Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sostalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn Ut gevari: Føroya-Javnadarflokkur Bladstjorn: Vilhelm Johannesen (åbyrgd), telf. 564 I I Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Størri javnaður Í SEINASTA blaði søgdu vit, at orsekin til, at javnaðarflokkurin nú valdi aðrar flokkar at arbeiða saman við, var, at í hesi samgongu fekk javnaðarflokkurin mest av sínum vid, og løgdu vit afturat, at ongantid hevur javnadarflokkur- in fingið so nógv av sínum við í eitt samgongu- skjal sum á hesum sinni. HETTA .GER SEG m. a. galdandi i skattamålum, har samgongan er samd um at broyta avskrivingarlógirnar soleiðis, at av- skrivingar koma vinnuni heldur enn einstak- linginum til góðar, og har semja eisini er um, at oll skatta- og tolllóggávan verður endurskoðað og nýskipað, og at skatturin á lág- og miðal- inntøkum verður lækkaður. SOMULEIÐIS Á sosiala økinum, har semja er um at útbyggja sosialu trygdina, at fáa sjúkra- dagpeningaskipan fyri timalønt fólk og at virka fyri, at spurningurin um arbeiðsloysistrygging verður loystur. Eisini í íbúðarmálum, har ætlanin er, við framhaldandi og øktum studn- ingi til håsalånsgrunnin, at skapa møguleikar fyri langfreistaðum og biligum lánum til set- húsabygging. TAÐ SAMA GER seg galdandi í handils- málum, har samgongan er samd um at kanna, um týðandi verubólkar kunnu útvegast brúk- arunum biligari. Har semja eisini er um, at kooperativ samtøk innan innfluttning av byggitilfari og skipaútgerð kunnu fáa iløgu- studul ella almenn vedhald fyri størri inn- keypum, um vørurnar å hendan hått fåast brúkarunum biligari. Har samgongan eisini er sinnað til, undir serstøkum umstødum, at geva ti almenna heimild til innkeyp av størri vøru- nøgdum. Dentur verður eisini lagdur á, at vit í mesta mun sleppa undan útlendskum millum- handlarum. EISINI Í PRÍS- og lønarmålum, har semja er um, at prístalsskipanin verður broytt, soleiðis at teir ymsu hættirnir fyri prisjavning geva lønarstættunum sama endurgjald í krónum fyri prishækking, og har tryggjað verður, at sama løn verður goldin fyri sama arbeiði, og at al- menna lønarlagid verður samskipað, eins og priseftirlitid verður at gera effektivari. OG IKKI MINST, har samgongan er samd um, at endurskoða reglurnar um prísáseting og stuðul til fiskivinnuna, og at tryggja fiski- monnum og tí almenna best meguligt innlit í fiskasølumål. SAMANTIKID MIDJAR hetta og annad, sum vit ikki kunnu koma inn á i dag, móti størri javnaði, og tað er tað, vit vilja. sosialurin dagbókin Guðstænastur Í morgin verða hesar guðs- tænastur: Nes altargongd J. Follend. Tvøroyri K. O. Videro. Havn fhv. varabispur J. Joensen. Miðvág stud. theol. D. Johannesen. Gása- dalur Høgni Poulsen. Funn- ingur P. M. Rasmussen. Frelsunnarherurin Í kveld kl. 7.30 bønarfundur, kl. 20.00 fundur. Å bådum fundunum i dag tala D. Oskarson loytnantur og fru. Filadelfia Telefonandaktin svarar alt samdøgrid á telefon 14880. Evangeliihúsið Telefonandaktin svarar á tlf. 12266. Føroya filatelistfelag hevur fund månakvøldid kl. 20.00 å Hotel Føroyum. Postmeistarin verður hjá- staddur. Svimjifelagið í Klaksvík Svimjifelagið Ægir i Klaks- vik varð stovnað seinasta sunnudag. Ætlanin hjá fel- agnum er at fara undir reglu- ligar svimjingar í nýggju svimjihøllini seinni í hesum mánaðinum. Suðurvarði er komin til Grenlands og hevur byrjað rækjufiskiskap. Sjúrðarberg Postadressan hjá Sjúrðar- berg er: G. Landry and Compagne, St. Pierre, Miq- uelon, Newfoundland. itrottarhøll å Giljanesi Eydnuhjólið til frama fyri itrottarhøll á Giljanesi, sum lýst var at vera 