur
tjóðveldisfloksins, Kári Kjel-
varð stillaður upp-
næs, ikki
aftur
Tað frættist úr Klaksvík, at
Kári Kjelnæs nú arbeiðir við at
gera ein annan lista til býráðs-
valið. Eisini verður sagt norð-
aneftir, at summir av teimum,
sum longu eru komnir á tjóð
veldislistan til valið, hótta við at
taka seg avaftur. ti Kári
Kjelnæs ikki kom á listan!
Seinasta mikudag gjørdu tollar
ar rannsókn polska
trolaranum SKRWA úr Szczec
in, sum lá og landaði isfisk til
Bacalao í Havn Follararnir
komu fram at 16 fløskum av
vodka og 200 sigarettum. Tær
16 fløskurnar umfataði 5 ymisk
sløg av polskum vodka við eini
styrki millum 40 og 50% alkahol
umborð a
vóru av danska
merkinum Cecil. Tá vit hittu
John Kjærbæk seinnapartin
seinasta mikudag, hevði ongin av
Sigarettirnar
manningini játtað seg sekan.
Sostatt kemur skipið, gjøgnum
umboð sitt i Føroyum, Markn-
at gjalda bótina upp á
fyri tær 16 fløskurnar
fyri tær 200 sigarett-
adarrøkt,
1630 kr
og 160 kr
irnar
Upp å fyrispurning hvi toll
eftirlitið gjørdi rannsóknina um
bord å polska trolaranum, sigur
John Kjærbæk okkum, at toll
valdið hevur havt følara og ill-
tanka um, at fleiri av mann
ingini å polskum trolarum hava
tikið brennivín vid sær i land i
Førovum og selt tad