leygardagur 15. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • leygardagur • 15. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
B68 venjarin hevur
serligar orsøkir at
fylgja væl við í,
hvussu tað gongst
yngsta miðvallaran-
um hjá dønum, sum
síðstu árini hevur
verið liðfelagi hjá
Toda Jónsson
HM KAPPINGIN OG
B68 VENJARIN
Jóannes Hansen
Danski B68 venjarin fylgir
sjálvandi væl við í, hvussu
tað gongst landsmonnum
hansara í HM endaspælin-
um. Á middegi í dag fer
hann saman við kanska
einum helmingi av lands-
monnum sínum og einari
rúgvu av føroyingum og
fótbóltsáhugaðum
kring
allan heimin at hyggja at
áttandapartsfinaluni, har
Ongland verður mótstøðu-
liðið hjá Danmark. Men í
dag verður spælarin, sum
Frank Skytte fram um allar
hinar á danska landsliðnum
kennir, ikki at spæla við.
Christian Poulsen, sum er
yngsti danski spælarin, og
sum í dystunum í innleið-
andi umfarinum hevur strítt
seg alt nærri plássi millum
teir fyrstu ellivu, er leik-
bannaður.
– Hann hevur fingið tvey
gul kort, og um eg hevði
verið venjari hjá honum nú,
so hevði hann avgjørt
fingið at vita, at tað líktist
ongum, at hann fekk seinna
kortið. Tað var púra óneyð-
ugt hjá honum at gera brot-
ið á reglurnar, sum sjálv-
sagt bar kortið við sær,
heldur Frank Skytte.
B68 venjarin kennir væl
Christian Poulsen, sum tey
seinastu árini hevur spælt
saman við Toda Jónsson í
FCK. Og Frank Skytte
heldur unga mannin úr
Holbæk vera dømi um,
hvussu langt tað ber til at
røkka, tá vilji, disiplin og
góður hugburður verða
knýtt afturat evnunum at
spæla fótbólt, sum so
nógvir aðrir eisini hava.
– Christian Poulsen er
seldur til Schalke 04 fyri 52
milliónir krónur. Tað hevur
hann uppiborið, og eg rokni
við, at hann fer at røkka
langt sum fótbóltsspælari.
Hann er jú bara 22 ára
gamal, so hann átti fram-
vegis at havt bestu fótbólts-
tíðina fyri sær.
Eyðmjúkan hugburð
Áðrenn Frank Skytte fór til
Hvidovre at vera venjari,
var hann í 1996 og í 1997
venjari í Holbæk. Í sjeyti
árunum
var
felagið
í
sælandska keypsstaðnum
eitt skifti í bestu deildini,
men nú er tað ein fjórðings-
øld síðani. Tá pengarnir av
álvara fóru at stýra gongd-
ini í donskum fótbólti,
megnaði Holbæk saman
við so nógvum øðrum ikki
at fylgja við, og tey seinnu
árini hava teir fyri tað besta
verið í triði bestu deildini,
og onkra ferðina hava teir
verið uttanfyri divisiónir-
nar.
– Mítt sjónarmið hevur
altíð verið, at venjarin hjá
1. liði eigur at fylgja við í
tí, sum gongur fyri seg í
yngru liðunum. Tá eg kom
til Holbæk, legði eg bein-
anvegin til merkis, at ein av
2. juniorsspælarunum (tað
svarar til føroysku dreingja-
deildina) vísti framúr avrik.
Talan var um Christian
Poulsen, sum tá var 16 ára
gamal. Hann hevði framúr
hugburð til ítróttin, og
venjingarstøðan hjá honum
var væl betri, enn hon var
hjá øllum hinum. Tí megn-
aði hann at arbeiða sum ein
hestur, umframt at hann
vísti gott hegni og skil.
Árið eftir flutti Christian
Poulsen upp í unglinga-
deildina, men har spældi
hann bara í eitt ár. Árið var
ikki so gamalt, tá Frank
Skytte av og á hevði hann
við á divisiónsliðnum:
– Eg var bergtikin av
hugburðinum hjá honum.
