leygardagur 15. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 112 - 15. juni 2002
Nr. 112 - 15. juni 2002
9
Hóskvøldið var mót-
tøka í Norðurlanda-
húsinum í sambandi
við, at Sunleif Ras-
mussen hevur vunnið
tónleikavirðisløn
Norðurlandaráðsins.
Á móttøkuni bóru
fólk fram røðu, har
Kristian Blak, for-
maður í Felagnum
fyri føroysk tóna-
skøld, segði, at Sunleif
Rasmussen eigur eitt
pláss ímillum tey
kendu heimsnøvnini
MÓTTØKA
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Heilt fitt av fólki var komið
saman í Norðurlandahúsi-
num at heiðra Sunleif Ras-
mussen, sum júst er komin
aftur úr Danmark, eftir tað
er vorðið kunngjørt, at
hann verður tann, ið fær
tónleikavirðislønina
hjá
Norðurlandaráðnum í ár.
Millum tey, ið eru komin
saman, er eisini beiggi Sun-
leif, Oddfríður M. Rasmus-
sen, sum er komin at ynskja
beiggja sínum tillukku. Eis-
ini er nýggi mentamálaráð-
harrin, Annlis Bjarkhamar,
saman við floksfelaganum,
Høgna Hoydal, komin at
heilsa uppá Sunleif.
Klokkan ringir, og boðið
verður innar í Klingruna.
Klingran er næstan fullsett,
og byrjað verður við Aldu-
báruni, Onnu E. Klett á
klarinett og Páll Sólstein á
horni. Tey spæla eitt verk
eftir Sunleif Rasmussen,
sum er eitur Fantasi yvir
Tívilsdøtur frá 1990.
Helga Hjörvar bjóðaði
síðani vælkomin.
– Tað er ikki bara tóna-
skaldi sum fær æru av at
vinna eina tílíka virðisløn,
men eisini landið og tjóðin.
Tónleikur er eitt altjóða
mál, sum ein kann bera
fram allastaðni í heiminum.
Vit her í Norðurlandahúsi-
num eru ógvuliga stolt av at
vera tey fyrstu í Føroyum,
sum hava verið karmur um
fyrstu føroysku symfoniina,
segði Helga Hjörvar mill-
um annað í røðu síni.
Eftir Helgu kom Kristian
Blak á pallin. Hesuferð um-
boðandi Felagið fyri før-
oysk
tónaskøld.
Hann
greiddi frá um summartón-
ar, sum mánadagin fara av
bakkastokki fyri 13. ferð.
– Virðislønin Sunleif
hevur vunnið er grundað á
hansara egnu menning sum
tónaskald. Vit í felagnum
fyri føroysk tónaskøld hava
millum okkum sagt, at vit
hava roknað við tí, og vit
hava eisini verið við til at
innstilla hann til virðisløn-
ina, og nú er tað stuttligt at
síggja úrslit. Sunleif eigur
veruliga pláss ímillum tey
kendu heimsnøvnini, var
nakað av tí, Kristian Blak
segði í røðuni.
Álitisváttan
Tá Kristian Blak var liðug-
ur við sína røðu kom
Jóannes Andreasen á pallin
og sessast við klaverið.
Hann spælir verkið »Sum
hin gylta sól«, eisini eftir
Sunleif Rasmussen. Hetta
er eitt verk, komponerað til
klaver og effektir, og var
tað ein serstakur dámur á tí.
Hátalararnir virka sum eitt
slag av ekkó, meðan Jóann-
es hugtekur allan salin við
tónleikinum. Tá hann hevur
spælt eina løtu, tekur hann
fremsta partin av klaveri-
num vekk og spælir víðari.
Brádliga reisir hann seg
upp, og byrjar eisini at
spæla upp á streingirnar
inni í klaverinum, og gav
hetta eina heilt serstaka
kenslu.
Mentamálaráðharrin,
Annlis Bjarkhamar. Hon
segði millum annað, at
hetta er eitt tekin um tíðar-
innar skapandi eginmáttar í
Føroyum.
