mikudagur 29. januar 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 29. januar 1975
sosialurin
NICLAS HOLM til åminningar
Onsmorgunin 22. januar komu
sorgarbodini, at Niclas Holm,
vanliga nevndur Nikkurin, var
farin mitt i livsyrki sinum.
M/s Suðurfarið kemur spaku-
liga inn á fjørdin við flaggi á
hálvari stong.
Suðurfarið og Niclas vóru
vorðin ein eind, soleiðis at tá
ein sá Suðurfarið, var Niclas
alti3 í tonkunum, tí teir dagar
báturin ikki var í vinnu, so var
Niclas umborð og hampaði og
gjørdi istand.
Og verkið liggur eftir hann.
Við sínum hegni, rekiskapi og
áhaldni hevur tað eydnast hon-
um at hava átt bátin, síðan h
ann var bygdur í 1946. Tað var
heldur ikki fyri einki, hann mót-
tók heiðurstekin fyri rekiskap,
handað av løgmanni.
Eitt afturat, sum eg veit, er at
undirstrika: Suðurfarið við
Niclas hevur ongan mann mist í
oll hesi ár.
Hesin óeydnismorgun við ódn
av landsuðri, regni og myrkri,
vildi tað annarleiðis, tá Ver-
mund Niclasen slóð fyri borð.
Men Niclas, sum so mangan
var farin bæði á útróður heima,
saltfiskatúrar við Ísland og
útróður í Grenlandi, kendi bát
sín, og her, tá tað galt bjarging
av einum av sínum trúgvu út-
róðramonnum, sum hevði verið
við bátinum av og á gjøgnum øll
hesi ár, vísti Niclas sítt síðsta
bragd.
Her framgongur best hansara
kunnleiki til bátin, tað eydnaðist
við hansara hegni og skili at fáa
mannin aftur, hóast ódnin
leikaði í.
Okur, sum kendu hann sum
menniskja, okur vita, at hann í
hesi stund so inniliga hevur biðið
til himmalska faðir okkara, at
teir skuldu fáa Vermund aftur.
Men ikki untist honum ella
hinum, ið við vóru, at gleðast
yvir, at alt endaði í ellum
góðum.
Niclas hevði henda myrka
ódnarmorgun siglt sína síðstu
sigling, utført sítt síðsta bragd.
Hann, sum so óteljandi ferðir
hevur hildið um stýrisvel, sett
kós og siglt bæði frá landi og til
lands.
Henda ódnarmorgun vestan
fyri Suðuroy var dagsverkið
lokið, síðsta kósin sett. Við
gleðini og tekkini í hjartanum
yvir bjarging av Vermund sigldi
Niclas sína síðstu sigling heim, í
Himmalsins tryggu havn.
Millum útróðramenn var
Niclas altíð hin sáttligi, trúgvi,
álítandi og hjálpandi maðurin.
Og at hann var góður at vera
saman við, sæst best av tí,
hvussu nógv ár menn kundu
vera við báti hansara.
Við sínum stillu og sinniligu
atferð, við sínum altíð vælhildna
og snotiliga báti, myndaði
Niclas Tveroyri á sín hátt.
Hetta verður nú ein stórur
saknur fyri okkum, sum komu
til keiina.
Í hesi tungu letu minnast vit
Niclas við gleði og takksemi,
men tankar okkara leita í sam-
kenslu til konu og bern og
familju hansara nú í stóru sorg
og sakni tykkara.
Heiðrað veri minni hansara.
Vinur
rå m Æ =
Ráfiskaprísir
Ráfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frá 8. mai
1969, hevur á fundi 22. jan. 1975 ásett hesar minstuprísir fyri
fyrstafloks blóðgaðan ráfisk kruvdur við hevdi frá vekt.
kr. pr. kg
Toskur …….... eeeyvir 70 cm 1A 3,20
eN — 70cm1B 1,21
er RR 44—70cm 1A 1,77
— ss 44—70cm 1B 1,21
SARA 34—44 cm 1,00
Hýsa ......... ie yvir40 cm 1A 1,82
— — 40cm1B 1,21
Longa... rr re er AHH 1,68
Blålonga ............ ss ongan pris
Brosma ........... — —
Skøta ss ss 0,98
Kongafiskur ........ ere ongan pris
Upsi ....... eee re yvir7ocm 1,07
Hvitingur ................... — 3lecm 0,87
Havtaska ....................
Steinbitur „sams sas 2.0
Hesir prisir eru galdandi frå og vid 23. jan. 1975, sum oman-
fyri tilskilad å hesum plåssum:
Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvik, Fuglafirði,
Eiði, Getu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið-
vági, Servági, Tveroyri og Vági.
Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður
prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við frá-
drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn.
Tórshavn, 23. januar 1975
Prísásetingarnevndin á ráfiski
29.1.1975 er seinasti dagir, ið donsk frímerki eru í gildi í Før-
oyum.
Frá og vid 30.1.1975 eru føroysk frímerki til sølu á ollum
posthúsum.
Tey, ið hava donsk frímerki liggjandi, kunnu fáa tey skift
um við foroysk frímerki á posthúsunum frá 30. 1. 1975.
POSTVERKIÐ
Rørleggjarar
Søgt verður eftir tveimum røskum rørleggjarum.
