Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 15. januar 1975 sosialurin Síða 5 Skúlaheimið liðugt innan árslok Annað byggistigið av tekniska skúlanum í Klaksvík verður væntandi projekterað eftir nýggjum áliti frá nevndini, sum hevur kannað vinnulivsutbyggingina í Føroyum Innan árslok verður skúlaheimið til tekniska skúlan í Klaksvík klárt at taka í nýtslu. Tað var ætlanin, at heimið skuldi verða liðugt einaferð í oktober, men nú rokna teir við, at tað verður ikki fyrr enn innan árslok. Tað er byggifelagið Kanjon í Klaksvík, sum stendur fyri byggingini. Beint undan jólum varð tekniski skúlin reistur. Hetta var partur av 1. byggistigi. Tað er sjálvt skúlaheimið, sum um- fatar skrivstovur, kok, kantinu og 24 gistingarrúm við silsam- ans 48 seingjarplássum. Tey eru fyrst og fremst ætlað til av- bygdanæmingar. Tað, sum restar í at fullføra 1. byggistigið, eru verkstaðshelir til timbur- og jarnsmíð og umsitingardeild. Gjørd eftir glíðiskala Arbeiðið upp á skúlan,. sum er eftir áliti frá 1969, verður gjert eftir glíðiskala, og byggimeist- ararnir hava fingið prís- og len- arhækkingar goldnar, sum fyri- skrivað alt síðani tilboðini vórðu latin upp. Roknað verður við at kunna byrja projektering av eðrum byggistigi eftir nýggja álitinum frá nevndini, sum landsstýrið setti til at kanna vinnulivsút- búgvingina í Feroyum. Hetta álit varð latið seint i fjør. Skúlin verður fíggjaður soleið- is, at landskassin og stovnurin Tekniski skúlin í Klaksvík rinda 1/6 av byggikostnaðinum. Rest- in verður figgjad við prioritets- lánum og rentu- og avdráttarfri- um statslánum. Byrjaðu í 1953 undirvísingin í tekniska skúlan- um í Klaksvík byrjaði í 1953. Tá varð skúli bygdur til endamálið. Hann er utgjørdur við fimm skúlastovum og einari el-starvs- stovu. Síðani skúlaárið 1971/72 hava maskinarbeiðara-, snikkara- og timburlærlingar úr Eysturoy og Norðoyggjum fingið undirvísing í skúlanum í Klaksvík, har teir Skúlaheimið í gerð í Klaksvík hava fingið undirvísing á for- skúla. Undirvísingin í hinum lærigreinunum er farin fram á tekniska skúlanum í Havn. Eisini maskinmenn Skúlin í Klaksvík hevur eisini útbúgvið maskinmenn. Í árun- talið á um 1968—74 hevur maskinmannalærlingum har ver- ið ávikavist 7,16,13, 9, 7, 9 og 11. 1. január í fjør vóru tilsamans 10 lærarafólk á tekniska skúlan- um í Klaksvík. Harav hevdu skúlastjórin og eitt lærarafólk starv allan dagin. Minningarorð um Jákup Vitalis Hósdagin 9. januar andaðist Jákup Vitalis — vanliga nevnd- ur Jakki-post ella Jakki í Krotu- grevini — 78 ára gamal. Jakki var yngstur av børnun- um hjá Marin og Talis í Krotu- grøvini. Tiðliga fekk hann lívsins beiska veruleika at kenna — átta ára gamal misti hann pápan, og somuleiðis doyðu systurin Jacobina og bróðurin Tummas, meðan tey vóru smá- bern, og soleiðis sótu Jakki og mamma hansara Marin einsa- møll eftir. Eins og Jakki var eisini faðirin Talis í Krotugrevini postmaður. Hann gekk norður um fjall við posti og var tiltikin gongumað- ur, men doyði sum nevnt á ungum árum. Sum so mangir av javnaldr- unum hevur Jakki fingist við eitt sindur av hverjum. Hann var fiski- og útróðrarmaður, arbeiðsmaður, traðarmaður og ikki minst, sum navnið eisini sigur frá, postmaður. Stóran part av lívi sínum kom Jakki at stíga í faðirins fótaspor, og var postberari í 20 ár, fyrru tíðina norður um fjall og seinni í B