Ein dygg álitisváttan og
nógv onnur rósandi orð
vóru havd á munni á mót-
tøkuni hóskvøldið.
– Tíbetur, segði menta-
málaráðharrin, – hevur góð
list onki við stødd á landi-
num ella fólkatal at gera.
Tónleikur er eitt av bestu
umboðunum fyri Føroyar í
útlandinum, og hetta vísir,
at vit skulu ikki smæðast
burtur í altjóða høpið. Tað
er Sunleif prógv uppá.
Sunleif sjálvur nýtti høv-
ið at takka øllum, sum sam-
an vóru komin, og tók til
orðanna:
– Eg vil serliga takka tón-
leikarunum í Aldubáruni,
sum hava framført mín tón-
leik, tí uttan tónleikarar
hevur eitt tónaskald hvørki
armar ella bein.
Endað varð við tónleiki
til eina yrking hjá Williami
Heinesen, Hoyrdu tit hav-
sins andalag, sum Anna E.
Klett og Andrea Heindriks-
dóttir framførdu á klarinett
og floytu.
Fagnaðu Sunleifi Rasmussen:
Uttan tónleikarar hevur tónaskaldið
hvørki armar ella bein
Sunleif Rasmussen avmyndaður saman við konu og dóttir í Norðurlandahúsinum hóskvøldið
Eisini mentamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamar nýtti høvið at ynskja tónleikaskaldinum tillukku
Sunleif Rasmussen situr hugtikin og lurtare meðan Aldubára
verk hansara
Fyrsti studenturin í ár:
Til Sands at yvirraska ommuna
Ein av próvtakarun-
um á Studentaskúla-
num í Hoydølum í
gjár var Áki Joensen
úr Havn. Hann er
spastikari, men hóast
hetta hevur hann
megnað at gjøgnum-
føra skúlan og fyrra-
partin í gjár fekk
hann húgvuna á
høvdið, júst sum
floksfelagar hansara
PRÓVTØKA
Ingrid Bjarnastein
Tann fyrsti og einasti próv-
takarin í religión fyrrapart-
in í gjár var Áki Joensen.
Og stoltur og glaður kom
Áki út aftur úr próvtøku-
hølunum og lítla løtu aftaná
kom húgvan á høvdið og
eitt níggju tal í prógvið.
Umframt at hava fingið
húgvuna, so er Áki tann
fyrsti studenturin í Føroy-
um í ár. Floksfelagar hans-
ara verða ikki lidnir fyrr
enn 24. og 25. juni.
– Hetta kennist deiligt,
sigur nýklakta pisan, Áki
Joensen, stórflennandi.
– Nú fara vit til Sands at
yvirraska ommuna, tí hon
veit als ikki av, at eg havi
fingið húgvuna í dag.
Áki var sum vera man
ógvuliga glaður fyri at hava
fingið húgvuna. Fýra ár
hevur tað tikið honum, men
øll á skúlanum vóru ógvu-
liga stolt av honum. Eisini
rektarin, Mads Winther,
segði at hann hevur klárað
seg ótrúliga væl.
Ein stolt mamma og
beiggi vóru hjá honum, tá
vit fangaðu tey uppi við
Ternubúðina fríggjamorg-
unin, og tey vóru sum vera
man eisini ógvuliga fegin
og stolt.
Frá Sosialinum verður
Áka við familju ynskt
hjartaliga tillukku.
Áki Joensen, sum er
spastikari, fekk í gjár
studentarhúgvuna á høvdið
og eitt níggju tal í prógvið
Mynd: Jens Kr. Vang
Ferðaráð Føroya hev-
ur í samstarvi við
Økisferðavinnu-
feløgini og Team 85
givið út fimm økis-
faldarar. Talan er um
fimm faldarar úr Suð-
uroy, Sandoy, Skúvoy
og Stóru Dímun, Vág-
um og Mykinesi, Eyst-
uroy og Norðoyggjum
FERÐAVINNA
Ingrid Bjarnastein
Endamálið við faldarunum
er at lýsa oyggjarnar og tær
upplivingar hesar bjóða tí
vitjandi.
