mikudagur 8. januar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fjølment á val í morgin. Krossin við javnadarlistan!
frælsi
Nr.2 —
Planøkonomi
loysnin
I oddagrein bladsins i dag
verdur skriva um planøkon-
omi. Har verður sagt m. a.:
— Ein samskipaður inn-
flutningur kundi havt eftirlit
við allari vørunytslu og øllum
vøruinnflutningi. Ut frå hag-
tølum kundu vit någreiniliga
gjørt upp, hvussu okkara
ársbrúk av teimum vanligu
vørusløgunum er. Ein lands-
handil vildi veitt rimuliga
trygd fyri, at øll føroysk
framleiðsla varð seld fyrst,
fram um ta útlendsku. Og
síðani skuldi landshandilin
gjørt keypssáttmálar av
teimum verum, sum vit megu
innflyta. Slíkur politikkur í
handilsmálum vildi minkað
munandi um innflutningin,
bæði í nøgd og virði, og
harvið gagnað okkara bú-
skapi.
Síða 2
Fólkinum
trýtur pening
Stígur er við at koma í amer-
ikansku samfelagsgongdina.
Keypsmegin er minkað nógv
seinasta árið, og hetta hevur
serliga rakt klædnaidnaðin.
Og nógvir amerikanarar
ganga longri í teimum somu
klædunum, enn teir gjørdu
fyrr.
Síða 6
Kol 3000 ár
fram í tíðina
Pólland er sinnað at veita
vesturheiminum eina hjálp-
andi hond í sambandi við ta
orkukreppu, sum ný tykist at
valda summastaðni í heim-
inum.
Teir hava nóg mikið av koli
3000 ár fram í tíðina.
Síða 6
Mikudagin 8. januar 1975 —
javnaður
48. árgangur —
brødralag
Vaktarskip — yvirtøka
Til grein mina i SOSTALINUM
leygardagin hevur Eli Nolsøe,
landsstyrismadur skrivað mær
bræv i Dimmalætting, sum eg
fyri so vitt takki fyri, ti rætt
er, sum hann sigur, at fråfar-
andi landsstyri, vid honum
sum landsstýrismanni fyri
fiskivinnumálum, hevur sett í
verk bygging av feroyskum
vaktarskipi, sum vit rokna við
kemur at kosta skattaborgar-
unum 15 milljónur krónur at
byggja.
Men tað, sum eg legði dent
á, var tað sera lítla samsvarið í
ti, sum Sambandsflokkurin við
skriving síni í Dimmalætting
forir fram av yvirtøkufor-
skrekkilsi og sosialistafor-
skrekkilsi, samstundis sum vit
— uppaftur váttað av Eli
Nolsøe — síggja, at Sam-
bandsflokkurin í sínum prakt-
iska politikki í landsstýrinum
hevur gjørt akkurát tað øuugta
av tí, sum sambandsmenn
skriva ímóti.
Byggingin av vaktarskipi
kemur at føra við sær størri
ábyrgd á okkum sjálvar,
soleiðis sum vit hava sæð og
hoyrt frá borgarligum reddum
í Danmark, vilja teir sleppa frá
at gjalda til Føroyar, og tað
skal undra meg, um byggingin
av vaktarskipinum ikki fer at
føra vid sær, at danir resonera
sum so, ja men so sleppa vit frá
hasum. Og at skipið kemur at
kosta okkum nakrar milljónir
hvert einasta ár, sum skatta-
borgarin eisini skal betala, tað
svitast ikki — og tað hevur
Sambandsflokkurin gingið inn
fyri við fullum musikki.
Sig so, at Sambandsflokk-
urin ikki er fyri yvirtøkum.
J. Lindenskov
Seinasta um danska valið:
Javnaðarflokkurin
sjey tinglimir afturat
(Aarhus í gjár)
Sambært veljarakanning, sum blaðið Jyllands-
Posten kunnger í dag, verður javnaðarflokkurin
størsti flokkur i Danmørk, eisini eftir valið hós-
dagin. Sambært kanningina, sum er gjørd av
Observa 2. januar, fær javnaðarflokkurin 30 pst.
av atkvgðunum og 53 tinglimir móti 46 við
seinasta fólkatingsval.
Sambært hesa kanning, har
gott 1400 fólk vórðu spurd,
verður stjórnarflokkurin hjá
Poul Hartling, forsætisráðharra,
næststersti flokkur eftir valið.
Vinstri-flokkurin fær, sambært
kanningina, 26 pst. av atkvød-
unum og 46 tinglimir valdar.
