leygardagur 15. juni 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 15. juni 2002
15
Sigurin á Svanga-
skarði hevur fyrsta
finaluplássið nakran-
tíð til NSÍ við sær, og
nú eru fyrstu
atgongumerkini út í
Europa nógv nærri,
enn tey nakrantíð
hava verið áður
HÁLVFINALA B68–NSÍ
Jóannes Hansen
Tað er Skálafjarðarstevna í
Runavík í hesum vikuskift-
inum. Og tað vil so væl til,
at fótbóltsfepurin er hægri í
stevnukommununi,
enn
hann nakrantíð hevur verið
áður. NSÍ er næstfremst í
landskappingini, og hós-
kvøldið spældu teir seg í
steypafinaluna – tað fyrstu
síðani farið varð undir
kappinginga um løgmans-
steypið. Harvið kunnu vit
staðfesta, at samstundis
sum teir halda stevnu í
Runavík, so er fótbólts-
spenningurin næstu sjey
vikurnar varðveittur.
Finaluplássið ger, at NSÍ
hevur tikið eitt risafet ímóti
fyrstu Europa Cup luttøk-
uni. Hon gerst veruleiki,
um NSÍ vinnur steypa-
finaluna, og hon kann
gerast veruleiki, sjálvt um
NSÍ tapir steypafinaluna.
Borð um borð
Kappróðurin hevur stóran
áhuga í Runavík. Og um vit
brúka kappróðrarmyndina
upp á seinnu hálvfinaluna á
grasinum í dýrdarveðrinum
hóskvøldið, so róðu liðini
borð um borð fyrstu smáu
fimmti minuttirnar. So kom
hol á, og so var tað sera
hendingarríkt og undirhald-
andi.
Tíverri, kunnu vit siga,
kom einki mál í 1. hálv-
leiki. Hevði fyrsta málið
komið
beinanvegin,
so
hevði fyrra umfarið iva-
leyst eisini verið undirhald-
andi. Men einki mál kom,
og so var spælið keðiligt,
sjálvt um tað var stórur
spenningur í. Báðir partar
løgdu størstan dentin á at
verja og at ansa eftir, at
mótparturin ikki fekk fyri-
munin av at koma á odda,
og persónligu mistøkini
vóru nógv.
Uppløgdu málmøguleik-
arnir vóru fáir og smáir.
Jens Martin Knudsen og
Michal Kokoszanek tóku
sær av nógv teimum flestu
innleggunum, sum ikki
vóru so ógvuliga mong.
Arnold Joensen hjá B68
kom leysur í høgru nakrar
ferðir. Hann legði oftast til
nærra stólpan, men álops-
menninir hjá B68 vóru ikki
á rætta staðnum røttu
løtuna. Størsta møguleikan
fekk Øssur Jacobsen, tá
hann eftir álop í høgru og
innlegg frá Marlon Jorge
kom leysur í vinstru, men
royndin úr spískum fór
dygst omanfyri.
Hjá NSÍ sendi Gert
Langgaard eftir hornaspark
uppum,
og
Brynjolvur
Nielsen
sendi
fríspark
omanfyri.
NSÍ setti treytirnar
Bara tríggir minuttir vóru
farnir av seinna umfarin-
um, tá NSÍ fekk hol á. So
skuldi B68 skora tvær
ferðir, um teir skuldu røkka
finaluplássinum. Tí var
neyðugt hjá teimum at
sleppa alt meiri í verjupart-
inum, og tað hevði við sær,
at spentar støður stóðust í
báðum endum, og tá er
stuttligt at vera áskoðari.
Eftir at NSÍ var komið
framum, skifti B68 frá
4–4–2 og til 4–2–4, og tá
NSÍ var komið upp á 2–0,
var verjuparturin hjá B68
heilt tunnur (Hans Fróði
Hansen var fremsti maður),
og fimm og viðhvørt seks
spælarar vóru í fremstu
røðini.
B68 minkaði um munin
til 2–1, tá tað restaðu
seytjan minuttir, og hóast
tað var neyðugt hjá teimum
at skora tvey mál afturat,
um
teir
skuldu
vinna
finaluplássið, so var tað
heilt
spennandi.
