leygardagur 15. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 15. juni 2002
Nr. 112 - 15. juni 2002
3
GONGURTÚRUR
Solby A. Eliasen
Aftur í ár skipar Kunning-
arstovan í Havn saman við
hinum økisfeløgunum fyri
einum
gongutúri
kring
oyggjarnar. Í fjør og fyrra
árið var tað Føroyar úr suð-
uri í norð, men í ár verður
tað úr eystri í vest
Farið verður út til Fugl-
oyar leygarmorgunin. Og
so byrjar gongurtúrurin,
sum endar úti í Mykines-
hólminum.
Kjartan
Christiansen,
ferðaleiðari á gongutúri-
num, sigur, at undirtøkan
hevur verið góð bæði tey
undanfarnu árini, so tað
verður hon væntandi eisini
í ár.
- Talan er um eitt sera
sosialt tiltak, tað verður
prátað nógv og tað er sera
hugnaligt, sigur Kjartan
Christiansen. Hann leggur
afturat, at tann longsti tein-
urin, sum verður gingin út í
eitt er 15 kilometrar. Men
tað er ikki at forsmáa, tí tað
er nógv upp og niður, so tað
kann tykjast strævið til tíð-
ir.
Hann greiðir eisini frá, at
á túrinum fyrsta árið, vóru
tað mest føroyingar við,
meðan tað í fjør ikki vóru
so nógvir føroyingar.
- Eg veit ikki, um orsøkin
til tað kann vera, at í fjør
var eitt stórt enskt ferðalið
við á túrinum, og onkrir
føroyingar av tí orsøk hildu
seg aftur. Hetta er sum
nevnt eitt sosialt tiltak, har
tað verður prátað nógv. So
tað kann vera, at onkur helt
seg aftur, tí tað var neyðugt
at tosa enskt, sigur Kjartan.
Gongutúrarnir hini bæði
árini vóru úr Akrabergi til
Enniberg.
Føroyar – úr eystri í vest
TOMBOLA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Leygarmorgun-
in klokkan tíggju verður
eitt tombola og kafé í sjálv-
um
bátaneystinum
hjá
Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Tað er ein partur av ”old
girls” manningini, sum
stendur fyri hesum tiltaki.
Hetta er ein roynd at fáa ein
part av mistari inntøku inn-
aftur
- Vit hava tikið stig til
hetta tiltak sum eina roynd
at fáa ein part av mistari
inntøku hjá felagnum inn-
aftur, sigur ein av manning-
ini, Petrina Venned, sum
sipar til, at Norðoyastevnan
í ár var ein heilkiksari, tá
tað ræður um inntøku hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag.
Tiltakið í neystinum byrj-
ar, sum sagt, klokkan tíggju
leygarmorgunin, og høvi
verður hjá fólki, umframt at
vitja tombolaið, eisini at
hugna sær við einum kaffi-
munni og onkrum afturvið.
Tí ætlanin er, at ein kafé
eisini skal verða har. Um
viðrar verða stólar og borð
sett uttanfyri, um ikki, so
verður kaféin inni í báta-
neystinum.
Petrina og hini, sum
skipa fyri hesum tiltaki,
vóna sjálvsagt, at fólk fara
at taka væl undir við tiltaki-
num. Men tey vita eisini, at
leygardagin spæla Dan-
mark og Argentina áttanda-
partsfinalu í HM, so tá
verða gøturnar helst mann-
tómar.
- Men vit vóna tað besta,
kortini, sigur Petrina, og
leggur aftur at, at tað eru
ikki øll, sum eru so vill eftir
fótbólti.
Ætlanin er eisini, at um
tombolaið ikki er liðugt, tá
kappróðurin
á
Eystan-
stevnu byrjar, so kunnu
fólk sita niðri í neystinum
og lurta.
- So meðan rógvararnir
gera sína skyldu úti á
Skálafirðinum, fara vit at
royna at geva felagnum
eina hjálpandi hond her,
sigur Petrina.
Tað er ongin loyna, at
Norðoyastevnan var onki
fíggjarligt kupp hjá Klaks-
víkar Róðrarfelag í ár, so
umframt hetta tiltakið hava
rógvararnir eisini selt luta-
seðlar, sum verða drignir
leygarkvøldið, tá rógvarar-
nir eru komnir aftur til
Klaksvíkar.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Jona Djurhuus
Morskranes (búsitandi í Havn)
andaðist og fór til gravar.
Ein serlig tøkk til allar tær mongu sjúkrasystrarnar
og heimahjálparnar fyri ta umsorgan og røkt,
ið tit góvu henni øll árini, hon var sjúk.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini
Tombola í neystinum
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
Kunngjørt verður hervið fyri ætt, vinum og
kenningum, at kæri maður, pápi, sonur, beiggi,
svigarsonur og svágur okkara
Alf Sørensen
Miðvági
andaðist í Keypmannahavn sunnudagin
50 ára gamal.
Kistan kemur við flogfarinum sunnudagin
uml. kl. 11.00.
Jarðarferðin verður mánadagin kl. 13.00
av Ellisheiminum.
Fyri tey avvarðandi
Jóhanna, Ernst og Betsy
Tey, ið vilja minnast Alf, kunnu lata eina peninga-
gávu á konto í Føroya Banka.
C
M
Y
K
3
2