Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Landsbankamálið TAÐ TYKIST, sum at Dimmalætting hevur fingið rættuliga ilt í búkin av, at nýtt lands- stýri er skipað uttan sambandsflokkin, og at hetta nýggja landsstýri hevur í umbúna at fremja ávís javnaðarmál. EITT NU Í týsdagsútgávuni, har >GI.log- tingsmaður< skrivar um landsbankamálið, um broyting i føroyskum peningapolitikki, sum kann føra til styring av peningavidurskiftum landsins, og tyduligt er, at tad er hendan stýring, ið fær »Gl. løgtingsmann« og gomlu Dimmu at óttast. LAT TAÐ BEINAN vegin verða sagt, at eftir okkara tykki, eru peningaviðurskifti landsins ein ógvuliga týðandi og avgerandi faktorur, ið ikki kann rekast tilvildarliga, men stýrast og — og stýrast soleiðis, at hann í mesta mun gagnar heildini og áhugamálum samfelagsins. ENN Í DAG liva vit við eini lánikreppu, sum er ein avleiðing av, at teir privatu bankarnir í síni tíð settu 180 mill. kr. í donsk lánibrev, sum síðani fullu so nógv í virði, at tey verða ikki seld uttan við einum tapi upp á umleið 20 mill. kr. Hetta varð gjørt, hóast løgmadur, fyrst í 1973 og síðani fleiri ferðir, bað teir lata vera. Hetta átti at sagt gomlu Dimmu, at ein broyting í føroyskum peningapolitikki, sum kann føra til stýring av peningaviðurskiftum landsins, er fyri neyðini. OG UM SOMU tíð, sum peningastovnarnir hava sent føroyska sparipeningin av landinum, hevur tað almenna gingið biddaragongd uttan- lands, eitt nú í Danmørk, fyri at fáa pening til iløgur heima í Føroyum. Hetta er úrslitið, tå peningaviðurskifti landsins ikki verða stýrd av tí almenna, við áhugamálum samfelagsins og heildarinnar fyri eyga. Og sviðan av hesum kenna tey ungu, sum skulu seta búgv, fiski- maðurin, ið skal byggja skip, idnaðarmaðurin, sum skal byggja idnadarvirk o. s. fr. MEN EFTIR ØLLUM at døma er tað politikk- ur Dimmalættingar, at hesin týðandi faktorur, sum eitur peningaviðurskifti landsins, ikki skal stýrast ella so mikið sum ávirkast av tí al- menna, men fult og heilt latast upp í hendurnar á tilvildarligum privatpersónum. Bert ófatuligt at Dimmalætting torir at blotta seg, so sum hon ger og bart út gera vart við, at hon ræðist fyri, at politikkurin hjá landsstýrinum fer at fora til eina stýring av peningaviðurskiftum landsins. VIT KUNNU BERT siga okkum fegnar um, at hendan stýring fæst í lag. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Fugla- fjørður altargongd T. Beder, Glyvrar altargongd J. Foll- end, Fåmjin kl. 12 og Øravik kl. 18 K. O. Viderø, Havn varabispur E. Vilhelm, Kald- bak Kj. Mørkøre, Hvanna- sund altargongd-S. J. Joen- sen, Vågur kl. 12 og Hovi kl. 18 Martin R. Jacobsen, Mid- vågur altargongd Høgni Poulsen, Gjógv kl. 12 og Eiði kl. 18 P. M. Rasmussen. Í ellum kirkjum í Nes prestagjaldi gongur talvan til frama fyri sjómansmissión- ina. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliustudium við L. Drederiksen. Kl. 10.45 ungdómsgudstænasta. Fund- irnir verða í Adventistaskúl- anum við Hoyvikstjørn. KFUM, Tórshavn Í kvold kl. 20 opið hús. Frá 27. jan. til 2. február missiónsvika. KFUK, Tórshavn Sunnukveldið kl. 20.30 er felagsfundur vid teimum ungu: Syngið himmalska fað- iri tykkara lovsong. — Orðið frítt — felags bøn. Mánakveldið kl. 20: Ung- gentudeildin: Vit fara í aul- una. Týsdagin kl. 16: Samkom- an hjá teimum eldru: Bíbliu- tími v. E. Vilhelm, bispi. Brúdleyp Í dag giftast í Sandavági Andrea Svabo Samuelsen og John Haraldsen, bæði úr Sandavági. Navnabroyting Tórgerð Susanna Mikkelsen í Vági hevur fingið loyvi til at broyta eftirnavnið til Suður- oy. Merkisdagur 28. januår hava Kristian Samuelsen, vanliga nevndur Kiss, og Kaj Christiansen verið á sløkkiliånum i Havn í 25 år. Nr. 7 — 25. januar 1975 Serkønur i skattamålum Søkt verður eftir manni til viðgerð av skattamálum á skatta- deild Klaksvíkar Býráðs. Umsókn við upplýsingum um útbúgving, lønarkravi og hvat umsøkjarin møguliga fyrr hevur starvast við skulu verða Býráðnum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 1975. Klaksvíkar Býráð telefon 5 63 88 3870 Klaksvík Telefonboðfelagar i Gøtu I Gøtu kommunu eru hesir telefonboðfelagar: Undir Gøtueid .... tlf. nr. 41175: Johanne Maria Poulsen Syðrugetu og Getugjógv Norðagetu - 41113: Maria Mikkelsen - 41039: Poulina Jarnskor Hesir telefonfelagar greiða telefonsamtalur og telegramm. GØTU BYGDARÁÐ Skrivstovuhjålp - Skrivstovuhjålp til leidaran fyri heimahjålpini å socialu deild rikisumbodsins søkist sum skjotast. Lenin verður ásett eftir kvalifikationum og starvstíð sam- bært sáttmála millum landsstýrið og starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin verður møguliga stytt. Umsekjarar verða tí bidnir um at upplýsa, um teir hava áhuga fyri at arbeiða allan dagin ella við niðursettari arbeiðs- tíð. Umsóknir við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast til ríkisumboðsskrivstovuna innan 6. februar 1975. Kiropraktor Fritz Staal Petersen er at hitta frá mánadegi 27. januar til og við 7. februar. Viðtala hvønn dag frá kl. 15—17.30 á tlf. 14098. Savningarkapping Barnaspøl okkara eru eitt evni, ið vit hava alt ov fáar upplys- ingar um. Vit heita tí á bæði eldri og yngri at taka lut í hesi savningarkapping: Hvat spældu tygum sum barn? — Hvat spæla børn nú? Tygum verða biðin at siga frá teimum barnaspelum, tygum hava spælt í barndómi tygara ella vita um, og fyri hvert spælið at upplýsa: a) Hvussu verður spælið nevnt? b) Hvussu verður tað spælt og av hverjum (dreingjum/ gentum)? c) Nær á árinum varð tað spælt? d) Hvar varð tað spælt (úti/inni/í hvørjari bygd)? e) Minnast tygum, hver lærdi tygum spælið, og hvussu tyg- um lærdu tað? f) Spæla bernini tað enn? g) Ymist annað av áhuga. Saman við handritinum (ella bandupptøku, um so er, tygum heldur vilja siga frá á tann hátt) ber til at senda tekningar og lutir til tess at lýsa spælið ella spølini betur. Gjølligari upp- lýsingar eru annars at fáa frá Fróðskaparsetrinum. Tilfarið til kappingina eigur at verða latið Fróðskaparsteri Føroya í seinasta lagi 1. september 1975. Serkøn dómsnevnd verður sett av setursráðnum til at kanna alt tilfarið og býta út virdislønir fyri bestu úrslitini. Setrið tekur sær rætt til at endurrita burtur úr innkomna tilfarinum til varðveitslu i søvnum sínum. Fróðskaparsetur Føroya