Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 småtidindi innanoyggja Góður fiskiskapur i Vågum Teir hava havt góðan fiski- skap i Vågum teir seinastu dagarnar. I Sørvågi hava bátarnir ligið um 10.000 pund. Osi avreiddi nå um dagarnar 11.700 pund. Eisini i Midvågi lata båt- arnir væl at. Aldubåran og Vøruklettur hava roynt i nakrar dagar og siga frå góðum fiskiskapi. Nýggi hondbólts- nevnd Hondbóltsnevndin hjá ÍSF hevur skipað seg. Formaður er Torbjørn Mikkelsen, kapp- ingarstjóri Jóan Pætur Mid- jord og skirvari Ole Sørensen. Tingið saman mánadagin Fyrsti fundur legtingsins, síðani landsstýrið varð skip- að, verður mánadagin. Tá er framløga á skrá Mi. Fundurin verður kl. 16. Seta 10 — 20 stampar Tilsamans sjey bátar hava avreitt í Fuglafirði hesa vik- una. Teir settu 10 — 20 stamp- Verður latin um mánaðarskiftið 20-tons útróðrarbáturin, sum Jógvan Olsen í Klaksvík byggir til felagið Gadus í Havn, t.e. Finnur Johansen, Magnus Simonsen og Tumm- as Andreassen, fer av bakka- stokki ein av fyrstu døgun- um, og verður væntandi liðugur at lata eigarunum nú um mánaðarskiftið. Sambært sáttmálan er byggikostnaðurin 509.000 kr, Báturin til felagið Gadus í gerð ar og hevdu 1—3 setur. Bát- arnir lógu úr 2 upp í 10.500 pund. Uranus, sum trolar, land- aði av tveimum túrum til- samans 3.400 pund. Seinna túrin hevdu teir bert eitt hál og máttu inn vegna veður. Lítið arbeiði Teir hava ikki havt nógv at gjørt á flakavirkinum í Runa- vik í seinastuni. Bert einstak- ir smábátar hava avreitt hesar dagarnar. Í letuni arbeiða eini 25 fólk á virkin- um móti okkurt um 70 fyri tveimum mánaðum síðani. Brislingur Krúnborg og Polaris landaðu mánadagin ávikavist 795 og 498 tons av brislingi í Fugla- firði. Tveir idnadarbåtar, Pol- arfisk og Norðheim, landaðu ávikavist 146 og 173 tons. Falkur var í vikuni á Fuglafirði eftir 450 tonsum av mjøli til Bretlands. Sjónleikur Friggjakveldið framførdu skúlabern í Fuglafirði sjón- leik í skúlanum. Væl av fólki var til framførsluna. og treytar ikki glidiskala. Hetta er fjórði 20-tonsarin, sum er bygdur á bátasmiðj- uni hjá Jógvan Olsen. Tá hesin báturin er farin av bakkastokki fer Jógvan Ol- sen at byggja ein 60 tons bát til Sámal Thorsteinsson í Klaksvík. Sáttmáli varð gjørdur fyri umleið einum ári síðani. Såttmålaprisurin var 1 milj. og 250.000 kr. við glidiskala, sum til í dag hevur hækkað byggikostnaðin til 1,5 milj. kr. sosialurin Nr. 7 — 25. januar 1975 um útvarpið Í umbúnað er at byggja nýggj útvarpshús. :Og er 'tað eftir flestra manna hugsan gleðiligt. Men synd er at siga, at nakað er komið fram um, hvat framtíð út- varpsins fer at bera í sær. Fer tað at vera skipað á sama hátt sum nú, ella fara nýhendingar at fara fram? Og hverjar verða tær so. Verður senditíðin longri og sendingarnar meira fjølbroyttar og betri? Ein spurningur sum flestu lurtararnir hevdu viljað fingið nakað at vita um. Ti er tað mín metan, at tað hevði verið áhugavert, um tað nú tók seg upp eitt tjak um Út- varpið. Eitt tjak har lurtararnir segdu sína meining um, hvussu Útvarpið og endamál tess skal verða. Tað hevði verið sunt og positivt, og so slappst kanska eisini undan tí fjákuta og lítið- sigandi lesarabrævsbrikslinum. Mangt og hvat hevur verið skrivað um Útvarp Feroya. Ikki skerst burtur, at tað mesta, ið skrivað er, hava verið atfinning- ar. Nógvar smáar sum ikki hava stórvegis týdning. Men eisini meira týðandi hava verið at sæð. Eitt nú um innihaldið í Útvarp- inum í víðari týdningi — ikki minst dygdin —, hvussu lítið fjølbroyttar sendingarnar eru, og hvussu stutt senditíðin er. Felags fyri allar hesar atfinn- ingar og skriving um Útvarpið er, at tað fyri tað mesta hevur verið personligt briksl móti sjálvari útvarpsmanningini. Og ikki væl undirbygdur kritikkur. Um hetta er rimiligt »la ei, er ikki tað eg fyrst og fremst ætli at taka steðu til. Óivað er ein grund fyri nógvum av atfinn- ingunum — treyðugt so. Men eftir mínum tykki er tað ikki beint, at tær bert eru vendar móti útvarpsstjóranum ella manningini. Vóru tær settar móti Útvarpinum sum stovni, høvdu tær verið meira rímiligar. Fyri útvarpsmanningina kann altið berast í betuflaka. Um- stødurnar hava jú líka síðani Útvarpið var sett á stovn verið alt ov vánaligar. Starvsfólkið fá- ment og figgjarvånirnar