Hann var stjørnan á ung-
lingaliðnum. Tá eg vildi
hava hann við í hópin hjá
mær, so var tað sum seytj-
andi maðurin, tá vit høvdu
sekstan spælarar í hóp-in-
um. Tá vit fóru til Jyllands
at spæla, fóru vit ofta
avstað dagin fyri. Tí vildi
eg hava ein eyka spælara
við. Tað kundi jú koma fyri,
at onkur gjørdist sjúkur,
ella at okkurt annað spældi
inn. Christian var ofta
seytjandi maður. Men tað
rørdi hann ikki, at hann
oftast var áskoðari. Hann
hevði skúlabøkurnar við,
og hann var altíð klárur at
tørna til, um tað var neyð-
ugt.
Stríddi seg til sáttmála
Í 1997 gekk tað einki ser-
ligt hjá Holbæk fyrrapartin
av kappingarárinum, tá
liðið var millum evnini til
niðurflyting. Men sum tað
leið út á árið hilnaðist alt
betri, og tað endaði so
mikið væl, at Holbæk flutti
upp í næstbestu deildina.
– Christian Poulsen átti
avgjørt sín lut í, at tað
rættuliga fór at ganga
uppeftir. Hann var fastur
maður í 1. liðshópinum.
Ofta varð hann skiftur inn,
og í trimum teimum síðstu
umførunum var hann fastur
maður. Tá vunnu vit hvørja
ferð, fingu níggju stig, og
harvið var uppflytingin
greið.
Men hann flutti ikki við
tær til Hvidovre?
– Nei, men tað hevði
hann gjørt, um tað bara
stóð til mín at gera av. Eg
hevði ein manegara ella
stjóra yvir mær. Eg bað
hann koma at hyggja at
dystum hjá Holbæk júst við
tí fyri eyga at sannføra
hann um, hvussu góður
Christian Poulsen var. Eg
fekk stjóran við mær onkra
ferðina, men tað spurdist
ikki meiri burturúr við-
víkjandi Christiani Poulsen
enn tos. Tað var harmuligt
fyri Hvidovre, men fyri
Christian Poulsen var tað
heppið, at hann kom til
FCK.
Tað vil siga, at teir í FCK
dugdu betri at síggja, hvør
dugur var í honum, enn teir
í felagnum hjá tær?
– Tað haldi eg ikki, at tað
ber til at siga. Christian
Poulsen vísti áræði. Hann
setti seg í samband við
FCK og spurdi, um tað var
møguleiki hjá honum at
venja saman við teimum.
Tað fekk hann loyvi til. Tá
hann hevði vant í fýra
dagar, gjørdi Roy Hodgson,
sum tá var venjari í FCK,
av, at teir skuldu skriva
sáttmála við unga mannin
úr Holbæk, og tað hava teir
í FCK neyvan iðrað seg
um. Tað var skjótt, at hann
gjørdist fastur maður á
miðvøllinum, har etabler-
aðu stjørnurnar noyddust at
finna seg í, at ein blaðungur
spælari var meiri sjálvsagt
val til miðvøllin enn teir,
sum plagdu at vera har.
Men Christian er avgjørt
ikki komin sovandi til
plássið á miðvøllinum í
FCK og á landsliðnum og
til sáttmálan við Schalke
04. Hann hevur víst framúr
hugburð og vilja, staðfestir
Frank Skytte.
Spurningurin er nú, um
Christian Poulsen sleppur
upp í part aftur í hesi HM
kappingini. Um so skal
vera, so skal Danmark
vinna á Onglandi á middegi
í dag. Men tað er eingin ivi
um, at Christian Poulsen
eigur nógvar landsdystir á,
og at hann fer at luttaka í
fleiri endaspølum. Sam-
bært Frank Skytte so fer
parturin
hjá
Holbæk
dreinginum,
sum
B68
venjarin fekk á besta liðið
fyri fimm árum síðani, ikki
at liggja eftir.
