leygardagur 18. januar 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10 innbrot
seinastu 1
Avhoyringarnar í samband við
álop á kvinnu stutt fyri jól ikki
lidnar enn, sigur Hjalgrim
Magnussen, steðleiðari, í viðtalu
við SOSTALIN
Ikki færri enn tíggju innbrot
hava verið í Havn síðani 4.
januar í ár, upplýsir Hjalgrim
Magnussen fyri SOSTALINUM.
Brotid hevur verid inn i kioskir
og handlar, har ymsar vørur
hava verid stolnar. Mikunåttina
varð brotið inn i kioskina hjá
Poul Lamhauge á Vaglinum, har
góðgæti fyri 400 kr. varð stolið
Fyrr í vikuni varð brotið inn í
mótabúðina við Sverrisgetu, har
nakrar taskur vóru stolnar.
Teir somu
fremja innbrotini
Hjalgrím Magnussen steðleið-
ari sigur í viðtalu við SOSIAL-
IN, at tey flestu av teim inn-
Fyrradagin lá nýbygdi 20 tonsarin Árnasker
úr Elduvík við bryggju í Vágsbotni í Havn.
Báturin, sum er bygdur á Stranda Báta-
smiðju, kostaði 600.000 kr. Hann hevur 180
hesta Volvo Penta motor við revers geari og
hydrauliskari umstýring. Báturin er ætlaður
til línufiskiskap og er Gtgjørdur við linuspæli,
sum er gjørt hjá J. K. Joensen og Soni í Mið-
vági. Tað er partafelagið Árnasker í Elduvík
við Arnold Garðshorn, sum eigur bátin.
Hjalgrím Magnussen: Fólk yvirsíggja tnnhrotini
brotum, sum verið hava síðani 4.
januar, eru uppklárað.
— Talan er í flestu forum um
ungfólk, og hava hesi framt fleiri
av innbrotunum upp í saman,
sigur Hjalgrim Magnussen.
Kvinnu-álopið
Málið viðvíkjandi kvinnuni, sum
stutt fyri jól varð álopin, sligin
og pengar hennara stolnir,
verður gjølla kannað. Avhoyr-
ingarnar í hesum máli eru ikki
lidnar enn. Somuleiðis halda av-
hoyringarnar i skipasmiðju-
stuldrinum, har 17 tús. kr.
vórðu stolnar, áfram.
Fólk yvirsíggja
innbrotini
Hjalgrím Magnussen, steðleið-
ari, sigur, at fólk, sum hava sæð
innbrot, vilja í flestu forum ikki
úttala seg um hetta, og tað
hendir seg sjáldan, at fólk í inn-
brotsmálum hjálpa politinum.
Óli í Áarstovu
Undir leiðslu nýggja fiski-
málaráðharrans skal nýggja
landsstýrið reka albýlpolitikk
í øllum fiskivinnumálum.
Reseptin er tó ikki skrivað
enn.
(0)
So vóru valreðurnar av á
hesum sinni og sannleikans
tími er komin
(0)
Millum danskar politikkarar
hevur Anker Jergensen ein
feil. Hann er bersegin og
sannførur.
— O —
Hoyrt niðri í býráðnum:
M. P: Tað er verri at mangla
WC enn at vera einkjumaður.
— 0 —
Áður í tíðini vóru veljararnir
sjálvir noyddir at finna út
av, hvat teir meintu — nú á
døgum hava teir veljarakann-
ingarnar, sum siga teimum,
hvat teir meina.
Mikudagin fingu 18 nýggir maskinmeistarar handað prógv á Maskinskúlanum í Havn. Teir eru:
Jóhan Petur Abrahamsen, Súni Abrahamsen, Pætur Debes, Regin Djurhuus, Óli Erlendur
Erlingsson, Jóannes Eyðun Hansen, Almfinn Jan Jacobsen, Djon Diurhuus Jacobsen, Jógvan
Hendrik Joensen, Karl Joensen, Petur Olaf Larsen, Jens Olivur Mikkelsen, Mortan Mortensen,
Niels Jacob Sofus Olsen, Hjalmar Nordberg Poulsen, Páll Ólavur Rubeksen, Mannbjørn Wang
og Hans Gudmund Winthereig.