Fimm
minuttir undan leikloki økti
NSÍ til 3–1. Tá tóktist sum
um alt var avgjørt, men
B68 svaraði enn eina ferð
aftur, og seinni hálvleikur
gjørdist sum heild rættuliga
undirhaldandi og einum
steypadysti verdugur.
Málini
Óli Hansen skoraði til 1–0.
NSÍ hevði horna í vinstru,
B68 málverjin boksaði út
frá, bólturin varð sendur
aftur í vinstra borð og
hagani til handara stólpan,
har miðframherjin, sum
ikki hevði verið serliga
sjónskur, var púra leysur, tá
hann sendi framvið nærra
stsólpanum og upp undir
nettakið, og harvið hevði
Óli útinnt tað, sum tað
verður roknað við, at hann
skal gera.
Sonni L. Petersen skoraði
til 2–0 úr 20 metrum. Hann
fekk tak á eftir langa
sending, sneiddi framvið
einum og fangaði málverj-
an á skeiva beininum.
Royndin var ikki serliga
sannførandi, men bólturin
smoygdi
sær
inn
við
stólparótini.
Marcello Marcellino er
ein snillingur við bóltinum.
Trupulleikin hjá B68 er, at
hann so at siga ongantíð er
tøkur. Hesa ferð spældi
hann 35 minuttir, og hann
minkaði um munin við
fínum langskoti úr 18 metra
fjarstøðu.
So trýsti B68, men tá teir
vóru ósketnir og spældu
Sonna L. Petersen púra
leysan, endaði tað við, at
dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki.
Brynjolvur
Nielsen, sum annars hevði
til uppgávu at taka sær av
Øssuri Hansen í vinstru,
sendi flatt í netið.
Tá B68 tveir minuttir
seinni fekk brotsspark, tók
Øssur Hansen uppgávuna
úr ellivu metrum á seg. Jens
Martin Knudsen tveitti seg
til høgru fyri seg sjálvan og
hálvbjargaði, men Øssur
Hansen var fyrstur á retur-
inum. Í evstu løtu hálv-
bjargaði
Jens
Martin
Kndusen frísparksroynd frá
Øssuri Hansen. John Heri
Dam sendi returin úr spísk-
um í høgru og á saman-
komingina, men B68 kom
kortini ikki nærri enn 3–2,
og so fegnaðust innan
menninir, sum longu eru
farnir at gleða seg til
ólavsøkudag. Tá fara teir
fyrst at hyggja at, meðan
Torbjørn, Bill og allir hinir
fara at ganga í skrúðgongu,
og so fara teir á Tórsvøll at
taka á við NSÍ. Vónandi
verður veðrið eins blítt, og
tað var hóskvøldið.
B68–NSÍ 2–3 (0–0)
2. hálvfinala í kappingini
um løgmanssteypið
0–1: Óli Hansen 48.
0–2: Sonni L. Petersen 66.
1–2: Marcello Marcellino
73.
1–3: Brynjolvur Nielsen br
85
2–3: Øssur Hansen 87.
Dómari: Lassin Isaksen
B68: Michal Kokoszanek –
Jan Petersen (Oleif Joen-
sen, 32.), Hans Fróði Han-
sen, Messias Perreira, John
Heri Dam – Arnold Joen-
sen, Jann Ingi Petersen
(Fríðin
Ziskason,
66.),
Marlon Jorge, Øssur Han-
sen – Fróði Benjaminsen,
Øssur Jacobsen (Marcello
Marcellino, 54.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen (Ken
Nónklett, 89.), Arnfinn
Langgaard,
Pól
Thor-
steinsson, Christian Høgni
Jacobsen – Gert Langgaard,
Kári Hansen, Helgi L. Pet-
ersen, Ian Højgaard (Berg-
ur Djurhuus, 79.) – Óli
Hansen, Sonni L. Petersen
Ólavsøkuspenningurin
komin til Runavíkar
Í Kappróðrar-
felagnum NSÍ vóna
tey, at inntøkurnar
fara at liggja um
hálvt hundrað
túsund krónur
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Eingin ivast í, at kapp-
ingin verður spennandi á
Skálafjørðinum í dag.
