Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skuldsetingarnar móti Zacharias Wang nýttar sum neyðverja Síða 3 frælsi javnadur brødralag Nr. 3 — Leygerdagiri 11. januar 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Tómir pástandir Í oddagrein blaðsins í dag, sum kallast Tómir pástandir, verður sagt: — Í fyrsta lagi kann vísast á, at í Danmark, har búskap- arliga staðan er sera vánalig, hevur javnaðarflokkurin ong- antíð havt reinan meiriluta á tingi, og er reinur javnaðar- politikkur tí ongantíð rikin. Í Noreg, har búskaparliga staðan er rættiliga góð, hava javnaðarmenn av og á havt reinan meiriluta. Og í Svø- ríki, har búskaparliga stødan er so góð, at landið er heimsins ríkasta, hava javn- aðarmenn havt reinan meiri- luta í ríkisdegnum í nærum hálva eld. Hetta sigur ikki so lítið, um hvenn lut javnaðar- politikkurin eigur í hverj- um. Síða 2 Skipið, sum hvarv I januår 1959 hvarv nyggja grønlandsskipi3 Hans Hed- toft á fyrsta túri sínum mill- um Godthaab og Keypmann- ahavn. 95 fólk vóru umborð á skipinum, sum hvarv á Kappa-leiðini. Síða 9 50 Ár Mánadagin 13. januar verður Hjørleif W. Høgnesen 50 ár. Tabor, Fuglafjørdur Fundur verður sunnukveldið kl. 18 við Jenny og Michael Davidsen Jehovas Vitnir í Tórshavn Sunnudag kl. 3.00: almennur Bíbilskur fyrilestur kl. 4 Rannsókn av Vagttárnet við spurningum og svarum. Rík- issalurin, Noregsvegur 4. Fæst nýtt landsstýri í dag Útlit var fyri, at samráðingarnar um nýtt lands- stýri vórðu lidnar mikukveldið, men tá vildi Fólkaflokkurin hava samráðingarnar útsettar, tí krav teirra um 3 manna landsstýri varð ikki góð- tikið. Ætlan tingformansins var at fáa tingfund hósdagin, soleiðis at val av løgmanni og landsstýr- ismonnum kundi verða frá hondini áðrenn íólkatingsvalið var av og hesum hevdu javnað- arflokkurin og tjodveldisfiokk- urin roknað við, og tingmenn teirra vórðu tí allir boðsendir at vera í Havn mikudagin. Seint mikukveldið, tá útlit var til at samráðingarnar kundu verða endaðar, tók Fólkaflokk- urin ta stødu ikki at hava fund meira, ti teir vildu hava spurn- ingin um talið av landsstyris- monnum aftur til floksviðgerð, og tað kundi ikki vera fundur um henda spurning mikukveldið. Tað mundi neyvan vera nakar veruligur fundur hósdagin — valdagin, men væntuliga hevur verið fundað allan gjárdagin, men tá hesar reglur vóru skriv- aðar, var ikki greitt, um nakað nýtt landsstýri kundi skipast hesa vikuna. Men roknað var tó við, at komast kundi so mikið langt, at val av løgmanni og nýggjum landsstýri kundi fara fram í dag. Um so verður, verður væntiliga eisini kunngjørt um innihaldið í samgongusáttmálanum. Haraft- urímóti var samgongusáttmálin hjá fráfarandi landsstýrissam- gongu ikki almannakunngjerd- ur. Dregur út Um landsstýrið ikki verður valt í dag, koma samráðingarnar helst at draga út, m. a. av tí at sam- ráðingar verða í Bergen mána- dagin um kvoteringsskipan av allari toskaveiði við Norður- noregi. Tað verður hildið neyð- ugt, at í hesum samráðingum koma at luttaka feroyskir polit- ikkarar, og kemur Atli Dam at luttaka í hesum samráðingum. Arbeidarafeløgini vilja hava somu prístalsviðgerð fyri allar stættir, og arbeiðsgevarafelggini