Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin telf. 1 1820, box 76; 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Bladstjorn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Loysnin Í LONGRI TID hevur råfiskaprisurin verið stødugt lækkandi. Hetta stimbrar sum vera man ikki um veidihugin hjå monnum, men førir heldur til eina minking i framleidsluni. Veidi- menn eru sjålvandi misnøgdir og krevja, at annað skil kemur á. AÐRASTAÐIR, EITT nú innan danska land- búnaðin, er vinnan skipað sum andeilsvirkir. Allir framleiðarar av landbúnaðarverum eiga í felag mjólkavirki, slaktari og sláturvirki, sum hesir lata råvøruna til fyri ein ásettan minsta- prís, ið verður ásettur fyri longri tíð. Tá árið er ummi, verður stødan hjá virkinum uppgjørd og vinningsbýtið latið til framleiðararnar, alt eftir hvussu stórar nøgdir av råvøru hver einstakur heuvur latið til virkið. HER VERÐUR prisurin ikki fluttur upp og niður eftir skiftandi marknaðarprisum. Hetta tryggjar eina javna framleiðslu, eins og hetta tryggjar framleiðarunum fulla og óskerda úr- tøku fyri arbeiði sitt. Teir vita, at tá neyðugur peningur er settur í tiltaksgrunn, tá renta og avdráttur av lánum, eins og tað, sum annars er neyðugt fyri at gjalda rakstrarútreiðslurnar, er goldið, fáa teir restina í útbýti. SOLEIÐIS ATTU feroysku flakavirkini eisini at verið skipað. Her áttu fiskimannafelagið, útróðrafelogini, arbeiðsmannafelogini, teir sum eiga útróðrabátarnar, teir sum reka fiskiidnað uppi á landi og tað almenna at tikið seg saman og skipað flakavirkini sum andeilsvirkir. Hetta vildi stimbrað um áhugan og nørt um fram- leiðsluna. TÅ HEVDI IKKI verið neyðugt at flutt av- reidingarprisin upp og niður eftir skiftandi marknadarprisum. Eftir hesi skipan vildi hvor einstakur fingið áhuga fyri rakstrinum av virkinum. Hver einstakur vildi tá verið hugaður fyri rationellari og effektivari fram- leiðslu, ti hver króna vildi eftir hesi skipan komið teimum sjálvum til góðar, tá hver fiski- maður og arbeiðsmaður á virkinum, eins og fiskifør og virkisleiðsla, vildu fingið utbyti við árslok í mun til ta nøgd av råvøru, viðkomandi hevur avreitt, ella tað tal av arbeidstimum við- komandi hevur presenterað. SOLEIÐIS ATTI Føroya Fiskasøla eisini at verið skipað. Umframt utgerdarfeløgini, sum í dag eiga Føroya Fiskasølu, skuldu Føroya Fiskimannafelag, útróðrafelogini, verka- mannafeløgini og hitt almenna eisini verið við, soleiðis at teir, sum draga fiskin av grunni og virka hann til uppi á landi, eisini kundu verið við, tá tað kemur til tað at selja ta lidnu fram- leiðsluna. sosialurin dagbókin Guðstænastur Komandi sunnudag verða hesar guðstænastur: Fugla- fjorður altargongd vid T. Beder. Glyvrum altargongd við J. Follend. Fámien kl. 12 og Øravik kl. 18.00 altar- gongd við K. O. Videro. KFUK »Vårgledi« hevur fund í KFUK í dag kl. 16.00: Vit hoyra um Jósef. Filadelfia I dag kl. 16.00 fritidararbeidi fyri gentur, kl. 18.00 fyri dreingir og kl. 20.00 hevur systramissiónin fund. Telefonandaktin svarar alt samdøgrid å telefon 14880. Evangeliihúsið Í kveld kl. 20 evangeliskur fundur, har Egil Ebberson úr Noregi talar. Telefonandaktin svarar á telefon 