Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 18. januar 1975 sosialurin Hava útsett verk- fallið í 14 dagar Studentaskúlanæmingarnir í Hoydølum fingu einki svar frá myndugleikunum viðvíkjandi próvtekuni í summar til ásettu tíðina. Nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur givið lyfti um at skunda undir málið Studentaskúlanæmingarnir i Hoydølum hava avgjørt at útseta verkfallið, sum skuldi verða mikudagin, fyribils í 14 dagar — til 5. február. Eftir ætlanini skuldu teir fara í verkfall 15. január, um einki svar var komið gjøgnum lands- stýrið frá danska skúladirekto- ratinum upp á spurningin, um provtøkan í summar kann fara fram á føroyskum. Fund við nýggja landsstýrismannin Mánadagin hevði málbóikur skúlans, har Mads Ingi Jensen er formaður, fund við nýggja landsstýrismannin í skúlamál- um, Finnboga Isaksen, har hann mælti til at útseta tíðarfreistina í eina tíð. 3 segði orsøkin til hetta tilmæli hansara vera, at nýggja lands- stýrið ongan fund hevði havt, ti Atli Dam, legmaður, var burtur- staddur. Fyrsti landsstýrisfund- urin verður væntandi um viku- skiftið. Finnbogi Isaksen segði, at hann hevði ikki fingið tey skjal, sum landsstýrið hevur í spurn- inginum, og tí kundi hann einki siga beinleiðis. Hann gav tó lyfti um, at hann sum landsstýris- maður vildi skunda undir við- gerðina av málinum soleiðis, at Landsstýrismaðurin næmingarnir kunnu fáa svar innan fjúrtan dagar. Ti er spurningurin um at fara í verkfall útsettur í eina tíð fyri- bils. Væntaðu svar Mads Ingi Jensen sigur í viðtali við SOSIALIN, at málbólkurin nakað fyri jól hevði fund við Finnbogi Ísaksen, landsstýris- maður, sum fer at skunda undir viðgerðina av málinum Atla Dam, løgmann, og táver- andi landsstýrismannin í skúla- málum, Asbjørn Joensen. Frammanundan hevði lands- stýrið fingið skriv frá skúlanum í Hoydelum, har heitt varð á myndugleikarnar um at geva svar, hvert próvtekan í summar kann fara fram á føroyskum. I fjør fór provtøka fram á føroysk- um í ollum lærigreinum uttan í einum, sum var samfelagsfrødi. Atli Dam og Asbjørn Joensen upplýstu tá fyri málbólkinum, at væntandi fingu teir svar upp á spurningin frá direktoratinum seinast í árinum ella fyrst í 1975. — Tað var út frá hesum upp- lýsingum, at tíðarfreistin varð sett, sigur Mads Ingi Jensen. — Avgjert varð at áseta freistina til 15. januar. Kom einki svar inna ta tíð, skuldu næmingarnir fara í verkfall í ein dag. Vilja arbeiða við spurninginum Mads Ingi Jensen sigur, at tað er umráðandi, at svar kemur so skjótt sum gjørligt, so arbeidast kann víðari við spurninginum. — Seinasta ár kom einki svar fyrr enn próvtekan varð byrjað. Tað vilja vit helst sleppa undan í ár, sigur hann. Málbólkurin, sum arbeiðir við spurninginum, varð skipaður eftir summarfritiåina í fjør. Seinni varð hann góðkendur av Næmingafelagnum. Í bólkinum sita Mads Inga Jensen Jógvan Jespersen, Andrass Skaalum, Eyðfinn Finsson og Tummas í Dali. umframt Mads Jensen: — Tað er umráðandi, at svar kemur so skjótt sum gjørligt Síða 3 kommununýtt Klaksvíkar kommuna søkir eftir skattakønum manni Sum áður nevnt í blaðnum hava javnaðarflokkurin, tjóðveldis- flokkurin og sambandsflokkurin við tilsamans seks býráðslimum skipað meirilutasamgongu í Klaksvíkar byråd eftir býráðs- valið 5. december, meðan fólka- flokkurin og sjálvstýrisflokkur- in, við tilsamans trimum bý- ráðslimum, sita í minniluta. Fyrsti býráðsfundurin eftir valið var seinnapartin seinasta týsdag. Hetta