mikudagur 8. januar 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 8. januar 1975
sosiau. in
Ríkisfelagsskapurin
og studningurin
Nógv er vorðið rett um hesar 125
millj. kr., sum er tann beinleiðis
figgjarligi stuðulin, føroyingar
fåa frå dønum årliga vid rikis-
felagsskapinum.
Sambandsflokkurin leggur all-
an dentin å ein politikk, sum fyri
ein og hvønn pris sikrar hendan
studul framyvir, ti sum Dimma
sigur, um vit nå fingu figgjarlig-
ar ringar tidir — tad hevur
Dimma nú altid væntad, at vit
fingu — so kunnu vit bert biða
stórabeiggja á flatlondum
hjálpa, men sjálvandi fyrst og
fremst um vit hava verið lýðin.
Sjálvstýrisflokkarnir ásanna
nokk týdningin av hesum studn-
ingi, men meta hann sum eina
sjálvfylgju og halda, at hendan
studningsveitan eigur at halda
fram, sjálvt um Feroyar kravdu
og fingu loysing beinanvegin.
Hetta er nokk ein nakað órealist-
isk steða.
Steða javnaðarfloksins er
greið, fyri sovitt at vit ikki
ynskja loysing frá ríkisfelags-
skapinum. Men vit deila ikki
stoðu sambandsins vid »liggjan
á knæ fyri denum<, hendan
andan av takkarskyldu mót-
vegis Danmerk. Vit meta studn-
ingshjálpina sum eina nátúrliga
fylgju av ríkisfelagsskapinum.
Danir veita nógvum fólkum,
herundir fleiri asiatiskum og
Kunngerð
Við heimild í $ 33 i logtingslóg nr. 52 frå 29. desember 1971 um
skattligar avskrivingar v. m. hevur líkningarráðið fyriskipað
niðanfyri standardi.
REGLUR
viðvíkjandi skattligum avskrivingum hjá partsreiðarum
Fyri at partsreiðari kann krevja rætt til avskriving, herundir
eisini forskotsavskriving er treytað:
1. At líkningarráðnum er latið avrit av partsreiðarísáttmála
ella, har ongin slíkur er, av skjali, undirskrivað av ollum
limunum í partsreiðarinum, harav framgongur
a. navn og bústaður limanna
b. hvussu stóran part, hver eigur og stendur til svars fyri
c. hver ella hverjir hava rætt til at gera bindandi avtalur
fyri felagsskapin
2. At tey undir 1 nevndu skjól skulu verða gjørd og undir-
skrivað innan enda roknskaparársins (vanliga 31. desember)
og send líkningarráðnum í seinasta lagi 14 dagar aftan á
rakstrarárs lok.
. At hver broyting, sum verður gjørd í sáttmálanum ella í
partsbýtinum, skal verða boðað líkningarráðnum seinast 14
dagar aftaná, at hon er gjørd.
. At hvor partsreiðari sær viðleggur sjálvuppgávu sínari ein-
tak av roknskapinum fyri partsreiðariið.
Tórshavn, 27. mars 1974
Líkningarráð Føroya
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjovåtrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging .
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hús, innbugv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.
føroyskum tógvi.
Spinnið i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu
afrikanskum tjóðum, figgjarlig-
an studul, men uttan at hesi av
teirri orsøk ganga vid takkar-
skyldu i barmi ella hava ringa
samvitsku av at taka ímóti hesi
hjálp — til sjálvhjálp, til
menning og sterri sjálvbjargni,
ein millumtjóða hjálparveiting,
sum allar tjóðir í dag ásanna
vera neyðuga landanna millum.
Somikið einfaldari at skilja, at
Danmark eigur at stuðla Gren-
land og Feroyar í menning og
útbyggjan.
Hetta gera danir eisini. Men
vid ríkisfelagsskapinum eru
handilsviðurskiftini hjá Feroy-
um vorðin so, at Danir hava
nærum einarættindi til allan
innflutning til Føroya og harvið
vinna aftur ein part av umredda
studningi.
Tað, sum meira umráðandi er
fyri javnaðarflokkin, er, at hesin
studningur verður nýttur til út-
byggjan av okkara samfelagi —
ikki til at stimbra sterri privat-
nýtslu og ovurnýtslu — men til
íleggingar í samferðslu, sjó-
vinnu, ídnað, landbúnaði, skúlar
v. ø., og harvið koma allari
tjóðini til gagns og sterri sjálv-
bjargni.
Tann umskipan av og broyt-
ing í samfelagi okkara, sum er
farin og fer fram, hevur fingið
menn at hugsa um, hvussu rætt
og gagnligt tað er, at hesin
studningur er beinleiðis knýttur
at einstøkum målsøkjum. Tað er
einamest ti, at hesi målsøki har-
við — orsakað av ov stórum
kostnaði — ikki ella ovlítið
kunna umskipast, tí danir
avgera ov nógv innan hesi økir,
og ikki kann vera talan um
yvirtøkur vegna kostnaðar-
tyngdina, og hetta hóast tørvur
annars kundi verið fyri stórum
broytingum. Sum demi kann
nevnast skúlamálið sum heild;
flestu foroyingar eru samdir um,
at skúlin eigur at vera foroyskur
burturav og í nógv sterri mun
enn nú tillagaður foroyska sam-
felagnum og tervi tess, men
skúlin kostar nógv (ov nógv?) at
yvirtaka.
