Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 sosialurin Skansastova flytur inn um 14 dagar — Hevdu vit ikki fingið eina bráðfengis hjá nú, hevði verið vandi fyri, at A fór at sovna, sigur Kári Thorsteinsson, sum er Nr. 9 — 1. februar 1975 kommununytt Bilverja i Vågsbotni parkeringsplåssini i Vågs- Býráðið samtykti á fundi botni havnanevndina. Tað er seinasta månakvøld at beina mál Olavur Michelsen, sum hevur viðvíkjandi bilverju fram við lagt hetta uppskot fram. formaður í ungmannafelagnum Skansastova Ungmannafelagið Skansastova í Havn roknar við at kunna flyta inn í gomlu býráðshúsini á Kirkjuveg um einar 14 dagar. Sáttmáli verður nú gjørdur við býráðið í sambandi við, at bý- ráðið fyrr í hesi vikuni samtykti at lata ungmannafelagnum hús- ini á Kirkjuveg at hølast i. — Tað er komið væl áleiðis við undirskrivingini av sáttmálan- um, og vit rokna við at kunna flyta inn teir næstu dagarnar, sigur formaðurin í Skansastovu, Kári Thorsteinsson, í samreðu við SOSIALIN. Býráðsfundirnir halda fram Skansastova fær at kalla oll húsini á Kirkjuveg at nýta til ungdómsarbeiði. Tó verða bý- ráðsfundirnir at halda fram í verandi hell í húsunum eina tíð framyvir, eins og kommunan skal varðveita kjallaran til at hýsa arbeiðsformonnunum í. - Vit sleppa at brúka høllina, har býráðsfundir verða hildnir, men skulu altíð hava hana teka til býráðið, tá fundir skulu verða, sigur Kári Thorsteinsson. Hann leggur aftrat, at talan er um at flyta býráðsfundirnar í onnur høli seinni. Við at hava fingið betri umsteður at virka í skuldu nú verið møguleikar at aktivisera ungdómin i sterri mun enn higartil, sigur Kári Thorsteins- son. Í húsunum yviri við Strond var hetta at kalla ógjerligt, tí húsuni vóru illa hóskandi, og at ungdómurin av somu orsek Kári Thorsteinsson: — Ungdómurin má aktiviserast misti hugin til at virka. Vit hava nú fingið varhugan av, at hetta er broytt, og tað er at fegnast um. Liggja væl fyri Kári Thorsteinsson sigur, at um eingin bráðfengis hjálp varð fingin nú, hevði verið vandi fyri, at ungdómsarbeiðið í Skansa- stovu datt niðurfyri, tí ungdóm- urin var um at missa mótið. Húsini, sum vit nú hava fingið, liggja sera væl fyri í býnum. Tað er umráðandi, at ungdómurin hevur eini hús at hølast í, sum liggja væl fyri. Hini bæði minnilutauppskotini í býráðnum um at fáa Skansa- stovu undir tak í neystum Havnar Róðrafelags ella í Miillers-pakkhúsinum vóru eis- ini, men tey bygdu meiri upp á Nevndin í Skansastovu: Snæbjern í Dali, Tummas Jakobsen, Gunnar Jacobsen og Kári Thorsteinsson. Torgerð Klein vantar á myndini framtíðina. Uppskotið, sum varð samtykt, loysti verandi tervin beinanvegin. Tað er greitt, at hetta má verða ein fyribils loysn, og eg havi skilt, at býráðið er sinnað at veita eina hjálpandi hond í royndunum til at fáa reist eini nýggj ungdómshús um nøkur ár. Kári Thorsteinsson sigur, at ætlanir eru um at fáa gongd aftur á mánaðarfundirnar og aðrar fundir av upplýsandi slag. — Tað er eisini ætlanin at hava eitt lítið bokasavn í håsun- um á Kirkjuveg, har ungfólk kunnu lesa blød, eins og skúla- ungdómur