Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fiskivinnunevnd Legtingið hevur valt fiski- vinnunevnd. Í henni sita Poul J. Olsen, úr jaynaðarflokkin- um, Ove Mikkelsen og Signar Hansen, úr tjóðveldisflokkin- um, Vilhelm Nielsen, úr fólkaflokkinum, og Jógvan Olsen, úr sambandsflokkin- um. Kommunala nevndin Í kommunalu nevndini sita Haldor Hansen, úr javnaðar- flokkinum, Jógvan Durhuus og Heðin Klein, úr tjóðveldis- flokkinum, Jóhs. M. Olsen, úr sambandsflokkinum, og Eliesar Arge, úr fólkaflokk- inum. Eingin løgfrødingur Eingin løgfrødingur verður hesaferð umboðaður í lógar- nevnd tingsins. Í seinasta valskeiði sat Demmus Hentze á tingi sum einasti løgfrød- ingur, og hann umboðaði fólkaflokkin í lógarnevndini. Demmus varð ikki afturvald- ur, men er nú landsstýris- maður. Í lógarnevndini sita nú: Tórálvur Olsen og J. Fr. Øregaard, úr javnadarflokk- inum, Heðin Klein, ur tjóð- veldisflokkinum, Agnar Niel- sen, úr sambandsflokkinum, og Eliesar Arge, úr fólka- flokkinum. Skúlanevnd Í skúlanevndini sita Hilmar Bech, úr javnaðarflokkinum, Signar Hansen, úr tjóðveldis- flokkinum, Jákup Morten- æn, úr sambandsflokkinum, og Oli Breckmann og Vilhelm Nielsen, úr fólkaflokkinum. Vega- og havnanevnd Manningin í vega- og havna- nevndini er nú henda: Haldor Hansen, úr javnaðarflokkin- um, Jógvan Olsen, úr sam- bandsflokkinum, Kjartan Mohr, úr framburðsflokkin- um, Signar Hansen og Heðin Klein, úr tjóðveldisflokkin- um, og Vilhelm Nielsen, úr fólkaflokkinum. Framburðsflokkurin onga umboðan í marknaðarnevndini Framburðsflokkurin fekk onga umboðan í marknaðar- nevndini á hesum sinni. Frammanundan hevur tað verið so, at allir flokkar, síðani henda nevnd hevur verið vald, hava verið um- boðaðir. Men tá nevndin varð vald henda dagin, boðaði løgtings- formaðurin frá, at hon fór at verða vald eftir tingskipan- ini, og soleiðis kom fram- burðsflokkurin ikki at verða tingnýtt umboðaður. Kjartan Mohr, úr framburðsflokkinum, verð- ur tó tiltaksmaður i nevndini, sum sær soleidis ut: J. Fr. Øregaard og Poul J. Olsen, úr jvfl., Erlendur Patursson, úr tjvfl., Jógvan Olsen, ur smbfl., Hilmar Kass, ur sjstfl., og Håkun Djurhuus og Jógvan Sund- stein, úr flkfl. Tiltaksmenn eru: Haldor Hansen og Tórálvur Olsen (jvfl.), Ove Mikkelsen (tjvfl), Pauli Ellefsen (smbfl.), As- bjørn Joensen (sjstfl.) og Eliesar Arge og Óli Breck- mann (flkfl.). Nýggi figgjarnevnd Legtingið hevur valt nýggja figgjarnevnd. Framman und- an valinum varð boðað frá, at landsstýrisflokkarnir — javn- aðarflokkurin, tjóðveldis- flokkurin og fólkaflokkurin — vórðu gingnir saman í bólk til val av nevndum, og at andstøduflokkarnir — sam- Håkun Djurhuus, sum verdur formaður i figgjarnevndini bandsflokkurin, sjålvstyris- flokkurin og framburðsflokk- urin — eisini vórðu gingnir saman í valbólk. Í nevndina vórðu valdir Jógvan Durhuus, úr tjóð- veldisflokkinum, Signar Han- sen úr tjóðveldisflokkinum. Hákun Djurhuus, úr fólka- flokkinum og Pauli Ellefsen, úr sambandsflokkinum. Til tiltaksmenn vórðu vald- ir Erlendur Patursson og Ove Mikkelsen, úr tjóðveldis- flokkinum, Haldor Hansen og Tórálvur Mohr Olsen, úr javnaðarflokkinum, Eliesar Arge, úr fólkaflokkinum, Hilmar