Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 smátiðindi innanoyggja Skrivstovuhøli Gamli kommunuskúlin i Havn verður nú bert brúktur til skrivstovuheli. Seint í fjør flutti býráðið allar skriv- stovudeildir sínar á Kirkju- veg niðan í skúlan, og Norðan úr Sundinum Arbeiði seinkað Arbeiðið at viðka Frostvirkið í Norðdepli er seinkað.Teir gera ein 24X 17 metrar stóran fyrradagin og í gjár fluttu Likningarnevndin og Fólka- yvirlitið sínar deildir niðan hagar. Deildirnar, sum av somu orsek hava verið stongdar hesar báðar dagar- nar, lata uppaftur måna- morgunin í nýggju hølunum liðugt fyri jól, men tað verður nú seinkað í minsta lagi við einum mánaða. Eitt goyms- luhús er eisini gjørt til frystar fiskaverur. Tað er ikki tikið í saltfiskaskúr og lyfta gólvið— nýtslu enn. Húsið kann rúma upp. Arbeiðið skuldi vera Eingin útróður Tað er at kalla eingin útróður í Klaksvík í letuni. Miku- dagin avreiddu tveir bátar, Royndin og Arnabúgbvin, á- vikavist 4.900 og 5.600 pund til Kósavirkið. Tað er tær fyrstu landingarnar har, síð- ani langt fyri jól. Polarstjørnan, Jákup B og Klakkur eru farin undir Ísland at royna. Eitt skeið aftrat 3. február byrjar húsarhalds- skeiði í Klaksvík. Lands- stýrið hevur játtað 50.000 kr. í studningi til skeiðið, sum skal vara í 3 manaðir. Lærarinnan verður tann sama sum til undanfarna skeiðið Ida Stuhr, úr Dan- mark. eini 100 tonsum. Eftir seiði Teir hava kastað nót eftir seiði í Arnafirði. men seiðurin hevur ikki staðið til vildar, og ti er einki komið bruturúr enn. Til Grønlands Tveroyraskipið Grani fór týskagin til Grenlands á nýggjan saltfiskatúr. Breiða- nes og Gudmundur hava ligið á Tveroyri seinastu dagarnar Teir skulu umvælast, áðrenn teir byrja túr. Anna T fer væntandi nýggj an túr fyrst í næsta mánaða. Skipið fær í løtuni nýggjan motor isettan á Skála. Tummas T kom fyri nøkrum døgum siadni å Tvøroyri vid 170 tonsum av saltfiski. Fiskurin skal seljast í Portu- gál sosialurin Samráðingarnar um nýtt lands- stýri eru ikki av, nú eg skrivi hesar reglur, men tekin eru til, at tær fara at geva úrslit, um ikki okkurt óvæntað hendir. Eg hevði ætlað mær at skriva um okkurt annað enn politiskan orðadrátt, tað er helst ætlanin við hesum teigi, men aftan á at hava lisið Dimmalætting í dag, haldi eg meg noyðast at gera nakrar viðmerkingar, sjálvt um fólkatingsvalið er av. Í hesi Dimmalætting hevur Atli Dam eitt lesarabræv m. a. um stødu sambandsflokksins til samráðingarnar um landsstýris- samgongu, og Pauli Ellefsen hevur eitt aftursvar. Pauli hevur fyrr ført fram, at javnaðarflokkurin metti upp við so stórum krevum, at sam- bandsflokkurin ikki kundi góð- taka tey, og at hetta var gjørt fyri at gera eitt samarbeiði imillum hesar báðar flokkar ogjørligt frá byrjanini av. Krøv- ini, hann nevnir, eru landsbanki, landshandil, landsreidari og onn ur almenn »initiativ«, og hann sigur, at hesi krøv av Trygva Samuelsen vordu løgd fyri ein sambandsfund, sum ikki kundi góðkenna tey. Tað er ikki rætt, sigur hann, at sambandsflokk- urin kravdi oll hesi málini av borðinum, men at tey ikki kundi góðtakast sum samráðingarút- spæl. Veruleikin er hesin, og hetta er eftir minum notatum frá teimum báðum fundum, sum samráðingarnevndin hjá javn- aðarflokkin hevði við samráð- ingarnevndina hjá sambands- flokkinum: Fyrsti fundurin var 20. nov- ember. Atli Dam undirstrikaði, at tað hann ætlaði í fyrsta um- fari, var, at hava óformellar samreður við allar flokkarnar fyri at vita um grundarlag var undir nærri samráðingum. Hann gjørdi greitt, at fyri gomlu sam- gonguna var steðan nakað broytt við tað, at nú var ein sjálvstýrismeirluti í tinginum. Trygvi Samuelsen helt, at