leygardagur 1. februar 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
—
hann hevði enn ikki minsta ill-
gruna um nakað — horvið sum
dogg fyri sól.
Men kortini vóru teir, sum
Keitel alla tíðina hevði stúrt fyri,
ov seinir. Tá Keitel og oberst-
urin komu inn, stødgadi hesin
seinni å eina løtu i forhøllini og
segdi vid mannin, sum sat vid
telefonborðið, at hann væntaði
sær at fáa eina telefonsamtalu
frá Berlin frá skrivstovu síni har
við tilfari, sum hann mátti hava
fyri at frágreiðing skuldi vera
heilt fullfiggjað (hetta segði
hann, so at Keitel skuldi hoyra)
og bað senda boð eftir sær við
tað sama, uppringingin kom.
Heldur ikki hetta fekk Keitel at
óra ilt, hóast hetta plagdu menn
ongantið at gera — sjálvt ikki
feltmarsjallarnir hevdu vágað
sær at rymt av fundi fgrarans
uttan at loyvi var fingið,
fundurin slitin ella førarin sjålv-
ur rýmdur fyrst.
Í úlvsins kjafti
Hesir báðir menninir trinu so
innar í helið. Lidnir vóru tá u. 1.
4 minuttir, síðan Stauffenberg
við tongini hevði brotið glas-
hylkið. So vóru 6 minuttir eftir.
Hølid var einki serliga stórt til
tað, einar tíggju ferðir 5 metrar,
og vindeyguni vóru 10 í tali, sum
øll stóðu opin, so at eitt sindur
av frískari luft fekkst henda
heita og køvandi dagin. Men tá
so mong vindeygu stóðu opin,
fór tað allarhelst at minka um
avleiðingarnar av spreingingini.
Í miðjum rúminum stóð eitt av-
langt borð, einar tvær ferðir seks
metrar, úr førligum plankaviði.
Hetta borðið var nokkso marg-
háttligt við tað, at eingi bein
vóru undir ti, men tað stóð á
tveimum tungum stabbum ella
stættum við endarnar og vóru
næstan líka breiðir sum sjálvt
borðið. At borðið hevði hetta her
nevnda skapið, var ikki uttan
týdning fyri tað, sum eftirsíðani
hendi.
Tá Stauffenberg kom innar,
sat Hitler fyri miðjum borðinum
við bakinum til dyrnar. Høgru-
megin hann stóðu ovastin fyri
hermálsligu deildini hjá Uber-
kommando der Wehrmacht,
Heusinger generalur, ovastin
hjå flogvåpninum, Korten gen-
eralur og Heinz Brandt oberstur,
ovasti fyri heryvirmannaráðnum
hjá Heusinger generali. Keitel
stillaði seg alt fyri vinstru-
megin føraran, og undir liðini á
honum stóð Jodl generalur.
Atjan aðrir yvirmenn úr teimum
ymsu vápnadeildunum og SS
stóðu uttan um borðið, men
Gøring og Himmler vóru ikki
komnir. Bara Hitler, sum altíð
mátti hava lesiglasið hjá sær í
hondini hann var farin at
síggja so illa og stenograf
arnir báðir sótu.
Heusinger var beint í ferð við
at greiða frá tí depru steðuni á
russiska frontinum, har Russar
høvdu brotið igjøgnum týska
verjugarðin, og staðan var
hættislig, segði hann, ikki bara
fyri týsku herliðini, sum har
vóru, men eisini bæði norðan og
sunnanfyri. Men nú tók Keitel
orðið og segði, at Stauffenberg
oberstur var komin, og hvat
hann vildi. Hitler hugdi at
hesum oberstinum, sum hevði
mist annan armin og hevði klaffa
fyri annað eygað, var heldur
svinnur, tá hann heilsaði honum
og helt fyri, at fyrst vildi hann
hoyra, hvat Heusinger hevði at
siga, áðrenn Stauffenberg slapp
framat.
So stillaði Stauffenberg seg
við borðið ímillum generalarnar
Korten og Brandt høgrumegin
Hitler. Hann setti taskuna frå
sær á gólvið, førkadi hana inn
undir borðið, so hon kom at
liggja aftrat ti førliga eikistøtt-
inum. Okkurt um tveir metrar
vóru ímillum taskuna og beinini
á føraranum, og nú var klokkan
sjey minuttir yvir hálvgum eitt,
so fimm minuttir vóru eftir.
Heusinger generalur tosaði alla
tíðina og peikaði á kortið, sum lá
á borðinum. Hitler og heryvir-
menninir toygdu seg í heilum inn
yvir borðið og fylgdu við á
kortinum.