Kass, úr sjálvstýris- flokkinum og Johs. Martin Olsen, úr sambandsflokkin- um. Øregaard og Pauli í Norðurlanda Ráðið J. Fr. Øregaard, úr javnaðar- flokkinum, og Pauli Ellefsen, úr sambandsflokkinum, fara nú at umboða legtingið í Norðurlanda Ráðnum. Teir vórðu valdir á tingfundi mikudagin. Frammanundan hava J. Fr. Øregaard og Demmus Hentze, núverandi landsstýrismaður, havt sæti har. sosialurin Hevur javnaðarhugsjónin nakra framtíð ? Hesin spurningur hevur verið rættiliga nógv umreddur sein- astu tíðina t.d. í Danmark, nú eru rættiliga góðar umsteður skaptar á ti sociala økinum, hvat teimum ymisku pensiónunum viðvíkir, hospitalviðurskiftini eru bett, sjúkratrygd o.s.fr., arbeiðsmannakorini hava eisini fingið betri semdir, hvat lønum viðvíkir og arbeiðsumsteðum, sum trygd á arbeiðsplássum, og sleiðis kundi verið hildið fram. Her nevnda er partur av hjartamálum javnaðarmanna, nú hesi eru komin í so trygga legu, so skuldi ein mett, at tá hitt mest grundleggjandi er loyst, ella mest sum, ja, so skuldi javnaðarhugsjónin ikki verið »inn« longur. Í veruleikanum er hetta ikki so, samfelagið broytist nærum dag frá degi og fær alt fleiri uppgávur at takast við, politikk- arar mugu eisini laga seg eftir hesum, frá at flokkar meira um- boðaðu ávísar samfelagsbólkar, til at tæna tí stóru fjøldini. Her hava javnadarmenn altid gingið á odda, ótroyttandi drigið teir borgarligu við sær, sjálvt um ofta hevur gingið striltið, so hava hesir tó skilt tað neyðuga, og hugsjón javnaðarmanna hev- ur sigrað at enda. Flokkurin hevur broytt seg gjøgnum tíðirnar fyri at skapa betri livikor fyri ti stóru fjøldini, tó uttan at víkja frå ti grund- leggjandi, flokkurin byggir á. Ein kundi havt hug at spurt, hvar framtíð javnaðarflokksins liggur, hevur flokkurin tikið onnur mál upp enn tey fyrr nevndu hjartamál, her má svarið avgjørt verða ja, taka vit fiski- mannastættin, ið er ein ógvuliga týðandi bólku í okkara sam- felagi, áhugi fyri m. a. fiski- marki og fiskirættindum á nær- og fjarleiðum mugu ikki liggja á láni, men mugu hesar fáa eina so skilagóða loysn, sum gjørligt er í løtuni, sigast kann, at fråfarna landsstyrid hevur gjørt sin part å hesum øki. Sjålvt um flokkurin i eðrum londum til tidir hevur verid i minkng, so hevur hann altíð vilja verið við til at tikið avgerð- ir, sum kanska ikki altið hava verið populerar úti millum manna, men hesar stødutakanir Heðin Klein hava aloftast verið neyðugar, hetta hevur nærum altíð vist seg, tá ein tíð er umliðin, og flokkurin hevur staðið seg við hetta. Nr. 9 — 1. februar 1975 Tað kom onkrum dátt vid, at flokkurin skipaði landsstýri saman við andsteðuflokkum frá senastu setu, hetta meti eg tó at vera neyðugt, framtíðarvánirnar eru ikki av teimum bestu, nú fíggjarligar kreppur, arbeiðs- loysi v. m. taka seg upp nærum kring allan heimin, so tað má haldast, at eitt sterkt landsstýri hjá okkum er besta loysnin. Flokkar hava brotið garðar niður millum sín og royna nýggjar politiskar leiðir, hetta er stórt framstig í føroyskum parta- politikki. Sjálvt um áðurnevndu mål hava fingið nógv betri umsteður í samfelag okkara, so skulu hesar bakkast upp, eisini fram- yvir og lagast eftir sum