Klaksvík. Boð vóru eisini mang- an eftir Jakka at vísa fólki veg norður um fjall, og íkki altíð vóru túrarnir líka tespiligir. Tað hendi meira enn eina ferð, at Jakki var noyddur at liggja nátt á fjallinum, tá óveður hevði tarnað honum so nógv, at myrkur kom á hann. Sum traðarmaður var Jakki framúr ágrýtin. Hann var sein- asti og í mong ár einasti neyta- haldari á ellum strekkinum av Bumshamri heim í Våg. Oftani hevði hann tvær kýr, og eisini var hann ófera ágrýtin velting- armað ur. Og uttan mun til hvar tað varð rópt grindaboð, so leyp Jakki á leistum og var tiltikin grindamaður. Sum yngri var Jakki av kvik- astu monnum og luttók tí eisini í fótbólti. Tá KÍ spældi sín næst- fyrsta dyst — tað var í Havn hin 9. juni 1922 — spældi Jakki við á fyrsta sinni. Undir bóltspæli kom Jakki til skaða, hann fekk knæið úr lið og fekk hann var- andi mein av hesum. Seinnu árini var hann rættiliga lamin. Jakki var sum nevnt ófera raskur og ágrýtin og arbeiðs- samur sum fáur. Hóast brekaður frá ungum árum og álvarsliga sjúkur seinni, gekk hann til Landsdystur í talvi Á páskum verður skipað fyri landsdysti í talvi millum Ísland og Føroyar. Kappingin verður hildin í Íslandi í døgunum 23.30. mars. Fyrireikingar Í løtuni verða gjørdar fyrireikingar í sambandi við kappingina. Tilsamans 10 telvarar skulu vera á hvørjum liði og haraftrat tveir tiltaks- menn. Talvsamband Føroya hevur sett upp 25 nøvn, og burtur Gr teimum skulu teir 12 lut- takararnir veijast. Millum nøvnini eru åtta år HF, eitt Gr KTF, fyra Gr KT, eitt år ST, tvey år GT og fyra ur VT. islendingar higar i 1976 Fyrsta stigid til at fara undir eina tilika kapping varð tíkið á fundi í Íslandi í november millum Talvsamband Føroya og Skáksamband Íslands. Úr Føroyum luttók formaðurin í Thomsen. Talvsambandinum, Jákup Á fundinum varð eisini avgjørt at skipa fyri landsdysti millum bæði londini í 1976. Tá koma íslendingar higar til lands at telva. Nær henda kappingin verður, er enn ikki avgjørt. arbeiðis kortini, til hann var miðskeiðis í sjeytiárunum. Og tá hann ikki longur setti seg føran fyri at fara frá húsum til arbeið- is, so tókts hann við at knýta teymar heima við hús. Vitjaði tú inn á gólvið hjá Jakka, so var hann altíð til reiðar at sýna allan tann blíð- skap, hann var mentur. Hann var prátingarsamur, vinsælur og skemtingarsamur. Tað var altíð stuttligt og hugnaligt at koma á tal við Jakka. Hann visti altíð at siga frá onkrum og minnið hevði hann sera gott. Jakki-post var væl kendur millum aðrar klaksvíkingar og norðingar. Vinsælur og trúfast- ur sum hann var, átti hann ein stóran vinarskarða, ið hevði lært hansara trúfasta vinarlaga og góða hjartalag at kenna og tí hevði stórt álit á honum. Hetta kemur best til sjóndar, tá nevnt verður, at Jakki var gubbi at umleið 60 bernum. Kona Jakka, sum æt Bina og var ættað av Strond, doyði í 1957. Tey áttu tvey bern og høvdu tvey til fosturs. Politiskt var Jakki javnadar- maður. Hann dugdi tíðliga i tíðini at síggja, at skuldi tí minni menta tryggjast góð livi- lig og rættvis kor, so var javnað- arleidin hin einasta gongda. Hann var javnadarflokkinum ein dyggur og trúfastur stuðul til tað seinasta. Vit senda Jakka okkara seinastu heilsu og tekk — vit takka honum fyri tað, sum hann var — fyri trúfesti, vinarlag og hjartalag. Vit drýpa hevur í virðing og lýsa Guðs frið yvir minnið um Jákup Vitalis. vj