Stauffenberg
sníkir seg út
Legið er tað, men eingin
tykist at hava varnast, at
Stauffenberg slapp sær á dyr.
Uttan kanska Brandt oberstur.
Hesin maður fylgdi so altráður
við í ti, sum generalur hansara
segði, at hann toygdi seg inn
yvir borðið fyri betur at kunna
fylgja við á kortinum. Tá varn-
Hitler avtikin, tå hann í einari reðu setir fram „seinasta týska
kravið< (Tjekkoslovakia)
aðist hann taskuna hjá Stauffen-
berg standa har, so uppbólgnað
av øllum skjølunum, førkadi
hana til viks við fótinum, men
toygdi seg so niður við hondini
og setti hana hinumegin tann
forliga stættin, sum nú var
ímillum Hitler. og bumbuna.
(Sum Kurt Asmann admiralur,
sum eisini var har staddur, skal
hava sagt, tá hann varð av-
hoyrdur undir tí stóra rættar-
málinum í Niirnberg, hevði
Stauffenberg oberstur tutlað
honum inn í oyrað: „Tú, eg
sosialurin
Nr. 9 — 1. februar 1975
Hví er veðrið farið
Amerikanskir veðurfreðingar
siga, at veðrið er farið av lagi
hesi seinastu árini, og einki
bendir á nakran bata, tvertur-
ímóti. Norðuramerika og Asia
hava havt ísandi kaldar fimbuls-
vetrar, meðan turkur í fleiri ár
hevur havt hungur við sær í
fleiri londum sunnan fyri Sa-
hara. Í USA hava melduródnir-
nar leikað í sum aldri áður, og
vedurfrødingarnir siga hetta
koma av, at so nógv meira kavi
og ísur er lagstur á norðurpóls-
leiðini enn vant.
Roknað verður við, at tá sólin
sær á jarð, sum hevur gróður,
verða 15—20% av sólargeisl-
unum kastaðir út aftur í rúmd-
ina, meðan hetta talið er eini
av lagi?
5—10%, tá ið tað er hav, sólkin
skínur á. Men ráma sólargeisl-
arnir kava ella ís, verða 80% av
hitanum afturkastað. Í dag
liggja í meðal 37—38 milj km?
(0.u. 1/7) av norðaru jarðar-
helvtini undir í kava og ísi, móti
vanliga 33 mil. km?. Hetta
gevur eitt øgiliga stórt hita-
undirskot — og hevur sjálvandi
mikla ávirkan á teir ymisku
vindarnar í luftini.
Amerikanarar hava síðani
1967 eftirkannað, hvat veður-
fylgisveinar hava sagt frá kava-
og isvidurskiftunum á norðaru
jarðarhelvtini, tí einki kann sum
kavi og ísur ávirka orkujavn-
vágina á jørdini. Høvudstættir-
nir í hesi javnvág eru teir sólar-
geislar, jerðin fær og tann hiti,
sum verður kastaður út aftur í
rúmdina ella í stórum, at kuldi
verður fluttur burtur frá pól-
leiðunum og hiti frá leiðunum
undir linjuni. Nú er so nógv
meira kuldi at flyta burtur frá
norðurpólinum, av tí at kavin og
ísurin har vaks so ógvuliga
bráddliga í 1971 og síðani á
hverjum ári hevur verið 11—
12% meira enn árini framman-
undan. Tað vil við eðrum orðum
siga, at ein stórur partur av tí
orku, sum skuldi verið farin til
at hita luftina við, er kastaður út
í rúmdina aftur. Og einki er, sum
bendir á, at hesi viðurskifti fara
at broytast, tverturimóti fara
vit at ganga ímóti eini kuldatíð.
noyðist út at ringja. Hav eyguni
eftir tasku míni, tí at loynilig
skjel vóru í henni.)
Men hetta, sum kanska í dag
tykist okkum lítilsvert, man
allarhelst hava bjargað lívi
førarans, hóast Brandt adju-
dantur lá eftirá. Her kann av
sonnum sigast, at lagnan kom
upp í leikin. Og nú hevði sýran í
glashylkinum á bumbuni næst-
an etið tráðin tverturav.
Keitel, feltmarsjallur, sum
hevði biðið Stauffenberg koma á
fundin, hugdi yvir um borðið,
har obersturin átti at standa.
Heusinger generalur var tá beint
farin undir at enda hesi ófrætta-
boðini av eysturfrontinum, og
ovastin fyri Úberkommando der
Wehrmacht ætlaði sær at siga
Stauffenberg frá, at nú átti hann
orðið. Og avlamin sum hann
var, fór kanska at verða neyðugt
at hjálpa honum við pappirinum
í taskuni. Men forsyndaður sá
hann, at hin ungi obersturin var
horvin, men so kom hann at
hugsa um, hvat Stauffenberg
hevði sagt við mannin við tele-
fonborðið og fór út at leita eftir tí
unga oberstinum, sum bar seg
so undarliga at og fåa hann
innaftur.
