leygardagur 26. oktober 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
7
SOSÍalurin.........
Javnaðarpolitikkur
DEMOKRATISKA SOSIALISMAN hevur
evnað at skapa vælferðarsamfelog, ið veita
ollum borgarum samfelagsins slíkan tryggleika
og slíkt menniskjaligt rættvísi og frælsi, at tað
verður torfort at finna eitt stýrislag, sum kann
skapa enn sterri vælferð millum manna.
MEN TÍÐIN STENDUR ikki í stað, og tí
verður altíð neyðugt at seta sær nýggj mál, at
vinna hini stóru fjøldini av fólkinum enn størri
tryggleika, størri rættvísi og meira fullkomna
vælferð fyri oll. Hesi nýggju mál javnadar-
floksins finna vit í stevnuskrá floksins, sum er
prentað í blaðnum í dag.
STEVNT VERÐUR FRAM móti ti máli at
skapa eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag í
Feroyum, har stættarmunurin gerst alsamt
minni og javnrætturin alsamt sterri. Eitt sam-
felag, ið verður at tryggja kvinnum og monn-
um javnbjóðis rættindi, sum tryggjar ollum
borgarum samfelagsins javnbjóðis atstødur og
rættindi.
SUM LIÐ Í hesum politikki, verða vita at
fremja log um iognarrætt løntakarans, soleiðis
at tey, sum í dag eru ognarleys verkafólk,
uttan ávirkan og uttan lut í ágóðanum .av
egnum arbeiði, fáa medávirkan og javnbjóðis
lut í ágóðanum.
FYRI AT VARÐVEITA feroyska búsetingar-
mynstrið verður tað almenna at skipa so fyri,
at arbeiðsplássini verða løgd har, sum fólkið er,
og ikki fólkið flutt hagar, sum arbeiðsplássini
eru. Fyri at náa hesum máli er neyðugt at tað
almenna gongur á odda og stýrir vinnulivsut-
byggingini.
VÍÐARI VERÐA VIT at tjóðnýta salt- og
oljusølurnar, at stovnseta landsbanka, at út-
vega ti almenna og fiskimannafelagnum
ávirkan á fiskasølupolitikk landsins, at stovn-
seta landshandil, sum kemur at hava um hendi
allan innfluttning, ið soleiðis verður samskip-
aður undir eitt.
SAMSTUNDIS VERÐA vit at samskipa alla
ferðslu, bæði sjó-, land- og loftvegis, bæði
innanoyggja og við útheimin. Eisini verður
skipað so fyri, at øll fáa javnbjóðis fritid, javn-
bjóðis eftirløn, javnbj6dis sjúkrapening og eitt
rættvist skattalag, har notið verður eftir tørvi
og goldið verður eftir forimuni.
HETTA VIL VIÐ eðrum orðum siga, at allir
landsins íbúgvar fáa javnbjóðis atstødur og
javnbjóðis rættindi til landsins ríkidomi. Og
hvat er meira nátúrligt enn tað?
JÚ, TAÐ ER sjálvsagt, og tí er tað eisini sjálv-
sagt, at tú á valdegnum setur krossin við hin
foroyska javnaðarflokkin.
sosialurin
Nr. 59 — 26. oktober 1974
Kirkjukonsert
í Klaksvík
Í sambandi við vigsluna av
nýggja kirkjuorglinum í
Kristianskirkjuni verður
Guðstænasta við Jákup
Joensen, fhv. varabispi. Org-
anistur verður Charley Olsen
úr Keypmannahavn.
Sama kveldið kl. 18.00
verður kirkjukonsert, har
Charley Olsen leikar á orgul.
Talvan gongur undir konsert-
ini til frama fyri orglið.
Sjúrðarberg
undir Íslandi,
200 tons í salt-
sum
hevur veitt
fiski.
roynir
Skúlastjórnin
boðar frå, at Oli i Hjøllum er
settur i starv sum lærari i
Nes kommunu, vid Tofta
skúla frå 1. august 1973 at
rokna.
Fødingardagur
27. oktober verður Bina
Hjemsten, Klaksvík, 80 ár.
Hon er burturstødd fødingar-
dagin.
Gudstænastur
i morgin
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur: Rituvík guðstæn-
asta við altargongd, J. Foll-
end, Tórshavn guðstænasta
við altargongd (skriftamál kl.
10.40) Peter Petersen, presti,
Hattarvík guðstænasta v.
Ejvind Vilhelm; Fámjin kl.
12.00 guðstænasta við altar-
gongd og í Øravik kl. 18.00
somuleiðis guðstænasta við
altargongd, A. Tórgarð; Mið-
vágur guðstænasta við altar-
gongd, Høgni Poulsen; I
Sumba kl. 12.00 og Leiti kl.
18.00 verda gudstænastur vid
altargongd v. Johan Weihe.
Adventista-
samfelagid
I dag kl. 9.30 bibliuskeid vid
V. Thomasson. Kl. 10.45
verdur gudstænasta vid P.
Berg. Møtini verða hildin i
adventistaskúlanum (við
Hoyvikstjørn).
