Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórshavnar kommuna ætlar at keypa grót úr Suðuroy Síða 6 javnadur I oddagrein bladsins i dag, sum kallast Størri javnadur, verdur skrivad um samgong- uskjalið millum landsstyris- flokkarnar. Har verður sagt m. a.: — Eisini í prís og lønarmålum, har semja erl um, at prístalsskipanin verð- ur broytt, soleiðis at teir ymsu hættirnir fyri prisjavn- ing geva lenarstættunum | sama endurgjald í krónum fyri príshækking, og har tryggjað verður, at sama løn verður goldin fyri sama arbeiði, og at almenna lønar- lagið verður samskipað, eins og príseftirlitið verður at gerast effektivari. Samantikið miðar hetta og annað ímóti sterri javnaði, og tað er tað, vit vilja. Síða 2 Størri vald enn forsetin Tað varð sagt um J. Edgar Hoover, sum var leiðari fyri amerikansku samveldisløg- regluni FBI, at hann hevði sterri vald enn forsetin, og at forsetin ongantid tordi at leggja sjógv ímillum seg og Hoover. Men fyri amerikanska fólk- ið sum heild var hann maðurin, sum vardi tjóðina ímóti ólevnað. Síða 9 Skattakønur maður til Klaksvikar Klaksvikar byråd samtykti å fundi tyskvøldid at seta ein skattakønan mann i starv hjå kommununi. Samtyktin varð einmæld. Men fyri nøkrum mánaðum síðani, tå sama uppskot varð til viðgerðar í býráðnum, varð tað felt. Kommunu-nýtt á síðu 3 javnaður — Leygardagin 18. januar 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Ov lítil svimjihøll Svimjihøllin í Klaksvík, sum varð tikin í brúk í desember, er longu vorðin ov lítil. Eftir einum mánaða eru millum 18 og 20.000 atgongu- merkir seld fyri 80.000 kr. brødralag Sida 3 Norðmenn selja saltfiskin og íslendingar flakið — Millum útróðrarmenn er stór misnegd um, at avreidingarprisurin á summum fiskasløgum verður avtikin uttan ávaring — Tað hevur stóran týdning og er avgjørt neyðugt, at fiski- monnum og tí almenna verður tryggjað best meguligt innlit í fiskasølumål, svarar Adolf Han- sen — ein av initiativtakarunum til Meginfelag Útróðramanna — upp á fyrispurning frá blaðnum, um hvenn týdning tað hevur, at nýggja landsstýrissamgongan hevur sett sær hendan mál- setning í samgonguskjalinum. Í sini tíð nýtti norskt útfluttn- ingsf*lag merkið Faroe Fish i sambandi við fisk, sum var flaktur av foroyingum umborð á norskum skipum. Rættilig ósemja stóðst tá millum Feroya Fiskasølu og norska útfluttn- ingsfelagið. Í dag selja norð- menn okkara saltfisk og íslend- ingar flakið. — Dømir í seinastuni progva, at betri prisur fæst fyri feskan fisk å bretska marknadinum, enn vit føroyingar fáa fyri liðugt tilvirkað flak. Krevja uppsagnartíð Tað hendir ikki so sjáldan, at nevndin sum ásetur ráfiskapris- irnar tekur prísin av summum fiskasløgum, men tó verða hesi fiskaslog framvegis keypt fyri ein pris, sum fiskakeypararnir sjálvir áseta. Bendir hetta ikki á, at tað kortini letur seg gera at selja hesi fiskasløg og fáa pris fyri tey? — Jú, tað er rætt, og er hetta eitt av tí, sum hevur elvt til sterstu misnegdina millum út- róðramenn, sigur Adolf Hansen og nevnid sum dømi, at i december í fjør misti brosman sin pris. Eftir hvat vit hava frætt, varð hetta gjørt fyri at tøma goymslurnar bæði her heima og í útlondum. Hetta fordi sjálvandi til, at keypararn- ir kundu keypa brosmuna sera bíliga og fyri tann prís teimum lysti. — Tað kann verða sera óheppi fyri bátar, sum hava gjørt seg út til ávísa veiðu, at fiskurin, teir skulu veiða, missur prísin. júst sum teir skulu byrja veiðuna. Krav okkara verður tí, at onki fiskaslag kann missa prísin við minni enn triggja mánaðar ávaring. Prísáseting Nýggja landsstýrið er eisini samt um at endurskoða reglurn- ar um prísáseting og studnings- veiting. Hvat halda tit um hetta? Í 1969 kom nýggj lóg um prisåseting, men var gamla reglugerðin framvegis galdandi, sigur Adolf Hansen. Tað er nevndin sjálv, ið skal gera reglu- gerðina, og vilja vit taka undir við og virka fyri, at reglugerðin verður broytt. Tað er ynskiligt, at avreiðingarprísurin verður settur hægri og við gildi fyri longri tid, og at prisstudningur- in, ið nú verður goldin fiski- monnum, verður avtikin og heldur latin onkrum ødrum liði í prosessini. Upp á spurningin hvussu prísir, prisåseting og prisstudn- ingar eru skipaðir í okkara grannalondum, sigur Adolf Hansen, at sær kunnugt hava norðmenn ein reguleringsgrunn. Har verður prisurin ásettur einar triggjar ferðir um árið, og hava teir ikki prísstudning, ið verður latin beinleiðis til fiskimenninar. Fundurin í dag Stovnandi aðalfundur í Megin- felag Útróðramanna verður kl. 15 seinnapartin í dag. 14 útróðr- afelog við tilsamans gott 1000 limum verða umboðað á fund- inum. 10 innbrot í Havn seinastu dagarnar Síða 12 Búnaðarskeið Búnaðarskeið verður á háskúlanum i døgunum 3.—8. febr. 1975. Áhugaði biðjast venda sær til Háskúlan, telf. 11743 ella Føroya Jarðarráð, telf. 11180 áðrenn 30. január. Føroya Fólkaháskúli