Og tað átti at sæst aftur í
áskoðarafjøldini,
at
Eysturoyingur á norð-
oyarstevnuni kom aftur
á trónuna, eftir at hann
hevur verið longri niðri
á stiganum í tvey ár.
– Áhugin er stórur her
hjá okkum, og tað vita
vit, at hann eisini er aðra
staðni. Um tað fer at
síggjast aftur í fjøldini,
sum fer at møta upp,
valdast fyrst og fremst
og í nógv størstan mun
um veðrið. Royndirnar
siga okkum, at um tað er
turt og gott summar-
veður fyrrapartin leyg-
ardagin, so kemur nógv
fólk til kappróður. Vit
vóna tað besta, tí veðrið
hevur verið so framúr
gott í hesi vikuni.
Hetta sigur Sofus T.
Hansen, sum er formað-
ur í Kappróðrarfelag-
num NSÍ. Hann sigur
eisini, at teir hava fyri-
reikað seg so væl, sum
tað ber til.
– Bátarnir verða settir
omanfyri Lynfrost ella
Fiskavirking, sum tað nú
eitur, og róðrarfólkið fær
eina máltíð í kantinuni á
flakavirkinum.
Róðrarfelagið
NSÍ
hevur seinastu árini bygt
neyst. Nú er tað liðugt,
og har er alt tað, sum
roknast kann við í
hølum hjá ítróttarfelagi.
– Umstøðurnar í hús-
inum eru góðar. Eisini
hjá róðrarfólkinum at
fáa sær bað eftir lokna
kapping. Tað eru tey
hjartaliga væl komin til,
sigur formaðurin.
Tá tað veit væl við, so
kunnu inntøkurnar frá
kappróðrinum á Skála-
fjørðinum koma upp í
meiri enn hálvt hundrað
túsund krónur. Hesa ferð
eigur áhugin at vera
stórur, tí tað hilnaðist so
væl hjá Eysturoying-
inum í Klaksvík.
– Sum eg segði, so
hevur veðrið alt at siga,
so vit vóna tað besta,
sigur
formaðurin
í
Kappróðrarfelagnum
NSÍ. Umframt at hava
ábyrgdina av fyrireik-
ingunum, so er nevndar-
formaðurin aftur farin at
rógva. Hann er millum
teir, sum nú manna
Nevið Reyða.
– Tá tú hevur róð, er
tað torført at halda seg
burtur. Í so góðum
róðrarlíkindum, sum vit
hava havt seinastu dag-
arnar, skal lítið til at
lokka fyrrverandi róð-
rarfólk at fara aftur at
venja, sigur Sofus T.
Hansen, sum áður hevur
verið við til at manna
Eysturoyingin.
Veðrið hevur
alt at siga
15
14
Nr. 112 - 15. juni 2002
Bæði í NSÍ róðrarfel-
agnum og í Róðrar-
sambandinum stað-
festa tey, at tað er ivi
um, hvør hevur
ábyrgdina av at fáa
óviðkomandi bátar-
nar at halda seg burt-
ur, so teir ikki órógva
kappróðurin á Skála-
fjørðinum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Meðan róð verður kapp á
Skálafjørðinum verða óvið-
komandi skip og bátar bið-
in um at halda seg burtur
frá róðrarøkinum, sum er
avmerkt, og sum vaktarhald
er rundanum. Nakað so-
leiðis plagar lýsingin at
ljóða í útvarpinum frá
sýslumanninum og havnar-
meistaranum í økinum, har
tað verður róð kapp.
Men tað verður aftur og
aftur staðfest, at henda
áheitanin ella rættari hesi
boðini verða ikki tikin í tí
álvara, sum tey eiga at
verða tikin í. Ikki minst ger
hetta seg galdandi á Skála-
fjørðinum, har riðilin, sum
fylgir við róðrinum, plagar
at vera so stórur, sum hann
kanska onga aðra staðni er.
– Vit harmast nógv um
hetta. Á Skálafjørðinum
taka teir fyrireikingarnar til
róðurin í sera stórum álv-
ara. Tað plaga teir at gera,
og tað hava vit fyri langari
tíð síðani fingið fatan av, at
teir eisini gera hesa ferð.
