leygardagur 15. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 112 - 15. juni 2002
Nr. 112 - 15. juni 2002
7
Í tíggju ár hevur tón-
leikafagnaðurin
Summartónar nú
verið fastur summ-
argestur í Føroyum.
Kring landi eru kon-
sertir og hol verður
sett á ljómin mána-
dagin. Á skránni eru
bæði føroysk og út-
lendsk tónlistaverk og
tónleikarar
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Mánadagin verður hol sett
á Suumartónar 2002. Síð-
ani 1992 hava Kristian
Blak og onnur skipað fyri
hesum tónleikafagnaði, ið
er okkara klassiski tón-
leikafagnaður. Føroyskir
tónleikarar leika og vitjandi
tónleikarar uttan úr heimi
koma til Føroya at leika.
Á skránni eru altíð mong
ymisk verk, eisini føroysk.
Og vanliga eru eisini nýggj
føroysk verk á skránni, ið
verða leikt og frumfram-
førd av bæði føroyskum,
eins væl og útlendskum
tónleikarum.
Hetta er eitt vindeyga út-
eftir, har føroyingar vísa,
hvat føroysk tónaskøld
fáast við. Og eisini kemur
eitt lot inn og gevur íblást-
ur.
Annað
sermerkt
við
Summartónum er, at ikki
alt gongur fyri seg í
miðstaðarøkinum. Kring
landið verður spælt og
óivað fegnast mong um
hetta. Spælt verður í ár í
Mykinesi,
Suðuroynni,
Hesti, Norðuroyggjum og á
meginoyggjunum.
Summartónar byrja nú
mánadagin tann 17. juni og
halda fram í 4 vikur. Tó eru
flestu konsertirnar fyrstu
vikuna. Tær væl umtóktu
helliskonsertirnar byrjaðu
tó longu í maj og halda
fram til á ólavsøku.
Tey leikandi
Les Percussions Claviers de
Lyon úr Frakland er stovn-
aður í 1983. Bólkurin troyt-
ir til fullnar keyboard og
slagverkstónleik. Høvuðs-
ljóðførini eru vibrafon,
marimba,
bassmarimba,
sylofon og klokkuspæl.
DuoDenum er stovnað í
1992 við tí fyri eyga at
spæla nýggjan klassiskan
tónleik, sum er skrivaður
fyri saxofon og slagverk.
Albin Brass er stovnað í
London fyri tveimum árum
síðani.
Limirnir
hava
gingið á Royal Academy of
Music í London. Føroying-
urin Andras Olsen spælir
trombom í bólkinum, sum
spælir fjølbroyttan tónleik.
Liminir eru úr Svøríki,
Argentina, Onglandi og
Føroyum.
Tórshavnar Manskór er
sett á stovn í 1985 og telur í
løtuni 26 sangarar. Hans
Pauli Tórgarð stjórnar kór-
inum. Kórið syngur fjøl-
broytt úrval og føroyskur
tónleikur, yngri og eldri, er
vanligur partur av sang-
skránni.
Vefsn Ensemblet, stovn-
að í 1991, er yrkistónleika-
bólkur úr Mosjøen í Noreg.
Bólkurin er settur saman av
kendum sololeikarum og
kamartónleikarum. Bólk-
urin hevur frumframført
eitt ótal av verkum. Bólk-
urin hevur verið stigtakari
til fleiri stórar verkætlanir.
Aldubáruna kenna føroy-
ingar flestir. Bólkurin er
stovnaður í 1995 av før-
oyskum tónleikarum í Før-
oyum og uttanlands. Før-
oyskur tónleikur er nærum
altíð á skránni og bólkurin
hevur bílagt og frumfram-
ført verk hjá føroyskum
tónasmiðum bæði heima og
úti.
Mad Cow Sing er sjey-
mannabólkur, ið er torførur
at bólka. Tónleikurin verð-
ur lýstur sum ein kanning-
arferð við opnum sinni á
marknaøkinum
millum
klassiskan tónleik, rútmisk-
an tónleik og jazz. Kendi
Benjamin Koppel stovnaði
bólkin í 1996. Bólkurin
spælir bert tann 30. juli
sum liður í konsertrøðini
sunnudagar við Gjógv
Atli Ellendersen og Sune
Vejlby Brogård. Atli er úr
Fuglafirði. Hann leikar
violin. Hevur leikt í Dan-
mark og Svøríki. Hann hev-
ur búð í Brasilia síðani
1989, har hann hevur spælt
við Blumenau Kamaror-
kestrinum og Auracaria
Kvartettini. Hann hevur
seinnu árini verið listar-
ligur leiðari hjá Curitiba
Kamarorkestrinum. Sune V.
