mikudagur 29. januar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Einki upplýst um orsøkina til flogóhappið
frælsi
Nr.8 —
Skeiv
mannagongd
Í oddagrein blaðsins í dag
verður skrivað um málstríðið
í Hoydelum og um ta skeivu
mannagongd, sum nýtt hev-
ur verið í hesum máli. Har
verður sagt m. a.:
— Og ikki fyrr enn 19.
február verður skriv sent
landsstýrinum, har lands-
stýrið verður sett inn í málið
og fær áheitan um at venda
sær til donsku myndugleik-
arnar hesum máli vidvikj-
andi. Longu tveir dagar
seinni er fundur millum
landsstýrið og umboð fyri
lærarar og næmingarnar við
skúlan, men tá hevur Erlend-
ur Patursson, fólkatingsmað-
ur, longu reist spurningin í
fólkatinginum dagin fyri.
Síða 2
Bæði á Tver-
oyri og í Vági
HF-skeiðið í Suðuroy verður
nú hildið bæði á Tveroyri og í
Vági. Men arbeitt verður
annars fram ímóti einari
nýggjari HF-skipan fyri Suð-
uroynna.
Síða 3
352 tons
minnl
Kósavirkið í Klaksvík tók í
farna ári imot 352 tonsum
minni enn árið fyri. Sam-
stundis vuksu løngjaldingar-
nar vid hálvari miljón kr.
Síða 3
Missiónshúsið
við Landavegin. Onki meti í
kveld vegna sjúku.
Filadelfia
Í dag kl. 16.00 frítíðararbeiði
fyri gentur og kl. 18.00 fyri
dreingir.
javnaður
Mikudagin 29. januar 1975 — 48. árgangur —
brødralag
Leysasøla 1,50 kr.
Skansastova
rå ”” rÅ rÅ m m
í byráðshúsini
Vit eru nøkurlunda nøgdir, men tað var ikki júst
tað, vit høvdu ynskt. Saman við býráðshúsunum
kundu vit eisini hugsað okkum eitt grundøki, t. d.
oman fyri
viðarlundina,
so vit høvdu nakað
konkret í framtíðini at arbeiða við, segði Kári
Thorsteinsson, formaður í ungmannafelagnum
Skansastova, aftan á býráðsfundin månakvøldid.
Lesið á síðu 6
Skilja ikki
samgongusáttmálan
Føroysku arbeidarafeløgini hava
sent landsstyrinum bræv vid
fyrispurningi um eitt brot i sam-
gongusåttmålanum, sum tey
siga seg ikki at skilja.
Fyrispurningurin vidvikir
grein 7 i såttmålanum, har sagt
verður, at pristalsskipanin verð-
ur broytt soleidis, at teir ymsu
hættirnir fyri prisjavning geva
lenarstættunum sama endur-
gjald fyri prishækking, og at
Merkisdagur
Í gjar hevði John Kjærbæk
sum toll-
30 árs jubileum
maður.
prístalsgrundarlagið verður ful-
figgjad til at taka í nýtslu i ár,
samstundis sum grundtalið
verður sett til 100.
Sáttmálasamráðingar
Arbeidarafeløgini upplýsa í fyri-
spurninginum til landsstýrið, at
tað ivaleyst fara at vera sátt-
málasamráðingar einaferð í vár,
og at tey tí vilja hava at vita,
hvussu grein 7 skal skiljast.
— Hetta hevur okkara stersta
áhuga, soleiðis at vit ikki verða
tikin av bóli, aftaná at vit hava
lokið samráðingarnar og gjert
lønarsåttmåla við arbeiðsgev-
arnar, siga í brævinum til lands-
stýrið.
Clarkwood sakarmálið
fyribils útsett
Kravið frá ákæruvaldinum at
gera úrskurð um at leggja hald á
bretska trolaran Clarkwood er
fyribils útsett. Ætlanin var, at
málið skuldi koma fyri rættin í
gjár, men orsakað av at samráð-
ingar eru í gongd við reidariid
um bankatrygd fyri veiðu, reið-
skap og møguliga bót, er málið
útsett fyribils.
