leygardagur 11. januar 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 11. januar 1975
sosialurin
Útbúgving av yvir-
monnum til skipaflotan
Sovjetski skipaflotin er í sterk-
um vekstri. Skipini verða fleiri
og størri, og tey verða eisini
betur útgjerd, fáa fleiri og finari
hjálpartól. Og øll hesi tól og
maskinur krevja nógv av sjó-
monnunum. Teir skulu nú hava
eina sera umfatandi tekniska og
teoretiska vitan á nógvum
økjum, sum fyrr einki høvdu við
sjólivið at gera.
Útbúgvingin tekur
fimm og eitt hålvt ár
Ein av nýggjastu sjómansskúl-
unum í USSR er í Kaliningrad.
Almenna navn hansara er >Kal-
iningrads Hægri Skúli fyri
Marinuingeniørar«, ja, soleiðis
eitur skúlin, og av navninum
skilst, at í Sovjetsamveldinum
ber til at gerast sjó-verkfreðing-
ur. Men hóast heitið er oðrvísi,
so svarar henda útbúgving til
tað, sum vit kalla stýrimann,
skipsforara og maskinmeistara.
Skúlin í Kaliningrad upptekur
dreingir og gentur, sum hava
gingið 10 ár í skúla (t. e. barna-
skúla + tann sonevnda miðal-
skúlan(. Skúlin hevur trý fakul-
tet: fyri navigation, skipsmek-
anikk og elektronikk. Læritidin
er fimm og eitt hålvt år. Um-
framt vanligar lærigreinir (sum
russiskt, søgu, fremmand mál o.
t.(læra næmingarnir t. d. skipa-
bygging, fiskiteknikk, astron-
omi. Næmingarnir eru til skips
15 mánaðir av lesitíðini, teir eru
bæði við skúlans egnu skúla-
skipum og við vanligum skipum.
Tann, sum tekur prógv á nav-
igatiónsfakultetinum, fær tað
prúða heitið »skiparaverkfrød-
ingur<, og hann kann so sekja
AS
Sovjettiskir trolarar undir fiskiskapi
sær starv. Og starv fær hann, tí
í Sovjetsamveldinum er einki
arbeiðsloysi, ellum er lógtryggj-
að arbeiði. Tann lidni kann ann-
adhvørt fara út at sigla sum
triðistýrimaður ella fara gransk-
ingarvegin, t. e. gerast visinda-
ligur hjálparmaður á onkrum av
teimum mongu granskingar-
stovnunum, sum sovjetska sjó-
vinnan hevur.
Mekaniska fakultetið
Á mekaniska fakultetinum
ganga teir komandi maskin-
meistararnir. Teir læra alt um
motorarnar og allar hinar mask-
inurnar, sum eru umborð. Aftan
á fyrsta lestrarárið fara næm-
ingarnir út í praktikk. Teir
arbeiða sum smiðir, sveisarar
osfr. Og tá annað lestrarárið er
av, fara teir í umvælingar-
praktikk á einari skipasmiðju.
Eftir triðja árið fara teir við
skúlaskipi. Og árið eftir eru teir í
9 mánaðir við fiski- ella farma-
skipi. Tá lesturin er av, hevur
kanditaturin rættin til heitið
Trolarin Albatross úr Kaliningrad. Hevuðspersónurin á myndini er
ein stórur toskur
„marinumekanikkverkfreðing-
ure.
Radio og elektrisitet
Elektroniska fakultetið framleið-
ir tvey sløg av verkfrødingum: i
radioteknikk og skipselektris-
iteti. Tann radiotekniska linjan
ger næmingin kunnugan við øll
tólini á brúnni: radiotelefoni,
telegrafi, navigatiónstól, stað-
festingartól osfr.
Á teirri elektrisku linjuni
verður stærsti denturin lagdur á
Flótandi fiskavirkið Polarstjornan
ta elektrisku útgerðina og á ta
automatikk, sum sum frålidur er
at finna um borð á hverjum
skipi.
Neptun
Hóast at kalla alt er blivið nýtt á
tí sovjetska skipaflotanum, so
verða kortini gamlir siðir varð-
veittir. Tað er gamal siður, sum
við ymsum frábrigdum kenst um
allan heimin, at viga tann til-
Síða 7
stundandi sjómannin til havgud-
in Neptun. Hetta gera teir eisini
á skúlanum í Kaliningrad á
hverjum ári í september, tá
nýggir næmingar verða upp-
tiknir. Tá er stór veitsla, og teir
komandi stýrimenninir, maskin-
meistararnir og telegrafistarnir
fáa útflýggjað skjal, sum prógv-
ar, at teir nú eru upptiknir í ta
stóru familjuna av sjómonnum.
P. Semtsov (APN)
NORÐOYA SPARIKASSI
Stovnaður 24. september 1919
ELSTI og STØRSTI peningastod
Telefon 56366
í Norðoyum