leygardagur 25. januar 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 25. januar 1975
sosialurin
Verkamannafelggini nøgd
við samgonguskjalið
— Sjúkradagpeningaskipanin fyri timalønt fólk %
má eisini umfata fiski- og útróðramenn, sigur
Oli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður oya Arbeiðarafelags og
Sjúkradagpeningaskipanin eisini fyri fiski-
og útróðramenn
Í sínum viðmerkingum til samgonguskjalið
sigur Óli Jacobsen, fiskimannafelagsfor-
maður, at tá sagt verður í samgonguskjalin-
um, at sosiala trygdin verður framhaldandi
útbygd, m. a. við at fingin verður sjúkradag-
peningaskipan fyri timalønt fólk, so má hetta
annadhvørt vera ein misskiljing ella ein
redaktionellur feilur.
Óli Jacobsen: Tá tosað hevur verið um
sjúkradagpeningaskipan, so hevur ætlanin
altíð verið, at ein slík skipan ikki bert skuldi
umfata timalønt fólk, men fiski- og útróðra-
menn eisini.
— Á hesum øki eru útróðramenn og tíma-
lønt fólk á landi í sama báti. Hesi fáa onki
endurgjald fyri inntgku, sum tey missa
orsakað av sjúku, uttan so at sjúkan stendur
við í longri tíð, og koma tey tá undir almenna
forsorg. Hjá mynstraðum fiskimonnum er
stødan nakað ødrvisi, tí her tekur lønjavn-
ingargrunnurin um endan í hvussu er fyri
eina tíð, men gerst fiskimaður sjúkur, meðan
hann er heima, er hann í somu stóðu, sum
tey timaløntu og útróðramaðurin. Tað er tí
umráðandi, at sjúkradagpeningaskipanin
eisini kemur at umfata fiski- og útróðra-
menn.
Eins og formaður Føroya Arbeiðarafelags
leggur Óli Jacobsen, fiskimannafelagsfor-
maður, stóran dent á grein 7 í samgongu-
skjalinum: Prís- og lønarmål, har hann ser-
stakliga heftir seg við, at prístalsskipanin
verður broytt, soleiðis at teir ymsu hættirnir
fyri prísjavning geva lønarstættunum sama
endurgjald í krónum fyri príshækking.
Upp á spurningin hvønn tydning tað hevur,
at fiskimonnum og tí almenna verður tryggj-
SOSIALURIN hevur vent sær
formenninar fyri teimum
stóru verkamannafeløgunum —
Johannes Olsen, formann Før-
Ola
Jacobsen, fiskimannafelagsfor-
mann, og spurt teir, hvat teir
halda um samgonguskjalid hjå
nyggja landsstyrinum.
ad best møguligt innlit i fiskasølumål, svarar
Oli Jacobsen, at hann er ikki rættiliga greidur
yvir, hvussu hetta skal skiljast og gerast.
Annars sigur Oli Jacobsen: Samgongu-
skjalið sigur ikki so nógv, men gangi eg út
frá, at allir flokkar eru toluliga samdir um
tað, sum viðkemur okkum.
Gongur okkum á meti
Tað, sum sagt verður í samgonguskjalinum
um prístalsviðgerð av lónum, nevniliga at
prístalsskipanin verður broytt, soleiðis at teir
ymsu hættirnir fyri prísjavning geva lønar-
stættunum sama endurgjald í krónum fyri
príshækking, gongur okkara ynskjum á
móti, sigur Johannes Olsen, formaður Før-
oya Arbeiðarafelags.
Í prís- og lønarmålum høvdu vit væntað
okkum nakað, sigur Johannes Olsen víðari,
og heldur fram: Her verður m. a. tosað um
priseftirlit og tað frøir okkum. Vit hava altíð
verið fyri at fingið eitt effektivari príseftirlit.
Fyri nøkrum árum síðani skrivaðu vit til
myndugleikarnar og bóðu um, at ein prís-
ansari varð settur í hvgrjari sýslu. Nakað
seinni fingu vit lyfti um, at tveir prísansarar
skuldu setast afturat, men varð hetta tó av
ongum. Pris- og lønarmål hava stóran áhuga
hjá okkum, og hava vit tí skrivað til nýggja
landsstýrið og biðið um at fáa grein 7 í sam-
gonguskjalinum: Prís- og lønarmål nærri
greinaða.
— Vit eru takksamir fyri, at landsstýrið vil
fáa sjúkradagpeningaskipan fyri timalønt
fólk og somuleiðis vil virka fyri at loysa
spurningin um arbeiðsloysistrygging. Tað
hevur eisini avgjørdan tydning, at bygda-
menningarpolitikkur verður førdur, soleiðis
at arbeiði verður til øll í øllum økjum av
landinum.
Um skattamál verður sagt í samgongu-
skjalinum, at øll skatta- og tolllóggávan
verður endurskoðað og nýskipað, og skatt-
urin á lág- og medalinntøkum verður lækk-
aður.
Um hetta sigur formaður Føroya Arbeið-
arafelags, at verkafólkið kann ásanna tørvin
á, at skatta- og tolllóggávan verður endur-
skoðað. Vit skulu eisini vera teir fystu til at
ásanna, at nýskipan er fyri neyðini, tí sum er,
berta tey lægst løntu alt ov stóran part av
skatta- og tollbyrðuni.
SUMMER WORK
IN AMERICA
Are you interested in a
highly-paid working holiday
in America?
Thousands of oppurtunities
exist for Waitresses, Hotel
Staff, Drivers, Ranc-Hands,
Bartenders, Secretaries, Life-
guards, Dish-Washers,
House-Mothers, Clerks,
Machine-operators, Swimm-
ing-Instructors, Golf in
structors, and all types of
sports coaches.
For an application form,
write to Mr. Anthony, c/o
Maritime, P. O. Box 14
Ramsey, I. O. M., B.B.