18. og 19. januar, er útsett til 7. og 8. februar. Fylking Arbeiðsmannafelagið Fylk- ing heldur aðalfund tann 29. januar 1975 kl. 19.30. Dags- skrá sambært grein 20 í lógini. Eingin útróður Tað var eingin útróður í Klaksvík fyrst í vikuni. Mikudagurin var tridi dagur- in, at bátarnir lógu. Kósa- virkið hevur nakað av fiski liggjandi á goymslu, men tað er ikki greitt, nær hann verður avskipaður. Nr. 5 — 18. januar 1975 Talvsamband Føroya FM 75 — EINSTAKLINGAR Kappingin byrjar leygardagin 22. februar 1975 Telvað verður i 4 bólkum: Landsliðsbólki 1. bólki 2. bólki og unglingabólki. Tilmeldingar skulu vera sendar Jákupi Thomsen í seinasta lagi 25. januar. NEVNDIN Almenn fundarrød SKÚLIN OG SAMFELAGIÐ Á Fróðskaparsetrinum verða í januar/februar 1975 6 almenn fundarkveld um skúlan og samfelagið: 23/1—75: Yvirlit yvir føroysku skúlaskipanina Ludvík Petersen, landsskúlaráðgevari, og Jákup í Gerðin- um, adjunktur. 30/1—75: Fólkaskúlin, frítíðarundirvísing og fólkaháskúl- in. Eilif Samuelsen, lærari, Axel Schouboe, lærari, og Stein- bjørn B. Jacobsen, háskúlastjóri. 6/2-—75: Sjómans- og maskinskúlin Poul Johs. Johansen, sjómansskúlastjóri, Magnus Simon- sen, maskinskúlastjóri, og Tummas Arabo, cand. polyt. 13/2—75: Yrkisskúlar Heðin Samuelsen, handilsskúlastjóri, Poul Kjartan Bærentsen, stjóri fyri tekn. skúlanum, og Birgir Danielsen, fiskaselustjóri. 20/2—75: Studentaskúli, HF, Læraraskúli og Fróðskapar- setur Jákup í Gerðinum, adjunktur, Andr. Højgaard, rektari, og H. D. Joensen, landslækni 27/5—75: Samanfatan Ludvík Petersen, landsskúlaráðgevari, og Jákup í Gerð- inum, adjunktur. Teir, ið nevndir eru fyri hvert kveldið, leggja fyri, høvi verður at seta fyrispurningar, og síðani verður felags orða- skifti. Allir fundirnir byrja kl. 20. Fróðskaparsetur Føroya Hundaskattur í Tórshavn Tann 1. januar er hundaskatturin fyri árið 1975 fallin til gjald- ingar. Hver hundur, sum er eldri enn 4 mánaðar, skal meldast til á politistødini, har hundaskatturin samstundis verður goldin móti útflýggjan av hundatekni, sum hundurin skal hava í reim ella tilikum um hálsin. Hundar sum nýtast til seydarøkt, og av ti ganga ókeypis, skulu eisini meldast til. Tað gamla hundateknið (fyri 1974) skal ein hava við sær at flýggja aftur. Hundaskatturin er 20 kr. árliga fyri tann eina hundin og 40 kr. árliga fyri hvønn hundin afturat í sama húsarhaldi. Tilmelding og gjalding av hundaskattinum eigur at verða gjørd á politistødini, áðrenn januar mánaði er úti. Opið er gerandisdagar kl. 8.30— 17.00. Tilmelding annars eigur at vera í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at hundurin er vorðin 4 mánaðar gamalur, ella í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at hann er fingin ella fluttur til kommun- una. Verður ikki gjort eftir boðunum um tilmeldingarskylduna, skal gjaldast bót sambært fyriskipan frá 31. mars 1928. Mint verður á kunngerð um hundar nr. 14 frá 15. apríl 1947, eftir hvørji tað í Tórshavnar kommunu er forboðið at lata hundar koma á geturnar, uttan teir verða havdir í bandi ella fylgjast við fólki, sum heilt hevur ræði á hundinum. Til tess at kunna kenna hundar, sum klagur eru komnar um, tí teir ganga ímóti frammanfyri nevndu avgerðum, vil politiið leggja dent á, at allir hundar hava reim ella tílíkt um hálsin við hundatekni í. Roknast má við, at hundar, sum verða sæddir strúkandi við ongari reim um hálsin, verða dripnir, uttan at eigaranum verður boðað frá tí. Sambært landsstýrisins kunngerð nr. 70 frá 15. december 1959 skulu eigarar av tilmeldingarskyldugum hundum hava hesar ábyrgdartryggjaðar. Landfútin í Føroyum 8. januar 1975 Klerens