Filadelfia
Felefonandaktin er alt sam-
døgrid å telefon 14880.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin er á telefon
12266 kl. 20.00
Suðringar
Tað er í kveld at Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag skipar
fyri veitslu í TB-húsunum
fyri javnaðarhugaðum. Borð-
reitt verður við smurdum
breyði, kaffi og oli. Á veitsl-
uni reða valevnini, og Her-
mann Jacobsen og fleiri und-
irhalda.
Jona Henriksen, valevni í Suðurstreym skrivar
okkara til veruleika
Vit, sum eiga hetta landið, vilja
ti tað allarbesta, øll av okkum,
men meiningarnar um, hvat er
landi og fólki best at gagni, eru
ymiskar og vilja altíð verða tað.
Ti hava menn og kvinnur við
nøkurlunda somu áskoðan leitað
saman og stovnað flokkar og
sett upp stevnuskráir, sum siga
frá hvussu samfelagið skal
skipast og stýrast.
Og nú til hetta valið eru so
komnir 7 listar, allir við sinum
grundsjónarmiðum og ætlanum
fyri komandi 4 árini, og við val-
evnum monnum sum kvinn-
um, ið eru fús at fremja hesar
ætlanir. Men neyvan fær nakar
flokkur meiriluta á tingi, so øll
mál, ið skulu loysast, og allar
samtyktir, ið gerast skulu,
verða eins og árini frammanund-
an kompromiser, tó hóast flokk-
ar mega slaka í krevum og
ynskjum teirra, kann væl
fáast burturúr. Tað bera hesi
seinastu 8 árini, sum flokkur
okkara saman við Sjálvstýris-
flokkinum og Sambandsflokkin-
um hava átt leiðsluna á tingi og í
landsstýri, prógv um.
Góðar tíðir, avbera góðar tíðir
hava verið, má viðgangast, men
hetta í sær sjálvum er ikki nóg
mikið, tað, sum ræður meira
um, er, hvussu húsast hevur
verið við hesi yvirflóð.
Lat okkum rokna upp, hvat
gjørt er: Fyrst tann stóra idn-
aðarútbyggingin á sjógvi og
landi, vegir, havnir o. s. f. húsa-
lánsgrunnurin styrktur, og viðk-
aður vanlukkutryggingarlogin
munandi bøtt, lærlingalønin er
hækkad, minnstalønin og pris-
viðbótin til útróðrarmenn, pris-
vidbøtur til verkamenn og
-kvinnur, arbeiðsvikan stytt,
innan skattalóggávuna er frá-
drátturin hjá giftum kvinnum í
útiarbeið hækkaður frá 2.000 til
1.000 og barnafrádrátturin til
kr. 550 fyri hvert barnið. Hetta
vóru bert nekur itriv, tí um hesi
mál er skrivað síða upp og síða
niður, serliga nú valstríðið er
byrjað. Og í hesum valbardaga
verða øll vápn nýtt, tað verður
so
Týsdagin 29. —
Mikudagin 30. —
Skeiðið umfatar
skiltiskriving
prismerking
pakking av vørum
nytslu av kassaapparatum
Lýsið i
Skeið fyri keypmenn
Mánadagin 28. oktober á Hotel Hafnia
á Runavikar Sjómannsheimi
á Klakksvíkar Sjómannsheimi
róst og tað verður lastað, í
verður vart og tað verður ålopi
tað verður illgitað og dålkad o
f. soleiðis sum vit kenna t:
valur
Allir flokkar vilja koma so ster!
frammanundan øllum
ir inn á ting sum gjørligt, ti :
hava teir størri møguleika at f
framt so nógv sum gjørligt
teirra virkisskráum. Ofta stan:
hesar virkisskráir fyri veljara
um bert sum gylt lyfti, ið on
hava við verunleikan at gera '
politikkarin afturímóti verjir s
við at hevði veljarin stuði
flokki hansara dyggari, he
ødrvisid verðið.
Hvat og ikki, so eru vit inr
flokk okkara væl nogd við tað
framt er hesi árini, tá vit hav
huganum, at vit eru saman 1
ødrum flokkum, ið ikki ha
somu hugsjónir sum vit
Veljari! Skal virkisskrá ok
ara, sum tú kannst lesa í blað
um í dag, ikki verða gylt lyí
men verunleiki, so má flokk
okkara enn sterkari inn á ting
Veljari, ger ti skyldu tína í
at seta X við lista C ella eitt
valevnunum og eg beri ong
ótta fyri, at tinglimir flokksi
ikki bert kenna skyldu sína, n
seta alt inn á, at fáa eitt so va
utbygt og rættvist samfel
sum gjørligt.
Byrjað verður kl. 9.00 á hverjum stað.
Brøv eru útsend, men skuldu vit av misgåvum havt gloymt
onkran, gerið so væl og sigið okkum frá.
Vinarligast teknið luttøku, helst beinanvegin og í seinasta
lagið friggjadagin 25. oktober.
pf Theodor við Keldu
Heilsela
tlf. 55136 - 55836
3870 Klakksvík
sosialinum