12266. Regluligar sendingar allar dagar í vikuni uttan sunnu- dag: 07.15: Vedurtidindi 07.17; Morgunlestur 07.30: Vedurt. og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurt. og tidindi 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurt. og tidindi 12.32: Tonleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur til kl. 13.00 18.30: Vedurt. og tidindi Midvikudagin 22 08.05: Enskt II 13.00: Kveðuljómar til sjó- folkid 18.42: Miðvikan 19.30: Fólkalog 20.00: Enskt II Hósdagin 23. 18.42: Utvarpslæknin 18.52: Framhaldssøgan Landastrokini eftir Knut Hamsun, 11. partur. E. Joensen les- ur. Hans Thomsen tyddi 19.10: Aksel Schiøtz syngur danskar sangir 19.30: Poppur Friggjadagin 24. 18.42: Orðabókin 19.00: Fyrilestur 19.30: L. v. Beethoven: Son- ata fyri klaver og viol- in nr. 9 i A-dur, op. 47 »Kreutzer-sonatan« Clara Haskil spælir klaver, Arthur Grumiaux violin 20.00: Friggjakvøld klokkan 20 Nr. 6 — 22. januar 1975 Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan hátt høvdu samkenslu og tóku lut í stóru sorg mini, tå kæra kona min Olivia Poulsen og dreingirnir Jåkup Martin og Ragnar doyðu og vórðu jarðaðir. At nevna fleiri serstøk nøvn vil bert gera tøkkina enn fátækari; tó vil eg serstakliga nevna ta stillforu og hjartaligu vælmeintu hjálp, ið Eivind Vilhelm bispur og øll tit á Lands- sjúkrahúsinum — læknar eins og sjúkrasystrar — veittu og framvegis veita. Síðst men ikki minst vil eg takka fyri all góðynski og bønir, ið eg veit eru send til Hin almåttuga, ið einans er førur at veita sonnu hjálpina í slíkum føri, sum hendi meg tollaksmessudag 1974 Sjúrður Poulsen Aðalfundur Arbeiðsmannafelagið Fylking heldur aðalfund tann 29. január 1975 kl. 19.30. Dagsskrá sambært grein nr. 20 í lógini. Stjórnin Rigshospitalets jordemoderskole I joremoderskolen begynder et nyt 3-årigt kursus i begyndel- sen af oktober 1975. Ansøgninger om optagelse skrives på et særligt ansøgningsskema og indsendes i tiden 1. — 28. februar 1975 direkte til direktionen for Rigshospitalet, Blegdamsvej 9, 2100 København Ø. Ved henvendelse til jordemoderskolen, Rigshospitalet, Tagensvej 18, 2200 København N, udleveres vejledning ved- rørende uddannelsen og ansøgningsblanket. Rigsombudsmanden på Færøerne den 17. januar 1975 Leif Groth rÅ = ' Á = Råfiskaprisir Råfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frå 8. mai 1969, hevur å fundi 16. jan. 1975 åsett hesar minstuprisir fyri fyrstafloks blóðgaðan råfisk kruvdur vid høvdi frá vekt. kr. pr. kg yvir 70 cm 1A 3,20 — 70cm1B 1,21 44—70 cm 1A 1,80 44—70cm 1B 1,21 1,00 yvir40 cm 1A 1,82 — 40cm1B 1,21 Longa 1,68 Blålonga ongan pris Brosma ongan pris Skøta 0,98 Kongafiskur ongan pris Upsi yvir 75 cm 0,90 Hvitingur — 31cm 0,87 Havtaska yvir3kg 1,41 6,13 Steinbitur Hesir prisir eru galdandi frå og vid 17. jan. 1975, sum oman- fyri tilskilað á hesum plåssum: Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvík, Fuglafirði, Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið- vági, Servági, Tveroyri og Vági. Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við frá- drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 17. januar 1975 Prísásetingarnevndin á ráfiski