Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1974síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 30. november 1974 sosialurin Síða 7 Føroyingar luttaka í donskum útgrevstrum í Grønlandi? Fornminnissavnid metir, at føroysk luttøka eigur at gerast veruleiki, tí at tað í hesum føri ikki er talan um eitt innanhýsis danskt granskingartiltak Dansk Nationalmuseum hevur heitt á Feroyar og hini Norður- londini um at taka lut í einum granskingarsamstarvi í sam- bandi við at rannsaka búseting- arøki í Grønlandi út í æsir. Tað ekið, sum danir halda vera best egnað til slíkar rann- sóknir, er Qordlortoqdalurin, har garðarnir liggja púra órerdir og so tætt at hverjum eðrum, at væl ber til at arbeiða í fleiri stød- Fiskasølan samrådist um sølusåttmåla vid Spania Hevur ongan óseldan saltfisk á goymslu Føroya Fiskasøla hevur í løtuni samrådingar um nyggjan sølu- sáttmála við Spania. Roknað verður við, at sáttmáli um stutta tíð verður gjørdur um selu av millum 2000 og 2500 tonsum av saltfiski til Spania. — Prisirnir hava verið rætti- liga fastir, men i seinastuni hava teir verið fallandi, sigur sølu- stjórin, Birgir Danielsen. Hetta kemst m. a. av kursfalli. Í Italien er lirin seinastu fimm mánaðirnar fallin við 5—6 pst. Síðani august í ár er sterling- pundið fallið við umleið einari krónu og dollarin við umleið 0,50 kr. í sama tíðarskeiði. Samráðast eisini við Portugal Samráðst verður eisini við Portugal um ein selusáttmála, men har er torført at fáa nakað burturúr í letuni orsakað av bæði politiskum og figgjarligum trupulleikum, sum hava staðið við seinastu triggjar månadirn- ar. Broytingarnar í stjórnar- lagnum í Portugal hava við sær, at allar reglur viðvíkjandi inn- fluttningi skulu umskipast. Eingin óseldur fiskur á goymslu Feroya Fiskasela hevur ongan óseldan fisk á goymslu. Fyri jól verða avskipað millum 5 og 600 tons av saltfiski til Spania. Eftir nýggjár fara um 500 tons til Grikkalands. Av fiski til Italia eru eftir at avskipa eini 400 tons, sum verða avskipað í smærri nøgdum um Álborg. SS ALL] Høgga 2—3 tons av koli um dagin Úr Hvalba frætta vit, at 5 mans arbeiða í kolaholunum. Teir høgga millum 2 og 3 tons um dagin. Teir fáa 200 kr. fyri tonsið. Ein sekkur av koli kostar 18,50 kr. Kompressarin, sum kolamenninir i Hvalba fingu undir oljukreppuni, roynist heilt væl. Tað hevur verið gott veður í seinastuni har suðuri, og tveir bátar hava róð út. Teir hava ikki fingið nógv — 2 til 3.000 pund upp á dagin. Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins størsta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSIALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva til: s0Sialurin box 76, 3800 Torshavn, um i senn uttan at missa sambandið millum tær einstøku rannsóknirnar. Felags norðurlendsk mentan Feroya Fornminnissavn metir, at aftan fyri hesa áheitan liggur ein fatan av, at tað her ikki snýr seg um eitt innanhýsis danskt granskingartiltak, men at norð- búgvamentanin í Grenlandi er partur av felags norðurlendskari mentan, og at granskingarúr- slitini, sum í Grenlandi kunnu verða bygd á heilskapaðar fornfreðiligar eindir, har onnur lond bert hava brot úr heildini at byggja síni úrslit á, koma at fáa alstóran týdning fyri metingina av felags norðurlendsku ment- anini, og ikki minst av norrenu metingini í Føroyum, Noregi og Íslandi. Savnið heldur tí, at Feroyar eiga at taka av tilboånum um samstarv í granskingunum. Týdningarmiklar royndir Sum ein nærri grund fyri, at før- oyingar eiga at vera við í granskingunum, sigur Forn- minnissavnið soleiðis: 1. Sum áður nevnt verða rann- sóknarúrslitini at fáa stóran týdning fyri metanina av felags norðurlendskum og ikki minst foroyskum viðurskiftum í mið- old. 2. Lutteka í slíkum arbeiði fer at geva okkum týdningarmiklar royndir, sum kunna nýtast í dagliga arbeiði okkara her heima, ikki minst hvat viðvíkir byggisiðum og skipan av bú- setingini sum heild. Í hesum sambandi skal verða nevnt, at Grenland tykist nógv tættari bygt enn Feroyar, men var hetta veruliga so? Hava allir dalir og alt slættlendi, sum nú er uttan- garðs, altid ligið óbygt? Longu nú vita vit, at so var ikki. Vit kenna bústaðaleivdir uttangarðs t. d. í Kviingadali við Klaksvík og í Fossdali við Velbastað umframt åvistu ærgini, men luttaka í leitingum og skråset- ingum í Grenlandi verður at gera okkum nógv betur ferar fyri at finna slíkar bústaðarleivdir her heima og at meta um týdning teirra í búsetingarmynstrinum. 