Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 22. januar 1975 sosialurin Kinesiska fólkaveldið fær nýggja stjórnarskipan Nýggja stjórnarskipanin skal avloysa gomlu stjórnarskipanina frá 1954. Eygleiðarar í Peking halda, at Teng-Hsiao hevur góðar møguleikar at gerast formaður í kinesiska kommunistaflokkinum eftir Mao Tse-tung. Almenna kinesiska tíðindastov- an boðaði seinasta friggjadag frá, at centralstjórnin innan kin- esiska kommunistaflokkin helt fund á hægsta stigi í tidarskeid- num frá 8. til 10. januar í ár. Endamálið við fundinum var at fyrireika eina samankallan av fólkakongressini, at endurskoða grundlógina og at broyta sam- ansetingina av kinesisku stjórn- ini, upplýsir almenna kinesiska tidindastovan Hsinhua. Á fundinum í sentral stjórnini var Teng Hsiao-ping valdur til næstformann í kommunista- flokkinum. Hann hevur higartil verið varaforsætisráðharri. Hetta er onnur ferðin síðani 10. floksfundurin í august 1973 var hildin, at central-stjórnin heldur fund á hægsta stigi. Sambært Hsinhua tíðinda- stovuna tingaðust centralstjórn- arlimirnir um arbeiði til at fyri- reika eina fjórðu fólkakongress. Eisini var samtykt at gera út- kast til kjak um eina nýggja stjórnarskipan. Onki nevnt um Mao Tidindastovan Hsinhua nevndi onki um, at Mao Tse-tung var við á fundinum i centralstjórn- ini. Fundurin var sigur fyri Teng Hsiao-ping, sum í 1966 hvarv úr stjórnar og floks- leiðsluni, eftir at hava verið skýrdur „annar av teimum, sum vildu slætta veg fyri kapital- ismuni«. Hin fyrri, sum skirdur var hetta sama, var stjórnarforsetin Liu Chao-shi, sum ongin hevur hoyrt nakað til síðani. Teng kom aftur upp í stjórn- arvaldið í 1973 og hevur havt í stjórnararbeiðnum En-lai gjerdist ivaleyst ein stóran lut siðan Chou sjúkur A LA eee eee ege Diplomatar i Peking hava varnast, at Chou En-lai er brådliga farin at visa seg fram alment, eftir at hann ikki hevur vist seg, sidan danski forsætis- rådharrin Poul Hartling vitjadi i Kina i Heyst. Chou ligið á sjúkrahúsi Chou En-Lai er júst vorðin út- skrivaður av sjúkrahúsi, har hann varð innlagdur í juli fyri hjartasjúku. Fyri faum døgum síðani hevði hann samráðingar við vesturtýska kristiliga-sosi- ala leiðaran Franz-Jofes Strauss og japanskar sendimenn. Arbeiðir til langt út á náttina Ur Peking verður annars sagt, at Chou arbeiðir til langt út á náttina, eins og hann gjerdi áður. Hin nýggja grundlógin, sum verður fyrireikað av kinesisku eiðarunum, skal avloysa stjórn- arskipanina frá 1954. Eitt útkast til nýggja stjórnarskipan hevur yrr verið gjørt, men varð vrakað, vegna tess at tankarnir ljá fyrrverandi kinesiska verju- málaráðharranum Lin Piao komu alt ov sjónliga fram, og var hetta tikið sum uppreistur móti Mao formanni. Teng var fyrst skúgvaður til viks. Nú er hann aftur komin upp í kinesiska stjórnararbeiðið og hevur góðar møguleikar at gerast formaður í kinesiska kommunistaflokkinum eftir Mao Tse Tung Ósemja í portugisisku stjórnini Javnaðarmenninir vilja hava frælsi til at skipa teirra egna landsfelagsskap av arbeiðsmonnum Portugisiska stjórnin stendur spjødd í spurninginum um, hvussu fakfelogini í landinum skulu byggjast upp. Javnaðarmenninir undir leiðslu av uttanríkisráðharran- um, Mario Soares, hava hótt við at spreingja stjórnina, um hern- aðurin og kommunistarnir fram- vegis halda fast við, at allir portugisiskir arbeiðsmenn skulu limast inn í Intersindical, sum er ein landsfelagsskapur av arb- eiðsmonnum, og sum varð stovnaður undir Salazar-stýrin- um. Frælsi Sosialistarnir krevja frælsi til at skipa teirra egna landsfelags- skap, meðan kommunistarnir vilja halda upp á Intersindical Spurningurin varð vidgjørdur á einum stjórnarfundi í farnu viku. Á einum mótmælisfundi frammanundan segði Soares, at vinstravongurin í raktur av einari kreppu, men at han ikki er spjaddur. Salgado Zenha, løgmålaråd- harri. sum eisini er úr javnaðar- Portugal er flokkinum, segði í einari reðu á sama fundinum, at tann demo- kratiska framtíðin stendur upp á spæl Portugal fer at verða hart rakt, um kommunistarnir ikki ganga eitt sindur varligari um hurðarnar síni til teir meiri enn 20.000 mót- segði Soares í rødu mælismenninar vinstravonginum er komin í bert tveir mánaðir frammanundan tí fyrsta