Frank Skytte uppdagaði
Christian Poulsen
Frank Skytte heldur unga mannin úr Holbæk vera dømi um, hvussu langt tað ber til at røkka, tá vilji, disiplin og góður
hugburður verða knýtt afturat evnunum at spæla fótbólt
Hevði tað staðið til mín, so hevði Christian Poulsen so avgjørt
verið keyptur til Hvidovre, sigur B68-venjarin um leikaran,
sum innan hálvt ár tók stigið frá Holbæk til fastan fús á
danska meistaraliðnum
13
12
Nr. 112 - 15. juni 2002
Finnur Helmsdal er
ikki nøgdur við, at
hann ikki fekk møgu-
leikan at royna seg í
Tinganesi. Hann er
ónøgdur við møgu-
leikarnar, ið hann
fekk undir valstríð-
num. Í løtuni hevur
hann ongar ætlanir
um at stilla uppaftur
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Finnur Helmsdal, sum sein-
astu fýra árini hevur sitið á
tingi sum varamaður fyri
Tjóðveldisflokkin, er als
ikki nøgdur við, at hann
varð vrakaður til ein sess í
landsstýrinum. Tað er sess-
urin, sum almannamálaráð-
harri, sum Finnur Helmsdal
hevur eitt gott eyga á.
– Eg átti at fingið kjansin
til at diskvalifiserað meg
sjálvan. Við mínum roynd-
um, kundi eg fyrst sloppið
at roynt meg, áðrenn eg
varð diskvalifiseraður. Eg
skuldi havt verið eitt tað
fremsta evnið, sigur Finnur
Helmsdal.
Seinastu fýra árini hevur
hann verið talsmaður fyri
Tjóðveldisflokkin í flestu
almannamálum, og hann
heldur eisini, at hann hevur
fortreytirnar til ein lands-
stýrissess.
– Eg eri í tveimum førum
vorðin burturdømdur. Hetta
er eitt misálit til mín, sigur
Finnur Helmsdal.
Hann sipar til, at hann í
valstríðnum metti seg fáa
ógvuliga ringar sømdir frá
flokkinum, har hann eitt nú
ikki fekk møguleikan í
sjónvarpi.
Hann metir, at hann hev-
ur yvirraska í flokkinum, tí
hann fekk so mikið av at-
kvøðum til løgtinsvalið, og
hann var bert tvær atkvøður
frá at gerast fyrsta vara-
maður fyri Tjóðveldis-
flokkin í Suðurstreymoy.
– Eg havi ongantíð kravt
nakað, men eg haldi fram-
vegis, at tað er løgið, at eg
ikki kundi fáa møguleikan,
sigur Finnur Helmsdal.
Løgið
Finnur Helmsdal er eisini
misnøgdur við, at hann ikki
rak inn um tinggáttina, tí
hann
metir
Annitu
á
Fríðriksmørk verið eina
hóskandi landsstýriskvinnu
í mentanarmálum.
– Eg havi einki ímóti
Annlis Bjarkhamar, men eg
meti tað vera løgið, at mann
velur eina 28 ára gamla við
ongum politiskum roynd-
um fram um eina, sum er
vald inn tvær reisir við stór-
um stíli, sigur Finnur
Helmsdal.
Um Annita á Fríðriks-
mørk hevði endað í lands-
stýrinum, so hevði Finnur
Helmsdal endað aftur í
tinginum, tí hann gjørdist
nummar fimm á listanum
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Suðurstreymoy,og Høgni
Hoydal er frammanundan
landsstýrismaður úr sama
valdømi.
Hann sigur seg hava var-
hugan av, at avgerðin, um at
seta hana í landsstýrissess-
in, var taktiskt.
Finnur Helmsdal sigur
seg eisini vera sannførdan
um, at Høgni Hoydal, for-
maður í Tjóðveldisflokki-
num, persónliga er ímóti
sær.
– Eg dugi ikki at síggja,
at eg havi nakran serliga
framtíð í politikki, so leingi
Høgni ræður. Í løtuni havi
eg ongar ætlanir um at stilla
uppaftur,
sigur
Finnur
Helmsdal.
