Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.8 — 29. januar 1975 sosialurin Síða 3 Frá Kósavirkinum í Klaksvík Tóku ímóti 352 tonsum færri Meðan Kósavirkið í Klaksvík í fjør tók ímóti minni nogd enn árið fyri, vórðu goldnar 500.000 kr. meiri í arbeidsløn Flakavirkið á Kósini í Klaksvík tók í farna ári ímóti 352 tonsum færri enn árið fyri. Hetta árið keypti virkið til- samans 8.399 tons fyri 19,6 milj. kr. ímóti 8.751 fyri 15,3 milj. kr. árið fyri. Mest frá útróðrabátum Meginparturin, sum varð land- aður á Kósini í fjør, kom frá út- róðrabátum. Teir landaðu til- samans 3.918 tons, ella 1.104 tons minni enn árið fyri, tá út- róðrabátarnir landadu 5.022 tons. Linubåtar landadu i 1974 til- samans 3.831 tons. Hetta eru 586 tons meiri, enn teir landadu árið fyri. Trolarar landaðu 166 tons meiri enn árið fyri. Í fjør landaðu teir 668 tons imóti 502 tonsum í 1973. Foreldur Tað mesta, sum Kósavirkið tók ímóti í fjør, var toskur, ella sløk 3.000 tons. Næstmest var upsi, 2.160 tons, og harnæst hýsa, 1.330 tons. Tað vóru eisini hesi fiskaslog, sum virkið keypti mest av í 1973. 50 tons meiri av saltfiski Virkið keypti og pakkaði 50 tons meiri av saltfiski í fjør enn árið fyri. Í 1974 vórðu pakkað 1.650 tons av saltfiski ímóti 1.600 tonsum í 1973. aði í fjør tilsamans 1.400 tons av frystum verum. Tað er 200 tons minni enn árið fyri. Av saltaðum verum vórðu avskipað 250 tons meiri enn árið fyri, ella 2.050 tons, og av minkafóðuri 600 tons minni, ella 3.600 tons. Hálv milj. meiri í løn Í løn vórðu goldnar hetta árið tilsamans 6 milj. kr., ella 500.000 kr. meiri enn í 1973, tá løngjaldingar vóru fyri 5,5 milj. kr Jákup Sibbi og Ánanias í annadkvøld Í annaðkveld kl. 20 verður fyrstaframførsla av sjónleikun- um Jákup Sibbi og Ánanias í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var ætlanin, at fyrsta- framferslan skuldi vera leygar- kveldið, men av sjúku og eðrum varð framførslan útsett. Framførdur áður Leikurin Jákup Sibbi, sum Hans Dalsgaard hevur skrivað, hevur einaferð verið framferdur í Fer- oyum fyrr. Tað var í Losjuni í Havn beint fyri seinna heims- bardaga. Tá spældi Louis Høj- gaard Jákup Sibbi. Hesa ferðina verður tað Óli Kurt Hansen, sum fær leiklutin Ánanias, sum er eftir íslend- ingin Jokull Jakobsson, og sum Eyðun Andreassen hevur um- sett, varð fyrstu ferðina gjørdur til útvarpsleik og sendur fyri nekrum árum síðani. Hevuðsleiklutirnar í Ånanias tá hevdu Oskar Hermansen og Johanna Maria Djurhuus, og tað verða eisini tey bæði, sum fara at hava høvudsleiklutirnar, nú leikurin er uppsettur sum sjón- leikur. ella verjar, ið ætla at lata bern síni í Kommunuskúlan, Flakavirkið á Kósini avskip- Venjingarskúlan ella Eysturskúlan komandi skúlaár, verða biðin um at siga frá á skúlanum mikudagin 5. og hósdagin 6. februar, millum kl. 16.00 og 18.00 Bern, sum búgva eystan fyri Frælsið, Mattalág, Eiriksgotu og Svalbardsveg, verða tilmeldað í Tórshavnar kommunu skúla, meðan børn, ið búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða tilmeldað á Venjingarskúlanum. Bern, sum búgva sunnan fyri Mylnugetu, við Tinghúsvegin Jóannes Dalsgaard, sum er lestravegleiðari í Suðuroy HF-skeiðið í Suðuroy nú og eystanfyri, verða tilmeldað á Eysturskúlanum. Gerið so væl at hava koppaseðil við. Tórshavnar kommunalu skúlar Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjovåtrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging. bæði á Tvøroyri og í Vági Arbeitt verður nú fram ímóti einari nýggjari HF-skipan fyri Suðuroynna. HF-skeiðið í Suðuroy verður nú hildið bæði á Tveroyri og í Vági. Tríggjar dagar um vikuna er skúlagongd á Tveroyri og tveir dagar í Vági. Næmingar og lærarar koyra ímillum býirnar. Nýggj skipan Arbeitt verður nú annars fram ímóti einari nýggjari HF-skipan fyri Suðuroynna. Eftir hesi skipan skal undirvísast í felags- lærigreinum bæði á Tveroyri og í Vági, meðan samlaða undir- vísingin í summum vallærigrein- um skal vera á Tveroyri og í ødrum í Vági. Á fundi fyrr í hesum mánaða ímillum umboð fyri býráðini á Tveroyri og Vági, skúlarnar har og Atla Dam, legmann, varð sett ein nevnd til at loysa teir praktisku spurningarnar í sam- bandi við HF-skeiðið í Suðuroy Í hesi nevnd sita Jákup Olsen, skúlastjóri í Vági, Anna Sig- mundsdóttir, HF-næmingur úr Sandvík, og Jóannes Dalsgaard, lestrarvegleiðari av Tveroyri. 21 HF-næmingar Tilsamans ganga 21 næmingar á HF-skeiðinum í Suðuroy. Undir- víst verður i lærigreinunum før- oyskt, matematikk, kemi, sega, samfelagslæra, psykologi, týskt, enskt ítróttur. Franskt, psykologi og kemi eru valfríar lærigreinir. religión, franskt og Fáa høli í nýggja skúlanum Tey helini, sum HF-skeiðið skal hav í tí nýggja skúlanum á Tveroyri, eru um at vera liðug. Hesi helini eru í ovaru hædd í skúlanum, og tey skulu vera klár at taka í brúk nú um mánaðar- skiftið. Annars er ætlanin, at nýggi skúlin á Tveroyri skal verða liðugur i april mánaða.