Flokkurin hevur i løtuni 22 limir
i fólkatinginum og fær sostatt
størstu framgongdina.
Burtursæð frå javnadarflokk-
inum og vinstra verða bert tveir
aðrir flokkar, ið fáa framgongd á
valinum í morgin, nevniliga
kommunistaflokkurin, ið ekir
tingmannatal sítt úr seks upp í
niggju, og Kristiligi folkaflokk-
urin, sum økir sítt tingmannatal
úr sjey upp í niggju.
Hinir flokkarnir, sum allir,
sambært veljarakanningina hjá
Observa, fáa afturgongd á val-
inum, fáa hesi úrslit:
Framburðsflokkurin 9 pst av
atkvødunum og 16 móti 28 ting-
limir, Radikala Vinstra 7 pst. og
12 moti 20, Konservativi Fólka-
flokkurin 6 pst. og 11 móti 16,
Sosialistiski Fólkaflokkurin 6
pst. og 10 móti 11, Centrum-
Demokratarnir 3 pst. og 5 móti
14 og Rættarsamgongan fær 2
pst. og fýra móti nú fimm limum
í fólkatingið.
Sambært kanningina fáa
vinstrasosialistarnir 1 pst. av
atkvødunum og fáa heldur ikki
hesaferð umboð á ting.
Leysasøla 1,50 kr.
Erlendur Patursson, sum var millum
teirra, ið vórðu avhoyrd í gjár
Kunnu dømast i upp til
2 åra fongsul
Provskjøl i sakarmålinum, sum
Zakarias Wang hevur reist imoti
åtta tjóðveldisfólkum, løgd fram
A rættarfundi i Havn í gjár var
til viðgerðar sakarmál, sum
Zakarias Wang í Hoyvík hevur
reist ímóti aðalstjórnarformanni
tjóðveldisfloksins, Petur Rein-
ert, og sjey av valevnum tjóð-
veldisfloksins í Suðurstreymi til
seinasta løgtingsval.
Falsað undirskriftir
Orsekin til sakarmálið er tann,
at tey saksektu í blaðnum 14
September hava skuldsett
Zakarias Wang fyri at hava
falsað undirskriftir og fyri at
hava stolið 10.000 kr. í parta
brevum hjá pf Blaðstarv. Skuld
setingin var eisini listin upp í
útvarpinum av Erlendi Paturs-
syni beint undan løgtingsval
inum.
Í gjár legði verjin hjá Zakarias
Wang, Halgir Winther Poulsen,
fram ymisk próvskjel í sam-
bandi við sakarmálið, eitt nú
greinir, sum høvdu staðið í 14.
September 6. og 7. november í
fjør, og sum skuldsettu Zakarias
Wang fyri undirgravingarvirk-
semi móti tjóðveldisflokkinum,
falsan av undirskriftum og fyri
stuldur av partabrevum til eitt
virði av tilsamans 10.000 kr.
Halgir Winther Poulsen segði,
at saksekjarin hevði konkretar
grundgevingar fyri sakarmálin-
um, og at skuldsetingarnar
komu at skaða hann restina av
livinum.
Dómarin játtaði ikki at taka
aðrar skuldsetingar enn júst
tær, sum málið snúði seg um.
Æruskemming
Sigurð Joensen, sum var verji
fyri nøkur av teimum saksektu,
førdi fram, at í eini sak viðvíkj-
andi æruskemming injuriu-
sak — kundi ymist annað koma
fram, sum kanska ikki júst um-
fataði sakarmálíð sjálvt, men
sum kundi fáa týdning fyri málið
í sínari heild
Kunnu dømast upp til
2 ára fongsul
Verða tey saksektu funnin sek,
kunnu tey dømast eftir revsi-
lógini, grein 268, sum er soljóð-
andi:
Er en sigtelse fremsat eller ud-
bredt mod bedre vidende eller
har gerningsmanden savnet ri-
melig grund til at anse den for
sand straffes gerningsmanden
for bagvaskelse med fængsel
indtil 2 år.
Try av teimum saksektu
vórðu avhoyrd fyrrapartin í
gjár. Rættarfundurin, sum varð
slitin á miðdegi, var tíkin upp-
aftur kl. 13.30 seinnapartin. —
Orsakað av at blaðið fór so
tidliga til prentingar í gjár, er
ikki gjørligt at taka alla rættar-
frágreiðingina við hesaferð. Men
hon kemur so í næsta blað.
J.F.N.
Javnaðarveljarar
í Havn
sum ynskja bil til valstaðið, kunnu ringja telf.
11820.
JAVNAÐARFLOKKURIN