Á móttøku í Smiðjuni í
Lítluvík segði Heri Nicla-
sen, stjóri á Ferðaráðnum,
at hetta er eitt stórt konsept,
sum hevur verið fyrireikað
síðani februar mánaða.
– Vit hava bíðað leingi
eftir hesum faldarunum.
Ætlanin var, at teir skuldu
vera seks, men tann sætti
faldarin um Streymoynna,
er so mikið umfatandi, at
hann er ikki liðugur enn,
men hann ávegis. Faldarar-
nir lýsa oyggjarnar og upp-
livingar kring landið og
eyðkenna økið teir um-
boða, sigur Heri Niclasen.
Tað er Birita Nolsø, sum
hevur staðið fyri megin-
partin av arbeiðinum. Hon
hevur í tøttum og góðum
samstarvi við økisferða-
vinnufeløgini skapað fimm
snøggar og litríkar faldarar.
Faldararnir eru tøkir á
enskum og á donskum, og
eru lættir og einfaldir at
lesa.
– Vit vóna, at hetta verð-
ur væl móttikið. Faldararnir
koma at liggja á ferða-
vinnuskrivstovum, kunn-
ingarstovum, umborð á
Strandfaraskipunum, flog-
vøllinum, Norrønu og aðra-
staðni tørvur er á teimum,
greiðir Heri Niclasen frá.
– Ógvuliga umráðandi er,
at upplýsingarnar eru so
rættar sum gjørligt, tí
ætlanin er, at faldararnir
skulu vera á marknaðinum
í tvey ár.
Á móttøkuni varð borð-
reitt við ymsum rættum frá
teimum ymsu økjunum. Á
borðinum stóð millum ann-
að turkað gás, súla, veðra-
kjøt, fiskur, lundi og nógv
annað gott. Ein hugnaligur
dagur í juni, nú háárstíðin
viðvíkjandi
ferðavinnu
veruliga er við at taka dik á
seg.
Clickhaze kom í gjár
út á marknaðin við
síni fyrstu fløgu. Á
fløguni eru seks løg,
harav trý av teimum
eru upptikin live og
trý eru spæld inn í
Lundgaard Studios í
Danmark
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
– Grundin til, at vit ikki eru
komin út við eini fløgu fyrr
enn nú er, at vit hava hvørki
havt pening ella umstøður
til tess, sigur annar av
gittarleikarunum í Click-
haze, Jón Tyril.
Tey trý løgini, sum eru
upptikin í studio var vinn-
ingurin frá Prix Føroyar
kappingini í 2001, og tóku
tey eina viku at taka upp.
Síðani er arbeitt víðari við
teimum bæði í Føroyum og
Danmark. Óli Poulsen hev-
ur mixað løgini í Fix-N-
Mix Studio. Live-løgini eru
upptikin á Prix Føroyar
2001 í Norðurlandahúsi-
num, og hevur Finnur Han-
sen í útvarpinum mixað tey
løgini.
Fyri framman hjá bólki-
num er skráin long. Nú í
juni og juli mánaða skulu
tey spæla á Roskilde Festi-
valinum, Nibe Festivali-
num og Midtfynsfestivali-
num. Í august mánaða
gongur leiðin til Grønlands
og í oktober mánaða skulu
tey spæla í Noregi.
– Fløgan ger tað lættari
hjá okkum at gera vart við
okkum uttanlands, sigur
Jón Tyril.
– Soleiðis kunnu vit eis-
ini leggja okkurt eftir okk-
um, sum fólk kunnu lurta
eftir.
Í gjárkvøldið skuldi vera
útikonsert í Runavík saman
við Týr og Diatribes í sam-
bandi við eystanstevnuna,
og varð hetta sostatt fyrsta
konsertin aftaná fløguút-
gávuna.
Eitt nýtt amboð til
ferðavinnuna
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, saman við Biritu
Nolsø, sum hevur gjørt faldararnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyrsta Clickhaze
fløgan á gøtuni
Clickhaze eru nú á gøtuni við teirra fyrstu fløguútgávu. Á fløguni eru seks løg, trý live og trý
upptikin í studio
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8