leygardagur 11. januar 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 11. januar 1975
sosialurin
Skuldsetingarnar
móti Zacharias Wang
Síða 3
nýttar sum neyðverja
— segði Erlendur Patursson undir forhoyrinum
sum var í Foroya Rætti seinasta mikudag
Um ikki semja fæst í sakarmáli-
num, sum Zacharias Wang í
Hoyvík hevur reist móti að-
alstjórnarformanni tjóðveldis-
floksins, Petur Reinert og sjey
av legtingsvalevnum tjóðveld-
isfloksins, fellur dómur í mál-
inum mikudagin 5. februar,
segði Opperman dómari eftir
dómsviðgerðina í Føroya rætti
seinasta mikudag.
Neyðverja
Saksekti Erlendur Patursson
segði undir avhoyringini, at
orsøkin til at tey saksøktu
høvdu lagt eftir Zacharias í 14.
September og í útvarpinum var
tann, at tey eftir valsending
Zachariassar í útvarpinum und-
an seinasta løgtingsvali kendu
seg álopin. Ætlanin hevur alla
tíðina verið at hildið ósemjuna
sum eitt innanhýsis mál, men
valsending hansara og fráboðan
til útvarpið um at hann hevði
stevnt, fekk bikari at flóta yvir,
segði Erlendur Paturson.
Lesarabrøv við álopum
á Z. W.
Erlendur segði víðari, at fleiri
lesarabrøv vóru komin til 14.
sept. við álopum á Z. Wang,
men vegna tess at ZW-målid var
eitt innanhýsismál, vildi 14. sept
ikki hýsa hesum lesarabrøvum.
G-listin
Erlendur segði, at tá hann frætti
um G listan hjá Zacharias
Wang, setti hann seg í samband
við tveir, sum vóru á hesum
lista, og bað hann hesar um at
fáa ZW til at taka listan aftur til
tess at slætta sjógvin millum
ZW og tjóðveldisflokkin. Men
onki svar kom frá ZW.
Advokaturin hjá ZW spurdi
Erlend, um hann var greiður
yvir, at Zacharias Wang um
hetta mundið var staddur í
Skotlandi.
ZW ólógliga koyrdur
úr Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag
Upplýst var í rættinum, at
Zacharias Wang var ólógliga
koyrdur úr Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag, tí hesin
fundur, sum skuldi ra hann
úr felagnum, var lýstur ov seint
Meðan hesin fundur varð hildin,
var Zacharias staddur í Ís-
landi.
Erlendur Paturson segði, at
ein formellur skeivleiki mátti
vera við hesum fundi — annars
eri eg bert meinigur limur í
Suðurstreymoyar Tjóðveldis-
felag.
Málið arkiverað
Erlendur segði víðari, at tá tað
kom fram um viðurskifti ZW
viðv. Blaðstarv, vóru vit noydd-
ir at lata málið til partafelags-
skrásetingina.
— Seinni ringdi eg til fútan og
spurdi, hvussu tilstóð við sakini
og upplýsti hann mær, at sakin
var arkiverað.
Følsk útskrift
Saksøkti Petur Reinert greiddi
undir avhoyringini frá, at hann
frá Ólavi Michelsen á fundi hin
5. nov. í fjør hevði fingið at vita,
at útskriftin úr gerðabókini hjá
pf. Blaðstarv, sum umreddi
broytingarnar í nevndini á aðal-
fundi í mei 1973, ikki var undir-
skrivað av Ólavi Michelsen.
Petur Reinert segði víðari, at
Erlendur Paturson hevði upp-
lýst fyri sær, at umtalaða út-
skrift úr gerðarbókini samsvar-
aði ikki veruleikanum. Eisini
segði Petur Reinert seg hava
spurt Finn Johansen nevndar-
formann í Blaðstarv, um hesin
hevði latið ZW gerðarbókina, so
hesin kundi fáa útskriftina, men
so var ikki. Zacharias Vang
hevði ikki fingið gerðarbókina
frá Finni Johansen.