Men tað ber hvørki teimum
ella okkum í Róðrarsam-
bandinum til at halda óvið-
komandi burtur frá róðrar-
økinum, og tað er spell, at
bátarnir eru so nærgang-
andi, sum vit aftur og aftur
hava sæð, at teir hava verið.
Vit vóna sanniliga, at hetta
verður betur hesa ferð, enn
tað plagar at vera, men vit
halda ikki, at tað er okkara
uppgáva ella ábyrgd at
halda teimum burtur.
Hetta sigur Hannis Joen-
sen, sum er formaður í
Róðrarsambandinum.
Ov lítil virðing
Sofus T. Hansen er formað-
ur í Kappróðrarfelagnum
NSÍ. Hann sigur, at bátar-
nir, sum fylgja við kapp-
róðrinum eru ein trupul-
leiki:
– Tá teir fylgja sjálvum
róðrinum gongur tað ikki
so ógvuliga skjótt fyri seg,
men tað er ein trupulleiki,
at teir eru so mikið nær, at
teir trýsta vaktarbátin ella
bátarnar og bátin við út-
varpsmanninum nærri róðr-
arbátunum. Størsti trupul-
leikin eru aldurnar. Ímillum
róðrarnar
stima
skjótt
gangandi bátarnir við full-
ari ferð aftur og fram. Tá
koma nógvar aldur frá
teimum. Tað er so mikið
stutt millum róðrarnar, at
aldurnar hava ikki lagt seg,
tá næstu kappróðrarbátarnir
koma skúmandi, og tað er
til ampa fyri róðrarmann-
ingarnar.
Og Sofus T. Hansen held-
ur fram:
– Aldurnar eru heilt víst
við til at avgera úrslitið av
róðrinum. Tað vil við øðr-
um orðum siga, at mann-
ingarnar, sum hava vant í
fleiri mánaðir, fáa ikki
loyvi til í innanhýsis og
javnari kappingar uttan
uppíblanding at gera av
ímillum sín, hvør er stinn-
astur. Tað halda vit vera
sera spell, og vit halda, at
manningarnar á óviðkom-
andi bátunum harvið ikki
vísa kappróðrarmanning-
unum ta virðing, sum tær
hava uppiborið. Tað er dup-
ult spell, tá veruleikin helst
er tann, at tey, sum sigla á
fjørðinum skulu eitast at
hava stóran áhuga í kapp-
róðri.
Ivi um ábyrgdina
Hannis Joensen sigur, at tað
hevur verið tosað aftur og
fram um, hvør tað er, sum
hevur ábyrgdina av, at
kunngerðin um at óvið-
komandi bátar skulu halda
seg burtur, verður hildin,
men eingin niðurstøða er
gjørd um hetta.
– Vit halda, at tað er so
líka til, at teir, sum hava
kunngerðina í útvarpinum,
syrgja fyri, at hon verður
hondhevað. Tað eru havnar-
meistarin og sýslumaðurin.
Havnarmeistarin hevur ikki
politi
myndugleika,
og
sýslumenninir
siga,
at
myndugleikin hjá teimum í
flestu førunum ikki fer út
um kajkantin. Á fjørðinum
halda teir, at ábyrgdin er hjá
Vaktar– og Bjargingartæn-
astuni. Men higartil hava
teir ikki tikið sær av hesum.
Verður vaktarbáturin ikki
virdur?
– Ikki so nógv, sum vit
fegnir høvdu viljað, at hann
varð virdur. At vit nú undan
kappróðrinum í kanska
besta økinum í landinum
hava hetta frammi í press-
uni fer vónandi at hava við
sær, at virðingin verður
størri og ampin av óvið-
komandi bátum harvið
minni, enn hann hevur ver-
ið. Um talan ikki verður um
nakra broyting, so mugu vit
taka málið upp til nýggja
viðgerð, heldur Hannis
Joensen.
Virðingin fyri róðrarfólkunum skal verða størri
Tað verður roknað
við, at munurin ikki
fer at verða so stórur,
sum hann var í Klaks-
vík, og at har, sum tað
var tætt í Klaksvík,
verður møguleiki fyri
nýggjum vinnarum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Undanfarnu sumrini hevur
tað ofta verið soleiðis, at
somu
manningar
hava
vunnið aftur og aftur. Tað
kann væl vera, at vinnarar-
nir fara at verða teir somu á
Skálafjørðinum,
sum
vunnu á norðoyarstevnu.
Men fleiri, sum fylgja væl
við í kappróðri, halda, at
talan verður um heilt øðr-
vísi kapping í dag, enn tað
var fyri fjúrtan døgum síð-
ani.
Fleiri veruleikar gera, at
tað er sannlíkt við heilt øðr-
um kappingum hesa ferð.
Fyri tað fyrst verður tað so-
leiðis hesa ferð, at bestu
bátarnir fara at liggja í
miðjuni. Á norðoyarstevnu
varð í lutakasti gjørt av,
hvussu raðfylgjan skuldi
vera. Fyri tað næsta má
roknast við, at róðrarlíkind-
ini verða betri, enn tey vóru
í Klaksvík (síðani leygar-
dagin fyri fjúrtan døgum
síðani hevur verið av fín-
asta veðri kring landið), og
so er tað ein veruleiki, at
10–mannaførini hesa ferð
skulu rógva tvey túsund
metrar og ikki fimtan hund-
rað, sum tey róðu í Klaks-
vík.
5–mannafør dreingir
Á norðoyarstevnuni vann
Fípan Fagra fyri fyrstu ferð
í nógv ár. At klaksvíks-
dreingir vunnu hevur sjálv-
andi havt við sær, at áhugin
fyri at venja og fyrireika
seg er vorðin uppaftur
størri, enn hann var (um tað
ber til!).
Men Fípudreingirnir eru
fyrireikaðir uppá, at mót-
støðan verður stór. Ikki
minst verður roknað við, at
FM vinnararnir tvey tey
seinastu árini, Tjaldrið,
kann gera um seg í heima-
sjógvi. Tjaldrið hevði vána-
ligan start í Klaksvík. Teir
søgdu seg missa nøkur tøk,
tí tað gekst teimum so illa
at koma leysir av fasta
startinum. Tí lógu teir aftar-
laga eftir fyrsta spurtin,
men teir stríddu seg kortini
fram á næstfyrsta plássið,
og tað kundi bent á, at teir
fara at bjóða Fípuni Føgru
av hesa ferð.
6–mannafør kvinnur
Nýggi Jarnbardur vann í
stórum stíli á norðoyar-
stevnu. Tær vunnu FM í
1999 og í 2000. Í fjør vórðu
tær steðgaðar av nýggja
Páll Fanga, sum vant burt-
urúr øllum hinum.
Páll Fanga kvinnurnar
vóru ikki nøgdar við sítt av-
rik á norðoyarstevnu. Tær
søgdu seg kenna tað, sum
um tær róðu í siropi, og síð-
ani tá hevur talan verið um
sjálvrannsakan.
Tað hevur undanfarnu ár-
ini vísti seg, at tær mann-
ingarnar, sum nakrar fáar
vikur undan norðoyarstevn-
uni hava verið á Scilly
oyggjunum, hava havt ilt
við at finna rætta stevið.
Venjingin við serliga Scilly
bátinum, ferðingini og so
nógv annað hava gjørt, at
tað hevur tikið sína tíð at
finna áralagið og alt annað
aftur umborð á føroyska
kappróðrarbátinum.
Tað
hava tær umborð á Páll
Fanga havt fjúrtan dagar til
síðani norðoyarstevnuna,
og so fæst at síggja, um tær
og aðrar manningar verða
førar fyri at bjóða Jarnbardi
av hesa ferð.
Á triðja plássinum í
Klaksvík var Riddarin úr
Miðvági. Tær vóru væl við
í kappingini um næst-
fremsta plássið, og tí má
eisini roknast við teimum
hesa ferð.
Sølmundur var ikki við í
Klaksvík, men nú er hann
mannaður aftur.
5–mannafør gentur
Sílið vann so sannførandi
sigur á norðoyarstevnu,
sum tað neyvan er sætt áð-
ur. Tær vóru tjúgu sekund
fyrri á mál enn næstu bátar-
nir. Genturnar umborð á
Fípuni Føgru vóru meistar-
ar í fjør, tá tær vunnu allar
róðrarnar uttan á ólavsøku.
Tær vóru næstfremst í
síðsta róðrinum.
