leygardagur 1. februar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Býráðsformaðurin í Havn skuldsettur fyri lógarbrot
frælsi
javnadur
brødralag
Nr.9 — Leygardagin 1. februar 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Utfluttningurin 1974
slakar 486 mill. kr.
Misålit til
sinar egnu
Um andsteðupolitikk sam-
bandsfloksins og fyrstu upp-
skot hansara á tingi, verður
m. a. sagt í oddagrein
blaðsins í dag: Tað løgna við
báðum hesum uppskotum er,
at bæði hesi målsøkir —
fiskivinnumál og figgjarmål
— hava verið umsitin av
sambandsflokkinum sjálvum
í landsstýrinum líka fram til
7. januar í ár. Fiskivinnu-
málini hevur flokkurin umsit-
ið í fýra år, og figgjarmålini
hevur hann umsitið í heili
atta ár. Síða 2
Nakra
framtið?
— Jú, enn er nógv at stridast
fyri. Kvinnurnar hava enn
ikki fingið fullan líkarætt.
Sum dømi kann nevnast
somu len fyri sama arbeiði,
hjá verkamonnum og kvinn-
um manglar enn nógv, og tað
er eisini m. a. galdandi á tí
sosiala økinum.
Soleiðis tekur Heðin Klein
m. a. til í panelgrein blaðsins
í dag, sum hann kallar Hevur
javnaðarhugsjónin nakra
framtíð?
Síða 4
Plantuskúli
i Hoydølum
Ætlanir eru frammi um at
gera minkagardarnar i Hoy-
dølum til plantuskúla.
Sida 6
Frå sum
bladstjori
Knút Wang, fyrrverandi løg-
tingsmaður hjá Fólkaflokkin-
um, sum hevur verið blað-
stjóri á Dagblaðnum síðani
1942, hevur sagt seg úr
hesum starvi vegna tess, at
hann fer í annað starv. Hann
skal tó halda fram sum fyri-
bilsblaðstjóri.
Samlaðá útfluttningsvirðið í
1974 var sambært uppgerð frá
Hagdeildini 485 mill. 859 tús.
kr., sum er 14,5 mill. kr. meira
enn í 1973, tá útflutt varð fyri
471 mill. 357 tús. kr.
Útfluttningurin
í december
Í december 1974 varð útflutt fyri
29,3 mill. kr.
Stersta útfluttningsveran í
nøgd og virði var fryst fiskaflak,
har útflutt vórðu 918 tons fyri 7
mill. 207 tús. kr. Næststersta
utfluttningsvøran í virði var
rækjur, har 733 tons vórðu út-
flutt fyri 6 mill. 226 tús. kr. Sum
nr. 3 kemur 322 tons av saltfiski
fyri 2 mill 278 tús. kr. Tinæst
870 tons av matsild fyri 2 mill.
122 tús. kr. Síðani 540 tons av
saltsild fyri 1 mill. 773 tús. kr.
Størstu keyparalondini
Fimm tey sterstu keyparalond-
60 ár
Í dag fyllir Reinhold
Sílá á Tvøroyri 60 ár.
Hann var eitt skifti
løgtingsmadur fyri
javnaðarflokkin.
Reinhold hevur
havt mong álitis-
størv. Hann hevur í
fleiri ár verið nevnd-
arbeiðs-
arlimur í
mannafelagnum Fylk -
ing og hevur havt
sjúkakassan á Tvør-
oyri um hendi. Eisini
hevur hann verið for-
maður í Froðbiíar
Sóknar Javnaðarfel-
ag.
Reinhold er burtur-
staddur fødingardag-
in.
ini vóru: Danmark, sum keypti
fyri 8 mill. 014 tús. kr., USA, ið
keypti fyri 7 mill. 536 tús. kr.,
Bretland fyri 6 mill. 245 tús. kr.,
Sveríki fyri 2 mill. 357 tús. kr.
og sum nr. fimm Italia, sum
keypti fyri 1 mill. 784 tús. kr.
Vørubolkarnir
Sum nevnt stavar nógv størsti
parturin — stivar 27 mill. kr. —
frå útfluttningi av fiski og fiska-
úrdráttum.
Umframt eitt skip, sum varð
selt fyri 1,9 mill. kr., vóru hinir
verubólkarnir hesir: 7.136 saltað
skinn fyri 184.000 kr., 16 garv-
aði skinn fyri 1.000 kr., tógv fyri
53.000 kr. og bundnar verur fyri
47.000 kr.
Síðani mánadagin hava 1l
ídnaðarbátar landað í Fuglafirði.
Teir hava ligið frá 130 til 240
tons. Triggir nótabátar hava av-
reitt um 500 tons av brislingi
FØRDYAR 12
0 Á
på.
FØROYAR I20 FØR
i 8
FØRDYAR I20 FORDYANM 24 ”
1 fh:
Mikudagin var seinasti dagur, sum post-
verkið í Føroyum kundi nýta donsk frímerkir,
og hósdagin var fyrsti dagur hjá føroysku frí-
merkjunum.
Báðar hesar dagar var úr at gera hjá post-
verkinum. Bæði í Havn, har posthúsið eisini
hevði eitt høli í húsum Havnar Arbeiðs-
mannafelags, og í Klaksvík, har fólkið stóð
langt út á gøtuna, var meir fólk enn nakran-
tíð áður.
Á »Postens Filateli« Postkontórinum i
Keypmannahavn, har fólk stóðu i kø frå kl. 8
hósmorgunin fyri at sleppa framat, tå tað læt
upp kl. 10, varð selt fyri 800.000 kr. í frímerkj-
um fyrsta dagin.
Í Havn varð selt fyri 250.000 kr. og í Klaks-
vík fyri 30.000 kr. Í Havn gav sølan av fyrsta-
dagskonvoluttum 64.000 kr.
23
Vit drekka |)
úr vedrahorni!