somu- leidis ikki ov g6dar. Sostatt er tað ikki uttan grund, at útvarpið tykist vánaligt í oyrum lurtar- ans. Tí víst eru sendingarnar, Útvarpið hevur at bjóða lurt- arunum, alt ov fáar og ikki serliga áhugaverdar. Tær eru — við einstøkum undantøkum — lítið fjølbroyttar. Ikki minst merkist alt ov tíðan, at bert ein ella fáir mans arbeiða við at leggja sendingarnar til rættis. Hvussu lítið fjølbroyttar, lítið áhugaverdar flestu av sending- unum eru sæst best, tá onkur hendinga góð sending stingur seg upp. Tað skal helst ikki vera so, at bert verður lurtað fyri at lurta. Okkurt má vera av áhuga, so tað verður ein fragd at lurta. s0stalurin telf. 11820 Lat okkum fåa kjak månadag Utvarpsskråin fyri viku eftir viku. Månadag Vedurtidindi Vedurtidindi og tidindi Tónleikur Veðurtíðindi og tíðindi Enskt Í Middagskonsert Veðurtíðindi og tíðindi Tónleikur Veðurtíðindi Tónleikur til kl. 1 Vedurtidindi og tíðindi Úr ymsum heraðshornum Lett log 19.30: Grammofonkonsert 20.00: Enskt Í Hvat kann so krevjast av Útvarpinum. Ein spurningur, ið hver lurtari hevur sína hugsan um. Men fyrst og fremst má bøtast um tær atfinningar, tey flestu eru samd um — senditíð og mongd, góðska og meiri fjølbroytt tilfar. Ahugavert hevði eisini verið at fingið fram, hverjar tættir mestur dentur eigur at vera lagdur á — undirhald, upplýsandi sending- ar, reportasjur, meiri djúpt- gangandi bakgrundstilfar, ný- tíðindi innanoyggja ella útlend- is, sum flestu lurtararnir kanska longu hava hoyrt í eðrum út- vørpum. Til dømis kundi Útvarpið sjálvt skipað fyri sending sum framlega til tjak. Í eini slíkari sending kundi verið greitt frá núverandi virksemi Útvarpsins og teimum trupulleikum, teir 07.15: 07.17: 07.35: 08.00: 08.05: 12.00: 12.20: 12.32: 12.50: 12.51: 18.30: 18.42: 19.00: hava at dragast við. Samarbeiði og samband millum útvarps- leiðsluna og fólksins almenna umboð, útvarpsnevndina og landsstýrið. Harnæst kundi t. d. verið skipað fyri tjaksendingum við luttøku frá hesum stovnum og lurtarum. Umframt mangt smáputl, sum hevi ikki verður til at koma inn á her, er mín áskoðan, at Útvarpið er alt, alt ov eins- táttað, sum omanfyri standandi mánadagsskrá eisini vísir. Tað er tað, sum fyrst og fremst fær ein at argast. Alt ov fáar ymiskar meiningar koma fram. Ikki minst innan fyri politisk mál, sum frammi eru í tíðini. Alt ov sjáldan verða viðmerkingar settar til hendingar og annað, sum fer fram og viðkemur ellum samfelagsins borgarum. (Smb. radiotingið og krydsild-sending- arnar í danska útvarpinum). Útvarpssendingarnar bera alt ov sjónligt dæmi av, at bert ein ella fáir leggja skránna til rættis og leiða sendingarnar. Einki briksl til stjóran, men ikki kemst uttanum, at staða hansara er ein monopolstøda vid. lít og viðkemur fólkinum meir enn nakað annað. Hevdu fleiri verið við at lagt skrá og sendingar til rættis, vildu tær óivað av sær sjálvum verið meira fjølbroyttar og betri. Hugskotini og mein- ingarnar vóru fleiri. Í hesum viðfangi kann nevn- ast, at ikki so lítil partur av sendingum danska útvarpsins eru gjørdar undir ávirkan og eftir uppskotum frá lurtarim og lagdar til rættis við hjálp teirra. Tað veður ikki sagt, at vit skulu apa, men hóast alt kunna vit læra okkurt av teimum, ið royndirnar hava. Fyri lurtararnar hevði eisini verið hugaligt, um sendingar vóru, har hevi var at ringja inn og seta fram spurningar, teim- um liggur á brósti. Fakkunn- leika hava vit ikki á øllum økjum, men uttan iva á ikki so fáum. Tað er at vóna, at nú vit fáa nýggj útvarpshús, at útvarps- myndugleikarnir gera sitt til, at framstig verða gjørd, og at Útvarpið verður meira tíðar- hóskandi. Lurtarin hevur veru- liga krav upp á hetta. Frá mánadegi 20. Ternan broytt soleiðis: Sunnudag kl. 240, Fuglafirði. Broyting í ferðasambandinum FUGLAFJØRD — M/F TERNAN januar verður rutan Fuglafjør6—m/f Úr Fuglafirði í samband við túrir úr Klaksvík Mánadag kl. 12.15 og 19.45 kl. 12.15 og 19.45 Tysdag kl. 12.15 og 18.45 kl. 12.15 og 18.45 Mikudag kl. 12.15 og 18.45 kl. 12.15 og 18.45 Hósdag kl. 12.15 og 18.45 kl. 12.15 og 18.45 Friggjadag kl. 12.15 og 19.45 kl. 12.15 og 19.45 Leygardag kl. 12.30 og 15.45 kl. 12.30 og 15.45 9.30 og 19.45 kl. 9.30 og 19.45 Ferðafólk úr Fuglafirði kunnu siga frá hjá Palla Olsen, tlf. Strandfaraskip Landsins