Hugsanir hava eisini verið
frammi um at broyta hesa
studningsveitan einaferð í fram-
tíðini soleiðis, at studningurin á
ein ella annan hátt ikki var
knýttur at ávísum målsøkjum,
men gjørdur til eina samlaða
ávísa peningaupphædd, sum
varð veitt føroysku tjóðini
árliga, og sum legting og lands-
stýri umsat og nýtti eftir tøriv
einamest til samfelagsgagnligar
íleggingar ella/og til lógfest
endamál.
Um hettar so samstundis
kundi fingið tjakid um yvirtøkur
av målsøkjum at minka ella
tagna, so var tað bert enn ein
orsøk til at umhugsa hesa
umlegging gjøllari.
Fåur ella eingin kann i dag
hugsa sær, at vit skullu vera
hendan studning fyriuttan, men
hinvegin eigur hesin studningur
ikki at kunna forda okkara
nátúrliga, samfelagsliga og
mentunarliga útviklingi. Eingin
loysing, men eitt betur skipað
samfelag tørvast okkum.
Hetta åsannar javnadarflokk-
urin sum veruleika. Støda javn-
adarfloksins er ti sterk støda
eisni til fólkatingsvalið 9/1
1975.
J. B. Mohr
Sida 3
stubbar uttaneftir
Rådharri deydur
Indiski rådharrin, Lalit Nar-
ayn Mishra, er deyður.
Hósdagin kom hann illa til
skaða undir einari bumbu-
spreinging í indiska lands-
lutinum Bihar, og stutt eftir
doyði hann.
6,5 milj. arbeiðsleys
Talið á arbeiðsleysum í USA
var í farna mánaða komið upp
á 7,1 prosent. Tað er tað
mesta har í landinum sein-
astu 13 árini. Sambært eina
uppgerð frá amerikanska arb-
eiðsmannamálaráðnum er tal-
an um eina hækking upp á
0,6 prosent. Tilsamans vóru
6,5 milj. arbeiðsleysir amer-
ikanarar í desember.
Kissinger
hugaður fyri hjálp
Amerikanski uttanríkisráð-
harrin, Henry Kissinger, hev-
ur í samreðu við amerikanska
vikublaðið Buissiness Week,
skotið upp, at USA veitir
Italia og Bretlandi búskapar-
liga hjálp í sambandi við teir
figgjarligu trupulleikar, sum
bæði londini eru komin í or-
sakað av teimum hækkandi
oljuprisunum.
Kvinna
stjornarleidari
Elizabeth Domitien er út
nevnd til forsætisrådharra i
Afrika eftir eitt stjórnarskifti
í Centralafrikanska lýðveld-
inum. Samstundis er hon
fyrsta kvinnan, sum er vorðin
stjórnarleiðari.
Domitien er varaforseti í
afrikansku útviklingarrersl-
uni, MESAN, sum er einasti
loyvdi flokkur har.
Letur indianum
jørðina
Filmssjónleikarin, Marlon
Brando, fer at lata megin-
partin av jarðarogn sínari í
USA til indianska fólkið,
segði tann 50 ára gamli sjón-
leikarin í eini samreðu við
amerikanska sjónvarpsfelag-
ið NCB
segði, at hann vónar, at aðrir
herfyri. Brando
ognarmenn fara at gera á
sama hátt og lata indianum
ta jorð, sum teir upprunaliga
eiga.
Miða ímóti kriggi
Kina segði í einum boðum á
nýggjárinum, at 1974 var tað
árið, tá tey bæði stórveldini
USA og Sovjetsamveldið
beinleiðis miðaðu ímóti
kriggi.
Almenna tidindastovan í
Kina, Hsinhua, segði, at
farna árið hevði borið prógv,
at orðið avspenningur er
grunnskygt og óneyðugt at
brúka.
Mugu brúka selar
Á nýggjárinum kom í gildi
lóg, sum áleggur øllum bil-
forarum i Svøriki at brúka
trygdarselar, tá teir koyra.
Bótin fyri ikki at brúka selar-
nar er 50 svenskar kr.
Undantek verða tó gjørd fyri
persónar, sum eru undir 15
år, og lógin umfatar ikki
hýruvognar
Sagt verður, at nýggja
lógin higartil hevur verið væl
hildin
Lata fangar leysar
Mali fer at lata leysar fangar í
næstu framtíð, segði stjórn-
arleiðarin har, Moussa Tra-
ore, í eini rødu í útvarpi á
nyggjårinum.
Millum teir fangar, sum
væntandi verda lætnir leysir,
er fyrrverandi forsetin å Mali,
Modibo Keita.