Chon, fútafulltrúi, upplýsir
fyri SOSIALINUM, at reidariid
er sinnað at veita bankatrygd,
men mótmælir samstundis
rapporteringina hjá Dagstjern-
uni.
Um so er, at reiðariið veitir
bankatrygd, fer ákæruvaldið
ikki at biðja rættin um úrskurð
viðvíkjandi at leggja hald á trol-
aran.
Upp á fyrispurning til Chon,
fútafulltrúa, um nær samráðing-
arnar verða lidnar, sigur hann
okkum, at tað verða tær fyrsta
dagin
Reiðaríið hjá bretska trol-
Clarkwood vil helst
aranum
sleppa undan at fáa sama úr-
skurð, sum Aberdeen Fisher
fekk herfyri.
Starvsstovan á Debessartreð
Djóralækni settur
Djóralækni er nú settur í starv við bakteriu-
logisku starvsstovuna úti á Debessartrød í
Havn. Tað er norðmaðurin Bent Melhus, sum
kemur at starvast sum djóralækni við starvs-
stovuna.
Landsstýrið, sum hevur vidgjørt umsóknir-
nar til starvið, tók avgerð um hetta nú um
dagarnar.
LIÐUG Í DESEMBER
Starvsstovan var liðug í desember í fjør.
Høvudsarbeidid varð yvirtikið í
hálvum
november, og Fróðskaparsetrið hevur høli í
ovastu hædd. Har er millum annað fundar-
salur til 120 fólk.
Tað er ikki greitt, nær starvsstovan kann
fara at virka. Roknað verður við, at einir
tríggir mánaðir fara at ganga frá tí, at leiðslan
til starvsstovuna er sett, til hon er farin at
virka.
Bakteriulogiska starvsstovan hevur kostað
4 milj. kr.
Eykastudningur til
útróðrarmenn og bátar
Uppskotið frá landsstýrinum um
bráðfengis stuðul til útróðurin,
sum varð lagt fyri tingið mána-
dagin, skal nú fáa viðgerð í teirri
figgjarnevndini, sum tingið
valdi å fundi seinnapartin i gjår.
Uppskotið fekk 1. viðgerð á
fundi fyrrapartin í gjár, og varð
beint í figgjarnevndina til við-
gerðar.
Figgjarnevnd varð vald beint
eftir, at nývalda tingið kom
saman í desember í fjør, men
nevndin varð vald av nýggjum
seinnapartin í gjár, ti nýtt
landsstýri síðani hevur tikið við.
Eykastudningur
Landsstýrið skjýtur upp, at
eykastudningar verða veittir til
útróðurin sum lið í einari bráð-
fengis hjálp. Samstundis sigur
landsstýrið í uppskoti sínum, at
tað arbeiðir við einari heildar-
loysn til spurningin, og at upp-
skot um eina slíka loysn vænt-
andi verður lagt fyri tingið um
mánaðarskiftið mars — apríl.
Í hesum uppskotinum mælir
landsstýrið tinginum til at
broyta lógina um minstulen og
annan stuðul til fiskivinnuna so-
leiðis, at 15 oyru fyri kg verða
latin í eykastudningi til mann-
ingina og 10 oyru til eigaran fyri
kg av øllum rundum fiski,
kruvdum, við hevdi, toskur yvir
70 sentimetrar tó undantikin.
Landsstýrið skjýtur eisini
upp, at hverja ferð prísurin
hækkar við 10 oyrum í meðal
fyri kg, lækkar samlaða pris-
viðbótin til manning og eigara
við 1 oyra. Lækkaða prisvid-
bótin verður býtt ímillum mann-
ing og eigara í lutfallinum 3:2.
Skotið verður upp, at lógin
verður galdandi frá 1. február til
31. mars í ár.