Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 11. januar 1975 sosialurin Ræða fólkið á Jamaica imóti sosialismuni Tad visir seg at vera torført at fåa sosialistisku. hugsjónina at grógva á Jamaica. Núverandi for- sætisráðharrin hevur viðhvert víst á fleiri góð sosialistisk hugskot, men tey hava ikki fingið líka góða m6ttøku allastaðni í landinum. — Vit vilja ikki hava sosialism- una at koma higar. Tað, sum forsætisráðharrin nú fæst við, skal ikki eydnast til endans. Vit krevja folkaatkvødu um sosial- istiska politikk hansara. Vit eru ikki ímóti at broyta nakað. Men broytingarnar skulu gerast, utt- an at harðskapur verður brúkt- ur. Tað er Seagas, sum er nývaldur formaður í The Ja- maician Labour Party, ið sigur hetta. Hesin flokkur er tann mest afturhaldssinmaði her í landinum. Seagas er ikki sinnaður at broyta nakað, um harðskapur skal brúkast. Men tað, sum Michael Manley, forsætisráð- harri, sum hevur víst á góð javnadarhugskot. Men ikki ell hava fingið góða mótteku Skemtitekning í The Daily Cleaner, sum ræðir fólkið ímóti sosialismuni hendir á Jamaica júst nú, er einki annað uttan harðskapur, men ongar broytingar! Sosialisma Jamaica er umleið 250 km long. Oyggin er slakar 100 km breið, og fólkið, sum býr har, telur um tvær miljónir. Harav búgva eini 40 pst. í Kingston og uttan fyri Kingston. Eftir at hava verið bretskt hjáland í meiri enn 300 ár tók Jamaica sjálvstýri í 1962. Oygg- in er tó framvegis limur í bretsk- um Commonwelth. Í 1940-num gjørdi The People National Party tær fyrstu royndirnar at skapa sosialismuna har, og tapti fleiri val upp á hesar royndir. Eftir at Michael Manley fyri hálvumtrimum ári síðani gjørd- ist forsætisráðharri, hevur hann — mitt í stjórnartíðini — víst á fleiri javnaðarhugskot. Kjak Enn eru tað bert fá, sum eru greið yvir, hvat tað er fyri sosi- alisma, hann virkar fyri. Hann sigur, at talan er um eitt alment eftirlit. Men tað forðar tó ongum í at luttaka í almenna kjakinum. Øll trý dagblødini, sum koma út í Kingston, eru á tremur við oddagreinum, viðmerkingum og lesarabrøvum fyri og ímóti sosi- alistunum. Fyri tað mesta eru tey ímóti. Ti tey bæði størstu bloðini umboda andsteðuna ímóti ætlanum hjá Manley. Og ti — kanska — eisini meginpartin av fólkinum. Greinirnar eru ógvisligt skriv- aðar. Tær viðgera kommunist- iskar valdsyvirtøkur, og herfyri varð Danmark brúkt sum eitt dømi um, hvussu tað kann gangast, tá sosialistar ráða fyri borgum. Greinirnar sipa til inflasjón, arbeiðsloysi, sjálv- morð o. s. fr. Alt verður gjørt fyri at ræða fólkið ímóti sosial- ismuni. »Sosialisman — eitt stig á røttu leiðini“ kann tú lesa í einari yvirskrift á síðu 9. Men á síðu 12 verður sosialisman fordømd og skyrd til at verða fyrsta stigið fram ímóti kommunismu. Hava ikki ráð Við tveimum ymiskum granna- londum sum Kuba og USA er neyvan nakað at siga til, at ríkir menn eru í døpurhuga um ætlan- Framhald á síðu 11 Síða 5 stubbar uttaneftir Etur gras Orsakað av teimum hækk- andi matvøruprisunum hevur hin 54 ára gamli Walter Cornelius, á myndini, gjørt av at liva av grasi. Walter, sum er svimjilærari í Peter- borough, hevur 300 kr. í inn- tøku um vikuna, og sigur hann, at peningurin rekkur ikki til keyp av vanligum matverum. Einasta luksus, sum hann loyvir sær, er at drekka ein litur av mjólk aftur við teim- um báðum kilounum av grasi, sum hann etur um dagin. Hann sigur, at dogg- váta grasið smakkar best! Ikki ráð Bretski forsætisráðharrin, Harold Wilson, hevur sagt, at so sum steðan er í dag, hevur landið ikki ráð til at lata framleiðsluna dýrka við órímiligum lønarkrøvum. I eini rødu i Liverpool herfyri fanst Wilson at arbeiðsmonn- unum innan bilidnadin fyri tey verkføll, sum teir hava fingid i lag. Børsen nyggjan bladstjora Danska blaðið Børsen fær 1. mars nýggjan blaðstjóra. Tað er sjónvarpsmaðurin, Uffe Elleman Jensen, á myndini, Lykkst Masrirse“ være e rød sum tekur vid bladstjora- starvinum eftir Erik Rasmus- sen. Uffe Elleman Jensen er kendur fyri fråsagnir sinar i sjónvarpinum um búskapar- lig viðurskifti. 4000 politiskir fangar í Chile Hermannastjórnin í Chile hevur boðað frá, at tað sita fleiri enn 4000 politiskir fang- ar í Chile nú. Leiðarin á skrivstovuni fyri fangalegur við politiskum fangum sigur, at umleið 3500 fangar eru vinstrahallir, og sum annað- hvert eru dømdir ella standa fyri ákæru. Samráðingarnar endaðar Bretski uttanríkisráðharrin, James Callaghan, hevði fund við forsetan í Tanzania, Julius Nyere, mánadagin, sum er millum teir afrikansku leiðarar, ið hava gjørt royndir til at fáa meirilutastýri í gildi í Rhodesia. Hetta var sein- asta samráðingarumfarið á hesum sinni. Noyddir at styðja dollaran Tjóðarbankin í Sveits gjerdi fyri fyrstu ferð í tvey ár tiltok til tess at styðja dollarkursin og keypti mánadagin doll- arar, sum ongantíð fyrr hava havt so lítið virði í Sveits. 65 ár Svenski rikisdagurin hevur samtykt at lækka pensjons- aldurin til 65 år. Samstundis hevur rikisdagurin samtykt fleiri aðrar lógir, sum fara at beta um sosialu viðurskiftini í Svøriki. Norðurlendskur ráðharrafundur 31. január verður norður- lendskur ráðharrafundur í Oslo. Tað er norski forsætir- ráðharrin, Trygve Bratteli, sum hevur boðið forsætis- ráðharrunum í hinum norður- londunum til henda fundin. Fundurin verður hildin nakr- ar dagar undan almennu vitjanini hjá Trygve Bratteli í Tanzania og Zambia.