rætt- ast var at lata sjálvstýrisflokk- arnar sleppa at royna at skipa landsstýri fyrst. Eydnaðist hetta ikki, kundi gamla sam- gongan samráðast um framhald. Semja var um at bíða við sam- ráðingum ímillum sambands- flokkin og javnaðarflokkin til tað var meira greitt, hverjir meguleikar vóru fyri einum sjálvstýrislandsstýri. Tó segði Atli, at javnaðarflokkurin fór at halda fram við samráðingum við hinar flokkarnar. Annar fundurin ímillum sam- bandsflokkin og javnaðarflokkin var 27. november. Á hesum fundinum greiddi Atli frá, hverji høvudsmål vit høvdu lagt fram fyri hinar flokkarnar, nevniliga m. a. landsbanka, landshandil og ymiskt um almenn »initia- tiv<. Harimoti var ikki talan um nakað landsreidari. Meðan allir hinir flokkarnir gjørdu ymsar viðmerkingar og annars vildu umhugsa málini, spurdi Trygvi Samuelsen, um javnaðarflokkur- in hevði fyristillað sær, at sam- bandsflokkurin vildi ganga við til nakað sum helst av hesum. Samráðingar Her til svaraði Atli, at vit høvdu roknað vid, at sambands- flokkurin vildi tosa um hesi mål- ini. Trygvi Samuelsen spurdi, um vit ikki høvdu onnur mål at samrådast um og fekk sum svar, Kári D. Petersen fulltrúi at tað hevdu vit sjálvsagt, men um tað als ikki bar til yvirhevur at viðgera nekur av hevuðs- málum okkara, máttu víðari samraðingar biða. Um tað visti seg, at einki av múlum okkara heldur fekk und- irtøku frá ødrum flokkum, vildu vit kontakta sambandsflokkin aftur. Hinir flokkarnir avvístu ikki at samráðast um okkara mál, og tað er greitt, at undir hesum umsteðum nyttaði lítið at halda fram. Líka so greitt er tað, at javnaðarflokkurin ikki gjørdi sær ómak fyri at sleppa undan samráðingum við sambands- flokkin. I panelinum eru Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Heðin Klein Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Steinbjørn B. Hans Jorgensen Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Nr. 3 — 11. januar 1975 panelið Um úrslitið verður ein sam- gonga ímillum teir triggjar flokkarnar, sum hava ført so drúgvar samráðingar, veit eg ikki í dag, sjálvt um útlit er fyri ti, og ein lítil møguleiki er tí fyri, at talan kann blíva um nýggjar samráðingar við sambands- flokkin. Hverja samgongu meirlutin av veljarunum hjá javnaðar- flokkinum ynskir, er ilt at siga. Ikki fyri at lasta sambands- flokkin ella hansara menn, tí teir eru uttan iva líka dugnaligir og reiðuligir, sum aðrir polittikarar, so vil eg halda, at tað er gagnligt fyri javnaðarflokkin at royna seg í samarbeiði við sjálvstýrisbólk- in, ti tað er langt frå so, at tað bert eru sambandshugaðir velj- arar, sum velja javnaðarflokkin. Flokkurin sum so verður hvorki meira ella minni sambandsligur av hesum, tí stevnuskráin er samtykt av teimum organiser- aðu flokkslimunum og kann bert broytast av teimum. Vanliga hevur almenningurin tosað um ein sambands- og ein sjálv stýrisbólk í foroyskum politikki, og javnaðarflokkurin hevur ver- ið koyrdur í sambandsbólkin. Hetta ér skeivt, ti javnaðar- flokkurin er fyrst og fremst ein javnadarflokkur. Tá tað hevur tikið so langa tíð við samráðingunum, er tað fyrst og fremst tí, at flokkar, sum í åvisum málum víkja nógv frå hverjum ødrum, hava roynt at finna fram til eitt skilagott sam- arbeiðsgrundarlag, og verður henda samgongan ein veruleiki, so trúgvi eg, at tað fer at vísa seg, at hetta arbeiðið ikki hevur verið til fánýtis. Kári D. Petersen Kristjan á Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Jacobsen Kári D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith Lýsið í sosialinum Vit hava altíð á goymslu Tlf. 1 1071 . Tórshavn blikksmid sanitet hitaverk ventilatión Sú Verður sent um alt landið