fría valinum í segu Portugals. Osemjan á Síða 3 stubbar uttaneftir Miseydnað álop á ísraelskt flogfar Franska politiið helt mána- morgunin, at yvirgangs- menninir í Orly-floghavnini hevdu ikki triggjar, men seks giðslar. Við at seta mikro- fonir á veggin, har giðslarnir og terroristarnir hildu til, hevði politiið hoyrt reddirnar á einari kvinnu og einum barni, einum eldri manni og tveimum yngri monnum, um- framt reddirnar á yvirgangs- monnunum. Um talan var um tveir ella triggjar yvirgangs- menn, var ikki greitt tá. Hildið varð, at ein av yvir- gangsmonnunum varð særd- ur. Yvirgangsmenninir tóku nakrar giðslar eftir at hava gjørt eitt miseydnad álop á eitt israelskt ferðaflogfar. Eini 20 fólk í floghavnini vórðu særd, 8 av teimum álv- arsliga. Yvirgangsmenninir søgdu mánamorgunin, at teir fóru at tingast við fronsku myndugleikarnar. Einasta kravið, sum teir tá hevdu sett fram, var, at teir vildu hava frítt at fara við einum flogfari til Miðeystur. Teir søgdu seg vera limir í tí partisanbólk- inum, sum fyri góðari viku síðani skjeyt rakettir eftir einum ísraelskum ferðaflog- fari í Orly-floghavnini uttan fyri Paris. Partisanfelags- skapurin, PLO, hevur hvass- liga funnist at atsóknini og sigur hetta at vera ein brots- gerð móti áhugamálunum hjá palestinarunum og vinarlagn um mótvegis Fraklandi Politiið í floghavnini segði mánamorgunin, at giðslarnir eftir umstødunum hevdu tað gott, men at teir einki høvdu fingið at etið í meiri enn 12 timar, eftir at menninir høvdu havnað ein- yvirgangs um tilboði um mat. Um nátt ina varð skotið eftir politi- monnunum, men eingin varð raktur. Í Egyptalandi hava blød skrivað, at hendingin í flog havnini kann fara at skaða viðurskiftini ímillum Frak- land og arabaralondini. Ísrael fer nú at mótmæla hjá altjóða sivila loftferðslufelagsskapin- um og biðja felagsskapin um at fremja tiltøk til tess at beta um loftferðslutrygdina Nýggj våpnahvild Politiska deildin innan IRA umhugsar nú, um hon skal ganga við til eina nýggja våpnahvild í Noråurirlandi. [RA-keldur i Dublin siga, at tad eru g6dir møguleikar fyri einari våpnahvild. Óváttað tíðindi siga, at bretska stjórnin fer at lata 100 IRA-menn leysar, um leiðslan gongur við til óav- markaða vápnahvild. Tað var Harold Wilson, forsætisráð- harri, sum tók stig til fundin millum IRA og bretskar stjórnarumboðsmenn sunnu- dagin. Skutu eftir verkfallsfólki Spanska løgreglan skeyt við skørpum seinasta månadag eftir verkfallsmonnum i Barcelona, eftir at verkfalls- menninir høvdu grýtt grót eftir einum løgreglubili. Und- ir skotbardaganum bleiv ein arbeiðsmaður særdur. Verk- fallið i Barcelona hevur vart í eina góða viku Smáir møguleikar fyri semju Mánadagin hevdu javnaðar- flokkurin undir leiðslu av Anker Jørgensen og vinstra- flokkurin undir leiðslu av Poul Hartling, forsætisráð- harra, fund um viðurskiftini eftir fólkatingsvalið í Dan- mark. Undan fundinum hildu eygleiðarar í Keypmanna- havn smáar meguleikar vera stjórnarsamarb- stjórnarflokkin fyri einum eiði ímillum og javnaðarflokkin Aðalnevndin í radikala flokkinum hevur heitt á javn- aðarflokkin og vinstraflokkin um at skipa stjórn. Teir radikalu eru hugaðir at lut- taka í einari tilikari stjórn. Skjóting í Argentina Ein politimaður varð dripin og ein annar særdur undir einum skotbardaga millum politiið og býarpartisanar i Buenos Aires Friggjadagin, siga myndugleikarnir í argen- tinska hovuðsstaðnum. Skot- bardagin byrjaði, tá politiið skuldi handtaka ein mann, sum býtti flogseðlar út Avtaka gullprísin Teir 126 limirnir í altjóða valutagrunninum, IMF, hava samtykt at avtaka almenna gullprisin. Samtyktin er lið í irbeidinum fyri at minka um ávirkanina, sum gullið hevur á altjóða valutaskipanina Fåtækdømi Felagsmarknaðurin fer næstu tvey árini at brúka 40 mill. kr. fyri at kanna eftir, hverji tiltøk kunnu verk í móti fátækdeminum í Europa setast 1 Fleiri verða arbeiðsleys Livikostnaðurin hækkar al- samt, og fleiri verða arbeiðs- leys, verður sagt í einum boð um frá felagsmarknaðar- nevndini í Bruxelles. Idnad- arframleiðslan = í teimum niggju limalondunum fellur alsamt, verður sagt. Sam- stundis siga keldur í Sveríki, at 100.000 fólk fleiri hava fingið arbeiði har samanborið við sama tíðarskeið í fjør.