leygardagur 30. november 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mme
Sida 6
sosialurin
Nr. 69 — 30. november 1974
Gamli kommunuskúli nytt ráðhús
Gomlu býráðshúsini meguliga nýtast til ungdóm
nýtast til ungdómshús
Seinasta týsdag flutti býráðið
inn í nýinnrætta heli í Gamla
Kommunuskúla.
Petur Christiansen borgar-
stjóri upplýsir fyri SOSIALIN -
UM, at kostnaðurin av hesum
nýinnrættaðu helunum er
7—800 tús. kr. Tá er nýtt inn-
búgv, nakað av skrivstovuút-
gerð, fridkan av økinum uttan-
um og nátthúsið í Mylnugetu
iroknað
Ætla at byggja uppí
Upp á fyrispurning um býráðið
ætlar at byggja upp í Gamla
Kommunuskúla, sigur hann
okkum, at talan kann vera um at
byggja uppi um eini tvey år.
Ætlanin er tá at nýta gróti sum
ísini tíhar hegt til nýtt ráðhús.
Gomlu býráðshúsini
ungdómshús ?
Nýggju helini í Gamla Komm-
unuskúla umfata býarumsiting-
Teir hava eisini ørindadrong á
býráðnum. Tað er Petur
Mortensen
ina, býarskipanardeildina, bk-
hald og kassa, herafturat skulu
ávikavist fólkayvirlitið og líkn-
ingardeildin eisini húsast har um
einar 14 dagar.
erva
Pylsuvognarnir, sum standa
uttan um Gamla kommunu-
skúla, skulu flytast einaferð
seinni. Nær hetta verður, er tor-
fort at siga.
Gunnar Hoydal og Vagnar Olsen á býarplansdeildini, sum er í.
ETTA IR
ÚR TÓRSHAVNAR BYRÅD:
Býráðið vildi ikki hava býarbókasavn
í samband við SMS —
Um býráðið leigaði heli til bókasavn hjá SMS,
vildi hetta kostað 1 milj. kr. umframt eina árliga
leigu upp á 500 tús. kr.
Á býráðsfundi í Havn næst-
seinasta hósdag feldi býráðið
eina tilráðing frá einum minni-
luta í mentunarmålanevndini
vidvikjandi leigu av høli til byar-
bókasavn í sølumidstødini SMS,
sum ætlanin er at gera á
Trapputreðni.
Málið hevur verið fyri í figgj-
arnevndini, sum vísti tað frá sær
aftur til mentunarnevndina, ið
kom fram við trimum minniluta-
tilráðingum
Ein minniluti Jákup Sunmi
Jacobsen og Olavur Michelsen
mælti frá at leiga hølid til SMS.
Ein annar minniluti Sofus Siv-
ertsen mælti til at legia helið til
býarbókasavn frá SMS av teirri
orsek. at bæði landsbókaverð
urin og býarbókaverðurin høvdu
mælt til, at býarbókasavnið
hevði ligið væl fyri í samband
við eina sølumidstød. Ein tridi
minniluti, Petur í Gong og Essa
Arge, mælti til at útseta málið.
Býráðið hevði goldið
hálva milj. kr. í leigu
Olavur Michelsen segði undir
viðgerðini av málinum, at um
býráðið skuldi leiga helið frá
SMS, kom býráðið at gjalda 1
milj. kr. í fyrsta umfari, og síð-
ani eina árliga leigu upp á 500
tús. kr. Ólavur upplýsti, at
árliga leigan av núverandi býar-
bókasavni í N. Finsensgetu var
upp á 90.000 kr. Hann mælti til,
at býráðið ikki blandaði seg meir
upp i SMS, enn tað hevði gjørt
higartil.
Sofus Sivertsen greiddi frá
skrivi, sum bæði lands- og býar-
bókaverðurin hevdu sent inn til
býráðið í samband við hetta mál.