Munurin verður kanska
ikki so stórur hesa ferð,
sum hann var fyri tveimum
vikum síðani, men út frá
úrslitunum seinast kann
ikki roknast við øðrum, enn
at tær umborð í Sílinum eru
størstu favorittarnir av øll-
um, sum fara at rógva á
Skálafjørðinum.
6–mannafør menn
Í fjør vóru tað kvinnurnar í
Klaksvík, sum vunnu nógv
við Fípuni Føgru og Páll
Fanga. Á norðoyarstevnu
vóru tað menninir, sum
vunnu. Smyril úr Vági var
næsti kappingarneytin hjá
monnunum umborð á Pálli
Fanga, og Gongurólvur var
væl við.
Síðsta sunnudag róðu
nakrir bátar kapp á Strond-
um. Tá var mest spennandi
kappingin
millum
6–mannaførini. Páll Fangi
luttók ikki. Í staðin vóru tað
FM vinnararnir í Stráluni,
sum vunnu. Á norðoyar-
stevnu vóru teir ikki mill-
um teir fremstu. Strálan var
leingi meiri enn eina báts-
longd frammanfyri Gongu-
rólv, men í endaspurtinum
vóru havnarmenninir teir
raskaru, og á málinum var
munurin bara rongin.
8–mannafør
Nýggi Argjabáturin vant
burturúr
øllum
hinum.
Nýggi Kvívíkingurin royn-
di at bjóða av. Men teir
vóru ikki nog drúgvir.
Í fjør var Nevið Reyða
FM vinnari. Klaksvíksbát-
urin luttók ikki á norðoyar-
stevnu. Hann verður við í
dag. Tað eru róðrarfólk í
Kappróðrarfelagnum NSÍ,
sum hava mannað bátin.
Manningin er fyri tað mesta
teir, sum í 1998 og í 1999
vóru við til at manna
Eysturoyingin, sum tá var
nýggjur og vann allar róðr-
arnar.
Nevið Reyða er tilmeldað
fyri róðrarfelagið í Klaks-
vík, so tað verður ein
Klaksvíks
sangur,
sum
verður at hoyra, um Nevið
vinnur. Men sannlíkið man
ikki vera so stórt fyri, at
Nevið Reyða fer at vinna á
Skálafjørðinum. Teir hava
bara verið seks ferðir í báti-
num, síðani hann fór úr
Klaksvík og út á Glyvrar.
10–mannafør
Eysturoyingurin kom so at
siga afturíaftur í Klaksvík.
Eftir sigrarnar í 1998 og í
1999 gekk tað illa hjá FM
manningini í 2000. Í fjør
varð báturin mannaður av
nýggjum, og nú tykjast teir
vera væl fyri.
Næstu avbjóðararnir hjá
Eysturoyinginum í Klaks-
vík vóru Havnarbáturin og
Klaksvíkingurin.
Altso
vóru bátarnir úr trimum
teimum størstu kommun-
unum í landinum fremstir.
Á Strondum luttóku bara
tvey 10–mannafør. Eystur-
oyingurin var eins nógv
frammanfyri Nólsoyingin,
sum hann var í Klaksvík.
Ikki minst tá 10–mannafør-
ini kappaðust á norðoyar-
stevnu varð tosað um, at
umstøðurnar
kanska
spældu eitt puss. Ta ferðina
var Eysturoyingurin vest-
astur, og Havnarbáturin var
eystastur. Tí var tað eitt
sindur torført at taka bes-
tikk av støðuni. Tað verður
hópin lættari hesa ferð.
Eysturoyingurin fer at hava
Havnarbátin í øðrum borði-
num og Klaksvíkingin í
hinum borðinum, og so skal
Vestmenningurin
ikki
gloymast. Hann var fremst-
ur, tá tað vikuskiftið undan
norðoyarstevnu varð kapp-
ast á Skála, og eingin rokn-
ar við, at hann eina ferð
afturat fer at fáa eitt so
vánaligt úrslit, sum hann
hevði í Klaksvík.
Alt er púra opið
Bátarnir ið fylgja við kappóðrinum, eru ein trupulleiki, sigur
Sofus T. Hansen, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ
C
M
Y
K
14