Brogård er dani og leikar
klaver. Hann hevur fleiri
ferðir framført saman við
Atla í Føroyum.
Mpiri er lítið føroyskt
kamarkór, sum heldur til í
Keypmannahavn. Bólkurin
leggur seg eftir at framføra
nýggjan føroyskan kórtón-
leik. Bíløgd eru verk eftir
fleiri føroysk tónaskøld,
serliga Trónd Bogason,
Paula í Sandagerði og Kára
bæk.
Hljómleyki er kamarkór,
stovnað í 1974. Kórið telist
millum bestu kór í Íslandi
og leggur dent á nýggjari
íslendskan tónleik. Íverk-
setur minst eitt stórt verk
árliga. Bernharður Wilkin-
son stjórnar. Hann stjórnar
eisini Íslands Symfonior-
kestri og leikar í Reykjavík
Wind Quartet, sum hevur
vunnið altjóða viðurkenn-
ing og hevur vitjað í Før-
oyum. Bernharður Wilkin-
son stjórnaði eisini, tá
fyrsta føroyska symfoniin,
sum Sunleif Rasmussen
skrivaði, varð framførd.
Á listastevnuni verða
spæld verk eftir mong
tónaskøld, Sunleif Rasmus-
sen, sum júst hevur fingið
tónleikavirðisløn Norður-
landaráðsins,
Bjarni
Restorff, Kristian Blak,
Pauli í Sandagerði, Atli K.
Petersen, Tróndur Bogason,
Kári Bæk, Edvard Nyholm
Debes, Hsueh-Yung Shen.
Snotuligur bóklingur við
skrá og øðrum upplýsing-
um er gjørdur, sum vanligt
er, so har ber til at ogna sær
kunnleika um tiltøkini, sum
annars eisini verða lýst
nærri, áðrenn framførslu.
Føroyska summarið er
byrjað og summartónar
ljóma í bygd og býi.
Í gjár kom
leingi væntaða
fløgan við
Clickhaze, sum
vann Prix Før-
oyar og harvið
tryggjaði sær
uppihald í
donskum upp-
tøkuhølum.
Talan er um
eina EP við seks
løgum og Sosialurin
slapp at lurta, áðrenn
útgávudagin
TÓNLEIKAUMRØÐA
Dagfinn Olsen
Í gjár kom út fløga við
einum hinum fremsta -
og samstundis mest ser-
merkta - bólkinum í Før-
oyum.
Clickhaze vann sær
sum Prix Føroyar vinn-
ari pláss í Lundgaard
Studios við Dave Hyatt
handan
knøttarnar.
Leingi hevur tí verið
bíðað eftir eini útgávu.
Og burturúr ferðini í
upptøkuhølunum í Dan-
mark komu 3 løg. 3 løg
eru live upptøkur frá
Prix Føroyar kappingini.
Sosialurin hevur lurtað
skjótt ígjøgnum fløguna
áðrenn útgávudagin.
Byrjað verður við
Daylight.
Ein
tung
trummubyrjan
leggur
botn í og letur upp. Al-
tjóða damúr er yvir lag-
num, har Petur sleppur
framat við sínum rappi/
tosi og teski, ið hóskar.
Eitt gott lag og Eivør
lyftir upp í hæddirnar.
Skirvin Flá. Kingo.
Petur letur upp og Eivør
førir okkum longur. Gott
lag, eisini í tyngra enda.
Sorrig och Gledje.
Kingo. Nú eru tey norð-
uri í Vík serfrøðingar í
Kingo.
Men
neyvan
hevði nakar annar tón-
leikabólkur gjørt Click-
haze hetta roysni eftir.
At føra gamlt í nýggjan
búna - Kingo til nú-
tíðarrock. Ein frálík
tulking, sum kemur at
standa sum ein varði.