Í skrivinum stóð m. a., at teir
ikki blandaðu seg upp í tey
figgjarligu viðurskiftini, men
vístu á, at i Danmark vóru fleiri
bókasevn bygd í samband við
handilsmidstødir, og hevði hetta
eydnast væl. Eisini visa teir
báðir verðarnir á, at núverandi
býarbókasavn liggur alt ov illa
plaserað, hvat ið gangi og
parkeringsplássi viðvíkur.
Diskotekklubbi
3.000 limir
Diskotekklubbin í Havn
farin undir gamlamannadans
Diskotekklubbin í Havn er nú
farin undir nýtt tiltak. Tað er
gamlamannadansur, har aldurs-
markið er sett til 18 ár. Ætlanin
er at hava gamlamannadans
annaðhvert hóskveld.
3.000 limir
Diskotekklubbin hevur í letuni
eitt limatal upp á ímillum 2.500
og 3.000. Aldursmarkið fyri at-
gongd vanlig dansikveld er 14
ár.
Atgongupeningurin er nú átta
kr. Hetta eru triggjar kr. fleiri,
enn tá byrjað varð av fyrstan
tid.
Annar av teimum, sum standa
fyri diskotekkijubbanum i løtuni,
sigur, at orsøkin til hækkingina
eru tær dyrtidarreguleradu løn-
irnar til starvsfólkið.
Fyrstu try årini eftir at disko-
tekklubbin varð stovnaður, varð
hann rikin uttan hækkaðan at-
gongupening, hóast lenirnar
hækkaðu.
Sagt verður, at hóast at-
gongupeningurin nú er hækkað-
ur nakað, so er hann altid aftur-
út í mun til lenirnar til starvs-
fólkið.
e ————
Danskt show i Føroyum
Fram til 12. desember verður
show kring landið, sum danin
Poul Pedersen skipar fyri.
Fyrsta framferslan var í
Klaksvík í gjár, og í kveld
verður framførsla í Fuglafirði.
Millum teirra, sum luttaka í
showinum, er kendi sjónleikarin,
Alvin Linneman. Hann roynir
seg sum parodist. T. v. s., at
hann hermir eftir ymsum kend-
um persónum bæði í Danmark
og uttanfyri.
Alvin Linnemann hevur havt
leiklutir í fleiri donskum filmum,
sum t. d. Songarstokkafilmun-
um og Morten Korch-filmum.
Seinasti filmurin, hann hevði
leiklut í, var Í tyrens tegn.
Skipað fyri undirhaldi
áður
Poul Pedersen hevur fleiri ferðir
fyrr verið í Feroyum og skipað
fyri undirhaldi av ymsum slag.
tins og til onnur show, sum
hann hevur skipað fyri her á
landi, verða eisini hesa ferð ser-
stakar barnasýningar.
Sí annars lýsing um showið
aðrastaðni í blaðnum í dag.
LT mms gs]
Atkvøtt var
vid navnakalli
Jåkup Suni Jacobsen setti fram
uppskot um, at atkvødast skuldi
við navnakalli. Fyri minniluta
tilráðingini hjá Sofus Sivertsen
atkvøddu Sofus sjálvur og
Kjartan Mohr. Sjey atkveður
vóru ímóti og fimm greiddu ikki
atkvødu. Fyri tilráðingini hjá
Jákup Suna Jacobsen og Olavur
Michelsen atkveddu Petur
Christiansen, Martin Petersen,
Ebbe Mortensen, Leivur Jo-
hannesen, Jákup Suni Jacobsen,
Olavur Michelsen og Finnur
Johansen.
Tilráðingin frá Petur í Gong
og Essa Arge um at fáa málið
útsett var feld.
Sostatt - verður onki býar-
bókasavn uppi á Trapputreðni.
Sjúkrahjálpari
Ellis- & Avlamisheimið í Vágum sekir eftir einum sjúkra-
hjálpara at byrja ca. 1. januar 1975 ella eftir avtalu.
Umsókn við avriti av prógvi og fråsøgn um fyrrverandi
arbeiðspláss verður at stíla til Stýrið og senda til heimið.
Nærri um starvið við at venda sær til leiðaran.
Sekt verður eisini eftir einum hjálparfólki til køkin
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum