leygardagur 18. januar 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
smátiðindi
innanoyggja
Skadi
fyri 100.000 kr.
Olavur Halgi, sum for eystur-
eftir ein túr, vendi fyrst i
vikuni aftur. Teir vóru tá
komnir til Norðurnoreg. Or-
sekin var, at ein dynamo
brendi saman. Roknað verður
við, at skaðin kemur at kosta
fuglfirðingum, sum eiga trol-
aran, einar 100.000 kr.
Fyrsti fundurin í gjár
Í gjár var ætlanin, at nýggja
landsstýrið skuldi halda
fyrsta fundin. Tá skuldi
endalig avgerð takast um
býtið av teimum ymisku
málsekjunum millum lands-
stýrismenninar.
Legtingið kemur
aftur 27. január. Tá er fram-
saman-
løga å dagsskrånni.
Ringt vedur
Í vikuni herjaði satt ódnar-
veður kring landið, men
fólkaskaði var eingin. Í
summum plássum máldu teir
vindmegi 10 og 11.
Eitt kveldið vórðu bilar,
sum vóru á veg úr Sumba til
Vágs noyddir at venda aftur
fyri vindi. Sumbingar mistu
sama kveldið ljósið, sum ikki
kom aftur fyrr enn tidliga
morgunin eftir.
Nevndin afturvald
Pf Flogsamband hevði aðal-
fund fyrst í vikuni, og varð
nevndin afturvald. Nevndar-
limirnir eru Haldor Hansen,
formaður, Hákun Djurhuus,
Sigurð Joensen, Peter F
Christiansen, Thomas Dam,
Ahugi
fyri brugduveidu
Bædi i Havn og suduri i Vågi
hava menn åhuga fyri at fara
undir brugduveidu. Hetta er
fiskiskapur, sum føroyingar
fyrr einki hava gjørt av.
Tad er nakad til av brugdu
vid Føroyar, og seinasta år
vóru fleiri norskir bátar her
Norskir brugdubátar við bryggju í Vági, tá teir royndu í fjer
Haldor Hansen
Hans Pauli Johannesen og
Hugo Fjerðoy.
Á fundinum varð løgd fram
ein frágreiðing frá virki
nevndarinnar. Nevndin í flog-
samband valdi i fjør eina
nevnd til at taka sær av
spurninginum í sambandi við
flúgvingina sum t. d. rakst-
urin, hvat slag av flogfari er
best hóskandi o.s.fr. Í hesi
kanningarnevnd sita Johan
Djurhuus, Tummas Arabo,
Jógvan Sundstein og Lars
Larsen. Henda nevndin fer
seinni í ár at koma við einari
frágreiðing.
Bilur útav
Eingin kom til skaða, tá ein
persónbilur, sum koyrdi eftir
oynni í Suðuroy tyskvøldid
rendi á eina gravkúgv og
bóltaði 15 metrar oman í
Urdina við Øravik. Umframt
bilforaran var eitt ferðafólk
við í bilinum, men tey fingu
bert nakrar smávegis snudd-
ir. Bilurin fórst tó so illa, at
hann kann neyvan gerast
aftur.
og royndu eftir hesum fiski.
Roknað verður við, at hvala-
stoðin við Air verður tikin
meiri í brúk, um brugdu-
veiðan verður veruleiki. Tann
avgerandi spurningurin fyri,
um nekur brugduveiða verð-
ur, er prísurin. Livurin er tað
í hesum fiski, sum gevur pris.
Hon verður smeltað, og tað er
hetta arbeiðið, sum skal
gerast við Air.
sosialurin
Sum vit oll vita, hava vit rættu-
liga nógvar trupulleikar fyri
stavn. Vit hoyra okkara leiðandi
menn tosa um priskreppu fyri
okkara útflutning, likviditets-
kreppu hjá okkara peninga-
stovnum, oljukreppu og ymsar
aðrar kreppur.
Men so hava vit eisini hoyrt
nógv um eina aðra kreppu, sum
kallast málspurningurin í Hoy-
dølum. Um vit meta eftir allari
umreðuni av hesum máli, er
hetta ein tann mest álvarsami
spurningur, vit hava. Vit minn-
ast alt tað rok, sum var um hetta
mál, áðrenn próvtekuna seinasta
summar. So frættist, at málið
var at kalla loyst eftir ynski
næminganna. Og hetta sama
mál varð umrett langt uttan
fyri landamark og varð enntá
reist í fólkatinginum, tá tveir
næmingar ikki kundu fáa prógv,
ti teir í eini lærugrein noyddust
at tosa danskt, um próvdómarin
skuldi skilja teir, og hetta vildu
teir sum kunnugt ikki. Og hóast
landsstýrið hevur gjørt tað sum
gerast kann og hevur lovað
framvegis at gera tað, so er
framvegis ófriður í Hoydølum. Í
eini tid, har vit hava ligid í
stjórnarloysi og har okkara
vinnuligu trupulleikar tykjast at
vera sterri enn nakrantið áður,
frætta vit, at næmingarnir hótta
við at fara í verkfall, um teir ikki
fáa síni krev uppfylt og tað
beinanvegin.
