Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 112 - 15. juni 2002 Nr. 112 - 15. juni 2002 5 Løgmansskrivstovan lýsir í dag eftir nýggjum aðalstjóra til nýggja Løgmálaráðið. Nýggi aðalstjórin fær hampiliga løn STARVSETAN Edvard Joensen Søkt verður nú eftir aðal- stjóra til nýggja Løgmála- ráðið, sum samtykt varð at stovna, tá nýggja sam- gongan varð skipað. Nýggi aðalstjórn skal hava ábyrgdina av at skipa nýggja Løgmálaráðið. Hann skal vera løgfrøð- ingur ella hava aðra sam- svarandi útbúgving frá lærdum háskúla. Nýggi aðalstjórin verður løntur sum hinir aðal- stjórarnir í 39. lønarflokki í Tænastumannasáttmálanu m, av tí at starvið er tæn- astumannastarv. Hetta gevur honum við føstum viðbótum kr. 42.348,34 um mánaðan umframt eina viðbót upp á kr. 3.984,75 fyri at vera aðalstjóri. Samanlagt fer nýggi aðalstjórin at fáa kr. 46.333,09 í fastari løn frá landskassanum hvønn mánaða. Ella 555.997,08 krónur um árið. Lýsa eftir nýggjum aðalstjóra – Ætlar hann at føra politikk í landsstýris- málanevndini, hevur hann misskilt upp- gávuna og so hava vit ein stóran trupul- leika, sigur Jákup Mikkelsen POLITISK UMSITING Áki Bertholdsen – Ætlar formaðurin í lands- stýrismálanevndini sær at gera mismun á landsstýris- monnunum, hevur hann grundleggjandi misskilt sína uppgávu. Jákup Mikkelsen, limur í landsstýrismálanevndini, heldur Heini O. Heinesen, sum er formaður í nevnd- ini, kann hava sett trúvirðið hansara í vanda. Uppgávan hjá landsstýr- ismálanevndini er m.a at halda eyga við umsitingini hjá landsstýrisfólkunum, so at alt fer rætt fram. Men í Sosialinum hós- dagin segði Heini O. Hein- esen, sum er nývaldur for- maður í nevndini, at hann ætlaði at ansa serliga væl eftir Jørgin Niclasen, fiski- málaráðharra og hansara umsiting av fiskimálaráðn- um. Heini O. Heinesen hevur frætt, at ymiskt er í umbúna á fiskivinnuøkinum, sum er í stríð við lógina og tí ávar- aði hann frammanundan Jørgin Niclasen ímóti at fyritaka sær nakað ólóligt, tí so fór tað at verða tikið upp í landsstýrismála- nevndini alt fyri eitt. Stórur trupulleiki Hetta er fallið einum øðr- um limi í landsstýrismála- nevndini, Jákupi Mikkel- sen, fyri bróstið. Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning fyri Landsstýrismálanevndina, at hon er fullkomiliga óheft av politikki. – Landsstýrismálanevnd- in skal ikki brúkast til at føra politikk við. Tað er uppgáva hennara alt ov álv- arsom til og tað er ógvuliga umráðandi, at ein slík nevnd ikki verður brúkt til at føra politikk í. – Tað, sum Heini O, Heinesen sigur kann tískil hava sett trúvirðið hjá nevndini í vanda og tað er ein álvarsligur trupulleiki, sigur Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen er staddur uttanlands í løtuni, men tá ið hann er heim- afturkomin, fer hann at kanna málið og so tekur hann støðu útfrá tí. Kanska fer hann at taka málið upp í landsstýrismálanevndini, tað fer hann at hugsa um, tá ið hann er komin heim og hevur sett seg betri inn í tað. – Tað er greitt, at tá ið eg komi heimaftur, fari eg at taka málið upp at vita, hvat liggur aftanfyri. Útfrá tí taki eg so støðu til málið víðari. – Hevur formaðurin í nevndini frammanundan gjørt av at hava eitt serliga vakið eyga við tí eina landsstýrismanninum, hev- ur hann grundleggjandi misskilt sína uppgávu og so hava vit ein stóran trupul- leiki. Jákup Mikkelsen sigur, at tað er uppgávan hjá lands- stýrismálanevndini at halda eyga við øllum landsstýris- monnunum og tað ber ikki til at pilka ein einstakan burturúr og kunngera, at nevndin fer at halda serliga væl eyga við honum. – Við sínum 18 árum á baki sum løgtingsmaður, er Heini O. Heinesen aldurs- forseti í Føroya Løgtingi, so hann átti at vita betri, hann afturat. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á triðja nevndarlimin- um í Landsstýrismála- nevndini, Kaj Leo Johanne- sen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Fer at kanna úttalilsi hjá Heina O. Heinesen Enn er óvist, nær vit fara at hoyra útvarpssendingarnar úr Suðuroynni, men tær fyrstu sending- arnar verða kanska longu í summar LOKALVARP Áki Bertholdsen Tey, sum halda, at Suður- oyggin er er heldur forfjón- að í almenna útvarpinum kunnu fegnast. Tí nú verður arbeitt við at senda útvarp úr Suðuroynni. Tað er felagið Suðurrás, sum ætlar at senda lokal- varp úr Suðuroynni, men enn er óvist, nær farið verð- ur undir sendingarnar. Tó kann væntast, at tær fyrstu sendingarnar verða at hoyra longu í summar, men sendingarnar koma valla í eina fasta legu, fyrr- enn einaferð í heyst. Herfyri var felagið Suð- urrás sett á stovn at standa fyri lokalvarpinum í Suð- uroy. Suðurrás er eitt van- ligt felag, har øll kunnu gerast limir fyri 100 krónur um árið. Formaður í Suðurrás er Bjarni Johansen, næstfor- maður og skrivari er Dag- finn Olsen, kassameistari er Dennis Holm og nevnd- arlimir eru Djóni Eides- gaard og Búi Dahl, teir eru allir úr Vági. Byrja varliga Bjarni Johansen sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at byrja við varsemi. – Vit hava tosað við út- varp Føroya og haðani er stórur áhugi fyri at vit gera sendingar við tilfari úr Suð- uroy, sum síðani verða sendar í útvarpinum upp á sama máta sum sendingar hjá Studio Pegasus í Klaks- vík verða sendar. Enn er ongin avtala gjørd við Útvarpið, men formað- urin í Suðurrás væntar, at hetta verður leisturin ta fyrstu tíðina í hvussu so er. Hann sigur, at talan verður ikki um tíðindasendingar sum so, men meiri um sam- røður og upplýsandi tilfar og annað, sum hevur við Suðuroynna at gera. Suðurrás hevur leigað høli í ovaru hæddini á handlinum Litbúðini, sum liggur dygst við høvuðs- vegin, mitt í Vági. Mikrofonir og onnur, teknisk útgerð til Suðurrás er bíløgd og Bjarni sigur, at hendan útgerðin kemur longu mánadagin og so verður farið at rigga eitt upptøkuhøli til. Men hann dylir heldur ikki fyri, at endamálið er at fáa egnan sendara sum frá- líður, so at Suðurrás kann fáa sendiloyvi og kann senda sjálvt so at tað eisini kann gerast eitt rættiligt lokalvarp fyri Suðuroynna. Samstundis ásannar hann, at hetta verður eitt ódnar- tak, tí tað er kostnaðarmik- ið og tí er enn óvist, um tað letur seg gera. Á býráðsfundi miku- kvøldið viðgjørdi Vágs Býráð eina umsókn frá Suðurrás um fíggjarligan stuðul til tiltakið. Býráðið samtykti ein- mælt at lata Suðurrás 30.000 krónur í stuðuli, sum verður latin felagnum sum eitt slag av íverksetara- stuðuli. Bjarni Johansen sigur, at ætlanin er eisini at søkja um stuðul aðrastaðni frá eisini, eitt nú frá komm- unum og frá fyritøkum og virkjum. Fara nú at gera útvarp í Suðuroy Tá ið Jákup Mikkelsen kemur heim aftur úr útlondum, fer hann at fáa sær eitt prát við Heina O. Heinesen at vita, hvat býr undir úttalilsunum um at hann ætlar sær at ansa serliga væl eftir Jørgin Niclasen og hansara umsiting Tað verður í erva í hesum húsinum mitt í Vági, at nýggja útvarpsstøðin í Suðuroy fer at halda til C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Pakkaferðir Pakkaferðir Danmark Hetland Pakkaferð - Ísland Ferðist bíliga ... Pakkaferðir Pakkaferðir * & 2 vaksin 2 børn í bili Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 21.06. & 28.06. úr 13.210,- Dan Center summarhús 1 vika í summarhúsi 21.06., 28.06., 05.07. 12.07., 19.07., 26.07. & 02.08. úr 12.793,- * * Noreg Pers Hotel í Gol 1 vika í summarhúsi 17.06., 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 8.475,- * Easterhoull Chalets 1 vika í summarhúsi 17.06., 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 7.843,- * Sigl & Flúgv Key Hotellini við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari úr 5.814,- Tórshavn - Hanstholm og Keypmannahavn - Vágar ella hinvegin úr 2.550,- Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin fyri hvønn fyri hvønn team85