Men har var eingin Stauffen-
berg vid telefonina. Madurin vid
telefonborðið segði hann vera
farnan út í stórum skundi. Og nú
var Heusinger generalur endiliga
farin í holt við at enda frásegn
sína um ta stak hættisligu
støduna á russiska frontinum.
Hann segði: Russar herja al-
brynjaðir norðureftir vestan fyri
Dyna-ánna, og verður herur
okkara við Peipus-vatnið ikki
fluttur í stundini, fer ein van-
lukka . . .«
Bumban brestir
Longur kom hann ikki, ti i
hesi somu løtu, klokkan var tå
tolv minuttir yvir hålvgum eitt,
brast bumban.
Stauffenberg så alla tilgongd-
ina. Hann og Fellgiebel general-
ur stóðu beint tå einar tvey
hundrað metrar burturfrá og
hugdu ótolnir eftir klokkuni,
meðan sekundini runnu eftir
skivuni og hugdu at herbúðini
hjá Hitler. Teir sóu hana fara í
luftina í royki og eldi, manna-
kroppar komu singlandi út
gjøgnum vindeyguni, og rokið
stóð til skýggja. So skakandi
var henda hending, at Stauffen-
berg ivaðist ikki í, at hver tann
einasti, sum harinni hevði verið
var steindeyður ella reiðiliga
deyðkomin. Hann bað skundis-
liga Fellgiebel generali farvæl,
sum nú skuldi ringa til teir í
Berlin, sum vóru uppi í ráða-
gerðini og siga teimum frá, at
drápsroyndin hevði eydnast.
Tað, sum Stauffenberg síðan
hevði at gera, var at sleppa við
lívinum og so skjótt sum silbar
út úr hermiðsteðini Wolfs-
schantze, Úlvaskansanum, í
Rastenburg. Vaktarmenninir,
sum stóðu allastaðni, hevdu
hoyrt hesa herðu spreinging og í
stundini læst allar hurðar.
Bilurin hjá Stauffenberg varð
stødgadur fáar metrar frá skans-
anum hjá Fellgiebel generali.
Hann sprakk út úr bilinum og
kravdi at sleppa at tosa við her-
yvirmannin, sum vaktina hevði.
Meðan hesin var hjá, ringdi
hann onkran upp — eingin veit,
hvønn hann tosaði við — men
hann gjørdi skjótt av, legði
hornið á og segði: »Harra
loytnantur, teir siga, at eg skal
sleppa út.<
Hetta vóru tær beru lótir, men
loytnanturin læt seg lumpa og
skrivaði í bók sína: >Klokkan
var fjúrtan minuttir yvir hálvg-
um eitt, tá Stauffenberg oberst-
ur kom henda vegin,< so ringdi
hann til onkun annan, og bilurin
fekk loyvi at fara. Men við
seinastu forðingina var verri
vorðið. Har vóru vaktarmennin-
ir longu ávaraðir, manningin
tvifaldad og ikki hugsingur um
at sleppa út. Teir vórðu steðg-
aðir av einum stak treiskum
sersjanti, sum kallaðist Kolbe,
og aftur bað Stauffenberg læna
sær telefonina og ringdi til von
Møllendorf kapteyn. Har gramdi
hann seg um, at vaktarmenninir
vildu ikki lova sær út av hesi
vanlukku spreinging. Eg nái so
illa, tí Fromm generalur stendur
og bíðar eftir mær úti á flog-
vellinum. Eisini hetta vóru berar
lótir, tí Fromm generalur var
staddur í Berlin, og tað visti
Stauffenberg overstur fullvæl.
Obersturin tveitti hornið frá
og helt fyri við sersjantin:
>Tygum hoyrdu fullvæl, at eg
fekk utferdarloyvi.« Men ser-
sjanturin læt seg ikki lumpa.
Ringdi sjálvur til von Møllen-
dorf kapteyn fyri at vita, um
hetta var so, og kapteynurin
játtaði.
So koyrdi bilurin við ti fanans
ferð út á flogvellin, meðan
Háften kapteynur í skundinum
tók eina aðra bumbu, hann hevði
havt við, sundur, og blakaði út
úr bilinum. Lutirnir vórðu seinni
funnir av Gestapo, men ovastin
á flogvellinum grunaði ikki enn
nøkur óráðini. Flogskiparin
hevði sett motorarnar í gongd,
tá teir báðir heryvirmenninir
komu út á vøllin. Og einar tveir
minuttir aftaná fór flogfarið.
Framhald