Hvat er so próvgrund næm-
inganna fyri, at teir ikki vilja
tosa danskt við próvtekuna? Jú,
ein er tann, at teir halda seg ikki
vera nóg væl ferar fyri at mál-
bera seg á donskum, og ein
onnur er, at teir meta tað at vera
ein sjálvsagdan rætt í einum og
hverjum føri at sleppa at mål-
bera seg á føroyskum í Føroy-
um. Men spurningurin er,
hvussu nógv hald er í hesum
próvgrundum og hvussu langt
ein eigur at laga seg eftir
teimum. Tað er sjálvsagt at
fegnast um, at Hoydalsnæming-
arnir hava ein so stóran alsk til
okkara mál. Men vit mega gera
okkum greitt, at eitt mál er fyrst
og fremst eitt amboð, ið vit nýta
fyri at hava samband okkara
millum, og fyri at vit kunnu
skilja hvert annað. Eisini mega
Mál og stríð
vit gera okkum greitt, at
foroyskt ikki er og væl saktans
ongantíð verður eitt heimsmál.
Tað er bert 1/100.000 partur av
heimsins íbúgvum, sum tosa
foroyskt, so tað er lætt at skilja,
at tað er sera avmarkað, hvussu
langt vit kunnu klára okkum
bert við okkara máli. So vit
mega síggja í eyguni, at tað er
Óli Jacobsen, fiskimanna-
felagsformaður
avgerandi neyðugt hjá okkum
umframt foroyskt at duga í
minsta lagi eitt annað mál til
fulnar, t. v. s at vit mega duga
tað eins væl og okkara egna mál.
Og við tað, at vit eru ein partur
av tí norrena måløkinum er tað
mest nærliggjandi, at vit læra
eitt av teimum størru norrønu
málunum, og tá kunnu vit eins
væl læra danskt sum eitthvert
annað. Og so mega vit endiliga
gera okkum klárt, at hetta mál
eru vit neyddir at nýta, tá
okkara egna mál ikki røkkur til.
Kjartan Hoydal
Finnbogi Isaksen
Í panelinum eru
Jógvan Arge Andrew Ísheim
Hilmar Bech Bárður Jacobsen
Jóannes Dalsgaard Oli Jacobsen
Sigrid Dalsgaard Steinbjarn B. Jacobsen
Atli Dam Hans Jørgensen
Signar Dam Hedin Klein
Birgir Danielsen — Jacob Lindenskov
Hans Holm Sverre Midjord
Johan Mortensen
Johan Hot Mortensen
Og tað kemur jú ógvuliga ofta
fyri. Flestu okkara eru noydd at
nýta danskt á ein ella annan hátt
nærum dagliga. Eisini fara fram
ymsar próvtekur á donskum, tí
tað nú einaferð liggur best fyri.
Hetta ger seg t. d. galdandi fyri
handilsskúlarnar, men vit hoyra
ikki um, at nakar mutar ímóti
hesum. Tá næmingarnir fera
fram, at teir eru ikki nóg væl
forir fyri at málbera seg á donsk-
um, er at siga, at um toluliga
evnagóð 19—20 ára gomul ung-
fólk, sum hava lært danskt í
skúlanum í eini 12 ár ikki duga
danskt til fulnar, so kann bert
ein feilur vera, og hann er at tey
læra ov lítið av donskum. Men
vit hoyra tó einki um, at somu
studentar, sum fara beinleiðis
niður at lesa, hava nakrar mál-
trupulleikar. Og tað kann eisini
leggjast afturat hesum, at vit
eru mong, sum bert hava lært
danskt í skúlanum helvtina av
hesi tid, og sum hóast hetta ikki
hava nakrar trupulleikar við at
skilja og tosa danskt.
Tá vit hava í huga, at okkara
mál hevur fingið allan tann rætt,
sum vit eru førir fyri at geva ti,
bendir alt á, at tað er eingin
saklig orsek fyri ellum tí roki,
sum hevur verið í Hoydelum.
Útfrá hesum skuldi hesin spurn-
ingur ikki verið so torførur at
greiða hjá landsstýrinum. Tað
eigur at boða næmingunum frá,
at teir skullu fáa foroyskar próv-
dómarar, har tað liggur fyri. Har
tað ikki liggur fyri, verða
danskir próvdómarar nýttir.
Skuldu næmingarnir ikki funnið
seg í hesum, so ivist eg í, um tað
verður tann stóri landsskaðin,
um vit framyvir fáa nakrar
studentar færri.
Óli Jacobsen
Kristjan á Neystabø
André Niclasen
Johan Nielsen
Kári D. Petersen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
Filmssýningar
SAMSOS-film fer undir aftur sýningar av filmum úr sosial-
istisku løndunum. — Filmskveld verða á Læraraskúlanum i
Havn hóskveldini 23. januar, 20. februar, 20. mars og 17.
april. Og á skúlanum á Tvøroyri leygarkvøldini aftan á. Syn-
ingarnar byrja klokkan 20.00.
Tveir filmir verða sýndir hvort kveldið, ein stuttfilmur og
ein spælifilmur.
Teir fýra spælifilmirnir verða hesir:
»Øska og diamantar«, pólskur filmur um tíðina beint aftan á
seinna heimsbardaga.
„Hjarta Russlands — eitt seguligt kapittul<, sovjettiskur
litfilmur.
»Kærleiki hinnar ljóshærdu<,
filmur.
„Um tú ert góður við heim títt“, sovjettiskur filmur frá
teimum døgum, táið týskir nazistar royndu at hertaka
Moskvu.
tjekkiskur sålarfrødiligur
Árskort, ið gevur atgongd til
alla rødina, kostar 20 krónur
og fæst fyrsta kveldið, sum
verður í Havn komandi hós-
dag og á Tveroyri leygardag-
in 25. í hesum klokkan 20.00.
SAMSOS