3. Við kunnleika okkara til gamla føroyska bóndasamfelag- ið eru vit ivaleyst best fyri til at meta um týdningin av tí, ið funnið verður í Grenlandi, hvat tað er, og hvussu tað verður nýtt. Vit eru sostatt ferir fyri veruliga at kunna veita einum slíkum samstarvi serkunnleika, sum aðrir ikki hava. 4. Felags norðurlendsk granskingartiltøk hava áður ver- ið gjørd í Føroyum. Vit kunna nevna rannsóknirnar i biskupa- stinum i Kirkjubø vid danskari og norskari luttøku, og rann- sóknina i Sands kirkju. Møgu- liga kann verða talan um felags norðurlendskar rannsóknir eisini í framtíðini. Tað ber okkum ti illa til at bera okkum undan, tá heitt verður á okkum. Ford fekk góða móttøku Amerikanski forsetin, Gerald Ford, og sovjettiski aðalskriv- arin, Leonid Bresnjev, høvdu langar samrødur i Vladivostok friggjadagin, tå Gerald Ford var komin hagar at vitja. Høvuds- spurningurin, sum teir báðir leiðararnir tingadust um, var meguleikin fyri nýggjari 10 ára avtalu um eina vápnaavmark- ing. Roknað verður við, at ein tílíkur sáttmáli verður undir- skrivaður í Washington næsta ár, tá Bresnjev kemur hagar at vitja. Uttanríkisráðharrarnir í báð- um londunum, Henry Kissinger og Andrei Gromyko, luttóku í samráðingunum fríggjadagin. Aftan á vitjanina í Vladi- vostok fór Kissinger til Peking, meðan Ford fór aftur til USA. Myndin omanfyri er frá sam- ráðingunum millum USA og Sovjet fríggjadagin. Bresnjev hevði borðreitt við kaffi og køkum fyri amerikansku gest- unum. Hugleiðingar um Vágs býráð Nú skullu so vágbingar á val aftur 5. december fyri at velja eitt nýtt býráð. Býráðsvalið hevur ongantíð havt fólksins stóra áhuga, hví so er, er ikki lætt at skilja, kanska heldur fólk, at eitt býráðsval hevur ongan tydning afturimóti einum løgtingsvali. Hetta er skeiv fatan, ti tað er býráðið í teimum ymisku bygd- unum, sum skal geva løgtings- manninum nakað at arbeiða fyri, bygdini at gagni. Her suðuri hevur tað seinasta legtingskeiðið sitið triggir mans úr trimum flokkum. Tá legtingið bleiv valgt fyri slakan mánað síðani, vrakaði vágbingar teir allar uttan tann eina, og lótu heldur sínar stemmur fara til av- bygdamenn, í staðin fyri at staðið saman um sínar egnu bygdamenn. Hvat grundin kundi vera fyri hesum misáliti, kann ein hugsa sær, at teir hildu, teir hava gjørt ov lítið hesi 4 árini, teir hava sitið á tingið og umboðað sína bygd. Tað kunnu sjálvandi vera ym- iskar hugsanir um, at teir hava gjørt ov lítið, men eitt er vist, at frá Vágs býráð hava teir ongar umsóknir fingið, sum kundi verið bygdini at gagni. Sum dømi kann takast, hvussu aktivt byrådid hevur verið, lat meg nevna havnaætlanina. I 1952 bleiv nýggj kei bygd, hetta vóru vágbingar sjálvandi glaðir fyri, men skjótt var funnið út av, at hon mátti útbyggjast. Tá løgtingid i 1958 gjørdi eina havnaætlan, sum skuldi ganga tey komandi 10 árini, var Vágs kommuna ímillum tær komm- unur, sum sektu um studning, og tað varð játtað. Ímeðan aðrar kommunur fóru undir at útbyggja og sektu um meira studning, gjørdi Vágs kommuna onki við sína játtan, men var líka við at missa hana aftur, áðrenn nakað var gjørt. Teir byrjaðu so sum tann sein- asta at gera tann eyðkenda molan, sum ongin nytta er í, uttan at ein munandi størri havnaætlan verður framd. Til hesa munandi havnavidkan hev- ur Vágs kommuna eisini fingið pening játtaðan fyri fleiri árum síðani, men onki verður gjørt, fyrrenn peningurin er minkaður so nógv í virði, at onki fæst fyri hann. Nú verða vágbingar uggaðir við, at nú er farið undir hesa byggjan, nei ikki er tað so. Tað sum nú verður bygt er bert eitt grundøki, har nakrar gravkýr hava at arbeiða í eini 2 ár, so Jákup kann fáa eitt eki til sítt flakavirki. Alt gott um flaka- virki, men hvat blívur av tí veruligu keiini? Tit siga bert, at ongir pengar eru til, hetta er ikki so lætt at fata, hygg hvat figgjarætlan Froðbiar Sóknar kommunu hev- ur. Teirra figgjarlog er 100 túsund krónur minnin enn tann hjá Vágs býráð, og teir hava bygt eitt ella annað hvert einasta ár, meðan Vágs byråd bert hevur bygt ein mola og lagt eina vatnleiding um fjørdin síðan 1952. Hesi bæði arbeiðini eru mett til ca. 2 mill. Sum dømi kann takast, at fíggjarlógin hjá Vágs býráð bert seinasta ár var 2,9 mill. krónur. Tað kundi verið so nógv, ein kundi drigið fram, til domis hví fekk ungdómurin ikki Løghamar til ungdómshús heldur enn tað nú stendur og rotnar niður, og at næstformaðurin í býráðnum er nevndarformaður fyri at byggja ellis- og røktarheim á Tvøroyri, men alt hetta er alt ov syrgiligt at skriva um. Men vónandi fara vågbingar mannsterkir å val og geva býráðnum ta misálitisváttan, sum teir hava fortjent, og ikki lata teir fáa eina ta einastu stemmu 5. december. Veljið eitt nýtt býráð, og skal tað helst ikká síggja út sum tað, ið nú vónandi fer frá, har 3 tjóð- veldismenn og 4 sambandsmenn hava sitið, tó er tann eini av hesum 4 komin inn sum eyka- maður á javnaðarlistanum. Nei, veljið ein sterkan javnað- arflokk við nýggjari manning, til at stýra bygdini ta komandi tid- ina, tí tað er flokkur við ábyrgd. Veljari