Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 sosialurin Nr. 4 — 15. januar 1975 stubbar uttaneftir Skiparin á Aberdeen Fisher avkoyrdur Reiðariið harmast hendingina, tá skotski trolarin Aberdeen Fisher jólamorgun i fjør fiskaði 6,5 fjórðing innan fyri føroyska fiskimarkid eystur úr Svinoyarvik I Føroya Rætti seinasta leygar- morgun avgjørdi dómarin úr- skurð í sakarmálinum viðvíkj- andi skotska trolaranum Aber- deen Fisher, sum er skuldsettur fyri jolakvøld í fjør at hava trolað 6,5 fjórðing innan fyri foroyska fiskimarkið eystur úr Svínoynni. Skiparin handtakast Í úrskurðinum verður sagt, at um trolarin Aberdeen Fisher Vit vita heldur ikki við vissu, hvussu stórt virðið er á fiski- reiðskapinum, sigur Cohn, fúta- fulltrúi, í viðtali við SOSIALIN. Svínoyingar boðaðu frá 1. jolakvøld í fjør boðaðu svin- oyingar frå, at fleiri utlendskir trolarar logu og troladu eystur ur Svinoyarvik. Marinustødin sendi alt fyri eitt sjoverjuskipid Hvidbjørnen, sum lå å Runavik, ut å leidina har, sum trolararnir royndu. til rymingar og sigldi vid 12 mila ferð í ein útsynning. Ætlanin var at senda prisumanning umborð á Glenn Coe, men vegna veður bar hetta ikki til. Síðani var farið undir at jagstra Aberdeen Fisher samstundis sum — trolararnir vórðu bidnir um at steðga alt fyri eitt. Allir hinir trolararnir rýmdu Glenn Coe sigldi við fullari ferð í ein eystan. Um tvey tíðina vórðu ávaringarskot latin av fyri at fáa Aberdeen Fisher at steðga. Men uttan úrslit. Um Á hesi myndini sæst sjóverjuskipið Hvidbjørnen við bryggju í Havn eftir tøkuna av skotska trolaranum Scottish King sum í fjør trolaði innan fyri mark eystur úr Fugloynni kemur inn á danskt/foroyskt rættarøki, kann hald verða lagt á hann. Somuleiðis kann skipar- in John Ogston verða handtikin, um hesin kemur inn á danskt/ foroyskt rættareki. Verjin hjá skiparanum, Leivur Lútzen, landsrættarsakførari, mótmælti úrskurðinum, sum varð gjørdur eftir tilmæli frá umboðsmanni ákæruvaldsins, Cohn, fútafull- trúa. Ákæra Upp á fyrispurning til Cohn fútafulltrúa um, hvat ið víðari fer fram í málinum, sigur hann okkum, at tá reiðariið hjá trolar- anum hevur veitt bankatrygd fyri veiðu reiðskap og meguliga bót, fellur úrskurðurin burtur, og verður ákæra reist móti John Ogston, skipara. Vit vita onki við vissu um, hvussu stóra veidunøgd Aber- deen Fisher hevði henda túrin. Fink Jensen, ovasti umborð á Hvidbjernen, greiddi undir for- hoyrinum í Feroya Rætti sein- asta leygardag frá, at teir eftir boðum frá marinusteðini fóru av Runavík um kl. 22.00 1. jóla kveld. Um 24 tíðina vóru teir hjá trolarunum, sum vóru seks í tali Eftir teimum radiosamtalum at trolararnir tosadu døma, sum sínamillum, var talan um ólóg- liga troling. Hvidbjørnen boðaði yvir radio allar trolararnar um at stedga alt fyri eitt. Sjoverju- skipið fór síðani yvir til tann trolaran, sum lá næstur, og bar hesin trolarin navnið Aberdeen Fisher A. 218. Trolarin hevði net hangandi á síðuni, og onki sást til nakrar lemmar. Nakrir av manningini stóðu og arbeiddu á dekkinum Roynt var síðani at fáa nevn ini á hinum trolarunum. Tá Hvidbjørnen kom fram at Clenn Coe, slapp Aberdeen Fisher sær niggju tíðina vórðu fýra skot vid skørpum latin av beint framman fyri trolaran við sama úrsliti Síðani varð ein djúpvatnsbumba kastað einar 100 metrar frá trolaranum, so hann lyftist leys- ur upp frá, men heldur íkki henda royndin fekk trolaran at steðga. Marinusteðin gav síðani Hvidbjørnen boð um at gevast við jagstranini. Tá var sjóverju- skipið statt einar 85 fjórðingar í ein landsynning úr Akrabyrgi. Trengeled næstovasti og Wetshe navigatiónsyrivmaður á Hvidbjørnen vórðu eisini av- hoyrdir í rættinum leygardagin. Avkoyrdur Cohn fútafulltrúi upplýsir fyri SOSIALINUM, at eftir hvat id skotsk blød skriva, bleiv skipar- in å Aberdeen Fisher avkoyrdur, so skjótt sum trolarin kom heim. Eisini hevur reiðaríið harmast hendingina. Grunda samráðing- arnar á heildarætlan