tíðirnar broytast. Jú, enn er nógv at stríðast fyri, kvinnurnar hava enn ikki fingið fullan líkarætt, sum dømi kann nevnast somu løn fyri sama arbeiði, hjá verkamonnum og kvinnum manglar enn nógv, og tað er eisini m. a. galdandi á ti sociala økinum. Tó má ótroyttandi haldast fram fyri at skapa teimum minni mentu í samfelag okkara betri semdir. Min metan er, at javnaðar- hugsjónin gongur ímóti eini stórari framtíð ! Heðin Klein Í panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard — Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Hedin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kåri D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith Framhald frá síðu 3 hetta felag at gera. Tey søgdu, at vit kundu fáa peningin, sum felagið átti í banka móti tí, at Skansastova varð gjert til eitt ungmannafelag. Hetta sam- tyktu vit, og felagið varð so stovnað. Frá UTU fingu vit um 20.000 kr., greiðir Kári Thor- steinsson frá. — Tá felagið varð stovnað, fingu vit eina skipan við býráðið um, at tað skuldi gjalda 950 kr. um mánaðin fyri leigu av húsunum yviri við Strond, og at hesin peningur skuldi latast sum studningur. Ljós og hita rindaði felagið sjálvt. — Men har var eingin mið- støduhiti, og nógv av ti, sum var inni i håsinum for so smått at verða oydilagt av slevju (fukti), og samstundis minkadi åhugin millum ungfólkið at húsast har. Tað var greitt, at vit máttu fáa annað høli, um ungdómsarbeiðið skuldi ikki doyggja burtur. Og nú fingu vit so eina góða fyri- bilsloysn, sum fer at geva okkum royndir, sigur Kåri Thorsteinsson. Skúlin Um ungdómsviðurskifti annars sigur Kári Thorsteinsson, at tað er beint, tá sagt verður, at ung- dómsspurningurin má loysast frá botni av. Hann heldur, at innihaldið í skúlanum ikki í ov stóran mun viðkemur sam- felagnum. — Tað er tað, sum hevur týdning í dag, sigur hann. — Sum undirvisingin í skúlanum er skipað nú, og tað er heilt frá barnaskúlanum av, kann næm- ingurin ikki taka eina sjálv- støduga stødu til spurningar. Tað er líkasum, at lærarin tekur støduna fyri hann. — Næmingurin leiðist við skúlagongdina, og tá hann fer úr skúlanum, avreagerar hann, og stødan verður hareftir. Hann veit hverki út ella inn. Í staðin fyri at undirvísa sum nú átti skúlin at upplýst næmingin meiri um ymisk viðurskifti, sum hann fekk sterri áhuga fyri, og sum hann samstundis kundi tikið sjålvstøduga steðu til. Og hetta er neyðugt í dag, sigur Kári Thorsteinsson. Frítíðarlógin Galdandi fritidarlog er frå 1935, og Skansastova er sinnað til at vera við til at gera eina nýggja lóg. — Galdandi lóg er ótíðar- hóskandi, og haraftrat er hon donsk, sigur Kári Thorsteins- son. Hon byggir mest á skúla- viðurskifti og viðger ikki ung- dómsspurningar, sum eru frammi í dag — og tað av góðum grundum. Vit eru sinnaðir til at luttaka í arbeiðnum fram ímóti einari nýggjari lóg, sum hóskar betur til foroysk viðurskifti, og vit vóna, at nakað fer at henda nakað skjótt. Nevnd Ungmannafelagið Skansastova hevur í løtuni 150 skrásettar lim- ir. Limur kann hver gerast, sum er fyltur 14 år. Í nevndini sita umframt Kára Thorsteinsson Gunnar Jacobsen, Torgerð Klein, Snæbjørn í Dali og Tummas Jakobsen.