Torshavnar byråd
tlf. 12009
Síða 5
stubbar uttaneftir
Ófriður í Portugal
Portugisiskir fallskýggjaher-
menn róku sunnudagin aftur
fleiri túsund vinstrasinnaðar
mótmælismenn, sum síðani
leygardagin hevdu kringsett
eitt fundarheli í býnum
Oporto, har tann størsti ikki-
sosialistiski flokkurin i
Portugal helt sín fyrsta
landsfund. Landsfundurin
skuldi halda fram sunnudag-
in, men mátti slítast orsakað
av herðum samanbrestum
ímillum mótmælismenn og
politiið. Teir 300 luttakarar-
nir og teir 0. u. 30 útlendsku
gestirnir á fundinum vórðu
fluttir burtur haðani, men
vóru ikki í vanda.
Kissinger
fyri atfinningum
Nýggi formaðurin í uttanrík-
isnevndini hjá amerikanska
senatinum, John Sparkmann,
hevur funnist at Henry
Kissinger, uttanríkisráð-
harra, fyri at hava sagt, at
ein búskaparlig keving í
vestur heiminum kann elva
til kriggj. Sparkmann sigur í
einari samreðu við libanska
blaðið The Daily Star, at eitt
kriggj er óhugsandi uttan so,
at USA verður álopið. Spark-
mann mælir eisini til stovn-
seting av einum palistensk-
um ríki, samstundis sum
hann er ímóti royndunum til
at leggja trýst á Ísrael.
Sparkmann sigur í samreð-
uni, at hann er ímóti at brúka
vald til at fáa fatur á olju ella
ødrum. Hann harmast um, at
Kissinger hevur sagt hetta.
— Eg haldi, at tað er
óhugsandi, at ein amerik-
anskur forseti nakrantid fer
at byrja eitt kriggj uttan so,
at USA verður álopið, sigur
John Sparkmann.
Gromyko at vitja
Egyptaland
Sovjettiski uttanrikisrådharr-
in, Andrej Gromyko, fer at
vitja í Egyptalandi 3. febru-
ár, sigur sovjettiska tíðinda-
stovan TASS.
Gromyko hevur í seinast-
uni tikið sær av teimum
heldur vánaligu viðurskiftun-
um millum Sovjetsamveldið
og Egyptaland. Seinast,
hann var í Kairo, var fyrst í
mars mánaða í fjør. Í
desember var ein egyptisk
sendinevnd í Moskva, og har
fekk hon at vita, at tann ætl-
aða vitjanin hjá Leonid
Bresnjev, aðalskrivara, í
Egyptalandi var avlýst.
Eygleiðarar í Moskva h
alda, at Gromyko undir
vitjan síni í Egyptalandi fer
at royna at fáa betri viður-
skifti í lag við stjórnina í
Kairo. Egyptiski forsetin,
Anwar Sadat, segði herfyri,
at hann harmaðist tær sein-
astu hendingarnar í viður-
skiftunum ímillum tey bæði
londini.
Fleiri flóttarfólk
Í Suðurvietnam er talið á
flóttarfólki vaksið við umleið
1,4 milj. síðani friðaravtalan
varð undirskrivað í Paris fyri
tveimum árum síðani. Hetta
verður sagt í einari frágreið-
ing, sum er kunngjerd fyri
amerikansku kongressini. Í
frágreiðingini verður funnist
at Vietnam-politikkinum hjá
Gerald Ford, forseta, og
mælt verður til, at USA ger
meiri fyri at tryggja eina
politiska loysn í Suðurviet-
nam. Í Kambodja hava upp-
reistrarherdeildirnar = fram-
vegis hevuðsstaðin Phom
Penh kringsettan, og tað er
ógvuliga torfert at fáa veit-
ingar til býin. Níggju skipi
einum fylgi vóru leygardagin
á veg til Phnom Penh, men
bert trý av teimum sluppu
igjøgnum kringsetingina við
Mekong-ánna. Skipini høvdu
olju og lóður við.
Í Phnom Penh er matveru-
trot, og býurin hevur ikki
fingið matverur í meiri enn
ein mánaða.
Samanbrestur mill-
um politi og nunnur
Í Saigon vórðu sunnudagin
samanbrestir ímillum politiið
og bhuddista-nunnur eftir ein
politiskan fund, har funnist
varð at suðurvietnamesisku
stjórnini. Fleiri nunnur fingu
skaða og máttu til viðgerðar
á sjúkahúsi. Í býnum Tai-
Ninh, 90 km í ein útnyrðing
úr Saigon, lótu átta sivilfólk
lív, tá FNL-herdeildir skutu
rakettir eftir húsum í mið-
býnum, sigur herleiðslan í
Saigon.
Rakettir
USA hevur játtað at selja
Ísrael meiri enn 100 nútíðar
rakettir. Tað eru keldur í
amerikanska verjumálaráðn-
um, sum bera hesi tíðindi.
Einki verður sagt um, nær
sølan skal koma i lag.
35 lond tingast
um frið
Luttakarar úr 35 londum
tóku uppaftur tingingarnar í
Geneve um eina europeiska
friðarráðstevnu. Ráðstevnan
skal eftir ætlanini haldast í
finska hevuðsstaðnum Hels-
inki.
Triðja heimskriggj
Kinesiski forsætisráðharrin
Chou En-lai boðaði seinasta
mánadag frá, at kappingin
millum Amerika og Sovjett-
samveldið vil fera til eitt
triðja heimskriggj.
— USA og Sovjettsam-
veldið eru i dag altjóða kúg-
arar, og eru hesi bæði londini
keldan til triðja heimskrigg-
ið. Kapping teirra kemur iva-
leyst at føra til eitt verðins-
kriggj, segði Chou.