Seinnu 3 løgini kenna
vit frá Prix kappingini,
Frozen Lullaby, Notes
fram the Underground
og so frálíka og væl-
kenda Indigo Brow, sum
óivað ljómaði í oyrunum
á mongum eftir prix
finaluna.
Heild
Mong høvdu helst hugs-
að sær eina heila fløgu
við Clickhaze, men ein
EP er ikki at blaka aftur.
Tí talan er um bólk, ið
hevur dygd. Har er góðs
í og ein merkir, at bólk-
urin er gjøgnumførdur.
Tað sama kann sigast
um tónleikin.
Lat okkum minnast, at
talan er um stak dygd-
argóðan bólk, tónleik-
arar, við Føroya mest
karismatiska
sangara
eins væl og Føroya bestu
sangarinnu.
Hetta er ikki bara eitt
hendaga verk. Her er alt
lagt í. Ein heild er komin
burturúr og tað er ikki so
ofta, at førosykir fløgu-
keyparar uppliva tað.
At lurta eftir - ella
uppliva Clickhaze, er
sum at koma í annan
heim. Okey, talan er um
ein heldur døkkan heim,
men upplivilsi er tó
positivt. Fatanin og út-
rykki er so sterkt, at ein
verður tikin við inn í
heimin, har seini sløgini
og ofta døkku tónarnir
sveiggja sum tari í logn.
Eitt heildarverk er
komið burturúr. Og ann-
að var kanska ikki vænt-
andi frá Clickhaze, sum
jú tykist gjøgnumført
allan vegin.
Tillukku við tí, Click-
haze!
Til Danmarkar
Upptøkur eru gjørdar í
Lundgaard Studios, í
Jac-Zak, har Niclas Jo-
hannesen við pultin og í
Norðurlandahúsinum
við Finni Hansen við
knøttarnar. Óli Poulsen
ljóðblandaði.
Til ber eisini at
hyggja inn á síðuna
www.clickhaze.net
Í summar skal Click-
haze til Danmarkar at
leika á festivalum. Og
fløgan boðar frá góðum
og kanska Clickhaze ger
danska summarið enn
betur.
Fløgan ger í hvussu er
ikki føroyska summarið
verri.
Summartónar 2002
byrja mánadagin
Clickhaze við EP,
Eivør og Petur
Summartónar byrja
mánadagin. Føroyski
bólkurin Aldubáran fer at
framføra, eins og mong
vitjandi uttan úr heimi
framføra kring landið
Leygardagin hittast á
Eiði til fimtiárahald
teir studentar, ið
fingu prógv á VBV í
1952. Av 12 eru 11 á
lívi. Og eisini ein
lærari, Erik petersen,
livir enn. Saman-
haldið er gott og
hevur verið tað øll
árini og flokkurin
hevur verið saman
fleiri ferðir at halda
rundar dagar
STUDENTAR
Dagfinn Olsen
Mangur góður maður, sum
nú er komin upp í árini,
sigur seg við gleði minnast
aftur á skúlatíðina á VBV,
har Føroya Studenta - og
Preliminerskeið byrjaði í
1937. Ikki var so vanligt tá,
sum, nú, at søkja sær hægri
útbúgving. Men tann 22.
juni hittast norðuri á Eiði
tey, sum tóku students-
prógv í 1952.
Hyggur ein at hesum
flokki, so sæst, at mong av
hesum hava verið við til at
mynda føroyska samfelagið
og samfelagskjakið tey
farnu mongu árini. Og
summi eru við enn.
- Ja, árgangurin 1952 var
kanska
ikki
so
galin,
skemtar ein av stigtakarun-
um til veitsluhaldið tann
22. juni, Tormóður Djur-
huus, tá komið verður inn á
prátið um tey, sum gingu á
VBV.
Minnast aftur á við
gleði
Tormóður Djurhuus sigur,
at minst verður aftur á
tíðina á VBV við gleði, tí
næmingar og lærarar vóru
nærlagdir.
- Næmingar komu úr
øllum landinum. Úr Runa-
vík, Skopun, Vestmanna,
Sandavági, Klaksvík, úr
Havn og av Skála, Strond-
um og av Sundi. Og vit
vórðu væl saman sjóvaði
og hava hitst mangan tey
mongu farnu árini, sigur
Tormóður Djurhuus.