Vildi kanna
pástanrirnar
Saksøkti Trygvi Árting segði
seg hava hoyrt ymiskt um
skuldsetingar móti Zacharias
Wang. Eftir álopini, sum ZW
hevði havt í útvarpstalu síni
undan løgtingsvalinum, hildu
nøkur av valevnunum í Suður-
streymoy fund saman við aðal-
stjórnarformanninum Petur
Reinert, har samtykt var at
senda yvirlýsingina í útvarpið í
seinastu valsending. Trygvi Ár
ting segði seg á fundi úti á lær
araskúlanum, sum Z. Wang
hevði skipað fyri undan val
inum, seg eftir valið at vilja
kanna hesar skuldsetingar
Skuldsetingin
úrslitið av einum kjaki
Saksøkti Kjartan Mørkøre segði,
at skuldsetingarnar móti Zach-
arias Wang vóru úrslit av einum
kjaki á fundi hin 5. nov. í fjør
millum nekur av valevnunum í
Suðurstreymoy og aðalstjórnar-
formann floksins. Kjartan
Mørkøre segði seg kenna lítið til
málið av ti at hann gjørdis limur
i Suðurstreymoyar Tjóðveldis-
felag á 3. uppstillingarfundi
undan seinasta løgtingsvali.
Hann segði víðari, at flokkur-
in var komin í eina konfrontatión
við Zacharias Wang undan val-
inum og metti talu Zazhariassar
í útvarpinum sum eitt álop á
seg. Kjartan Mørkøre segði seg
ikki ivast i, at Zacharias hevdi
framt brot móti flokkinum.
Hann segði seg víðari hava sætt
skjal, sum prógvaðu svik Zach-
ariassar.
Upp å fyrispurning frå advok-
atinum hjå Zacharias Wang um
hann hevdi skrivad undir skuld-
setingarnar, svaradi hann nei.
Vidari spurdi Halgir Winther
Poulsen, hver hevði forfattað
skuldsetingarnar, og svaraði
Kjartan Mørkøre, at hann helt
tað vera Olav Michelsen og
Petur Reinert. Hann segði seg
ikki hava lisið yvirlýsingina við
skuldsetingunum nóg gjølla og
hevði ikki nakað eintak av
henni.
Blanka fulltrú
Saksøkti Jákup í Jákupsstovu
segði seg pr. telefon at hava
givið blanka fulltrú til Kjartan
Mørkøre, sum hevði ringt seg
upp. Víðari segði Jákup í
Jákupsstovu, at Kjartan Mørk-
øre vildi lesa yvirlýsingina fyri
sær, men vegna tess at hann ikki
hevði stundir til at hoyra hana,
gav hann blanka fulltrú.
Sannførd um svikið
Saksøkta Ingrid Dalsgarð segði
seg hava hoyrt leysatíðindi um
svik Zachariasar. Tá hon á fund-
inum saman við aðalstjórnar-
formanninum og nekrum av val
evnunum í Suðurstreymoy 5
í fjør hevði sæð protokolina
svikadu
nov
og kopi av teimum
skjølunum, kendi hon seg sann
påstandirnir um
førda um, at
svik Zachariasar véru sannir.
Hon segði seg ikki hava skrivað
undir yvirlýsingina, men sam-
tykt hana.
Saksekti Vilhjálmur Paturs-
son segði seg eftir at hava følsku
útskriftina úr gerðarbókini og
fotokopi av teimum svikaðu
skjølunum, taka undir við yvir-
lýsingini. Eisini segði hann seg
hava fingið at vita, at virdisskjøl
hjá Suðurstreymoyar Tjóðveld-
isfelag vóru horvin. Hann segði
seg annars onki vita um viður-
skiftini innan Blaðstarv.
Saksekti Ólavur Michelsen
segði seg vera fundarstjóra á
seinasta aðalfundi í pf. Blað-
starv í mei mánaði 1973. Hann
segði seg seg seta fram uppskot
um at fáa somu nevnd aftur-
valda burtursæð frá smærri
broytingum. Hetta uppskot fall.
Ølavur bar seg ikki undan at
vera afturvaldur. Hann segði
seg rýma av fundinum, tá
nevndin var vald og avleveraði
gerðarbókina.
Gerðarbókin nevndi onki um, at
hann hevði sagt seg frá sum
nevndarlim.
