Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 18. januar 1975 sosialurin EF-leidari: — Vit hava verið fyri bakkasti Formaðurin í EF-nevndini sigur, at Felagsmarknaðurin hevur fingið meiri brúk fyri útheiminum Formaðurin i EF-nevndini, Francois Xavier-Ortoli, segði á einum tidindafundi í Bruxelles fyrst í vikuni, at tað er persón- liga áskoðan hansara, at Europa eigur at hava eina felags verju. Men hesin spurningurin hevur ikki verið til viðgerðar í EF- nevndini. Ortoli vísti aftur øllum møgu- leikum fyri at nyta hermegi ímóti teimum oljuframleiðandi londunum. Formaðurin segði, at hann — mótvegis amerikanska uttanríkisráðharranum, Henry Kissinger — dugdi ikki at fyri- gykla sær ta stødu, tå hermegi verður neyðug at brúka, hóast Europa skuldi komið í eina sterri búskaparliga stødu enn nú. Bjartskygdur Ortoli var bjartskygdur, tá hann talaði um politisku stødu europ- earanna í heiminum, Hann segði, at høvudsorsøkin til hetta liggur í tí, at londini í hesum heimsparti hava kunnað talað við einari felags rødd gjøgnum Felagsmarknaðin. — Vit hava partvíst fingið størri brúk fyri USA, segði Ortoli. Ein orsekin til hetta er orkukreppan, legði hann aftrat. Hann segði, at tað er neyðugt, at Felagsmarknaðurin skjótast Alt vildi væl til, tá sovjettisku rúmdarmenninir, Aleksej Gub- arjev og Gregorij Gretjko sunn- udagin bundu rúmdarskipið Soyus 17 saman við ómannaðu rúmdarsteðini Saljut 4, sum fyri gjørligt fer at leggja ætlanir um ein orkupolitikk, til tess at sleppast kann undan ov stórum oljuinnflutningi. Ortoli metti, at Felagsmarkn- aðurin í 1974 var fyri bakkasti, ti hann hevði fingið meiri brúk fyri ødrum pørtum av heiminum. — Vit eru komnir í ta stødu, at vit nú standa maktarleysir, SE og vit hava mist initiativid, segði hann. Um ætlanina hjá Bretlandi, um at fara burtur úr Felags- marknaðinum, segði Ortoli: — Eg haldi ikki, at bretar hava áhuga fyri at siga limaskap teirra upp við Felagsmarknaðin. Í staðin hava bretar sýnt áhuga fyri at varðveita limaskapin har, segði hann. Francois Xavier-Ortoli og Henry Kissinger. Teir eru ósamdir í orkupolitikkinum Bundu rúmdarfar saman við Saljut nøkrum vikum síðani varð send út í rúmdina, sigur sovjettiska tiðindastovan Tass. Beint eftir fóru rúmdarmenn- inir undir vísindaligar kann- ingar. Soyus 17 fór inn í ringrásina har steðin Saljut sveimar við hjálp av automatiskari stýring. Teir seinastu 100 metrarnar áðrenn samanbindingina stýrdu rúmdarmenninir sjálvir farinum. Sagt verður, at henda manu- ella stýringin eisini fer at fáa týdning fyri felags rúmdarsam- arbeiðið millum USA og Sovjet, sum verður í summar. Russar siga, at samanbind- ingin sunnudagin einki hevur við Apollo-Soyus ferðina at gera. Samanbindingin, sum skal verða í summar, varð roynd úti í rúmdini av Soyus 16 í desember mánaða. Burtur í ein mánaða Tað verður einki sagt um, hvussu leingi teir báðir sovjett- isku rúmdarmenninir skulu vera á steðini Saljut, men vestur- lendskir eygleiðarar rokna við, at teir fara at vera har í minsta lagi í ein mánaða. Tað longsta higartil, sum nakar sovjettiskur rúmdarmað- ur hevur verið í rúmdini, er í 23 dagar. Rúmdarmenninir