Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr.8 — 29. januar 1975 s0Sialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Ui gevari: Foroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á Hey gsbrevt Skeiv mannagongd SUM ØLL minnast, tók rættiligt stríð seg upp í fjør um málspurningin á Føroya Studentaskúla, har næmingarnir kravdu, at foroyskt mál varð nýtt til próvtekuna i øllum lærugreinum. FYRI STUTTUM kom út eitt yvirlit yvir hendingarnar í hesum máli. Yvirlitið, sum er lagt til rættis av lærararáðnum við Feroya Studentaskúla, lýsir gjølliga alla gongdina í málinum, ella rættari ta skeivu manna- gongd, sum nýtt hevur verið í hesum máli. NEVNDA FRÁGREIÐING byrjar 28. september 1973, tá spurningurin verður reistur á fundi á lærararáðnum, har eisini triggir næmingar eru við á fundi. Síðani kunnu vit leypa fram til 16. februar 1974, tá blaðið 14. september skrivar um málið, men so kemur tað heilt margháttliga burtur úr hesi frágreiðing, at ikki fyrr enn tveir dagar seinni, nevniliga 18. februar, verður skriv sent pressuni, har pressan sum so verður gjørd kunnug við spurningin. OG IKKI FYRR enn 19. februar verður skriv sent landsstýrinum, har landsstýrið verður sett inn í málið og fær áheitan um at venda sær til donsku myndugleikarnar hesum máli viðvíkjandi. Longu tveir dagar seinni er fundur millum landsstýrið og umboð fyri lærararnar og næmingarnar við skúlan, men tá hevur Erlendur Patursson, fólkatingsmað- ur, longu reist spurningin í fólkatinginum dagin fyri. VIT MEGU loyva okkum at spyrja, hvi 14. september fekk málið at rumbla við, áðrenn tað varð sent landsstýrinum. Somuleiðis hví og hvussu 14. september fekk kunnleika til málið, áðrenn tað varð sent restuni av press- uni. Eisini megu vit spyrja, hví spurningurin verður kunngjerdur pressuni, áðrenn lands- stýrið fær nakað at vita, og hvi varð málið reist í fólkatinginum, áðrenn Feroya lands- stýri hevði fingið meguleika til at viðgera spurningin? LANDSSTYRID, SUM sat, og fráfarni kenslumálaráðharrin Åsbjørn Joensen fingu nógvar ábreiðslur í hesum máli. Ikki minst í sambandi við vitjan Poul Hartlings, for- sætisráðharra, tá næmingar úr Hoydelum handaðu landsstýrinum skriv, har m. a. varð tikið soleiðis til: >Vi pátaler pá det alvor- ligste, at landsstyret ikki har gjort mere for at gennemføre elevernes ret til at tale færøsk«. EFTIR AT HAVA lisid ta frågreiding, sum nu er komin år Hoydølum, megu vit fråtaka fråfarna landsstyrinum nærum alla åbyrgd av, at hetta mål ikki er loyst, og fyri ta skeivu mannagongd, sum nytt hevur verið i hesum måli, geva misnøgdini yvir at spurningurin ikki er loystur nyggja adressu — nevniliga: Hoydalar. dagbókin Guðstænastur komandi sunnudagi verða hesar guðstænastur: Nes J. Follend. Elduvík altargongd T. Beder. Hvalba altargongd K. O. Viderø. Brådleyp I dag giftast i Klaksvik Frid- gerð Rasmussen og Hanus Hansen, bædi ur Klaksvik. Silvurbrådleyp Í dag kunnu hjúnini Katrina og Thomas Juul við Skipá, Heiðavegur, Tórshavn, halda silvurbrúdleyp. Í dag kunnu hjúnini Omi og Henning Jensen, skipari, Vágur, halda silvurbrúdleyp. Regluligar sendingar allar dagar í vikuni uttan sunnu- dag: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurt. og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurt. og tíðindi 12.00: Middagskonsert 12.20: Veðurt. og tíðindi 12.32: Tónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur til kl. 13.00 18.30: Vedurt. og tidindi Mikudagin 29. 08.05: Enskt II 13.00: Kvøduljåmar til sjó- fólkið 18.42: Miðvikan 19.30: Fólkaleg 20.00: Enskt II Hósdagin 18.42: Framhaldssegan Landastrokini eftir Knut Hamsun, 12. partur. E. Joensen les- ur. Hans Thomsen týddi 19.30: Jussi Bjørling syngur operaariur 19.30: Poppur Fríggjadagin 31: 18.42: Fyrilestur 19.10: Jazz-sending. Nakrir saxofonspælarar. 3. sending, sum Jógvan Joensen leggur til rættis 20.00: Friggjakveld klokkan 20