vil tó siga, at nývalda býráðið hevur hildið ein fund áður, og varð hesin hildin hósdagin 19. december við vali av býráðsformanni, næstfor- manni og fæstum nevndum á skránni. Fryi 1975 og 76 varð Trygvi Laksáfoss úr javnaðar- flokkinum valdur til býráðsfor- mann og Jógvan Isaksen úr tjóðveldisflokkinum til næstfor- mann. Á fundinum týsdagin vóru nøkur byggimål, og eitt mål um at søkja eftir skattakønum manni til at hava dagligu leidsl- una å skattaålikningardeildini og vera likningarnevndini til hjålpar vid skattaålikningini, til vidgerdar. Formaðurin legði fram skriv frå byrådslimunum Trygva Laksåfoss, Olvhedin Jacobsen, Vilhelm Johannesen, Kåra Kjel- næs, Bjarta Petersen og Jógvan Ísaksen, har hesir mæltu til at slíkur maður verður settur, og at starvið verður lýst leyst beinan vegin. Aftan á stutt orðaskifti var tilmælið frá meirilutanum ein- mælt samtykt. Nevndin Á fundinum varð sagt frá, at fimm av teimum sjey nevndun- um, ið valdar vórðu 19. decemb- er, hava skipað seg við formanni og næstformanni. Fíggjarnevndin hevur hildið fund og skipað seg við Trygva Laksáfoss, býráðsformanni, sum formanni og Bjarta Petersen, sum næstformanni. (Viðmerkj- ast skal, at býráðsformaðurin nú er føddur figgjarnevndarformað- ur). Tekniska nevnd hevur skipað seg við Olvheðin Jacobsen sum formanni og Kára Kjelnæs sum næstformanni. Sosiala nevndin hevur skipað seg við ávikavist Bjarta Peter- sen og Vilhelm Johannesen sum formanni og næstformanni. Stadionnevndin hevur skipað seg við Olvheðin Jacobsen sum formanni og Kára Kjelnæs sum næstformanni. Á fundi í ferðslunevndini er Kári Kjelnæs valdur til formann og Olvheðin Jacobsen til næst- formann. Og eftir at skráin til byråds- fundin týsdagin varð gjørd, hevur mentunarnevndin eisini skipað seg við formanni og næstformanni. Har varð Vilhelm Johannesen valdur til formann og Jógvan Isaksen til næst- mann. Á býráðsfundinum týsdagin vórðu Kári Kjelnæs, Olvheðin Jacobsen, Bjarti Petersen, Jógvan Martin Joensen og Peter Waagstein valdir i heilsunevnd- ina. Aftan á almenna býráðsfundin var fundur fyri læstum hurðum. Næsti regluligi býráðsfundur í Klaksvík verður týsdagin 28. januar. Svimjuhøllin í Klaksvík er ov lítil — Fyrsta mánaðan hevur hellin givið umleið 80.000 kr. og eru millum 18 og 20.000 atgongu- merkir seld í hesum tidarskeidi Mong vóru tey, sum hildu, at Klaksvíkar býráð hevði gloypt størri bita, enn tað var ment at svølgja, tá farið varð undir at byggja svimjuhellina, sum tikin varð í nýtslu 11. december í fjør. Mett varð, at hellin fór at verða ein fíggjarligur kleppur fyri kommununa, og at tervur als ikki var á eini so stórari hell. Eftir øllum at dema vóru hesar metingar heilt skeivar. Svimjuhøllin í Klaksvík hevur nú verið opin í ein mánaða, og hevur í hesum tíðarskeiði givið umleið 80.000 kr. i inntøku. Um hetta stendur við, kemur hellin ikki at verða tann stóri figgjar- ligi kleppurin fyri kommununa, ti við hesi innteku kemur høllin sjálv at greiða allar rakstrar- útreiðslurnar og ein part av rentu- og avdráttarútreiðslun- um. Tað tykist, sum at tervurin á svimjuhøllini er munandi størri, enn nakar hevði droymt um. Sum nevnt eru 18 til 20.000 at- gongumerkir seld eftir einum mánaða. Fólk standa javnan í upp til ein tíma, áðrenn tey sleppa framat. Og higartil er ongin skipan gjørd fyri skúlans nýtslu av hellini, og vil hetta siga, at skúlabernini eru ikki farin at nýta hellina enn. Svimjuhellin er opin frá kl. 7 á morgni til 8 á kveldi.