kann fáa hevi til at lesa setning har. Annars verður høvi til at spæla ymisk spøl 0. a. Størri ávirkan — Tað er okkara uppfatan, at ein nevnd í einum ungmanna- felag eigur ikki at sita ov leingi í senn. Hetta, so sleppast kann undan einum ov einvisum arb- eiðsformi, sigur Kári Thorsteins- son, sum leggur aftrat, at ætlanin er at geva limunum nógv sterri ávirkan á arbeiðið sum heild nú. Alt síðani ungmannafelagið Skansastova fór at virka fyri hálvum eðrum ári síðani hevur tað havt samband við býráðið um húsaviðurskiftini — bæði munnligt og skrivligt. - Nógv uppskot komu fram frá býráðslimunum. Men hóast nógv prát tóktist einki úrslit at spyrjast burturúr. Ikki fyrr enn nú — hálvt annað ár seinni — kom so ein loysn. UTU Fyri tveimum árum síðani tóku nekur ungfólk í Havn seg saman til at gera eini hús, sum stóðu tóm yviri við Strond, í stand. Tað var C. C. Johansen, sum átti húsini. Uppskot vórðu tá sett fram um at stovna eitt ung- mannafelag og at kanna, um peningur kundi fáast til vega. — Vit vistu, at ungmanna- felagið UTU hevði verið framm- anundan, men ikki virkaði meiri, og tí settu vit okkum í samband við fólk, sum hevdu havt við Framhald á síðu 4 Keyp av húsum í J. Bronksgøtu Býráðið hevur samtykt at keypa ognina frá J. Wenning- stedt í Jónas Broncksgetu eftir tilmæli frá havna- og figgjarnevndini. Keypið fer væntandi fram å tann hått, at J. Wenningstedt fær eitt raðhús oman fyri Tórgarð, meðan kommunan fær hús hansara í Jónas Broncks- gøtu, sum skulu rívast niður. Endurnýggjan av restauratiónsloyvi Býráðið hevur eftir umsókn játtað endurnýggjan av rest- auratiónsloyvum til ávikavist sjómansheimið og Hotel Hafnia. Báðar umsóknirnar hava verið til ummælis hjá fútanum. Ein býarbókavørður aftrat Býráðið hevur samtykt at seta ein býarbókaverð aftrat. Nýsetti bókaverðurin er Margreta Brimnes Thomsen. Tað starvast í letuni tveir bókaverðar við hbýarbóka- savnið. Uppskotið til setan av einum bókaverði aftrat varð lagt fram av Olavi Michelsen og Eliesar Arge. Jákup Suni Jacobsen hevði mælt til at normera nýtt starv. Utstykking av trødni hjå Albert Hansen Býráðið hevur samtykt at geva loyvi til sundurbýtan av hóskandi eki (0. u. 600-— 800 m?) eftir umsókn frá Albert Hansen fyri Kristian Hansen Økid, sum talan er um at sundurbyta, liggur um ver andi hús á trødni hjá Albert Hansen við Marknagilsvegin. Albert Hansen hevur saman við umsóknini upplýst, at ætlanin er at útstykkja nekur grundøki av treðni. Býráðið hevur sett sum treyt fyri játtanini av sundurbýtingini, at tinglisið verður á treðna: At stykkið seinri má tola eina regulering sambært heildarætlan fyri ekið, og at einki útstykkingar- ella byggiloyvi verður givið av restini, fyrr enn ein heildar- ætlan er gjørd byggibúgvin 3333 Gamli kommunuskúlagarður stongjast fyri ferðslu Býráðið hevur samtykt at steingja alla bilferðslu og parkering í gamla kommunu- skúla. Byarverkfrødingurin hevur gjørt eitt uppskot um fríðkan av økinum, soleiðis at gosvatn, beinkir, blómuílet 0. a. verður uppsett á økinum. Samtyktin hesum viðvíkjandi er bert principiell.