Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Heilag kúgv Herfyri hevði 14. September í leiðaranum umtalu av útvarps- viðurskiftum, og skotið var upp, at hesi komu til alment orða- skifti í útvarpinum. Hetta tykist mær ógvuliga optimistiskt, tí tað veit ein og hver, at hetta vil útvarpsleiðslan aldri ganga við til. Tað er eyðvitað, at okkurt gott hevði komið burtur úr einum tílíkum orðaskifti, og rætningslinjur = kundu verið gjørdar, sum útvarpsmanningin skuldu ganga eftir, men vit hava eina reglugerð, sum hægsti myndugleiki okkara, Feroya Legting, hevur viðtikið, men tað tykist sum um útvarpsleiðslan heldur gongur eftir, hvat teir finna fyri gott, og tað letur til, at útvarpsstjórin sleppur at týggja sær, sum um hann var friðaður í klassa A. Vit hava t. d. í reglugerðini grein 3, sum m. a. sigur: »Dagsskrå fyri hverja viku verður útgivin ikki seinni enn friggjadag í vikuni undan og lýst í útvarpinum friggjadag und- an«. Um henda reglugerð hevði verið fylgd, hevði ymist helst sæð ødrvisi út enn hesar tilvild- arligu sendingarnar, sum helst verða gjørdar í somu letu, sum tær verða sendar. Uttanlanda verða flest allar sendingar, uttan tær aktuellu, gjørdar fleiri mánaðar frammanundan. So kunnu teir siga sum so, at vit hava jú månadag: heraðshornið, tysdag: barnatima, mikudag: miðvikuna 0. s. fr., men hetta fer at verða okkum eitt sindur fátæksligt í longdini, men tað letur ikki til, at nakar vilji er til at broyta hetta, eins og tað heldur ikki letur til at vilji er til at leingja um senditíðina. Tvert- urimåti er t. d. senditidin leygar- kveld stytt í mun til seinasta vetur. Útvarpið er eingin árs- ungi longur og skuldi verið liðugt at trakka sínar barna- skágvar, men kanska hevur tað longu fingið ellisbrek. Vit kunnu eisini nevna grein 6 í reglugerðini um setan av starvsfólki, sum einans verður fylgd, sum tað fellur útvarps- leiðsluni best. Eg vil fegin styðja meg til uppskot 14. Septembers um al- ment orðaskifti um útvarpið, Hanus Andreassen týðir stutt- søgur Í bókabúðirnar er komið stutt- segusavn við týðingum eftir Hanus Andreassen. Savnið kall- ast Kaleidoskop, og eru allar fimm segurnar eftir bretska rit- høvundanum Ray Bradbury. William Heinesen hevur tekn- að kápumyndini, meðan Valde- mar Dalsgarð hevur gjert hinar tekningarnar í savninum. Tað er Hitt foroyska Student- afelagið í Keypmannahavn, sum hevur givið út, og savnið er prentað á prentsmiðjuni hjá Informatión í Keypmannahavn. sosialurin Nr.8 — 29. januar 1975 B R Ø kanska i telefon, og eg skal fegin ringja, men eg ivist stórliga i, at eg sleppi igjøgnum sensurin, men eg hugsi ikki, at hetta hevdi broytt nakað upp á okkara armóðssteðu, so leingi útvarps- nevndin ikki er fer fyri at umsita galdandi reglugerð. Hesir okkara álitismenn hava sýnt eitt tílíkt respektloysi fyri galdandi lóg, og gott hevði verið, um vit fingu skift hesar út við menn, sum høvdu manns- dirvi at krevja, at galdandi reglugerð verður fylgd, og gjørt ábetur, sum komu lurtarunum til góðar, í staðin fyri at geva seg undir albogadiktatur. Árni C. Joensen Telefonboðfelagar i Gøtu I Gøtu kommunu eru hesir telefonbodfelagar: „.. tlf. nr. 41175: Johanne Maria Poulsen Undir Gøtueid Sydrugøtu og Gøtugjogv Nordagøtu - 41113: Maria Mikkelsen - 41039: Poulina Jarnskor Hesir telefonfelagar greida telefonsamtalur og telegramm. GØTU BYGDARÅD Heldur ikki vit hava broytt gødskuna NAVNID ER — og utsjondin er eisini hin sama Bjor