hava tikið undir við hesum. Umboð fyri tey ymisku arbeið- arafelogini í Feroyum hava á fundi í Havn 4. januar samtykt at senda landsstýri og legtingi bræv við áheitan um, at prís- talsviðgerðin verður broytt so- leiðis, at allir stættir verða at fáa tað sama í krónum og oyrum, sum húsarhaldsprojektið sigur. Fundurin samtykti eisini at minna á, at útróðrarmenn eru nógv raktir av Lskkandi útróðr- arprísum, samstundis sum olja og onnur útgerð er nogv dýrkað. — Vit halda tað vera rætt, at tað, sum kann verða spart á hendan hátt, skal koma útróðr- armonnunum til góðar, verður sagt í áheitanini til løgtingid og landsstýrið. Arbeiðsgevararnir samdir Arbeiðsgevarafelogini hava tikið undir við áheitanini frá arbeið- arafeløgunum til myndugleikar- nar. Martin Kúrberg, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, sigur í einari viðmerking til stødu arbeiðsgevaranna, at tað man vera fyrstu ferð, at.so stór semja er fingin millum báðar partarnar á arbeiðsmarknaðin- um. - Tað er gleðiligt at frætta, Liggjas ansar eftir kassanum Julianna hýruvognskona í Havn gevur atkveðuseðil sín, meðan Fólkatingsvalið broytti einki Javnaðarflokkurin og Tjóðveldis- flokkurin fáa óbroytta umboðan , jo] folkatingi vid Johan Nielsen og Erlendi Patursson Fólkatingsvalið i Føroyum hev- ur ikki minst stáðið i ljósini av landsstyrissamrådingunum, men veljarafjøldin synist ikki at hava broytt stødu, ei heldur fekk Sambandsflokkurin ta undir- tøku, sum hann legði upp til við 37 S ft (1 ; Fólk koma til valhelið i Havn A LL ke Arbeidsmenn og arbeidsgevarar samdir og eg eri fegin um tað, sigur Martin Kúrberg. Umboð í prísráðið Landsstýrið og legtingið fara í næstum at fáa bræv frá arbeið- arafeløgunum við áheitan um, at felogini verða umboðað við tveimum av trimum monnum í prísráðnum. Martin Kúrberg upplýsir, at samtykt um hetta eisini varð gjørd á fundinum 4. januår, men at hendan áheitanin verður send seinni. — Arbeiðararnir hava ongan umboðsmann havt har seinastu 35 árini. Vit vilja hava umboð- an, nú krepputíðir eru við at taka seg upp. Og vit vóna, at myndugleikarnir fara at ganga ynski okkara á meti, sigur Martin Kúrberg. harðrendu agitasjón síni við sosialistaforskrekkilsi og yvir- tøkuforskrekkilsi sum fremstu ákoyringar. Úrslitini vóru hesi: Javnaðarflokkurin 4.104 at- kveður (3.770 í 1973) +334, Tjóðveldisflokkurin 3.552 (3.309) +243, Sambandsflokk- urin 3.213 (2.531) +682, Fólka- flokkurin 2.952 (2.688) +264. Sjálvstýrisflokkurin, Fram- burðsflokkurin og Kn. i Gong, sum stillaðu upp seinast fingu samanlagt 892 atkveður. Um hesar atkvødur hesaferð fóru til Sambandið ella hinar flokkarn- ar, er sjálvsagt ilt at siga. Samanumtikið man tó sigast, at útlitið fyri samgonguni mill- um teir triggjar flokkarnar, talan er um, neyvan verður ávirkað av fólkatingsvalinum. Teir tveir, sum fingu flestar per- sónligar atkveður hjá flokkun- um, vóru: Javnaðarflokkurin: Johan Nielsen 2.351 og Atli Dam 1.008 atkv., 'Tjodveldis- flokkurin: Erl. Patursson 2.474 og F. Isaksen 308 atkv., Sam- bandsflokkurin: Pauli Ellefsen 1.237 og Johs. M. Olsen 439 atkv., Fólkaflokkurin: Jógvan Sundstein 1.244 og Demmus Hentze 546 atkv.