leygardagur 25. januar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 7 — Leygardagin 25. januar 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Landsbankin
Í oddagrein blaðsins í dag,
sum kallast Landsbankamál-
ið, verður skrivað m. a.:
— Og um somu tíð, sum
peningastovnarnir hava sent
foroyska sparipeningin av
landinum, hevur tað almenna
gingið biddaragongd, eitt nú
í Danmark, fyri at fáa pening
til iløgur heima í Feroyum.
Hetta er úrslitið, tá peninga-
viðurskifti landsins ikki verða
stýrd av tí almenna, við
áhugamálum samfelagsins og
heildarinnar fyri eyga. Og
sviðan av hesum kenna tey
Í ungu, sum skulu seta búgv,
fiskimaðurin, ið skal byggja
skip, ídnaðarmaðurin, sum
skal byggja ídnaðarvirki
o.s.fr.
Síða 2
Kjak um
útvarpið
Í umbúnað er at byggja
nýggj útvarpshús. Og er tað
eftir flestra manna hugsan
gleðiligt. Men synd er at
siga, at nakað er komið fram
um, hvat framtíð útvarpsins
fer at bera í sær. Fer tað at
vera skipað á sama hátt sum
nú, ella fara nýhendingar at
fara fram? Og hverjar verða
tær so. Verður senditíðin
longri og sendingarnar meira
fjølbroyttar og betri?
Síða 4
Morðið á
Kennedy
Amerikanski forsetin, John
F. Kennedy, varð myrdur í
Dallas, sum var býurið, har
hann hevði ringast umdemi.
Har var tað, at fleiri tals-
menn fyri andstøduna ímóti
politikki hansara búðu. Viku-
skiftið á
síðu 9
Skipasmiðja
og sleipi-
stød í Sunda kommunu
Í umbúnað er at stovna felag til
byggjan av sleipistoð og skipa-
smiðju í Sunda kommunu. Tað
er Jógvan Olsen, skipasmiður í
Klaksvik, sum saman við Jaspur
Kruuse og fleiri á Eiði arbeiðir
við hesum ætlanum.
Tað eru tvey pláss í Sunda
kommunu at velja ímillum at
leggja skipasmiðjuna. Annað er
við Norðskála og hitt er suðuri á
Oyrabakka.
Sinnaðir at lata lendi
Jarðeigarar við Norðskála hava
samtykt at lata eitt lendi upp á
0. u. 8000 kvdm. til endamálið.
Eisini jarðaeigarar á Oyrabakka
eru sinnaðir at lata lendi, um
avgjørt verður at byggja har.
Verður ætlanin framd, er
ætlanin, at skipasmiðjan skal
hava tvey síðuspor, so at pláss
verður at hava átta útróðrabátar
uppi í senn til umvælingar.
Umframt umvælingararbeiði er
ætlanin eisini at byggja skip og
bátar.
TL akse]
Nýggj folkaatkvøda í
EF-spurninginum
i summar
Ein folkaatkvøda fer at avgera, um Bretland skal
varðveita limaskap sín
í Felagsmarknaðinum.
Arbeiðaraflokkurin hevur sambært væl vitandi
keldur tikið avgerð um hetta í vikuni.
Harold Wilson skuldi hósdagin
almannakunngera hesi boðini í
Undirhúsinum hósdagin.
Higartil hevur stjórnin sagt,
at avgerð skuldi takast til
spurningin áðrenn oktober mán-
aði er úti, men tað hevur ongan-
tíð verið greitt á hvenn hátt,
avgerðin skal takast — annað-
hvert við einari folkaatkvødu
Verkamannafeløgini
eru nøgd
Spesialskúlin liðugur fyrst i komandi ári
Upptøkurnar lidnar
næsta tysdag
Væntandi verða upptøkurnar av spælifilmin-
um Rannvå, sum Miguel Hidalgo i Havn
stendur fyri, lidnar næsta tysdag. Men alt
velst um veðurlíkindini.
Miguel roknar við, at filmurin verður klárur
at vísa fyrstu ferð einaferð í mars mánaða. Í
filminum luttaka 50 fólk.
Á myndini omanfyri, sum er úr filminum,
síggjast Rannvá og pápi hennara Tórur.
Hesar báðar leiklutirnar hava ávikavist Elin
Mouritsen og Finnur Johansen.
Síða 6
PE A—ÞM
ella við einum nýggjum vali til
parlamentið.
Dagurin ikki ásettur
Harímóti verður dagurin, tá
avgerð skal takast, ikki ásettur
enn. Keldurnar halda tó, at juni
ella juli eru teir mánaðirnir, tá
høgligast er at halda val, eftir-
sum stjórnin ynskir at fáa málið
greitt, áðrenn fólk fer í summar-
fri. Feriumánaðin í Bretlandi er í
august.
Ve esse]
Í morgin kl. 11.00 verður
guðstænasta í Tveroyrar
kirkju, har Johan Weihe
prestur, prædikar. Kirkju-
tíðin er broytt vegna jarðar-
ferð.
— Tað, sagt verður í samgonguskjalinum um
príseftirlit og um prístalsviðgerð av løgnum,
gongur ynskjum okkara á meti og tað sama
er at siga um sjúkradagpeningaskipanina fyri
timalønt fólk og nýskipan av skatta- og toll-
lóggávuni, sigur formaður Føroya Arbeiðara-
felags, Johannes Olsen.
Síða 3