Og tað er einki at taka
seg aftur í, at flokkurin frá
1952 hevur hildið sam-
bandið. Til 20 ára haldið
hittist flokkurin við hjúna-
feløgum til veitsluhald í
Kirkjubø, til 25 ára haldið á
Viðareiði, til 40 ára haldið í
Bø og nú til 50 ára haldið
verður veitslan við hjúna-
feløgum á Eiði.
Av teimum 12, ið tóku
prógv, eru 11 enn á lívi og
Tormóður væntar, at tey øll
koma við tann 22. juni. Tá
flokkurin
fyri
stuttum
hittist til myndatøku, var
eisini ein lærari teirra við,
nevniliga Erik Petersen,
sum nú er 91 ára gamal.
Hann er einasti eftir á lívi
av lærarunum á VBV tá.
Erik Petersen var eisini
lærari, tá Føroya Studenta -
og Preliminerskeið byrjaði
í 1937.
- Tað bleiv sagt úti á
VBV. Bygningurin nevndist
so. Tað lá við Skansavegin.
Staðið er sprongt burtur nú.
Í fríkorterunum, tá tosast
ella filosoferast skuldi, so
varð spákað um brúnna, ið
gekk yvir á Skansan, minn-
ist Tormóður Djurhuus,
sum við spenningi og fragd
bíðar eftir tí 22.juni, tá
hann
aftur
skal
hitta
floksfelagarnar frá 1952.
Studentar frá 1952
hittast aftur
Kunna
um at
fáa
jødar
aftur til
Ísrael
Hetta vikuskiftið
vitjar ortodoksi
jødin, Eliezer
Braun aftur í
Føroyum
SAMKOMUR
Tíðindaskriv
Saman við honum
eru
hjálparmaður
hansara í Noregi,
Hjalmar Svennevik,
og
kendi
danski
prædikumaðurin,
Moses Hansen.
Ferðin er, eins og
seinast, at kunna um
arbeiðið at fáa jødar
heimaftur til Ísrael.
Felagið "Shuva Ís-
rael", sum Eliezer
Braun umboðar, er
stovnað fyri at útvega
pening og aðra hjálp,
í samband við projekt
í Samaria, har bú-
pláss verða bygd til
heimkomandi jødar.
Á ferðini fara bæði
Eliezer Braun og
Moses Hansen at siga
frá støðuni í Mið-
eystri. Eliezer Braun
kennir
sviðan
av
terrorismu dagliga,
og Moses Hansen
hevur nýliga vitjað
Ísrael og hevur vitjað
fleiri
pláss,
har
ferðafólk annars ikki
fáa loyvi av vitja, av
trygdarávum.
Ferðalagið
vitjar
fylgjandi samkomur:
Sunnumorgun kl.
11.00 Lívsins Orð í
Runavík
Sunnukvøld kl.
18.00 Betania í
Skopun
Mánakvøld kl. 20.00
Keldan í Skálabotni
og
Týskvøldið kl. 20.00
Soli Deo Gloria í
Klaksvík.
Shuva Ísrael hevur
upprætta eina føroya-
deild, og føroyingar,
ið ynskja at stuðla
heimkomu jødanna,
kunnu ringja á tlf.
314828. Girokonto-
nr. hjá Shuva Ísrael-
føroyar er 202061.
Aftara rað: Absalon
Djurhuus, Johan Hendrik W.
Poulsen, Jákup Dahl-Olsen,
Einar Kalsberg, Petur Martin
Rasmussen, Joen H.
Andreassen og Tormóður
Djurhuus.
Fremra rað: Jákup
Bærentsen, Jens Pauli
Heinesen, Thomas Nygaard,
lærari, Margretha Balle (f.
Mohr), Steingrim Weihe og
Andrias Reinert
Aftara rað: Absalon
Djurhuus, Johan Hendrik W.
Poulsen, Jákup Dahl-Olsen,
Petur Martin Rasmussen,
Joen H. Andreassen og
Tormóður Djurhuus.
Fremra rað: Jens Pauli
Heinesen, Erik Petersen,
lærari, Margretha Balle (f.
Mohr), Steingrim Weihe og
Andrias Reinert
C
M
Y
K
7
6