Seinni fekk hann at vita, at
navn sítt viðvikjandi B-anmeld-
ilsinum um broytingina í nevnd-
ini hjá pf. Blaðstarv til parta-
felagsskrásetingina var skrivað
á maskinu. Ólavur Michelsen
segði víðari, at tá hann sá B-
anmeldilsi kunngjert í Dimma-
lætting, gjørdist hann illa við.
Nevndin í pf. Blaðstarv helt
fund á skrivstovu 14. Septemb-
ers um skeiva B-anmeldilsi og
varð so nýtt skrivað og sent
partafelagsskrásetingini, saman
við rættari avskrift úr gerðar-
bókini.
Rættað á politistødini
Olavur Michelsen segði víðari,
at Zacharias Wang hevði biðið
seg um at koma út á politi-
stødina til tess at rætta skeiv-
leikarnar i B-anmeldilsinum. Til
hetta hevdi Olavur svarad, at
hann onki hevdi vid politiid og
partafelagsskråsetingina at
gera. Ólavur jåttadi at hava
skrivað eitt bræv, har m. a.
stóð, at hann vildi hjálpa Z.
Wang úr knipuni, sum hann var
komin í
Ólavur Michelsen hevur tó
ikki verið við til at undirskriva
gerðarbókina hjá pf. Blaðstarv
fyri aðalfundin í mei mánaði
1973. Upp á fyrispurning frá
verjanum hjá Zacharias Wang
um hann hevði verið við til at
»forfatta« yvirlýsingina, svaraði
Olavur í fyrsta umfari nei, men
síðani rættaði hann hetta og
„helt seg hava verið við til tess«.
»Ekspeditionsmæssige
grunde«
Saksøkjarin Zacharias Wang
segði seg hava verið við á aðal-
fundinum í pf. Blaðstarv í mei
1973. Á einum nevndarfundi í
felagnum, sum hildin varð beint
eftir aðalfundin, segði hann seg
frá sum fyritaksstjóra vegna
tess, at hann ikki var valdur í
nevndina hjá pf. Blaðstarv.
Olavur Michelsen hevði á aðal-
fundinum sagt seg frá sum
nevndarlim beinanvegin orsakað
av, at Zacharias ikki bleiv
valdur í nevndina. Zacharias
Wang skrivaði síðani B-anmeld-
ilsi til partafelagsskrásetingina,
fór síðani til nevndarlimirnar og
bað teir skriva undir. Eisini
hevði ZW fleiri ferðir verið hjá
Olavi og bidid hann um at skriva
undir, men uttan úrslit. Olavur
skrivaði ikki undir anmeldilsi.
Zacharias Wang setti seg í
samband við Finnboga Isaksen
og bað hann um at koma í
nevndina fyri Ólav. Finnbogi
segði nei. Eisini setti ZW seg í
samband við ein stóran parta-
eigara í Bladstarv Hemming
Jespersen, og bað hesin ZW um
at taka við sum nevndarlimur.
Zacharias fór síðani til Olav
Michelsen, sum helt tad vera i
ordan, at ZW bleiv nevndarlim-
ur fyri seg. ZW skrivadi so undir
B anmeldilsi og sendi tad inn til
partafelagsskråsetingina. Hetta
hendi i juni 1973. Saman vid B
anmeldilsinum sendi ZW eisini
eina útskrift úr gerðabókini,
sum hann sjálvur hevði skrivað,
orsakað av at hann hevði onga
fundarbók. Orsekin til at hann
skrivaði útskriftina uttan at
hava fundarbókina, var av
»ekspeditionsmessigum grund-
um«. Seinni fekk ZW at vita frå
nevndini í Blaðstarv, at hann
hvørki var stjóri ella nevndar-
limur í felagnum longur.
Hann bleiv síðani boðsendur
at koma á politistødina til at
geva frágreiðing um eitt full-
figgjað B anmeldilsi. Zacharias
Wang fór síðan til politiið og
visti fram »nådisbræv« Olavs
Politiið boðaði ZW frå, at málið
bleiv viðgjert sum ein registrer-
ingssak
Framhald á síðu 6