Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr.9 — 1. februar 1975 sosialurin telf.. 1 1820, box 76, 3800 Tórshavn revari: Føroya Javnadarflokkur BA jórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 I 1 Johnsigurd Johannesen, telf, 13242 atsur og paste-up: Prentsmidjan å Heygsbreyt Prent: Prentsmidja-Dimmalættingar Misålit til sinar egnu TAÐ, AT VERÐA ímóti, finnast at, seta fram yvirbjóðingar- og onnur illa undirbygd upp- skot, ið føra til stórri útreiðslur fyri tað al- menna, uttan samstundis at vísa á, hvussu hesin peningur skal fáast til vega, er nú eina ferð lutur andstøduflokkana. HETTA SKAL NÚ verða leiklutur sambands- floksins, saman við sjálvstýrisflokkinum og framburðsflokkinum. Sum andstøduflokkur tykist sambandsflokkurin sera ótolin og skjótur at leypa framav. LONGU ÁÐRENN landsstýrið varð skipað, legði hann frá landi við uppskoti sínum um at hækka prísviðbótina við fimm oyrum, úr 25 upp í 30 oyru fyri kilo. Her var flokkurin kortini sera óheppin. Hansara loysn til at hjálpa fiskimonnum og fiskifgrum í hesi krepputíð, var at lata eitt fimm oyra meir í prísviðbót. Seinni er uppskot komið frá landsstýrinum, hvareftir fiskimenn og før fáa 25 oyru meir í prísviðbót, ella fimm ferðir tað, sum sambandsflokkurin skjeyt upp. SEINNA UPPSKOT sambandsfloksins, sum varð lagt fram beint sum tingið kom saman aftur mánadagin, hevur til endamáls at løgd verður fimm ára fíggjarætlan. Alt gott at siga um hesi uppskot sambandsfloksins, men hesi bæði målsøkir — fiskivinnumål og figgj- armål — verða nå umsitin av ødrum flokkum og ødrum persónum enn áður. Eisini situr eitt nýtt landsstýri og ein nýggj meiriluta sam- gonga. Hvønn politikk hesir flokkar vilja reka á hesum økjum, veit sambandsflokkurin ikki nógv um enn, og komu hesi uppskot tí í úrtíð. NATÚRLIGT VILDI verið fyrst at latið lands- stýrið spælt út, tí andstødupolitikkur skuldi helst verið eitt alternativ til politikk lands- stýrisins og tí átti og eigur landsstýrið fyrst útspælið. TAÐ LØGNA VIÐ báðum hesum uppskotum er, at bæði hesi målsøkir — fiskivinnumål og figgjarmål — hava verið umsitin av sam- bandsflokkinum sjálvum í landsstýrinum líka fram til 7. januar í ár. Fiskivinnumálini hevur flokkurin umsitið í fýra ár, og fíggjarmálini hevur hann umsitið í heili átta ár. UPPSKOTINI BÆÐI kunnu tí takast sum eitt alternativ ella ein atfinning til tann førda fiskivinnu- og fíggjarpolitikkin hjá sam- bandsflokkinum — fiskivinnupolitikkin hjá Eli Nolsøe og fíggjarpolitikkin hjá Petur F. Christiansen. MEN SJÁLVANDI — nýggjan leiðara — nýggjan politikk. dagbókin Guðstænastur Í morgin verða hesar guðs- tænastur: Nes J. Follend. Elduvík altargongd T. Beder. Hvalba altargongd K. O. Viderø. Klaksvík kl. 11 og í Árnafirði kl. 12.30 fv. vara- bispur J. Joensen. Haralds- sund J. Magnussen. Norð- skáli kl. 12 og Eiði kl. 20 P. M. Rasmussen. Havn altar- gongd Kj. Mørkøre. Vág kl. 12 og í Sumba kl. 18.00 Martin R. Jacobsen. Svínoy Salamon J. Joensen. Í norðuroya prestadømum gongur talvan til frama fyri sjómansmissiónina. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður við E. Berg, kl. 10.45 guðs- tænasta við A. Sandbeck. Fundirnir verða hildnir í Adventistaskúlanum við Hoyvikstjørn. Brådleyp I dag giftast i Tvøroyrar kirkju Sólrun Joensen, ættað av Tveroyri, og Eivind Serensen úr Odense. Í dag giftast í Keypmanna- havn Lone Hansen, klinikk- dama úr Nærum og Andras Lindenskov Samuelsen, lær- araskúlanæmingur úr Havn. Adressa: Rundforbivej 263 1E, 2850 Nærum. Læknaprógv Systrarnar Karin og Sigga Joensen úr Klaksvík hava tikið 1. part A sum læknar við lærda háskúlan í Keyp- mannahavn við fyrsta karak- teri. Happadrátturin Seinasti seludagur av happa- dráttarseðlum til feroyska happadráttin er í dag. Drigið verður mánadagin 10. febr- uar. Kvæði, vísur og táttar er útkomin í triðju útgávu. Útgávan er økt við einum kvæði afturat, nevniliga Skrýmslið. Tað eru John Davidsen í Havn og Tróndur við Á av Velbastað, sum hava tilrættarlagt útgávuna og skipað fyri rættlestrinum. Útgevari er H. N. Jacobsens bókahandil í Havn. Dávur Magnussen fyrrverandi landsapotekari og Jóanes av $Skarði. Jehova Vitni Sunnudagin kl. 15: almennur fyrilestur. Kl. 16.00 Vagt- tárnsstudium. Hvenn týsdag: bólkarnir kanna saman kl. 19.30. Hvønn friggjadag: teokrat- iskur skúli og tænastufundur kl. 19.30. Rikissalurin, Nor- egsvegur 4. Starvsmannafelagið Tað verður hervið sagt limum Starvsmannafelagsins frá, at skrivstova felagsins í húsum Tummas Ørvs yviri við Strond er opin hvønn tysdag kl. 17—19. Eisini ber til at ringja til telefon 14868 innan somu tíð. Nevndin Stovningarveitsla Havnar Handverkarafelag heldur 25 ára stovningarveitslu leygardagin 15. februar 1975 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Atgongumerkir fåast å skrivstovu felagsins, Rættarå, frå 3. til 7. februar, hvørt kvøld kl. 19.00 til 21.00. Havnar Handverkarafelag Telefonbodfelagar i Gøtu I Gøtu kommunu eru hesir telefonbodfelagar: Undir Gøtueid .... tlf. nr. 41175: Johanne Maria Poulsen Syðrugetu og Getugjógv Norðagetu - 41113: Maria Mikkelsen - 41039: Poulina Jarnskor Hesir telefonfelagar greiða telefonsamtalur og telegramm. GØTU BYGDARÁÐ Foreldur ella verjar, ið ætla at lata bern síni í Kommunuskúlan, Venjingarskúlan ella Eysturskúlan komandi skúlaár, verða biðin um at siga frá á skúlanum mikudagin 5. og hósdagin 6. februar, millum kl. 16.00 og 18.00. Bern, sum búgva eystan fyri Frælsið, Mattalág, Eiriksgotu og Svalbardsveg, verða tilmeldað í Tórshavnar kommunu- skúla, meðan bern, ið búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða tilmeldað á Venjingarskúlanum. Bern, sum búgva sunnan fyri Mylnugetu, við Tinghúsvegin og eystanfyri, verða tilmeldað á Eysturskúlanum. Gerið so væl at hava koppaseðil við. Tórshavnar kommunalu skúlar Starv Sekt verður eftir fólki til Hagdeildina. Kunnleiki til roknskap er ein fyrimunur. Len sambært sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Feroya landsstýri. Umsóknin, stílað til Búskaparráðið, skal sendast til Hag- deildina, Tinganes, innan 10. februar 1974. Búskaparráðið Vallistar At Fólka og Legtingslistin fyri valárið 1975/76 í Tórshavnar kommunu er til skjals á skrivstovu fólkayvirlitsins, Vaglið frá 1. til 8. febr. 1975, verður her gjørt kunnigt. Kæra um gildi vallistana verður at senda býráðnum innan 12. febr. 1975. Tórshavnar býráð Vrakieftirlitsmaður Tænastumannastarv sum vrakieftirlitsmaður í Suðuroyar sunnara vrakaradømi er leyst at søkja. Hann ið settur verður, hevur skyldu til eisini at virka i øårum vrakaradømum, um hetta gerst neyðugt. Len eftir 10., 14. og 16. lenarrammu í tænastumannalógini. Við galdandi dýrtíðarviðbót er byrjan- arløn og endaløn í løtuni ávikavist kr. 4.347,— og kr. 5.701, — um mánaðin. Umsóknir vid møguligum viðmælum verða at senda landsstýrinum áðrenn 15. debruar 1975. Føroya landsstýri