Nevndin í danska javnaðar- flokkinum hevði fund á Christiansborg sunnudagin. Formaðurin í flokkinum, Anker Jørgensen, greiddi frå fólkatingsvalinum og frá teimum samráðingum, sum teir higartil hava havt. Anker Jørgensen tók uppaftur, at tað má vera eitt ófrávíkiligt krav, at stjórnin hjá Poul Hartling gongur burtur frá sinari heildarætlan, og at tær komandi samráðingarnar megu vera grundaðar á eitt socialdemokratiskt uppskot til eina heildarætlan. For- maðurin í Fakliga Lands- felagsskapinum, Thomas Nielsen, sum eisini var á fundinum, segði seg vera samdan við Anker Jergensen í, at uppskotið til heildar- ætlan hjá javnaðarmonnum eigur at vera grundarlagið, um javnaðarflokkurin skal átaka sær stjórnarábyrgdina. Fóru um markið 200 ísraelskir hermenn lupu leygarkveldið á eina libanes iska bygd við markið, og tað kom til bardagar millum palestinskar partisanar og teir ísraelsku hermenninar. Sambært palestinsku + tid- stovuna, WAFA, fingu is- raelsmenninir = stuðul frá striðsvognum, og bardagarn- ir, sum byrjaðu tíðliga um kveldið, vardu til aftan á midnátt. Frá herleiðsluni í Tel Aviv verður sagt, at ísraelskir hermenn fóru um markið til Libanon og sprongdu vegir og vatn- brunnar í trimum bygdum Ísraelska herleiðslan sigur, at ætlanin við atsóknini var at forða fyri partisanálopum í framtíðini Samd um politiska arbeiðið Persia og Egyptaland samd um politiska arbeiðið í Miðeystri, verður sagt í einari frágreiðing, eftir at shahurin av Persia hevur verið á einari fýra daga vitjan í Egyptalandi. Í frágreiðing- ini verður eisini sagt, at Ísrael má taka seg aftur av ollum teimum hersettu økj- unum, og at palestinararnir skulu hava rætt til heimland sitt. eru Samráðingar millum aðrar flokkar Danska javnaðarblaðið AK- TUELT skrivaði sunnudag- in, at umframt samrødur, sum Poul Hartling, forsætis- rådharri, hevur havt vid summar flokkar, hava tad eisini verið samráðingar mill- um aðrar flokkar fyri at kanna meguleikarnar fyri einari meirilutastjórn. Anker Jørgensen hevur hitt fyrr- verandi forsætisráðharran Hilmar Baunsgaard úr radi- kala flokkinum, og Morten Lange úr sosialistiska fólka- flokkinum. Mánadagin hitti Poul Hartling partarnar á arbeiðs- marknaðinum, LO og Arb- eiðsgevarafelagið. Í gjár hitti hann aftur nakrar av flokkun- um. Poul Hartling roknar við, at politiska stødan í Dan- mark verður avgreidd í næstu viku. Hann hevur fyrr sagt, at fólkatingið verður kallað saman 23. január. Vísindaligar kanningar Teir báðir sovjettisku rúmd- armenninir, sum sunnudagin bundu rúmdarfarð Soyus 17 saman við rúmdarsteðina Saljut 4, fóru seinni inn í rumdarstødina og byrjaðu visindaligar kanningar Ein sovjettiskur talsmaður hevur sagt, at henda rúmdar- ferðin hevur ikki á nakran hátt samband við tær ætl- aðu amerikansku-sovjettisku rúmdarkanningarnar, sum skulu verða í summar. Eingin semja Umboðsmenn fyri tær triggj- ar frælsisrørslurnar i Angola hava undir tingingum við ta portugisisku stjórnina i Lissabon lagt fram eina felags ætlan fyri, hvussu Angola kann fåa sjålvstyri Tingingarnar vardu tad mesta av nåttini til sunnu- dagin, uttan at partarnir komu til nakra semju. Osemjan snúði seg tá fyri tað mesta um, hver skal verða leiðari fyri einari bráðfengis stjórn, hvussu tjóðartingið skal veljast, og hvat henda skal við teimum portugisisku herdeildunum í Angola Mæla til framhaldandi stuðul 71 amerikanskir senatorar hava undirskrivað eitt bræv til forsetan, har teir mæla til, at USA heldur fram við at stuðla Israel. Senatorarnir finnast at, at leiðarin hjá partisanunum, Yasser Ara- fat, er sloppin framat í ST at halda rødu USA leggur trýst á Mexico Samtyktin hjá mexikansku stjórnini um at taka seg burt- ur úr felagsskapinum fyri oljuframleiðandi lond, OPEC, verður mett sum eitt trýst frá amerikansku stjórnini. Olju- málaráðharrin í Mexiko hev- ur lagt frá sær sum mót- mæli móti stjórnaravgerðini. Mexiko selur annars olju til USA fyri ein undirpris.