umborð á Soyus 17 siga jørdini farvæl Síða 5 stubbar uttaneftir Minka um oljuframleiðsluna Stjórnin í Kuwait hevur sam- tykt at minka um dagligu oljuframleiðslu landsins úr 2,5 milj. niður í 2 milj. tunnur, skrivar dagblaðið >Al Qabas<, sum ber hesi tíðindi frá álítandi keldum innan stjórnina. Eygleiðarar halda, at niðurskurðurin vil føra við sær eina minni pris- hækking á ráolju hjá Enska oljufelagnum BP og hjá amerikanska oljufelagnum Gulf. 55 doyðu av kulda Minst 55 fólk í Miðamerika doyðu seinasta vikuskifti eftir at ein kuldabylgja við rokstormi og kavaódn herj- aði. Eisini var nógv frost, og menn hava ikki upplivað slíkan kulda seinastu 87 árini. Wilson í Moskva Bretski forsætisráðharrin Harold Wilson og James Callaghan, uttanrikisråd- harri, fara å vitjunarferå til Moskva i februar at samråd- ast vid sovjettisku leiðar- arnar, var alment sagt úr Moskva seinasta týsdag. Kredit til Chile Vesturtýska stjórnin hevur fáar dagar eftir leyslatingina av fyrrverandi uttanrikisråd- harranum í Chile, Clodomiro Almeyda, sum hevur sitið í fongsli hjá hernaðarstýrin- um, samtykt at geva eitt fyrr umbiðið lán til Chile upp á 21,1 milj. d-markar (50 milj. danskar kr.) Ávaring til tey hvítu Felagsskapurin fyri afrik- anskari eind, OAU, hevur biðið partisanar í Afrika um at standa tilreiðar til eitt stríð, um hvítu minniluta- stjórnirnar í sunnara parti av Afrika skerja rættin hjá svertum uppaftur meiri. »Midway« til Vietnam Protestantleidari skotin Charles Harding Smith, ið er ein av leiðarunum i við- gongdu norðurirsku hernað- arsamgonguni UDA, var seinasta tysdag skotin. Hendingin fór fram beint við høvudsstødina hjá hernaðar- samgonguni fáar dagar eftir, at bardagi hevði verið innan samgonguna. Stonehouse fer frá sum parlamentslimur Bretski = parlamentslimurin John Stonehouse, sum hevur roynt at skapa sær nýggja tilveru í Australiu, hevur nú boðað frá, at hann hevur sagt tingstarvið frá sær. Hetiz varð kunngjørt í undirhúsin- um av næstformanninum í arbeiðaraflokkinum Edward Short. Donsk måtstøda í EF Ein stórur meiriluti í EF- parlamentinum boðaði undir einum dagalangum kjaki seinasta týsdag í Luxem- bourg frá, at haldast skuldi beinleiðis val til Europa- parlamentið. Bert tríggir danskir sosialdemokratar, Iv ar Nørgaard, Ole Espersen og Kristian Albertsen atkvøddu ímóti, at limirnir i EF-parla- mentinum um trý ár skulu veljast av fólkinum í EF londunum beinleiðis. Sovjettiskur herovasti deyður Sovjetiska tiðindastovan TASS sigur, at Viktor Khare- chenko, generalur, er deyður 63 ára gamal. Kharechenko doyði „meðan hann var við at gera skyldur sinar«. Hann var leiðari av ingeniørdeild- unum innan sovjetiska verju- málaráðið. Hann var somu- leiðis við í seinna heimsbar- daga á fleiri hermótum. Hin 51.000 tons stóri amerikanski flogberin »Midway« (sí mynd) er farin úr stød síni í Japan. Ongin veit, hvaðar skipið ætlast at fara. Eygleidarar við amerikansku flotastød- ina i Tokyovikini halda, at »Midway« skal i havleidirnar kring Suðurvietnam. Amerik- anska stjórnin hevur í eini notu boðað frá, at Norðurvietnam má taka fulla ábyrgd um frið- aravtalan ikki verður hildin.