– Politikkur er eitt hart og
kontant spæl, og eg má bara
ásanna, at eg tapti, sigur
Finnur Helmsdal at enda.
Hóast nógvar royndir, so
eydnaðist tað ikki okkum at
fáa hendur á Høgna Hoydal
ella Annitu á Fríðriksmørk.
Finnur Helmsdal:
–Eg skuldi fingið møguleikan
– Eg havi ongantíð kravt nakað, men eg haldi framvegis, at tað er løgið, at eg ikki kundi fáa
møguleikan, sigur Finnur Helmsdal, sum er ónøgdur við valið av landsstýrismonnum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Landaøkið .fo er
komin undir føroyska
umsiting. Vinnumála-
stýrið hevur í sam-
starvið við KT-vinn-
una orðað nakrar
nýggjar føroyska
spælireglar í til um-
sitingina av føroyska
navnaøkinum á Inter-
netinum
KT
Heri á Rógvi
Tey flestu kenna óivað
Internet eftirnavnið .fo. Tað
er hetta frámerki Føroyar á
tí stóra alnetinum. Umleið
800 tílík nøvn er longu
skrásett, og ætlanin er nú,
at talið skal gerast munandi
hægri.
Áður hevur ein donsk
fyritøka umsitið hetta fyri
føroyingar. Tað er annars
ein amerikonsk fyritøka,
sum umsitur alt hetta við
domænum, t.e. navnaøkj-
um. Føroyska navnið .fo er
so komin á føroyskar hend-
ur og undir føroyska umsit-
ing.
Tað er vinnumálastýrið,
sum stendur fyri umsiting-
ini. Vinnuráðið hevur gjørt
av at seta á stovn eitt so-
kallað FO-ráð, sum fer at
taka sær av øllum arbeiði-
num í sambandi við landa-
økið .fo.
FO-ráðið hevur fýra lim-
ir, og hesir eru bíttir millum
tað almenna og KT-felagið,
sum er eitt vinnufelag fyri
KT-fyritøkur í Føroyum.
Munur á
Dysturin um eftirspurd
nøvn joensen.fo, jacob-
sen.fo. bjarni.fo, hans.fo
osfr. fer av álvara ígongd
20. juni, tá FO-ráðið fer at
taka ímóti umsóknin. Tí hó-
ast føroyskar reglarnir ikki
teljast í tí super liberala
endanum, so fer tað nú at
bera til at gera nøkur ting,
sum ikki bóru til áður.
Sum nevnt, so kann ein
og hvør við navninum
Bjarni nú søkja um at fáa
adressuna www.bjarni.fo.
Hetta hevur ikki verið
møguligt áður, men nú ber
til.
Tað eru tó ymsar treytir.
Eitt nú skalt tú hava fingið
tær eitt ambætarapláss, t.e.
IP-nummar, og so skulu øll
við navninum Bjarni hava
sama møguleika. Koma
fleiri umsóknir, so verður
tað loyst við lutakasti.
Í stuttum ber tað til at
siga, at tað nú eru fleiri
møguleikar til at fáa sær .fo
nøvn, men hetta krevur í
fleiri førum, at tú eigur
rættindi til hetta.
Í FO-ráðnum sita Petur
Zachariasen, formaður, Es-
bern Hansen, Óli Simonsen
og Anna Sólva Olsen.
Meira kann lesast á
www.nic.fo
Føroyskt.fo
Petur Zachariasen er formaður fyri FO-ráðið. Aftanfyri hómast Bjarni Djurholm. Meira kann
lesast um hann á www.djurholm.fo
C
M
Y
K
12
Rørleggjarar/-
Blikksmiðir
Søkt verður eftir rørleggjarum og/ella blikksmiðum
ella øðrum hondverkarum til alt fyrifallandi hvs-
arbeiði at byrja beinanvegin ella aftaná summar-
feriuna viku 32.
Hans Dam, tlf. 218534