leygardagur 11. januar 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
ltgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
7
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
,? LÅ , oo
Tómir påstandir
URSLITID AV fólkatingsvalinum i fyrradagin
er i skrivandi stund ikki kunnugt. Men håast
valið og harvið eisini valstríðið er av, nú hesar
reglur koma út, so fara vit kortini at venda
aftur til okkurt av tí, sum frammi var undir
valstriðnum.
VIT HUGSA HER um búskaparligu støduna í
Danmerk. Áðrenn fólkatingsvalið søgdu okk-
ara mótsteðumenn, serstakliga sambands-
menn, at tað var javnaðarpolitikkurin, sum
hevði koyrt Danmørk út í búskaparliga ófori.
Hetta er sjálvandi tómur pástandur, sum als
ikki eigur hald í veruleikanum.
Í FYRSTA LAGI kann vísast á, at i Danmørk,
har búskaparliga staðan er sera vánalig, hevur
javnaðarflokkurin ongatíð havt reinan meiri-
luta á tingi, og er reinur javnaðarpolitikkur ti
ongatíð rikin. Í Noreg, har búskaparliga stoðan
er rættuliga góð, hava javnaðarmenn av og á
havt reinan meiriluta. Og í Sveríki, har bú-
skaparliga stødan er so góð, at landið er
heimsins ríkasta, hava javnaðarmenn havt
reinan meiriluta í rikisdegnum í nærum hálva
eld. Hetta sigur ikki so lítið, um hvønn lut
javnaðarpolitikkurin eigur í hverjum.
Í OÐRUM LAGI kunnu vit vísa til eina
kronikk, sum stóð í donskum blað fyri stuttum,
har greinskrivarin vísti á, at hevði Danmark
ongatið slept politikkinum hjá javnaðarmann-
inum Th. Stauning, sum í tríati árunum legði
alstóran dent á valutaráðið, ið hevði eftirlit við
ollum innfluttningi og so skjótt handils- og
gjaldsjavnin komu í vanda setti í verk av-
marking í innfluttninginum av summum veru-
sløgum, ið landið kundi vera fyri uttan, og um
neyðugt totalt innfluttningsforboð, so var
Danmark als ikki komið í ta kreppu, sum landið
nú er i. Greinskrivarin kom til ta nidurstødu, at
orsøkin til búskaparligu kreppuna er tann alt
ov liberali handilin við útheimin.
Í TRIÐJA LAGI kunnu vit vísa á, at tá kendi
danski figgjarfrødingurin, fyrrverandi figgjar-
málaráðharrin og fyrrverandi stjórin fyri ST-
stovninum OECD, vinstrimaðurin Torkil
Kristensen, fyri stuttum fylti 75 ár, hevði
danska blaðið AKTUELT samreðu við hendan
mann. Samrødan kom m. a. inn á búskaparligu
støduna í Danmørk i dag. Í hesum sambandi
segði Torkil Kristensen, at einasta leið burtur
úr kreppuni er at fremja javnaðaruppskotið hjá
stjórn Anker Jergensens um búskaparligt
demokrati.
EINS OG NEYNDI Torkil Kristensen, fyri
sannferi sítt, tá hann av og á gav donsku
javnaðarmonnunum viðhald á fólkatingi, var
havnaður av danska vinstraflokkinum, munnu
sambandsmenn havna hesi próvforslu okkara.
Og annað hevdu vit ikki væntað.
sosialurin
dagbókin
Nevndin í HAF
Nevndin í Havnar Arbeiðs-
mannafelag hevur skipað seg
við Peter McGavin sum
næstformanni og Jákup F.
Nielsen sum skrivara. Martin
Kúrberg var afturvaldur til
formann á aðalfundinum í
dec. i fjar. Hinir nevndar-
limirnir eru Vilhjålmur Pat-
ursson og Andreas (Diaba)
Debes.
Frelsunnar Herurin
i Torshavn
I morgin kl. 11.00 helligheds-
fundur. Kl. 14.00 sunnudags-
skuli, kl. 17.00 utifundur å
Vaglinum (um viðrar), kl.
19.30 bønarfundur og kl.
20.00 fundur har frú Jonson
birgadérur talar.
Viðareiði
Á Viðareiði byrjaðu missións-
fundir seinasta mikudag.
Fundirnir halda fram til og
við í morgin.
Samfylking
Bilstjórafelagið = >Samfylk-
ing< hevur ársaðalfund týs-
kveldið 21. jan. kl. 21 á Hotel
Hafnia. Fundarskrá eftir lóg-
ini og lógarbroytan.
Klaksvíkar
Sjómansskúli
Landsstýrið hevur sett Erik
Danielsen í starv sum stjóra
við Klaksvíkar Sjómans-
skúla. Fráfarni stjórin er
Fischer Heinesen. Hann hev-
ur sitið í hesum starvi, síðani
skúlin varð stovnaður í 1947.
Svimjifelag
í Klaksvík
Stovnandi aðalfundur av
svimjifelag í Klaksvík verður
í skúlanum í morgin sunnu-
dagin 12. jan. kl. 15.00. Øll
svimjihugadi yvir 14 år eru
vælkomin.
Gudstænastur
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur:
Æðuvík missiónsvika við
J. Follend. Hvalba K. O.
Viderø. Havn Kjartan Mørk-
øre. Argjum altargongd J.
Weihe. Gøtu altargongd T.
Beder. Vidareidi altargongd
S. Joensen. Husum J. Magn-
ussen. Sandavågi altargongd
Høgni Poulsen. Sumba kl.
12.00 og kl. 18.00 Leiti altar-
gongd Martin R. Jacobsen.
I Nes prestagjaldi gongur
talvan til frama fyri heidn-
ingamissiónina.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður
við V. Thomasson, kl. 10.45
guðstænasta við A. Sand-
beck. Fundirnir verða hildnir
í Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
Nr. 3 — 11. januar 1975
føroya fólkaháskúli
17, februar
byrjar
várskeiðið
Ring ella skriva tíl Føroya
Fólkaháskúla „Tórshavn
Tlf. 117453
so fært tú meira at vita.
Studningur verður veittur.
Umsøknarbløð fært tú á
Háskúlanum.
á = Á =
Ráfiskaprísir
Råfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frá 8. mai
1969, hevur á fundi 6. jan. 1975 ásett hesar minstuprisir fyri
fyrstafloks blóðgaðan ráfisk kruvdur við hevdi frá vekt.
kr. pr. kg
yvir 70 cm 1A 3,20
— 70cm1B 1,30
44—70cm 1A 1,80
44—70cm 1B 1,30
1,00
yvir40 cm 1A 1,82
1,30
1,68
ongan pris
ongan pris
0,98
Kongafiskur ongan pris
Upsi yvir75 cm 0,90
Hvitingur yvirðlem 0,87
Havtaska 1,41
6,13
Steinbitur 0,90
Hesir prisir eru galdandi frå og vid 7. jan. 1975, sum omanfyri
tilskilað á hesum plássum:
Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvík, Fuglafirði,
Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið-
vági, Servági, Tveroyri og Vági.
Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður
prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við
frádrátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn.
Tórshavn, 7. januar 1975
Prísásetingarnevndin á ráfiski
Spinnið i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
føroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu